Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 178 - 18. september 2004 Nr. 178 - 18. september 2004 3 Teistin siglir kortini um kvøldið Strandfaraskip Landsins boðaðu hósdagin frá, at kvøldtúrurin hjá Teistan- um verður uppafturtikin Hetta verður sagt í tíð- indaskrivi, sum Strand- ferðslan sendi út seinna- partin. Sagt verður, at Strand- ferðslan saman við mann- ingini á Teistanum hava funnið eina fyribils loysn, og at fyrsti nýggi kvøld- túrurin varð sigldur longu hóskvøldið. Fyribils hava partarnir avtalað at koyra eftir nýggja leistinum í tvær vikur, og á Strandferðsl- uni vóna tey at hava funn- ið eina endaliga loysn til ta tíð. -jm Ráðstevna um trivnað hjá børnum Fríggja– og leygardagin verður ein stór ráðstevna um trivnað hjá børnum hildin í Norðurlandahús- inum. Ráðstevnan er fyri peda- gogar og lærarar, og áhugin má sigast at vera sera stór- ur. Pláss er nevniliga fyri 400 luttakarum og ráð- stevnan er fullteknað. Sum skilst, eru tað eisini fleiri enn 200 fólk, ið ynsktu at sleppa við, men sum vóru ov sein á sjóvarfallinum. Á ráðstevnuni verða m.a. workshops og fyrilestrar á skránni. Millum fyrilestrahaldararnar vera nakrir føroyskir pedagogar og eisini víðagitnu Erik Siegsgaard og Margrethe Brun Hansen fara at leggja fram. Sosialurin hevur tosað við Margrethe Brun Hansen, sum er útbúgvin pedagogur og sálarfrøð- ingur. eys Barnagarðsbørn frá sjeytiárunum: Fleiri foreldur eru ódugnalig Tað eru tvey sløg av umsorgan, sjónliga umsorganin, so sum matur og klæði, og ósjónliga umsorganin, so sum kærleiki, for- stáilsi og samrøður. – Seta vit ikki fokus á ósjónligu umsorgan- ina, bæði heima og í barnagørðunum fáa vit skjótt ein kaldan heim, sigur Margrethe Brun Hansen, peda- gogur og sálarfrøð- ingur SAMRØÐA Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Einki ættarlið megnar for- eldraleiklutin til fullnar. Øll ættarliðini hava sínar góðu og sínar vánaligu síður, men tær síðurnar skifta, sum ættarliðini fara, greiðir Margrethe Brun Hansen frá. Hon sigur, at fylgjurnar av barnagarðsuppvøkstrin- um, sum byrjaði í 70'unum, nú koma til sjóndar, við eini rúgvu av ódugnaligum foreldrum. – Vit eru noydd at royna at fanga trupulleikarnar beinanvegin, meðan børn- ini enn eru smá, tí teir kunnu fáa stórar fylgjur í framtíðini, heldur hon. Tænastuforeldrini Hon sigur, at barnagarðs- uppvøksturin hevur elvt til tvey sløg av nýggjum for- eldratypum, umframt van- ligu, góðu foreldrini. Aðra foreldratypuna nevnir Mar- grethe Brun Hansen fyri »tænastuforeldrini«. Tað eru tey, ið fara við barninum, sum um tað var kongur. – Foreldrini hava ilt við at taka konfliktir við barn- ið, og tora tí ikki at siga nei. Tey vilja so gjarna, at tann tíðin sum tey hava saman við barninum, skal vera so góð sum gjørligt, og tí fær barnið sín vilja í øllum. Men barnið má hava av- markingar, sigur Margrethe Brun Hansen. Hon sigur, at hesi foreldr- ini so ógvuliga fegin vilja nøkta tørvin hjá barninum, og tað er jú gott. Men tann grova villan, sum tey gera er, at tey lata barnið sjálvt definera sín tørv. Og tað megnar eitt barnagarðsbarn heilt einfalt ikki, sigur hon. Barninum tørvar, at for- eldrini taka leiðsluna. Tey tola ikki at spæla upp ímóti foreldrunum, uttan at fáa nakað aftur ímóti. – Við hesum uppvøkstrin- um, verður tað aktiva barnið sjálvsøkið, uttan re- spekt og uttan evni at liva seg inn í støðuna hjá øðrum. Vit kenna øll tey børnini, sum vit halda vera óupp- drigdnar lortungar. Tey, sum ikki duga at taka fyrilit fyri øðrum enn sær sjálvum, sigur Margrethe Brun Hansen. – Tey eru eitt úrslit av hesum uppvøkstinum. – Viðkvæma barnið, har- afturímóti, verður bangið og ótrygt, tí tað megnar ikki, at foreldrini allatíðina leggja ábyrgdina á tað. Tí tørvar, at foreldrini seta nakrar fastar rammur upp, og tala at, um barnið fer út um settu rammurnar. Gera tey ikki tað, verður barnið ofta mjarrut og óstøðugt, greiðir Margrethe frá. Fyriskipandi foreldrini Hitt slagið av foreldrum, sum so eisini eru heilt í hinum endanum, eru »fyri- skipandi foreldrini«. Tað eru tey, ið vilja alt tað besta fyri barnið, og sum tí, áðrenn barnið yvir- høvur er føtt, hava kortlagt alt lívið hjá barninum. Tey eru allatíðina eitt fet frammanfyri barnið, uttan at hyggja at hvør tørvurin veruliga er. – Tað eru ofta tey, ið lesa allar hugsandi bøkur um børn, fyri at gera alt so rætt sum gjørligt. Men tey hyggja ongantíð at barnin- um, og vita, um tað, tey lesa, snýr seg um júst teirra barn, sigur Margretha Brun Hansen. Hon sigur, at hesi børnini ofta verða ein sýnisgluggi fyri umheimin, so øll hini kunnu síggja, hvussu væl foreldrini klára seg. Tað besta fyri børnini er tað, sum ljóðar gott og sum sær gott út. Eingin spyr eftir tørvinum hjá barninum. – Sjónliga umsorganin er har, kanska í yvirmát, tí børnunum mangla absolut einki, reint fysiskt. Tað, tey hava, er aloftast eisini tað besta av tí besta. Men ósjónliga umsorganin er ikki til. Eingin setur seg niður at práta við hesi børn- ini, og spyr tey um hvat tey halda og ynskja, sigur Margrethe Brun Hansen – Hesi børnini fara tí ógvuliga langt fyri at gera tey vaksnu nøgd. Tey eru von við, at bert um tey klára seg væl, kunnu tey verða elskað. Og tí broytast tey. Tey eru ikki vanlig børn, tí hungurin eftir at verða góðtikin yvirdoyvir alt annað, sigur hon. Margrethe nevnir, at hetta eru tey børnini, sum koma yvir at vísa tær, at tey hava vaskað hendur, áðrenn tú hevur biðið tey, so at tú kanst siga teimum hvussu røsk og góð tey eru. Hon heldur fram og sig- ur, at tey lívligu, sterku børnini duga at venda vreiðini úteftir. Tey gera ofta uppreistur, tá tey gerast eldri. – Tey flyta sum oftast út sera ung, klippa hol í buksurnar og raka hárið av sær. Tey viðkvomu børnini megna tó ikki at venda vreiðini út. Ístaðin verður hon vend inneftir. Tey børn- ini hava tað veruliga ringt, eisini tá tey gerast vaksin, staðfestir Margrethe Brun Hansen. Handlið nú »Vís mær tíni foreldur, og eg skal siga tær hvussu tú er«, stendur í innganginum í eini av bókunum hjá Mar- grethe Brun Hansen. Tað hevur hon skrivað, tí vit, í ógvuliga stóran mun, eru ein úrdráttur av foreldr- unum. – Hesi ódugnaligu for- eldrini bera tó ikki skyldina fyri teirra ódugnaskap einsamøll. Tey eru jú sjálvi eitt úrslit av einum upp- vøkstrið og einum upp- dragilsi. Men um tey ikki verða gjørd varðug við trup- ulleikan, er eingin møgu- leiki at rætta hann, staðfestir Margrethe Brun Møller. Hon heldur tí, at peda- gogarnir mugu hava eitt vakið eyga yvir børnunum, og royna at eftirlíka og uppfylla tørvin hjá einstaka barninum. – Størsti trupulleikin er vantandi ósjónliga umsorg- anin. Um pedagogarnir leggja seg eftir at geva hana, har hon vantar, er longu nógv vunnið. Ístaðin fyri at skelda óargaungan, ber til at spyrja hví hann man vera, sum hann er. Og ístaðin fyri at kúsja friða- liga barnið út at tuska og røra seg, ber til at seta seg við tí, og lesa eina søgu ella práta við tað, sigur hon. Í sínum arbeiði, sum barnapsykolog, sær hon eina vaksandi mongd at stressaðum børnum. Hon sær nógv børn, sum ikki fáa loyvi at vera børn, tí tey allatíðina skulu liva upp til eitt ansvar, sum tey ikki megna. Antin við sjálvi at skula taka avgerðir, ella við at skula liva upp til tær avgerðir, sum longu er tiknar teirra vegna. – Tey góðu foreldrini taka avgerðir saman við barninum. Tey hyggja at hvussu barnið hevur tað júst tann dagin, og so verður avgerð tikin út frá tí. Tey góðu foreldrini halda fast um, at tey eru tey vaksnu og børnini eru børn, sigur hon. Margrethe Brun Hansen slær fast, at um vit ikki taka hendan trupulleikan í álvara, og arbeiða saman, bæði foreldur og pedagog- ar, so verður heimurin skjótt eitt kalt stað at vera. – Vit mugu taka ósjón- ligu umsorganina og pri- oritera hana nógv meiri, enn hon verður í dag. Geva okkum tíð til at síggja, lesa og hoyra børnini. Soleiðis, at vit við næsta ættarliði fáa nøkur dugnalig foreldur, sigur Margrethe Brun Han- sen at enda. Nógv børn vórðu í 70’unum tvingað at tilpassa seg í barnagarðinum, og nú tey sjálvi eru vorðin foreldur, duga tey ógvuliga illa at upp- ala síni børn, sigur Mar- grethe Brun Hansen, pedagogur og sálarfrøðingur Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2