Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 178 - 18. september 2004 Nr. 178 - 18. september 2004 5 Javnaðarflokk- urin brýtur vallyftið Aðalráðini skulu skerjast í tali, men eingin starvsfólk skulu sendast heim. Hesum boðaði Javn- aðarflokkurin frá undir valstríðnum. Mikudagin kom und- an kavi, at 16 fólk missa starvið miku- dagin SKERJING Í MIÐFYRISITINGINI Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Framtíðin hjá miðfyrisit- ingini var eitt av høvuðs- evnunum hjá Javnaðar- flokkinum undir val- stríðnum í januar mánaði. Undir framløguni av val- skrá Javnaðarfloksins og í valsending boðaði flokk- urin frá, at hann ynskti at skerja aðalráðini, og sam- stundis segði Javnaðar- flokkurin, at flokkurin ætl- aði ikki at senda nøkur starvsfólk heim úr mið- fyrisitingini. Mikudagin vórðu 16 fólk úr miðfyrisitingini send heim til hús. Grundgeving- in fyri hópuppsagnunum hjá ABC-samgonguni er, at tað er neyðugt at fremja ein lønarniðurskurð á 10 % í almennu fyrisitingini. Javnaðarflokkurin gongur ímóti tí boðskapinum, sum flokkurin hevði í valstríðn- um undan løgtingsvalinum 20. januar í ár. Bert eitt valevni Løgmaður Jóannes Eides- gaard váttar, at eitt av val- evnum Javnaðarfloksins undir framløguni av val- skránni segði, at ætlanin var ikki at senda starvsfólk í miðfyrisitingini til hús, hóast Javnaðarflokkurin vildi skerja aðalráðini. – Eg haldi ikki hatta var boðskapurin hjá Javnaðar- flokkinum, men heldur var talan um ein útsøgn hjá einum av valevnum okkara. Viðkomandi persónur fekk eisini at vita, at Javnaðar- flokkurin ikki stóð við hansara útsøgn eftir tilburð- in, greiðir løgmaður frá. Skal veljarin ikki trúgva valevnunum hjá flokkinum? Jú jú, men støðan var einaferð hon, at flokkurin ikki stóð inni fyri útsøgn- ini, og tað fekk hann sum sagt eisini at vita, svarar løgmaður. Jóannes Eidesgaard vil ikki siga, hvat valevni talan er um, men løgmaður sipar óivað til Kristian Magnus- sen, sum í valsending í SvF segði, at skerjingin ikki fór at kosta arbeiðspláss í fyrisitingini. Undir framløguni av sjálvari valskránni nam Hans Pauli Strøm eisini við spurningin. – Jú tað er rætt, at eg út- talaði meg um spurningin. Eg minnist, at Jóannes (Eidesgaard, blðm) varð fyrst spurdur um skerjingin av aðalráðum merkti at neyðugt var við at senda fólk heim úr fyrisitingini, og síðan tóku eg og Bergur (Dam, blðm,) yvir. Eg greiddi frá, at skerjingarnar í aðalráðunum ikki neyð- turviliga skuldi kosta ar- beiðspláss í miðfyrisiting- ini, sigur Hans Paula Strøm. Politiski veruleikin øðrvísi Bæði Hans Pauli Strøm og løgmaður siga, at tað er ein sannroynd, at stórur munur er á politiska veruleikanum 29. desember í fjør og nú góðar níggju mánaðir seinni, og tí samsvarar val- lyftini og avgerðin miku- dagin ikki. – Vit eru noyddir at fyri- halda okkum til búskapar- liga veruleikan í dag, og hann sigur, at vit øll eru noydd at taka eitt tak. Vit kunnu ikki yvirliva polit- iskt við at skerja á øllum øðrum økjum uttan at hyggja okkara egnu fyrisi- ting, og tí eru hesi stig tikin, vísir Hans Pauli Strøm á. Undir framløguni av valskránni hjá Javnaðarflokkinum 29. desember í fjør kom undan kavi, at Javnaðarflokkurin ikki ætlaði at seta fólk í miðfyrisitingini til hús. Mikudagin vóru 16 fólk søgd úr starvi í miðfyrisitingini Mynd: Jens Kr. Vang Neyðugt við enn fleiri sparingum fíggjarlógini Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum váttar, at fleiri sparingar skulu til hjá tí al- menna FÍGGJARLÓGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tær 10 prosentini, sum miðfyrisitingin hjá lands- stýrinum hevur fingið boð um at spara næsta ár, verða ikki tær einastu sparingar- nar, sum tað verður neyð- ugt at gera á fíggjarlógini fyri næsta ár – Tað verður nevniliga neyðugt við enn fleiri spar- ingum á fíggjarlógini Tað váttar Bárður Niel- sen, landsstýrismaður fyri Sosialinum. Á minussíðuni hjá lands- kassanum telur tað heilt nógv hjá landskassanum at tað er ein sannroynd, at lønirnar fara at hækka 4% næsta ár. Tað telur rættiliga nógv hjá landskassanum, tí nógv tann størsti parturin av útreiðslunum hjá lands- kassanum, eru lønir av ymsum slagi. Hinvegin er støðan hjá landskassanum tann, at næsta ár fara inntøkurnar at vera áleið tær somu, sum tær eru í ár. Samstundis miðjar lands- stýrið eftir, at næst ár skal hallið á fíggjarlógini ikki vera størri enn í ár, ella góðar 200 milliónir. Men samstundis hevur landsstýrið boðað frá, at tað ætlar at føra ein arbeiðs- skapandi fíggjarpolitikk og at brúka nógvan pening til útbyggingar fyri at hjálpa til at halda hjólunum í gongd og at skapa arbeiði. Tað er eisini ein veruleiki, at næsta ár verða fleiri sam- býli liðug, sum fara at krevja nógv starvsfólk. Tey 10 prosentini, sum miðfyrisitingin skal spara, gevur bara sey milliónir og tað er bara ein lítil dropi í havinum av almennum út- reiðslum. Sostatt slepst ikki undan, at seta enn fleiri sparingar í verk fyri at fáa roknistykk- ið at ganga upp. Sosialurin veit eisini frá álítandi keldum, at stovnar undir landsstýrinum fara í næstum at fáa boð um at spara nøkur prosent í rakstrinum. Keldur hjá blaðnum vilja vera við, at í næstum fara almennir stovnar at fáa boð um at spara 10% í rakstrin- um. Sostatt er tað greitt, at tað slepst ikki undan enn fleiri uppsagnum á ymsum stovnum. Men kortini eru bæði heilsuverkið og skúlaverkið undantikin hesum sparitil- tøkum, tí tað leggur sam- gongan dent á at varðveita. Bárður Nielsen, landsstýr- ismaður í fíggjarmálum, váttar at tað verður neyðugt við fleiri sparingum. Men hann vil framvegis ikki inn á smálutir í fíggjar- lógini og tí vil hann hvørki vátta ella avsanna tíðindini um tey 10 prosentini. Og hann leggur framvegis dent á, at tilsamans fer tað almenna at hava brúk fyri fleiri hondum til arbeiðis næsta ár, enn tað hevur í dag, tí at landsstýrið fer at føra ein arbeiðsskapandi fíggjarpolitikk, eitt nú við ymsum útbyggingum, sum framt at áðurnevndu sam- býli fara at krevja nógv starvsfólk. Landsstýrismaðurin sigur politiska viðgerðin av fíggjarlógini er at kalla liðug. Og hann heldur, at lands- stýrismenn hava dugað væl at ásanna búskaparligu støð- una og tí hava ynskini og krøvini ikki verið so stór, sum tey onkuntíð hava ver- ið. Annars hevur hann ongar viðmerkingar, fyrrenn fíggj- arlógin verður løgd fram. Studentaskúlanæming ar í Suðuroy eru farnir at savna inn und- irskriftir fyri at fáa skúlan fluttan til Hovs MIÐNÁMSSKÚLI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Miðnámsskúlin í Suðuroy eigur at verða fluttur til Hovs. Tað halda nógvir næm- ingarnir, sum ganga í skúl- anum. Í sambandi við ætlanina at flyta miðnámsskúlan úr Vági til Hovs og at byggja røktarheim í Vági ístaðin, taka nú eisini næmingar á skúlanum til orðanna. Tær báðar, Ingibjørg Thomsen úr Sandvík og Sunniva Mortensen av Tvøroyri hava tikið stig til at savna inn undirskriftir í Suðuroynni við kravi um, at skúlin verður fluttur til Hovs, og at røktarheim verður bygt í Vági, soleiðis sum landsstýrið ætlaði. Tær báðar, sum ganga í 1. a í miðnámsskúlanum, halda, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at næmingar- nir royna at gera sína ávirkan galdandi. Tì savna tær inn undir- skriftir um alla oynna og ætlanin er so at handa borg- arstjóranum í Vági undir- skriftirnar og kanska verða tær eisini sendar í lands- stýrið. Og tær siga, at tær hava fingið rættiliga stóra undir- tøku og at tað eru heilt nógv fólk, sum hava skriv- að undir. Tær báðar halda, at tað er burturvið ikki at taka av tilboðnum frá landsstýrin- um. Og tær siga, at hetta er vanligi hugburðurin hjá næmingunum á skúlanum. – Nógv teir flestu næm- ingarnir vilja hava skúlan í Hovi, tí so er hann mitt í oynni og tað verður líka langt hjá øllum at ferðast til og úr skúla. Einasti fyrimunur við at hava broyta ætlanina nú, er at tað kostar eitt sindur at broyta projektið, men tað eigur kortini at verða gjørt, tí í longdini eru fyrimunir- nir nógv størri. – Annars er ongin fyri- munur við at hava skúlan í Vági. – Samstundis hevði tørv- urin á røktarheimsplássum í Suðuroy verðið gingin á møti, samstundis sum tað hevði skapt fleiri arbeiðs- pláss. Tey vísa á, at ungdómur- in er framtíðin og tí eiga vit at vilja ungdóminum tað besta, og tað er at flyta skúlan til Hovs. Og tær leggja onki í, um hetta fer at seinka skúl- anum eitt ella tvey ár. – Tað hevur verið tosað um nýggjan miðnámsskúla í Suðuroy í 25-30 ár. Hann er útsettur fleiri ferðir, so um hann verður útsettur eitt ella tvey ár afturat fyri at fáa tað bestu loysnina, ger einki, halda Ingibjørg Thomsen og Sunniva Mortensen. Tað slepst ikki undan at almennir stovnar av ymsum slagi mugu seta sparingar í verk næsta ár. Men Bárður Nielsen sigur, at tilsamans fer tað almenn at verða arbeiðsgevari hjá fleiri fólkum næsta ár, enn í ár Ingibjørg Thomsen, vm og Sunniva Mortensen, sum ganga í miðnámsskúla í Suðuroy, savna inn undirskriftir fyri at fáa býráðið í Vági at góðtaka, at miðnámsskúlin verður fluttur til Hovs Næmingar í Suðuroy farnir at ressast Arbeiðið upp á nýggja Smyril varð tikið uppaftur í gjár, men boðað er frá verkfalli aftur longu í næstu viku NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað er framvegis ógvuliga óvist, nær nýggi Smyril verður liðgur. Men tað er heilt greitt, at tað verður ikki í ár. Tað hevur elvt til stórar trupulleikar, at ES fyrr í ár álegði IZAR skipa- smiðju-samtakinum, sum smíðar nýggja Smyril, at betala spanska landskass- anum ovurhonds stórar upphæddir aftur, sum IZAR hevði fingið í ólógligum stuðuli. Hetta hevur ført til stórar rembingar og ongin avgerð er tikin um, hvat skal henda. Men IZAR samtakið eigur fleiri skipasmiðjur og tað hevur ligið í kort- unum, at nakrar av skipa- smiðjunum hjá samtak- inum, skulu latast aftur. Tað hevur eisini ligið í kortunum, at skipasmiðj- an í San Fernando, har Smyril verður smíðaður, skal lata aftur. Og hetta hevur fingið arbeiðsfólkið at ressast við og at seta tiltøk í verk. Sostatt varð arbeiðið upp á nýggja Smyril niðurlagt herfyri og ongin er so mikið sum sloppin inn á Skipasmiðjuna, heldur ikki tey, sum skuu hava eftirlit við byggingini av nýggja Smyrli, tí blokad- ur hava verið settar í verk. Men hósdagin sluppu umboðini hjá Strand- ferðsluni inn aftur á Skipasmiðjuni. Mikukvøldið varð fund- ur á Skipasmiðjuni og tað førdi við sær, at arbeið varð tikið upp aftur klokk- an átta í gjáramorgunin. Arbeiðsfólkið skuldi aftur møta til arbeiðis mánadagin. Men longu týsdagin er aftur boðað frá aðalverk- falli á skipasmiðjuni og mikudagin verður eisini skipað fyri tiltøkum. Sáttmálin verður hildin Sostatt er tað ongin, sum hevur greiði á, hvussu verður við nýggja Smyrli. Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sigur kortini, at sáttmálin um nýggja Smyril er ikki við hesa ávísu skipasmiðjuna, men við IZAR samtakið sum heild. Og IZAR hevur váttað fyri Strandferðsluni, at sáttmálin verður hildin. Samsundis varð avtal- að, at nýggi Smyril skuldi vera liðugur 31. oktober. Verður hann seinkaður meiri enn enn ein mánað, kemur IZAR undir dag- bøtur, sum eru 100.000 krónur um dagin í fyrst- uni. Men meiri hann verð- ur seinkaður, størri verða bøturnar – Hetta er avgjørt nak- að, sum leggur hart trýst á leiðsluna í IZAR, sigur Kristian Davidsen. Enn er tað tó ikki kom- ið hartil, at støða er tikin til, antin smyril skal sleip- ast onkra aðrastðni at verða gjørdur liðugur. Sostatt er tað enn ikki greitt, hvussu nógv, nýggi Smyril verður seinkaður. Kortini hevur skipasmiðj- an boðað frá, at ætlanin er at royna ymsar skipanir umborð í skipunum í desember. Tað tekur helst eina tíð at royna tær, so tað er í øllum førum greitt, at tað verður ikki hesumegin ársskiftið, at nýggi Smyril verður liðugur. Men alt hetta veldst sjálvandi um, nær arbeið- ið verður tikið uppaftur, so at viðurskiftini fáast í rættlag, sigur Kristian Davidsen. Lagnan hjá nýggja Smyrli framvegis óviss Nýggi Smyril var akkurát málaður fyrstu ferð, tá ið arbeið- ið varð lagt stilt.Ongin veit enn, nær hann verður liðugur C M Y K 5 4