Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 178 - 18. september 2004 Nr. 178 - 18. september 2004 7 Skår Senior fekk met- prís fyri makrel Teir høvdu 300 tons av makreli, sum teir fingu ein miðalprís fyri uppá 10,77 krónur fyri kilo FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Miðskeiðis í hesi vikuni hevði norski báturin, Skår Senior, eina rættiliga góða makrelsølu í Noregi. Teir høvdu 300 tons av makreli, sum teir fingu ársins besta prís fyri, nevniliga 10,77 norskar krónur! Umborð á Skår Senior er eitt nú Høgni W. Høgne- sen, sum býr á Toftum. Hann er maskinmeistari við skipinum. Høgni er annars for- maður í felagnum, Før- oyskir Fiskimenn Uttan- lands. Hann hevur siglt í Nor- egi í fleiri ár. Nýggjur bátur Um Skår Senior er annars at siga, at skipið er 55,24 metrar langt og 11 metrar breitt. Skipið er bygt hjá A/S Båtbygg í Noregi í 2003, og høvuðsmotorurin er 3.264 hk. Sigri, Mortan og Gianfranco heiðraði Hósdagin vóru virð- islønir M.A. Jacobsen latnar. Sigri M. Gaini fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir, Mortan Winter Poul- sen fekk virðisløn fyri mentaravrik, og Gi- anfranco Contri fyri yrkisbókmentir VIRÐISLØNIR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nógv fólk var komið sam- an, tá ið M. A. Jacobsen virðislønirnar 2004 vóru handaðar á samkomu í Sjónleikarahúsinum hós- dagin. Tríggir virðislønir vóru latnar í ár fyri ávíka- vist fagrar bókmentir, yrk- isbókmentir og mentanar- avrik. Eingin barnabóka- heiðursløn varð latin í ár. Einsligt arbeiði Yrkjarin Sigri M. Gaini úr Havn fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri triðja savnið hjá sær, 2002 nætur. Sigri sigur, at virðislønin hevur nógv at siga fyri seg. – Eg kenni tað sum eina viðurkenning av tí, sum eg geri. Tað er ofta ógvuliga einsligt at yrkja, men ein slík virðisløn sigur mær, at tað er onkur, sum lesur tað, ið eg skrivi, sigur Sigri M. Gaini. – At ein hevur fingið eina slíka viðurkenning, kann kanska eisini hava við sær, at mítt arbeiði í framtíðini verður tikið í størri álvara. Kanska skapar tað eisini størri áhuga fyri mínum yrkingum, og tað hevði ikki verið so galið, sigur Sigri M. Gaini. Í grundgevingum sínum fyri at lata Sigri virðisløn- ina sigur nevndin fyri mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens m.a.: Stílført, men við kílum av harð- ligum myndum gjøgnum savnið, skapar hon við yrk- ingum sínum eina kenslu- liga heild í skiftandi litum og ljósi. Slóðbrótandi orðabók Virðislønina fyri yrkisbók- mentir fekk Gianfranco Contri, sum hevur givið út føroysk-italska orðabók. Hetta er tann fyrsta orða- bókin millum føroyskt og romanskt mál, og tí má sigast, at hon er rættuliga slóðbrótandi. Nevndin segði í sambandi við hesa virðisløn, at orðabøkur eru hornasteinar. Samskiftið er ein hjartatáttur, tað veri í vinnu ellan mentan, og málið er besta farleiðin. Seinastu virðislønina fekk Mortan Winther Poul- sen. Hendan virðislønin var latin fyri eitt serstakt ment- anaravrik. Sum formaður í Føroya Forngripafelag hev- ur Mortan starvast áhald- andi og ótroyttandi fyri at vekja áhuga fyri okkara byggisøguliga siðaarvi og fyri at geva honum gætur, segði nevndin millum ann- að í grundgevingum sínum. At vit fleiri staðnis kring landið hava varveitt ser- stakar búsetingar, er ikki minst Mortani fyri at takka, tí hann hevur fingið í lag, at hetta er blivið varveitt. Allar tríggjar virðislønir- nar eru áljóðandi 20.000 krónur. Kjakast um burtur- beining Fríggjadagin var skipað fyri ráðstevnu um lokal Agneda 21 tiltøk. Ráð- stevnan varð hildin á bæði Hotel Hafnia og í Vestmanna. Høvuðsevni á ráðstevnuni var burtur- beining og umhvørvi annars. Fyrst hittust luttakarar- nir á Hotel Hafnia, har bæði álendingar og ís- lendingar løgdu fram úr teirra arbeiða innan Lok- an Agenda 21 arbeiði og burturbeining. Á miðdegi varð síðani farið til Vest- mannar, har lokala eld- sálin innan Agenda 21 ar- beiði, Finnbogi Joensen, greiddi frá um tey Ag- enda 21 tiltøk, sum vóru í bygdini. tn Tórshavnar Býráð hevur ætlanir um lýsa fullkomið parkerings- forboð á størri vegun- um í Havn, til tess at betra um útsýnið og trygdina á teimum vegum, har bussleiðin koyrir PARKERINGSVIÐUR- SKIFTI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur mangan verið ein stórur trupulleiki hjá Buss- leiðini í Havn at koma fram eftir vegunum, tí at bilar standa parkeraðir framvið vegunum. Tískil hevur Tórshavnar Býráð nú ætl- anir um at lýsa parkerings- forboð á báðum síðum á størru vegunum í Havn. Hetta er galdandi fyri eitt nú Landavegin, Argjavegin og Stoffalág. Parkeringstrupulleik- ar kring allan býin Í farnu viku sendi býráðið bræv til hoyringar út til teir borgarar, ið búgva fram við hesum vegum, har ætlanin er at lýsa parkeringsforboð. Sjúrður Olsen, formaður í teknisku nevnd býráðsins, sigur, at talan er um ein trupulleika, ið hevur verið í nógv ár. – Tað er í dag tí- verri so, at tað mangan kemur fyri, at bussarnir standa fastir, tí teir ikki sleppa fram fyri parkerað- um bilum, sigur hann. Formaðurin í teknisku nevnd hjá býráðnum sigur eisini, at tá ið slík parker- ingsforboð verða lýst, er neyðugt eisini at hugsa um, at tørvur kemur at verða á smærri parkingsøkir ymsa- staðnis í býnum, nærheindis har forboð verður lýst. Á Landavegnum er ein tann størsti trupulleikin við parkeraðum bilum uttan fyri handilin hjá Gunnleivi, men júst her ætlanin at gera eitt undantak. Sjúrður Ol- sen sigur, at framman fyri handilin hjá Gunnleivi er ætlanin at gera nakrar básar, soleiðis at tað fram- vegis fer at bera til at seta bilin uttan fyri handilin. Fólk fylgja ikki byggiloyvum Í sambandi við allar ný- býggingar av sethúsum í kommununi, verður tað sett sum krav, at tvey parker- ingspláss verða gjørd á stykkinum, men hetta verð- ur ikki fylgt, sigur Sjúrður Olsen. – Fólk vilja heldur parkera úti á vegnum, og so brúka tey stykkið til okkurt annað. Nú hava vit so gjørt av, at fólk frá býráðsins um- siting skulu út at kanna eftir, um byggingin í nýggju býlingunum í Havn- ini er í tráð við byggiloyv- ini, sigur Sjúrður Olsen. Parkeringsforboð við størru vegirnar Tey trý, sum hósdagin fingu handað M. A. Jacobsen virðisløn: f.v. Mortan Winther Poulsen, Sigri M. Gaini og Gianfranco Contri. mynd: Jens Kr. Vang Á Landavegnum er ætlanin at lýsa parkeringsforboð í báðum síðum frá Frælsinum og út á Ringvegin, men undantak verður tó gjørt her við handilin hjá Gunnleivi, har nakrir básar væntandi verða gjørdir. Mynd: Jens Kr. Vang Skóta- hjálpin bankar aftur á dyrnar Skótar kring landið fara nú aftur at bjóða seg til at hjálpa við ymsum fyrifallandi. Sam- sýningin fer óskerd til skótahjálpina SKÓTA- HJÁLPIN 20 ÁR tíðindaskriv Hóast neyðin er stór um allan heimin, so fer skótahjálpin aftur í ár til verka í góðum treysti. Skótahjálpin kann ein- ans verða sum ein dropi í havinum, men tað ber ikki til bara at setast hendur í favn og spyrja »Hvat nyttar tað sindrið, sum Skótahjálpin er før fyri, tá ið hugsað verður um alla neyðina, sum leikar á um allan heim«. Hóast henda kunnleika um ta neyð, ið leikar á um allan heim, fer Skótahjálpin til verka í títreysti, at øll hjálp er til bata. Skótahjálpin veit eisini, at um tygum ikki taka undir við teimum til- tøkum, ið vit kunnu hjálpa tygum við, so verður eingin Skóta- hjálp. Tí takka vit tyg- um, sum taka ímóti okkara tilboði um at hjálpa tygum við ein- umhvørjum, hjartaliga fyri vælvildina. Um eitthvørt er áfatt hjá tygum, so eru skótarnir fúsir at hjálpa tygum við tí. Tað ræður um, at skótin sleppur at gera eitthvørt, sum viðkom- andi fær eina samsýning fyri. Endamálið er, at frísk børn hjálpa sjúkum børnum. Tað eru frísk og ferðug børn, ið vilja stuðla og hjálpa neyð- støddum, sjúkum og annars illa støddum- børnum og ungum - bæði her á landi og úti í heimi. Tvey spor í uppihaldsloyvinum Bergur Berg, ráðgevi í Innlendismálaráðn- um, sigur, at tað er stórur munur á, tá útlendingar søkja um arbeiðsloyvi og fam- iljusamanføring í Før- oyum. Hetta kann hava við sær, at mál verða truplari enn neyðugt ÚTLENDINGAMÁL Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Í sambandi við nógvu mál- ini, sum koyra í løtuni, um útlendingar, sum annað- hvørt eru vístir av land- inum ella verða tað, er alt ikki bara so svart ella hvítt, sum ofta verður víst á. Reglurnar eru greiðar, sum myndugleikarnir skulu fylgja, men tað eru tveir ymiskir møguleikar, sum ein umsøkjari hevur. Alt eftir hvørjar hansara ella hennara umstøður eru. – Tað koyrir í tveimum sporum, tá útlendingar skulu søkja um uppihalds- loyvi, greiðir Bergur Berg frá. Annaðhvørt kunnu tey søkja um arbeiðsloyvi ella um familjusamanføring. Munurin á hesum báðum er bæði stórur og avger- andi. Tí tá ein persónur søkir um arbeiðsloyvi verða hansara persónligu viðuskifti so at siga ikki tikin við. Men tað verða tey hinvegin, tá søkt verður um familjusamanføring. Tríggir spurningar Bergur Berg frá Innlend- ismálaráðnum greiðir frá, at tá ein persónur søkir um arbeiðsloyvið, verður støða tikin til tríggjar spurningar. – Er talan um eftir før- oyskum viðurskiftum serliga kvalifiseraða arbeiðsmegi? – Eru arbeiðsviðurskiftini t.e. setanarkor, løn og so framvegis eftir føroyskum fyritreytum? – Og er tørvur á arbeiðs- megini? – Hatta eru teir tríggir spurningarnir, sum tað er lógarkravt av donsku myndugleikunum at biðja okkum taka støðu til. Ongin persónlig viðurskifti verða tikin við, greiðir hann frá. Tað sum sást á pappírin- um, sum umsøkjarin sendir inn, er, um viðkomandi er stakur ella giftur. Um við- komandi hevur børn ella ikki og um tey eru í sama landi ella ikki. Aðrir per- sónligir upplýsingar eru ikki at síggja, tá ein søkir um arbeiðsloyvi. Skeivar fortreytir Tískil ber til at koma til ta niðurstøðu, at í fleiri førum søkja tey um uppihalds- loyvi undir skeivum for- treytum, um so er at per- sónlig viðurskifti gera seg galdandi. Tí tað er nevniliga soleið- is, at tá ein hevur fingið familjusamanføring, er so at siga júst tað sama gald- andi, sum tá ein hevur fingið arbeiðsloyvi. Tað vil siga, at ein kann halda fram í sínum arbeiði. Men tó er familjusamanføringin eis- ini galdandi í ávíst tíðar- skeið, til dømis fyri eitt ár í senn. Hetta ger greitt, at um umsøkjari hevur serligar persónligar umstøður, sum kunnu gera, at viðkomandi heldur, at hann átti at fingið loyvi at verða í landinum, so nyttar tað onki at søkja um arbeiðsloyvi, tí her verður ikki hugt at teimum persónligu viðurskiftunum. Viðkomandi kann sostatt eisini søkja um familju- samanføring. Men tað er sjálvandi ein spurningur um hvørja niðurstøðu ið av- gerandi myndugleikin kem- ur til – óansæð hvat so verður søkt um. Tó skal leggjast afturat, at tað er munur á, um út- lendingur og føroyingur eru gift ella ikki. Tá útlendingur og føroy- ingur eru gift, hava samlív og/ella eiga barn, so SKAL útlendingurin fáa rætt til familjusamanføring. Men tá talan er um leysari fam- ilubond ella annað, so KANN útlendingurin fáa rætt til familjusamanføring. Munurin millum skal og kann er sostatt av alstórum týdningi her. Um útlend- ingur og føroyingur eru gift, er ongin trupulleiki. Ei heldur um tey hava havt veruligt samlív í longri tíðarskeið. Fyrr í hesi vikuni var chefteknikkarin frá Nordisk Film A/S í Klaksvík og setti upp nýtt ljóðanlegg til biografin í Atlantis. Hetta hevur longi ligið á láni, sambært dagliga leiðaranum, Høgna Klakkstein, sum fegnast um betr- aðu góðskuna BIOGRAFUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Nú kunnu biografgangarar fegnast um, at bæði ljóð og myndgóðskan í biografin- um í Atlantis er munadi betur. Mikukvøldið koyrdi bio- grafurin nevniliga fyri fyrstu ferð við nýggju útgerðini. Talan er um nýtt surround anlegg, nýggja og sterkari peru, sum ger myndina munandi skarpari og hartil koyrir alt talgilt nú eitt nýtt tónhøvd eisini er keypt. Hetta fegnast Høgni Klakkstein sum vera man um, og sigur hann, at nú er tað tað besta í Atlantis, sum ein kann fáa, tá ið tað umræður ljóð og mynd. – Frammanundan høvdu vit eitt anlegg og ein pro- sessara, sum ikki var stórt frægari enn tað, sum tann- áringar hava á sínum kam- ari í dag. Og tað ber jú ikki til, tey skulu helst fáa mun- andi betur góðsku, tá tey so koma í biograf, sigur hann. Inni í sjálvum salinum hanga nú munandi fleiri og størri hátalarar. Eisini eru máttur hongdar ár veggir- nar fyri at dempa rúmið. – Akustikkurin var ræðu- ligur inni í salinum, men hasar mátturnar og teppið á gólvið gera stóran mun, greiðir Høgni frá. Nýggja anleggið kostar knappliga 200.000 krónur við uppsetan. Tak skiftast Hetta ljóðanleggið er bara eitt av trimum broytingum, sum verða í Atlantis ta komandi tíðina. Sjálvsognarstovnurin fekk loyvi at hækka lánið við 600.000 krónum til skift av taki, ljóðanlegg og nýtt tónleikaanlegg. Sjálv- andi røkka pengarnir ikki so langt, men við hjálp frá góðum stuðlum, sigur Høgni, at tað fer at bera til at fáa alt til heildar. Raðfestingin var soleiðis, at takið fyrst og fremst skuldi skiftast, síðani ljóð- anlegg og at enda tónleika- anleggið. Men fíggingar- stovnurin gekk við til at seta 400.000 av teimum 600.000 til síðis til takið og síðani kundu hinar 200.000 nýtast til millum annað ljóðanleggi og nýggju kioskina. Takið á Atlantis skal helst skiftast sum skjótast, tí í herviliga áar- førinum hesa vikuna, hevur tað víst seg, at tað lekur sera illa. – Tónleikaanleggið, sum helst eisini kostar umleið 200.000 krónur, fer helst bíða nakað enn, men vit hava stórliga brúk fyri tí, tí sum nú er mugu vit leiga anlegg + mann hvørjaferð, greiðir Høgni frá. Fyri fyrst er so nýggja ljóðanleggið í sjálvum bio- grafinum komið upp, og Høgni vónar, at tað kann verða við til at lokka enn fleiri í biograf í Atlantis. Atlantis nýggja ljóðútgerð Tá talan er um leysari familubond ella annað, so kann útlendingurin fáa rætt til familjusamanføring, sigur Bergur Berg Allan Lyman frá Nordisk Film A/S setti nýggja ljóðanleggið upp. Ikki kann annað sigast enn at munurin er sjónligur á gamla høvuðshátalaranum, sum Allan heldur í og tí nýggja sum stendur við síðuna av Gamli prossessorarin og tann nýggi lið um lið. Munur er á, og tað hoyrist so sanniliga aftur úti í salinum C M Y K 7 6