Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 178 - 18. september 2004 9 Til Havnar at stíva flippur Alma Frederiksen í Miðvági minnist, tá hon sum ung fór til Havnar at læra at strúka og stíva flipp- ur. Tað var beinleiðis eitt handverk at læra at strúka skjúrtur og flippur SAMRØÐA Seinni partur Edvard Joensen Miðvági: Sum ung genta fór Alma Heinesen úr Sandavági til Havnar at lær at strúka. Strúka skjúrtur og stíva flippur. Tað var beinleiðis eitt handverk, sum tú skuldi duga. Alma er í dag 98 ára gomul og býr á ellisheimin- um í Miðvági. Hon hevur búð í Miðvági, síðan hon fyri 66 árum síðan giftist við Sigmundi Fredriksen, sum var miðvingur. Alma var í Havn hjá Er- hardi Telling og konuni Honnu í 1927, greiðir hon frá. Tað var har hon lærdi at strúka, og hon búði eisini hjá teimum. Alma minnist væl, hvussu góð tey vóru við seg. Nøkur ár seinni var hon aftur í Havn á handverkara- skeiði. Í tveimum umfør- um. Øll, hon var á skeiði saman við, vóru skúlalær- arar, so skeiðini vórðu hildin í summarferiuni. Tey gjørdu ymiskar smáar møblar og undirløg at seta heitt á, greiðir Alma frá. Smá borð vórðu nógv gjørd, og so gjørdi hon eisini ein kurvastól á einum av hesum skeiðunum, minnist hon. Hon fekk eina tekning og eitt sindur av tilfari. Ger so væl. Men tað bar væl til. Minnist langt aftur Hóast Alma er 98 ára gomul, bilar minninum einki. Og hon minnist langt aftur. Heilt til tvey ára aldur, veit hon, at hon minnist. Men tað var eisini ein rættiliga ógvuslig hend- ing, sum fór fram í Sanda- vági tá. Stóreldur gjørdi av við fleiri hús í bygdini. Tað kom eldur í eini trý sethús og ein handil í grannalagnum, har Alma búði. Hon minnist at pápi hennara bar hana í eitt annað hús og setti hana í eina song, har omma henn- ara framman undan var komin í. Tær búðu báðar í sama húsi, og pápin hevði eisini borið ommuna út í hetta húsið, sum var longri burtur frá eldinum enn teirra var, minnist Alma. Tá ruddað var uppaftur, vóru eini sethús bygd á handilsgrundina, greiðir Alma frá. Vanlukkur í Sandavági Alma minnist aftur á tvær vanlukkur, sum hendu í Sandavági, tá hon var smá- genta. Onnur kostaði beiggja hennara lívið, og í hinum førinum doyði ein maður. Tann fyrra, Alma veit at greiða frá, hendi tá hon var fimm ára gomul. Tey ar- beiddu fisk í Sandavági. Hann varð førdur við báti yvir um vágna til turkingar. Tað var, meðan teir lastaðu bátin við krana, at ein beiggi hennara fór út av eini brúgv í erva, og á sjógv. Hann fór líka á botn, greiðir Alma frá. Pápin og abbin vóru báðir staddir á staðnum, og í royndini at bjarga dronginum, kom pápin so mikið illa fyri, at hann eisini var í lívsvanda. – Eg minnist, at ein eldri beiggi mín, sum var í bátinum, sum fiskurin varð koyrdur í, fekk hendan beiggjan, sum fór á sjógv, inn í bátin og legði hann tvørur um bekkin við høvdinum niður á tiljuna. Eg spurdi, hví hann gjørdi tað, og fekk at vita, at tað var tí, at sjógvurin skuldi renna úr honum. Eg minnist enn, hvussu eg græt, greiðir Alma Frederiksen frá. Teir báðir, faðir og sonur, vóru fingnir heim til hús. Pápin kom fyri seg aftur, men sonurin doyði tríggjar dagar seinni. Ein onnur hending, Alma veit at siga frá barnadøgum sínum í Sandavági, er tá motorbáutirin sleit og rak upp á land vestantil undir Suðuroynni. Tað hevur verið undir fyrr heimsbardaga, heldur Alma. Um veturin hevur tað so verið, tí børnini skreiddu í bønum norðan fyri bygdina, meðan teir lossaðu ella lastaðu hendan motorbátin úti á Bakka. Bráddliga kom so nógvur vindur, at børnini, sum búðu uttalaga í bygdini, tordu ikki at fara til gongu heim, men fóru inn í tey næstu húsini, sum vóru. Lossingarmenninir, sum vóru umborð á bátinum, ið lá fyri akkeri, fóru í land. Motorpassarin var í landi, og bara ein maður, sum ikki dugdi at gera nakað við mortorin, var eftir umborð. Ikki var hugsandi um at sleppa umborð til hansara, sum veðrið gjørdist. Báturin fór at dríva, og hann rak til havs, uttan at nakar fekk komið til hjálpar. Dagin eftir varð farið at leita, men einki varð funnið har á leiðini. Seinni var báturin funnin vestantil undir Suðuroynni. Men tá var maðurin deyður. Heldur lív í limunum Alma Frederiksen er greið yvir, at hon er komin til tann aldur, at liðir og limir vikna hvønn dag. Men hon veit eisini, at tað ber til at halda lív í teimum, so hon reisir seg úr stólinum og fer at gera fimleik. Strekkir og kreppir armarnar. Upp um høvdið og út til síðurnar. – Hetta má eg gera hvønn dag fyri ikki at stívna. Eitt sindur argar knæið, men tað ger einki. Eg havi gott stativ at ganga við, og tað er so óført, sigur hon. Og so finnur hon útav, at nú er tíð til ítriv í niðastu hædd. So vit semjast um, at nokk er tosað, og hon fer at gera klárt til at fara ein túr í ítrivstovuna. Men fyrst er tað hetta við tilstundandi føðingardegn- um, hon skal avklára við dóttrina, sum er til staðar. Onkur skuldi koma av oynni at eta døgurða, og tað má fáast upp á pláss. Jú, dóttirin hevur skil á hesum, men best er helst at vera garderaður, so Alma tekur aftur í aftur fyrireik- ingarnar og tryggjar sær, at einki er, sum ikki er fingið upp á pláss. Vit skiljast uttan fyri lyft- una. Alma fer at hitta onnur búfólk í ítrivsstovuni, og gestirnir fara móti úthurð- ini. Alma hevur tryggjað sær, at alt er í lagi til 98 ára føðingardagin, sum stendur fyri. Á veg í ítrivstovuna. Gongustativið er gott at hava, tí annað knæið er eitt sindur tvørt at fáast við viðhvørt Mynd: Edvard Joensen Alma tryggjar sær, at dóttirin hevur fyrireikað alt so væl, sum til ber, til 98 ára føðingardagin Mynd: Edvard Joensen 9 8 Nr. 178 - 18. september 2004 Erling Poulsen hevur givið út bók um Loranstøðina við Eggjarnar LORANSTØÐIN Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Bókin er skrivað, so at komandi ættarlið skulu hava eina hóming av tí, ið er bundið at hesi støð, sigur Erling Poulsen. Hann heldur, at tað er í tøkum tíma at festa orð á blað um hesa støð, nú 60 ár eru farin, síðani hon varð bygd. Bara tríggir eru eftir á lívi av teimum, sum høvdu vakt á støðini. Loranstøðin varð bygd í 1943. Tá vóru trongar um- støður í Vági, arbeiðsloysi var, og tað nógva arbeiði, sum hevði verið undan krígnum at turka tann nógva fiskin, sum kom upp á land í Vági, var nú burt- uri. Skúlin stóð í gerð tá, og var tað arbeiðið býtt so- leiðis sundur, at helvtin av arbeiðsmonnunum arbeiddi í 14 dagar og hevði so frí í aðrar 14 dagar, meðan hin helvtin so var til arbeiðis. – Hetta var gjørt fyri at so nógv fólk sum gjørligt skuldi sleppa til arbeiðis, sigur Erling Poulsen. Tað vóru tí góð tíðindi at frætta, at onglendingar skuldu fara at byggja eina støð uppi við Eggjarnar, tí teir skuldu brúka nógv fólk. Erling Poulsen vísir í bókini á, at vágbingar altíð hava rópt staðið Eggjarnar og skiltu ímillum Ovaru Eggjar, Flateggjar og Nið- aru Eggjar. Onglendingar- nir róptu loranstøðina Skúvanes. – Gudarnir skulu vita, hvaðani teir hava hetta navnið, tí talu- mál hevur tað ongan- tíð verið í Vági. Ein gjógv er, ið rópt verð- ur Skúvisgjóg. Ilt er at siga, um onglendingar hava fingið hugskot til navnið haðani, men sum áður nevnt, í Vági visti eingin um navnið Skúvanes, sigur Erling Poulsen. Arbeiðið upp á Loran- støðina byrjaði í juni mánaði í 1943. Eyðsýnt var, at arbeiðið hevði skund, og tí varð nógv fólk biðið um at koma til arbeiðis. Teir byrjaðu við vega- gerðini niðan á Flateggjar. Samstundis sum vegarbeið- ið varð gjørt, varð farið undir at grava út fyri grund- um til trý hús uppi við Eggjarnar. – Men tað var torført at fáa byggitilfari niðan hagar, tá ið eingin vegur var. Men tað bleiv bæði borið og reitt niðan, sigur Erling Poulsen. Tey rossini, sum vóru í Vági og Porkeri, vórðu sett til at reiða skerv og sement niðan. Eisini vórðu menn settir at bera skerv, og tað bleiv borið í posum á bak- inum. Erling Poulsen sigur,a ttað mundu vera ein 40-50 pund í hvørjum posanum. – Tú fór til arbeiðis kl 8 Inni á Bakka við tí fyrsta posanum, og tú gjørdi tvær gongur til døgurða kl 12. Frá 13 - 17 aftur tvær gong- ur, so tað blivu fýra fyri dagin. Ikki nógv heldur onkur, men menninir vóru nógvir í tali, so tað bleiv nakað tilsamans. Tað, ross- ini reiddu niðan, munaði so væl, sigur Erling Poulsen. Í bókin greiðir Erling Poulsen frá um sjálva bygg- ingina av støðini, eisini greiðir hann frá um loran- skipanina og um men og kvinnur, ið hava starvast á Loranstøðini. Eitt kapittul í bókini eru um vágsgentur, sum giftust eingilskum her- monnum. Loranstøðin steðgaði og helt uppat at senda um árslok í 1977. Bókin um Loranstøðina er 11. bóking hjá Erlingi Poulsen, lærara, síðani hann legði lærarastarvið frá sær vegna aldur. Ferðin heim úr Kanada umvegis St. Johns, Reykjavík og Vestmannaoyggjar nar tók 10 dagar NÝGGJUR BÁTUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Josef Nicholsson, ið áð- ur var skipari á Orcades Viking, sum Bjarti Mohr og aðrir nú eiga, hevur keypt ein 52 føtur lang- an og 16 føtur breiðan glastrevjabát úr Kanada. Josef – ella Joe, sum hann verður róptur, hev- ur seinastu árini búð í Vági, har hann er giftur. Saman við vágamann- inum, Jóannes Johanne- sen, ið er innflytari av kanadisku bátunum í Føroyum og eigur felag- ið, Can-Boats, sigldu teir bátin heim úr Kanada. Ferðin umvegis St. Johns, Reykjavík og Vestmannaoyggjarnar tók 10 dagar. Jóannes sigur, at nýggi báturin hevur eitt lastarúm, sum er 20 rúmmetrar stórt; har er pláss fyri 14 túsund- pundskørum ella 26 kørum, sum taka eini 600 pund. Høvuðsmotorurin er ein Volvo Penta 650 hk D12, og mesta ferðin hjá bátinum er 14 míl. Allur útbúnaðurin í maskinrúminum og á brúnni á bátinum hjá Joe er leveraður úr Føroy- um. Tað er Bátatænastan í Havn, sum hevur staðið fyri leveringini. Seinastu tíðina hevur nýggi báturin ligið í Gøtu, har smiðjan, Nor- mek, hevur innrætað arbeiðsdekkið – við rustfríum kørum og sliskum. Somuleiðis hava teir sett upp ein lut- falsliga stóran hydraul- iskan krana í bátin. Teymavirkið í Runa- vík hevur sett egningar- maskinu í. Hetta er ein sonevnd BFG-maskina, sum Teymavirkið um- boðar, selir og setir upp. Robert Langgard á Normek sigur, at Skipa- sýnið setir ymisk krøv, sum bátar úr Kanada ikki uppfylla. Hann vísir á, at í Kanada brúka teir eitt nú brennislangur í staðin fyri rør, men hetta góð- tekur Skipasýnið ikki. Á Normek í Gøtu hava teir eisini gjørt neyðugu broytingarnar, soleiðis at stóri útróðrar- báturin hjá Josefi Nicholson kann lúka treytirnar hjá Skipasýn- inum. Útróðrarbátur til Suðuroyar Normek í Gøtu hevur gjørt arbeiðsdekkið, og Teyma- virkið í Runavík hevur sett upp egningarmaskinu Mynd: Birgir Waag Høgnesen Erling Poulsen: Bók um Loranstøðina við Eggjarnar Í Sandavági mótmæla fólk, at posthúsið í bygdini er á listanum yvir tey posthúsum, sum møguliga skulu latast aftur sum liður í spari- og umskip- ingarætlanum hjá Postverkinum MÓTMÆLI Edvard Joensen Sandavágsfólk vóru í Vinnumálaráðnum í Tinga- nesi hósdagin og handaðu Bjarna Djurholm ein lista við undirskriftum, har mót- mælt verður ætlanini um at stongja posthúsið í Sanda- vági. Á listanum, sum lands- stýrismaðurin fekk handað- an, vóru góðar 340 undir- skriftir, sum er umleið helmingurin av samlaða íbúgvaratalinum í Sanda- vági. – Hetta er eitt massivt mótmæli, siga tey, sum staðið hava fyri undir- skriftasavnanini. At kalla hvørt mansbarn við val- rætti, sum var heima, með- an listanrir lógu frammi, hevur skrivað undir. Børn eru ikki á listanum, siga tey. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður við vinnumál- um, váttaði, at posthúsið í Sandavági stendur á einum lista, hann hevur fingið yvir posthús, sum møguliga skulu latast aftur í samband við ætlaninar hjá Postverk- inum. Men hann kundi ikki lova, at posthúsið í Sanda- vági ikki letur aftur, hóast hann bar boðini víðari til stjóran á Postverkinum. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður lovaði teimum, sum komin vóru til Havnar við undirskriftunum, at hann skuldi lata boðini fara víðari. Meira segði hann seg ikki fáa gjørt í løtuni. Sandavágsfólk mótmæla Bjarni Djurholm, fær undirskriftirnar úr Sandavági handaðar Mynd: Edvard Joensen Millum teirra, sum var við í Vinnumálaráðnum og handaði undirskriftirnar, var eisini borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen Mynd. Edvard Joensen C M Y K 8