leygardagur 18. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 18. september 2004
11
Hanna Lisberg
Tórshavn 14. sept. 2004
Eg meini tað! Kvinnulisti
var komin undir land stóð í
bløðunum!
Tað næsta, tú frættir, er at
politiskur flokkur søkir
eftir kvinnum at koma á
lista teirra til býráðsvalið.
Hvat er galið? Hví er
knappliga so lítil áhugi?
Tað eru helst fleiri orsøkir
til tess!
Mín meining er, at eingin
áhugi er fyri politikki. Bert
tá fólk koma fram og siga,
at tað er skomm, at so fá
konufólk eru í býráði og á
tingi. Hvør hevur skuldina?
Tað lati eg lesaran finna út
av.
Men ein orsøk er, ið
hvussu er tann, at tey sein-
astu árini hevur verið
ófantaliga illa atborið.
Mátin, sum politikarar
hava viðgjørt ymisk mál, er
undir alt lágmark – eitt nú
tey gomlu í samfelagnum.
Hvussu nógv tað kostar
samfelagnum o.s.fr., sam-
stundis sum løgtingsmenn
hækka sínar egnu lønir,
samstundis sum teir geva
verkafjøldini skyldina fyri
allar landsins ólukkur, tá
tey nýta sín rætt – verk-
fallsrætt – at kvinka verka-
mannalønirnar upp!
Ein onnur orsøk er, at
veljararnir eru luft fyri
politikarum, tá teir fyrst eru
valdir – inntil næsta val, tá
biðja teir góðan dag!
Hvussu hevur familjan tað?
(Til et økseskaft)!
Um tú roynir at koma í
samband við hesar í val-
perioduni, so hava teir ikki
tíð, hóast tú spyrt, um tey
ikki kunnu ringja, tá tey
hava tíð.
Veljarafeløg
Hvussu nógv gera tey mill-
um valini?? Eg havi havt
stóran áhuga fyrr, og havi
havt nógvar góðar og
hugnaligar løtur í mínum
veljarafelag, »det var den-
gang«!
Sjálv haldi eg, at tað
hevði verið best, um lív
kom í veljarafeløgini, og lat
tey sleppa framat, sum
høvdu hug og vilja at fáast
við politikk, so hevði ikki
verið neyðugt at lýsa eftir
konufólki. Álvaratos, hvar
enda vit?
VIÐMERKINGAR
Johan Dahl og
Hendrik Old,
løgtingsmenn
Undirritaðu tingmenn sum
vóru við á fundinum í Vági
vilja hervið koma við nøk-
rum viðmerkingum til tað
skriving sum er farin
framm eftir fundin sum
landsstýris- og samgongu-
umboð høvdu við Vágs
Býráð seinasta leygardag.
Samgongan arbeiðir við
at finna loysnir uppá trup-
ulleikarnar í Suðuroynni
sum heild, har sunnara
helvt er serstakliga meint
rakt og verður tosað um at
fáa m.a. fleiri almenn ar-
beiðspláss í økið, hetta m.a.
fyri at fáa tær familjur, sum
hava útbúgvið seg eftir
lokna miðnámsútbúgving
aftur til økið at festa búgv
og harvið verða við til at
skapa menning og trivnað í
oynni.
Eisini eru almennar inn-
tøkur óávirkaðar av teimum
sveiggjum, sum mangan
eru í einum fiskivinnusam-
felagi og kenna vit í Vági
alt ov gott fylgjurnar av,
ikki at hava eina nøktandi
mongd av almennum ar-
beiðsplássum í økinum.
Vit mugu tíverri ásanna
at aftaná sjey sera feit ár,
har almennar setanir hava
sligið allar rekordir so er
onki alment arbeiðspláss
komið til syðru helvt av
Suð-uroynni, tað er ein
sannroynd.
Hóast vit nú væntandi
koma at fáa nógv trengri
fíggjarligar karmar enn
undanfarnu ár, so ætlar
sitandi samgonga at fremja
munagóðar broytingar fyri
menning av økinum bæði
innan almenn arbeiðspláss
og fremja karmar fyri
vinnuligari menning av
økinum.
Tað finnast ongar lættar
loysnir á trupuleikunum,
men okkara ætlan er saman
við øllum pørtum at finna
skilagóðar lyosnir fyri at
fáa vend aftur í ta skeivu
gongd sum er.
Tað upplegg sum lands-
stýrisumboðini saman við
løgmanni løgdu fyri Vágs
Býráð, metir ein samd sam-
gonga at vera sera skilagott
og vil verða við til at menna
økið, tí sum nevnt í upp-
legginum so eru talan um
støðug almenn arbeiðspláss
fyri miðallangar útbúgv-
ingar og er tað just hesi vit
mangla í økinum.
Tilboðið og leyst?
Fundurin sum varð hildin
við Býráðið í Vági var ein
kunnandi fundur, har hugs-
anin um at byggja røktar-
heim á økinum har sum
miðnámsskúlin skal byggj-
ast og ístaðin byggja ein
skúladepil í Hovi har bæði
Miðnámsskúlin og Sjúkra-
røktaraskúlin verða saman-
sjóðaðir í eina eind varð
fyrilagdur
býráðslimum,
hetta fyri at fáa klárlagt um
áhugi og vilji var tilstaðar
frá Býráðsins síðu at gera
slíkt umbýti.
Tær metinar sum lands-
stýrismaðurin í almanna-og
heilsumálum nýtti sum
grundarlag fyri meting av
kostnaði, er tann bygging
av røktarheimið sum nýliga
er byrja í Norðurstremoy,
har bygt verður eitt røktar-
heim á líknandi stødd sum
hugsað var at byggja í
Vági.
At tað ikki fyriliggur
nakað skrivligt tilboð ella
detailsprojekt er ikki undar-
ligt, tí áðrenn vit fara til
næsta stigið í ætlanini, sum
er at fáa hinar kommunurn-
ar í oynni við í ætlanina, so
mugu vit sjálvsagt vita um
Vágs Kommuna yvirhøvur
er áhugað at gera nevnda
býtið.
Ásannast má at býráðið
ikki var áhugað í einum
býtið sum varð lagt upp til
og kom als ikki í nakran
dialog um uppleggið.
Viðvíkjandi tí parti sum
Býráði skal gjaldað í sam-
band við bygging av røktar-
heiminum, so var nevnt at
tann parturin sum komm-
unan longu hevur brúkt
uppá vegir o.a. í samband
við miðnámsskúlan, kundi
inngingið sum partur av
gjaldinum hjá Vágs komm-
unu til røktarheimsbygg-
ingina.
2 flugur við eitt smekk og
nógv byggivirksemið.
Vit tað at Heilsurøktarskúli
eftir ætlan eisini skal
byggjast á Tvøroyri, so hev-
ur landsstýrismaðurin í
mentamálum, sum skilagott
er eisini hugt at, hvussu ein
samanbygging av skúlun-
um kann verða framd og er
hansara hugsan skilgóð, tí
við at fremja eina slíka fáa
pening til avlops sum kann
verða nýttur til røktarheim-
ið.
Ætlanin er framyvir at
hava skúladepilin sum eina
sjálvstøðuga eind og ikki
sum nú, har miðnámsskúlin
er ein partur at skúlanum í
Hoydølum.
Landsstýrismaðurin
kunnaði eisini um at hugt
var eftir um ikki teir ytru
karmarnir til bygning sum
er gjørt til Miðnámsskúlan,
møguliga við smáum broyt-
ingum kann nýtast til røkt-
arheimi hetta fyri at ætlanin
kann setast í verk beinan-
vegin hon er samtykt í ting-
inum.
Byggingin í Hovi er ætl-
an at byrja skjótast møgul-
igt, og er ætlanin at nýta
grótið frá komandi tunnils-
gerðini sum byrjar í vár at
planera økið við og tískil
verður einans ein lítil
seinking uppá fáar mánaðir
í byggingini av miðnáms-
skúlanum um hendan ætlan
verður framd.
Hinvegin verður nógv
byggivirkemið og arbeiði
til handverkarar við at
fremja
báðar
ætlanir
parallelt.
Ætlanin mennandi fyri
alla Suðuroynna
Tað, at vit frameftir kunnu
hava ein depil í Hovi sum
liggur mitt í oynni har allir
partar hava líka langt at
koma til hendan depil frá
Sumba til Sandvíkar, meta
vit er rættasta loysnin tí her
kunnu vit veruliga gera ein
framtíðar skúla- og ment-
anardepil fyri alla Suður-
oynna.
Allur raksturin røktar-
heiminum goldin av land-
inum
Nevnast skal til kunnunar,
at allur raksturin – harav
lønarparturin í hesum upp-
legginum verður umleið 15
milliónir um árið verður
borin av landinum og tyngir
tí als ikki kommunukass-
arnir – tvørturímóti, so er
hetta ein støðug varandi
inntøka fyri øki sum er
óávirkað av sveiggjum í
búskapinum annars.
Var tilboðið til Vágs Býráð ov leyst??
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður við
fíggjarmálum
Tíðindaflutningurin
um
møguligar
broytingar
í
MVG-skipanini og punkt-
gjøldum gevur eina ranga
mynd av tí, sum samgongan
ætlar. Ætlanin hjá sam-
gonguni er at fáa MVG-
skipan og punktgjøld so
brúkara- og vinnuvinarlig
sum gjørligt, men enn er
politiska viðgerðin ikki
byrjað.
Seinastu dagarnar hevur
tíðindaflutningurin
um
møguligar
broytingar
í
MVG-skipanini og punkt-
gjøldunum borið í sær, at
almenna orðaskiftið um
málið er farið nakað út av
sporinum.
Fjølmiðlar
og
ávísir
áhugabólkar hava alment
viðgjørt ymisk tilmæli og
tilvildarlig brot úr einum
fyribils uppritið frá Fíggj-
armálaráðnum um meir-
virðis-gjald og onnur av-
gjøld, og tað er orsøkin til,
at nógv ymiskt er borið
fram, og fløkja er komin í
hjá fleiri.
Tí vil eg í stuttum greiða
frá gongdini í málinum og
tí, samgongan vil á hesum
økinum.
Ongin politisk viðgerð
Fyribilsuppritið, sum hevur
verið uppi og vent í fjøl-
miðlunum, er partur av ein-
ari endurskoðan av punkt-
gjøldunum og MVG-skip-
anini, sum ikki er liðug og
onga
politiska
viðgerð
hevur havt enn.
Eitt av høvuðspunktun-
um undir skatta- og av-
gjaldspolitikkinum í sam-
gonguskjalinum
er,
at
punktgjøldini og meirvirð-
isgjaldsskipanin skulu end-
urskoðast, so tey verða
meira brúkara- og vinnu-
vinarlig. Vinnan hevur t.d. í
nógv ár gramt seg um at
undantøk í MVG-lógini
skapa skeivleikar og máa
støðið undan MVG-skipan-
ini.
Tí legði eg fram upprit á
landsstýrisfundi 27. apríl
2004, har eg mælti til at
seta embætisfólk í Fíggjar-
málaráðnum at arbeiða víð-
ari við at lýsa føroysku av-
gjaldslógirnar og koma við
tilmælum
um,
hvørjar
broytingar skulu gerast á
føroyska avgjaldsøkinum
og hvussu føroyski av-
gjaldspolitikkurin frameftir
eigur at verða lagdur til-
rættis.
Tað skal viðmerkjast, at
hetta eisini var eitt punkt í
samgonguskjalinum
hjá
undanfarnu samgongu.
Til hoyringar
Stórur dentur er lagdur á, at
vinna, brúkarar og onnur,
sum møguliga verða um-
fatað av tilmælunum, skulu
fáa høvi at gera viðmerk-
ingar til tilmælini, áðrenn
landsstýrið tekur politiska
støðu til tilmælini.
Eitt fyribils upprit við til-
mælum varð tí sent arbeiðs-
gevarafeløgum, løntakara-
feløgum og øðrum viðkom-
andi til viðmerkingar 10.
august í ár, og freistin at
koma við viðmerkingum er
ikki úti fyrr enn mánadagin
4. oktober 2004.
Nógv umtalaða fyribils-
uppritið er sostatt til við-
merkingar í løtuni og hevur
onga
politiska
viðgerð
fingið enn.
Breitt og gott grundarlag
Eftir at freistin at koma við
viðmerkingum er úti, verð-
ur uppritið gjørt endaliga
liðugt og lagt fyri lands-
stýrið til politiska viðgerð
og støðutakan. Landsstýrið
hevur tá eitt sera breitt og
gott grundarlag at taka
støðu til.
31 feløg, stovnar o.a.
hava fingið fyribils uppritið
til viðmerkingar og tí slepst
ikki undan, at uppritið
verður alment, áðrenn tað
er endaliga liðugt. Tá er
kortini vert hjá fjølmiðlum,
lurtarum, hyggjarum og
lesarum at leggja til merkis,
at talan er um nøkur fyribils
viðurskifti.
Vón mín er, at teir áhuga-
bólkar, sum longu hava valt
at fara í fjølmiðlarnar við
sínum viðmerkingum, eis-
ini senda viðmerkingarnar
á rætta stað í seinasta lagi
mánadagin 4. oktober, so
vit kunnu fáa eina so breiða
og sakliga viðgerð sum
gjørligt.
Samgongan vil gera avgjaldsskipan brúkara- og vinnuvinarliga
Býráðsval!
11
10
Nr. 178 - 18. september 2004
Tað er komið undan kavi, at Fíggjarmálaráðið
arbeiðir við eini ætlan um rættiliga stórar broyt-
ingar í MVG-lóggávuni. Ein av hesum broyt-
ingum snýr seg um at leggja MVG á bøkur.
Føroyar hava í mong ár verið undangonguland
við tað, at vit ikki hava havt MVG á bókum.
Hetta er bert galdandi fyri nøkur heilt fá lond í
Europa. Tað er alkunnugt, at í londum, har einki
MVG er á bókum, er hetta til mikið gagn fyri
bókmentir og bókaútgávu í viðkomandi lond-
um.
Tá MVG á sinni varð innført í føroysku av-
gjaldslóggávuna, ætlaðu lógarsmiðirnir eisini,
at MVG skuldi leggjast á bøkur. Tá tók seg upp
eitt alment orðaskifti. Rithøvundar og forleggj-
arar vendu sær til politisku leiðslu landsins við
tí úrsliti, at MVG varð ikki lagt á bøkur. Vit
halda okkum skilja á tí orðaskifti, ið higartil
hevur verið, at henda skipan við ikki at skatta
lesing hevur verið føroyskum bókmentum til
mikið gagn. Tað eru tí allar góðar grundir til
ikki at broyta hesa skipan.
Í hesum døgum sita samgongufólk og leggja
síðstu hond á fíggjarlógaruppskotið fyri 2005.
Alt bendir á stórar niðurskurðir á øllum økjum.
Er hetta so, verður eisini mentanarøkið hart
rakt. Hetta økið er frammanundan alt ov lágt
raðfest. Skal økið hartil skerjast, so verður hetta
føroyskum bókmentum og føroyskari mentan
sum heild til ógagns. Tað kundi tí verið ein bati
at latið skipanina við MVG frítøku fyri bøkur
hildið fram óbroytta. Vit vita væl, at búskapar-
frøðingar helst vilja hava eina MVG lóggávu
uttan undantøk. Ein lóggáva uttan undantøk er
altíð lættari at umsita enn ein lóggáva við
undantøkum. Hetta er fyri so vítt vælskiljandi
og soleiðis skulu embætismenn væl eisini
hugsa.
Hinvegin hava vit politikkarar til at taka polit-
iskar avgerðir. Politikarar hava tað privilegium,
at teir kunnu taka onnur fyrilit enn búskaparlig
fyrilit. Politikkarar kunnu og skulu síggja ting-
ini í einum størri perspektivi enn embætis-
menn. Politikkarar kunnu sýna menniskjanslig
og mentanarlig fyrilit. Tað eru ivaleyst mong,
sum í hesum døgum vóna, at samgongupolit-
ikkarar fara at taka bøkurnar burturúr eini kom-
andi MVG lóggávu. Vit loyva okkum at mæla
politikkarunum til at ganga hesum fólkum á
møti. Við at gera soleiðis kundu teir sent eitt
jaligt signal til mentanarlívið. Tað er harðliga
tiltrongt.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ikki bókaskatt!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Aftursvar og viðmerking-
ar til Gunnleyg Durhuus
og Heðin Mortensen
Starvsfólkini í Dag-
stovninum í Hoyvík
Gunnleyg Durhuus skrivar
í sínum viðmerkingum til
okkara lesarabræv, at tað
vit skriva ikki er í tráð við
veruleikan. Tí kenna vit tað
sum okkara skyldu at koma
við einum aftursvari. Tað
var ikki okkara ætlan at
varpa ringt ljós á Tórshavn-
ar Býráð, men tað kennist
vónleyst at koma í eitt
veruligt orðaskifti við um-
sitingina. Boðini vit fáa
eru, at býráðið hevur rætt
til at gera tað, tey hava
gjørt.
Tað kann gott vera, at tey
í umsitingin hava rætt til at
gera, sum tey hava gjørt,
men eftir okkara tykki eru
avgerðirnar í hesum fløkta
máli ikki rættar. Vit meta,
at nakrar av teimum broyt-
ingum, ið eru gjørdar í fjør
heyst, gera at børnini í
kommununi nú eru verri
stillaði, og gongur hetta út
yvir menningina og trivn-
aðin hjá børnunum.
Gunnleyg sigur, at vit í
okkara lesarabrævi geva ta
fatan, at flestu stovnar hava
tikið fleiri børn inn, enn
rúm er fyri.
Tað siga vit ikki, men vit
undrast á, at bædi nýggir
stovnar og stovnar við
áralongum siðvenjum hava
fleiri børn í ár, í mun til í
fjør.
Eisini sigur Gunnleyg, at
tað er vorðið rúm fyri fleiri
børnum á teimum ymisku
stovnunum í ár, orsaka av
broyttum
aldursbýti
á
stovnunum. Tað er hetta, vit
vilja varpa ljós á.
Vit kunnu ikki góðtaka,
at man í umsitingini hevur
valt at broyta barnagarðs-
aldurin. Hendan broytingin
vísur, at býráðið velur at
síggja burtur frá menning-
ini og trivnaðinum hjá
barninum.
Víðari sigur Gunnleyg, at
býráðið ongantíð hevur
havt ætlanir um, ella tørv á
at koyra fleiri børn inn á
verandi stovnar.
Aftur undrar tað okkum,
at umsitingin allíkavæl
hevur koyrt fleiri børn inn á
stovnarnar.
Gunnleyg sigur, at vit
skulu venda okkum til
teirra, um viðurskiftini ikki
eri í lagið. Hetta hava vit
eisini roynt, men uttan at
kenna, at vit verða hoyrd.
Søgan um hetta fløkta
mál er helst longri, enn
bæði Gunnleyg og Heðin
vilja vera við.
Fyri einum ári síðani,
lovaði Býráðið foreldrum
at børnum, sum høvdu
barnagarðsaldur, men ikki
fingu bjóðað barnagarðs-
pláss, at tey kundu gjalda
barnagarðsgjald, hóast børn
teirra gingu í vøggustovu.
Býráðið lovaði at gjalda
stovnunum hendan munin.
Tríggjar mánaðir seinni,
velur býráðið at ganga
burtur frá hesum lyftinum,
sum teir góvu um at gjalda
munin.
Samstundis kunnar um-
sitingin leiðararnar um, at
barnagarðsaldurin verður
fluttur frá 1. oktobur til 1.
januar, virkandi frá 1. aug-
ust 2004.
Gunnleyg sigur, at tað
ikki er rætt, at barnagarðs-
aldurin er fluttur ein heilan
árgang, men bert 3 mðr.
Hon átti at vita, at børn ikki
verða flutt yvir í barnagarð
í januar. Skiftið er um
summarið, og merkir henda
broyting tí í veruleikanum,
at børn sum eru 2 1/2 ár, nú
eru barnagarðsbørn.
Fyrr vóru børn, ið eru
fødd um heystið, nærri 4 ár,
tá ið tey fóru í barnagarð.
Men við broytingini, sum
umsitingin kunnaði leiðar-
arnar um í fjør, kunnu
børnini í dag vera niður til
2 1/2 ár. Tað er hetta vit
vilja mótmæla.
Haraftrat sigur Gunn-
leyg, at vit á Dagstovninum
í Hoyvík hava eitt barnatal,
sum er innan fyri uppruna-
ligu normeringina, tí vit
hava fleiri barnagarðsbørn í
mun til vøggustovubørn.
Til hetta kunnu vit bert
svara, at vit á tveimum av
trimum vøggustovum hava
11 børn í ár, har tað í fjør
vóru 10 børn. Og á øllum
barnagarðsstovunum eru
15 børn í ár, har tað í fjør
vóru 14 børn á hvørjari
stovu. Altso hava vit 5 børn
fleiri í ár.
Vit vita væl, at man í um-
sitingini telur sokallaði
»poeng" fyri børn, ið eru á
stovni, og at vøggustovu-
børn telja fleiri »poeng«
enn barnagarðsbørn. Við at
broyta barnagarðsaldurin,
kunnu tey jú fáa fleiri børn
inn á stovnarnar, tí barna-
garðsbørn telja minni enn
vøggustovubørn, so við at
telja »poeng« hvørva hesi 5
børnini niðri í umsitingini.
Í okkara verð eru hesi
børn ikki horvin. Tey eru
nú byrjaði hjá okkum, og
vit hava ongar ætlanir um at
fylgja ráðunum hjá Heðini
Mortensen, um at flyta
børnini á annan stovn. So-
leiðis kann man eftir okk-
ara tykki ikki fara við børn-
um. Í summar byrjaðu 18
nýggj, fitt børn hjá okkum,
og eru vit vorðin góð við
tey øll somul, og fara at
vera um tey, eins og vit eru
um øll hini børnini á stovn-
inum.
Gunnleyg fer at enda at
samanbera
okkum
við
grannalondini, sum hava
verri umstøður og normer-
ingar enn vit. Hetta síggja
vit sum eitt tekin um vant-
andi grundgevingar. Okk-
ara børn fáa tað ikki betur
av, at tey hava tað verri í
okkara grannalondum.
Tað undrar okkum, at
trivnaðarstjórin framhald-
andi sigur, at býráðið vil
tryggja børnum, foreldrum
og starvsfólkum eina væl-
virkandi barnaansing, sum
skapar trivnað og menning.
Eftir okkara tykki, er man í
umsitingini meira áhuga í
at telja tøl og »poeng«, enn
at skapa trivnað og menn-
ing.
Okkara áheitan er, at
Tórshavnar Býráð fer at
endurskoða broytingarnar,
til frama fyri trivnaðinum
og menningini hjá barnin-
um.
Hvar er trivnaðurin??
C
M
Y
K
10