leygardagur 18. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 178 - 18. september 2004
Nr. 178 - 18. september 2004
13
Lítillátað
Mest sum tú vart ikki til
Birti tú í huganum mildan yl
Hann er eftir
Og tú ert ikki til.
Nei, Beinta er ikki til longur, men sum
Christian Matras so væl tekur til, ylurin
er eftir.
Vit kendu Beintu frá lesibólkinum,
har vit kjakaðust um bókmentir og list í
einum frælsum forum og altíð við
virðing fyri áskoðanini hjá hvørjum
øðrum. At so var, átti Beinta sín stóra
leiklut í. Við sínum verimáta ríkaði hon
okkum mangan kvøldini. Beinta var
lítillátin, men ofta beinrakin, hon var
láturmild og sjálvironisk, men altíð við
tí góða orðinum mótvegis øðrum. Jørð-
bundin sum fáur, og kortini djúp, tá ið
lívsins stóru spurningar vóru havdir á
lofti.
Beinta hevði listarligar gávur og,
sum Heri prestur eisini nevndi, ans fyri
tí fagurfrøðiliga í øllum rundan um seg.
Tað er gott at vita, at hennara evni eru
borin víðari til næstu ættarliðini.
Vit eiga eisini nógv góð minnir frá
okkara felags ferðum, bæði vikuskiftis-
ferðum á Viðareiði og aðrastaðni í
Føroyum, og frá uttanlandsferðunum í
Prag og í Skotlandi. Á ferðunum var
tað altíð ein uppliving at eygleiða
Beintu og síggja, hvussu hon legði til
merkis smálutir, sum vit onnur ikki
gáaðu um, og tí var hon ofta í okkara
huga, nú vit á páskum vóru í Rom.
Mangan hava vit tosað um, hvussu
nógv Beinta hevði fingið burturúr,
hevði hon verið við.
Soleiðis kendu vit Beintu, og soleiðis
minnast vit hana við takksemi.
Beintu’sa lesivinir
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
Beintu Biskopstø
til minnis
Sunnudagin 19. september
fyllir Magnus Egholm í
Havn 80 ár.
Hóast høga aldurin er
Magnus at síggja hvønn
dag í hýruvogni sínum og á
bilstøðini Auto. Hann hev-
ur koyrt hýruvogn í Havn
síðan miðskeiðis í 40-un-
um, og kennir hann býin
sum sín egna buksulumma.
Magnus er hvalvíkingur.
Sum ungur fór hann til
skips og sigldi eina tíð,
áðrenn hann fór at koyra
hýruvogn.
Hann koyrdi á bilstøðini
hjá Finni Hansen í Tróndar-
gøtu í 40-unum og seinni á
Bilstøðini í J.C. Svabos-
gøtu.
Magnus var ein av fyrsu
partaeigarunum í bilstøðini
Taxa í Kongagøtu, sum
tann 1. mai 1953 bleiv løgd
saman við Bilstøðini. Í
1955 skifti støðin navn til
Auto.
Magnus er giftur við
Elisabeth, f. Eliasen, ættað
av Kirkju í Fugloy. Børnini
eru: Hanus og Guðni, sum
búgva í Havn, og Anna
Maria, sum býr á Argjum.
Føðingardagin er Magn-
us burturstaddur.
Magnus Egholm, Tórshavn:
Kendur hýruvognsførari 80 ár
26. august fingu Noomi Kunoy Hera-
dóttir og Dávur Kunoy Høgnason, Keyp-
mannahavn, ein son. Hann vigaði 4000
gr og var 57 cm langur. Hann eitur
Høgni Kunoy Dávason.
30. august fingu Eyðhild og Suni
Poulsen, Vági, ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 3350 gr.
30. august fingu Anna og Sankey
Viðstein, Klaksvík, ein son. Hann var 52
cm langur og vigaði 2880 gr.
4. september fekk Elisabeth Joensen,
Porkeri, eina dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3150 gr.
5. september fingu Elsa M. Dam og
Dánjal Jákup Vilhelm, Norðskála, eina
dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði
4050 gr.
8. september fingu Lis og Sjúrður
Sivertsen, Klaksvík, ein son. Hann var
52 cm langur og vigaði 3950 gr.
9. september fingu Meiken og Arnfinn
Hansen, Norðragøtu, ein son. Hann var
54 cm langur og vigaði 4000 gr.
9. september fingu Maria og Thomas
Thomsen, Tórshavn, ein son. Hann var
51 cm langur og vigaði 2890 gr.
9. september fingu Winnie Tausen og
Søren Poulsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vigaði 3150 gr.
10. september fingu Una og Mourits
Jacobsen, Klaksvík, ein son. Hann var
53 cm langur og vigaði 3600 gr.
10. september fingu Beinta Lamhauge
og Vøgg Nyholm Debess, Tórshavn, ein
son. Hann var 56 cm langur og vigaði
4200 gr.
11. september fingu Gurið og Brandur
Tómasson, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigaði 3900 gr.
11. september fingu Linda Karbech
Rasmussen og Gert í Hjøllum, Tórshavn,
ein son. Hann var 51 cm langur og
vigaði 3700 gr.
12. september fingu Donabel og Bergur
á Kósini, Klaksvík, eina dóttur. Hon var
49 cm long og vigaði 3100 gr.
13. september fingu Malan Larsen,
Tvøroyri, og Kolbjørn Eyvindsson,
Hvalba, eina dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3150 gr.
13. september fingu Jórun S. Ludvig,
Hoyvík, og Jóan Pauli Wilhelmsen, Vest-
manna, eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 2900 gr.
13. september fingu Maibritt og Hans
Hansen, Runavík, eina dóttur. Hon var
55 cm long og vigaði 4200 gr.
14. september fingu Nelly Debes og
Rúni Christiansen, Strondum,
eina
dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði
4250 gr.
15. september fingu Amy og Finn Heri
Johannesen, Kollafirði, ein son. Hann
var 55 cm langur og vigaði 3650 gr.
16. september fingu Susan og Høgni
Stakksund, Tórshavn, ein son. Hann var
58 cm langur og vigaði 4300 gr.
Sunnudagin 5. september fingu Røskva & Ronja eina systur, so nú eru tær tríggjar.
Diddan var 55 cm lang og vigaði 3900 gr. Foreldur eru Eybjørg Hansen & Sámal
Ímundarsson.
2. september fingu Sóley
og Alex Troleis, Toftum,
ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 3650 gr.
Mynd: Jens Kristian Vang
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Brúdleyp
Í dag, 18. september, kl. 15.00 giftast í Glyvra kirkju
Elsebeth Ragnhardsdóttir Hansen, Saltangará, og
Jørgin Jacobsen, Leirvík. Veitslan verður í Bygdar-
húsinum í Leirvík kl. 19.00.
Fríggjadagin 17. september giftust Alex og Ellen
Buvik í Stavanger Tinghus.
85 ár
Í morgin 19. september verður Peter Larsen, vanliga
nevndur Pidda, Porkeri, 85 ár.
Hann er burturstaddur.
80 ár
Sunnudagin 19. september verður Justa Poulsen í
Fuglafirði 80 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini
og versoninum Ebbu og Erlingi frá kl. 17.00.
Dagurin
18. september. Titus. Fleiri halgimenni eru við
hesum navni, men her verður helst ikki, sum summ-
ir halda, sipað til tann Titus, sum Paulus skrivaði
bræv til.
19. september. Constantia. Kom upp í álmanakkan
frá árinum 1700, men vit vita ikki, hvønn sipað
verður til.
20. september. Tobias. Til minnis um tann Tobias,
sum apokrýfiska bókin Tobits bók veit at siga frá.
Navnið er hebráiskt og merkir Guð er góður.
Jóanis Nielsen
50 ár
Fríggjadagin 17. september
fylti Jóanis Nielsen í
Sandavági hálvt hundrað
ár. Hann hevur í mong ár
verið ein av teimum, sum
hava verið við til at mynda
Sandavág og Vágarnar, og
hann hevur eisini verið
tingmaður. Føðingardagin
er hann burturstaddur.
Jóanis er sandavágsmað-
ur. Foreldrini eru Fía og
Andrias Nielsen. Tey eiga
trý børn - Ninna, Tóra og
Jóanis - sum øll búgva í
Sandavági. Jóanis er giftur
við Andreu, sum eisini er úr
Sandavági. Tey eiga fimm
børn - Sølja, Fía Selma,
Andrias, Jóanis Albert og
Tóri.
Í 1972 fór Jóanis í banka-
læru í Føroya Banka í Vág-
um, og har arbeiddi hann
inntil 8. apríl í 1994, tá ið
hann segði seg úr starvi. Tá
var hann deildarleiðari í
Vágum. Tríggjar dagar
seinni varð bankin saman-
lagdur við Sjóvinnubank-
an.
Í 1995 fór Jóanis á lær-
araskúla, hann leyk prógv í
1999, og nú er hann lærari á
Giljanesi.
Jóanis varð valdur í
kommunustýrið í Sanda-
vági á valinum í 1980.
Hann var formaður í fe-
lagskommununi í Vágum
fyrsta valskeiðið, og næsta
skeiðið var hann formaður í
Sandavágs kommunu. Í
2000 varð Jóanis aftur
valdur í bygdarráðið. Jóan-
is kom á ting tá ið Jørgen
Niclassen gjørdist lands-
stýrismaður í 1998, og
hann sat sum eykamaður,
inntil Jørgen fór úr starvin-
um. Hann er framvegis til-
taksmaður hjá Fólkaflokk-
inum í Vágum.
Jóanis hevur verið sera
virkin ítróttarmaður. Hann
spældi hondbólt og fótbólt
við SÍF, og hann var yvir
40, tá ið hann gavst at
spæla hondbólt. Í 1971
gjørdist hann formaður í
SÍF. Tann sessin røkti hann
í 20 ár, inntil hann tók seg
aftur í 2001. Meðan hann
hevur sitið í bygdarráðnum,
hevur Jóanis ikki hildið tað
hóskað seg at vera í SÍF
leiðsluni.
Í frítíðini er Jóanis nógv
úti í náttúruni. Hann hevur
trý føroysk ross, og hann
hevur góðan hug til seyða-
hald. Hann er røktingar-
maður á Slættanesi, og tað
er so ofta, at hann stimar
norður hagar fyri at vita,
hvussu tað stendur til. Ikki
minst í lembingini, og nú,
tá ið 50 ára føðingardag-
urin er farin afturum, og
fjallgongan stendur fyri.
Føðingardagin er Jóanis
burturstaddur.
Annfinn Reinert
seksti
Mikudagin ið fór, tann 15.
september, fylti Annfinn
Reinert, sløkkiliðsmaður í
Havn, seksti. Annfinn er
ættaður úr Norðradali, son-
ur Astrid og Albert Reinert,
Albert í Norðradali.
Annfinn kann av røttum
sigast at verða ein ímyndin
av sløkkiliðnum í Havn, tí
hann hevur tænt hesum liði
í samfull 37 ár. Hann byrj-
aði sum »leysur maður«,
teir kalla, í 1967, og í 1975
varð hann settur í fast starv.
Kortini byrjaði hann longu
fast á Brandstøðini í Havn
árið fyri, í 1974 sum av-
loysari.
Brandstøðin í Havn varð
mannað í 1971, tá Símun
Poulsen var sløkkiliðsleið-
ari. Fasta liðið hjá honum
taldi tá Hansemann Mikk-
elsen, Hilmar Johannesen,
Bjarka Christiansen og
Gudmund Isfeld. Í 1974
fóru Bjarki og Gudmund úr
starvi, og tá vórðu Annfinn
Reinert, Petur J. Sigurstein
og Petur Jacob-sen setir í
starv - og vaks fasta liðið tá
við einum manni. Saman
við leysu sløkkiliðsmonn-
unum taldi liðið tá eins og í
dag tilsamans umleið 30
mans. Sløkkiliðið hevði tá
til húsa í gomlu Brand-
støðini niðast í Varðagøtu,
sum varð bygd í 1965. Fyri
tíggju árum síðani flutti
Brandstøðin niðan í nýggj-
an bygning í gamla grót-
brotinum uppi á Varða.
Virksemið hjá støðini er
nógv broytt hesi árini Ann-
finn hevur verið í starvi. Í
dag hevur støðin eitt nú
tveir bussar til av-lamis-
flutning og tveir bilar til
bilaflutning. Hesir bilar
koyra so at siga allan dagin.
Sløkkiliðismenninir
ar-
beiða aðru hvørja viku. Tá
hava teir tvær 24 tíma vakt-
ir umframt vanligan átta
tíma arbeiðsdag.
Starvsfelagarnir siga um
Annfinn, at hann er ein
álitismaður, sum sjáldan
sigur nei. Hann er ein av
innsatsleiðarunum í Sløkki-
liðnum, og hevur í fleiri ár
virkað sum næsti maður hjá
sløkkiliðsleiðaranum
og
varaleiðaranum. Tá onkur
teirra hevur verið burtur-
staddur, hevur Annfinn
virkað sum leiðari, og ta
uppgávuna hevur hann røkt
sera væl, siga starvsfelag-
arnir.
Annfinn er innløgumað-
ur. Honum dámar sera væl
at fáast við jørð og seyð,
gæs og dunnur - og so hev-
ur hann eisini ross og er
týðum við í ríðikappingum.
Hann og konan, Sólbjørg
Thomasen, búgva í Dala-
gøtu í Havn. Hon er ættað
úr Kvívík og starvaðist í
nærum 30 ár á bilstøðini
Auto í Havn. Tey eiga sonin
Fríðbjart.
Prógv
25. august 2004 fekk
Guðrið Weihe, Tvøroyri,
prógv í stjórnmálafrøði
við Lærda Háskúlan í
Keypmannahavn við ser-
greinunum
umsiting,
leiðsla og altjóða poli-
tikkur. Sum lið í útbúgv-
ingini hevur Guðrið verið
í starvsvenjing á donsku
sendistovuni í Berlin,
harumframt hevur hon
starvast hjá ráðgevingar-
fyritøkuni RAMBØLL
Management, Dansk EvalueringsSelskab og seinast
sum granskingarhjálp hjá professer Ove K. Pedersen
við Lærda Háskúlan í Keypmannahavn.
Karolina Matras, Fuglafirði, tók 7. september prógv
sum sálarfrøðingur frá Danmarks Pædagogiske
Universitet.
Oddbjørg Balle, Tórshavn, tók 9. september prógv
sum sálarfrøðingur frá Danmarks Pædagogiske
Universitet.
Rakul Napoleonsdóttir Joensen hevur á Århus Dag-
og Aftenseminarium lokið prógv sum lærari.
Rigmor Napoleonsdóttir Arge hevur á Danmarks
Pædagogiske Universitet, Keypmannahavn, lokið
prógv sum sálarfrøðingur (cand. pæd. psyk.).
Bjarni í Sjúrðargarði hevur á Danmarks Pædagog-
iske Universitet, Keypmannahavn, lokið prógv sum
sálarfrøðingur (cand. pæd. psyk.).
Justa Poulsen
áttati
19. september fyllir Justa
Poulsen í Fuglafirði 80 ár.
Hon varð borin í heim í
Sumba 1924. Foreldrini
vóru Elsebeth Maria og
Hans Petur Kjærbo, vanliga
kallaður Ebban og Petur
Eystan Á. Justa var nr. 5 av
7 systkjum. Í dag eru trý á
lívi, beiggin Erling og
systurin Petrea og búgva
tey í Sumba.
Justa átti ein beiggja
giftan í Fuglafirði. Hon
kom norður til hansara at
tæna. Har hitti hon mann
sín, Símun Paula, hann var
einabarn hjá Rakuli og
Hans Sigmund Poulsen.
Justa og Símun Pauli gift-
ust 6. januar 1951, búðu í
heiminum hjá Paula saman
við foreldrum hansara, til
tey bygdu heim teirra í
Rossagerði í 1969 og har
tey búgva í dag. Tey eiga
trý børn, tvær døtur, sum
búgva í Fuglafirði, og ein
son, sum býr í Runavík,
fimm barnabørn og eitt
langommu- og langabba-
barn.
Tey, ið vilja gleða Justu á
føðingardegnum,
eru
hjartaliga
vælkomin
í
heimið hjá dóttrini og ver-
soninum Ebbu og Erlingi,
har føðingardagurin verður
hildin sunnudagin 19. sep-
tember frá kl. 17.00.
8. februar í ár fylgi Sím-
un Pauli áttati ár. So tykk-
um báðum verður ynskt
hjartaliga tillukku og Guds
ríku signing.
C
M
Y
K
13
12