leygardagur 18. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 178 - 18. september 2004
Nr. 178 - 18. september 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Pidda 85 ár
Í morgin, sunnudagin hin
19. septembur fyllir Peter
Larsen í Porkeri, vanliga
nevndur Pidda, 85 ár. Føð-
ingardagur hansara hevur
hesi
sermerktu
tølini:
19.09.19.
Pidda er sonur Peter Emil
Larsen, bónda í Gjørðum
og Jensinu, fødd Egholm,
ið var ættað úr Streymnesi.
Pidda er elstur av systkj-
unum. Hini systkini eru
Betty, vanliga nevnd Didd-
an og býr hon í Klaksvík.
Erling, ið fór út at sigla
búsettist niðri. Yngstur av
systkjunum er Gudmund,
sum búsettist í Vági.
Pidda vaks upp í eini tíð,
sum var sermerkt av nógv-
um og strævnum arbeiði.
Gjørðagarður, sum hann
var borin til, er góðar 6
merkur og var nóg mikið
hjá honum at takast við har
longu frá heilt ungum av.
— Pápin hansara hevði
eisini telefonarbeiði og
ansaði vitanum í Nesinum.
Eisini róði hann út. Pidda
kom at taka garðin eftir
pápa sín og tók hann eisini
alt hitt virksemið upp eftir
hann.
Hjá Telefonverki Føroya
Løgtings starvaðist Pidda í
uml. 60 ár. Tað munnu vera
fá av teimum tilkomnu og
eldru, sum ikki kenna
hendan mannin, sum ar-
beiddi sum linjumaður og
við at leggja telefon inn í so
mong hús í sunnaru helvt
av Suðuroynni.
Pidda hevur verið úti fyri
ymiskum
merkisverdum
hendingum sum ungur.
Í 1927 hendi ein van-
lukku sum mundi kravt
mannalív í Porkeri. Ein
bátur var komin úr Vági
eftir fiskagentum og legði
at eini træbrúgv í mølini.
Súður var í sjónum. Báturin
var bundin í brúnna, har
fiskagenturnar
stóðu.
Pidda, sum bert var átta ára
gamal var komin oman við
mjólk, sum skuldi við bát-
inum til Vágs. Bráddliga
var brúgvin rivin leys og
rak frá landi. Øll, ið vóru á
brúnni fóru á sjógv uttan
Pidda, og var tað um
reppið, at fleiri teirra
druknaðu. Pidda var heppin
og var sitandi á flótandi
brúnni.
Undir Seinna Heimsbar-
daga rak eitt norskt skip,
Vardefjell, eystan fyri Suð-
uroynna. Tað var brotnað av
um miðjuna. Forskipið var
sokkið og sjólótust 12
menn, ið vóru staddir har
frammi. Afturpartur skip-
sins fleyt og rak nú fyri vág
og vind. Pidda var henda
dagin komin umborð á
postbátin, sum skuldi til
Vágs, men á veg inn fingu
teir boð um at fara út til
vrakið. 27 menn vóru
bjargaðir av vrakinum.
Pidda róði út saman við
øðrum porkeningum undir
krígnum við Dalfossi. Ein
dagin, teir vóru Uttan Stein
komu teir fastir í eina minu.
Teir ið vóru við vóru
Alexander Djurhuus og
sonur
hansara
Niels,
Christian Djurhuus, Johan
Larsen, Manne Larsen og
Pidda. Komnir á fiskileið
komu Johan og Christian
fastir í eitthvørt, sum teir
hildu verða eina flundru.
Bráddliga varð ein hvøllur
brestur sum lyfti bátin leys-
an úr sjónum. Allir mistu
teir vitið. Christian, ið stóð
frammi í skut var slongdur
aftur í toftirúmið. Motor-
húsið loysnaði og datt fram
av. Alt var ein ruðuleiki
umborð. Men til alla lukku
sprongdist minan so niðar-
laga í sjónum, og var hetta
teirra bjarging.
Í 1947 giftist Pidda við
Lydiu Vestergaard úr Vági.
Lydia er dóttur Kristin á
Økrum og Onnu Soffíu,
fødd Knudsen av Glyvrum.
Tey giftust inn í Gjørðar í
Porkeri og fingu 5 børn.
Tey eru Per, sum býr í
Syðrugøtu, Ansa Dam, sum
býr í Klaksvík, Kaj, sum
býr í Porkeri, John, sum býr
í Vági og Heri, sum býr í
Porkeri.
Pidda hevur havt sína
vanligu gongd í Betania í
Porkeri, sum er salurin hjá
brøðrasamkomuni. Hann
hevur tikið lut í sunnudags-
skúlaarbeiði og annars eis-
ini tikið trúliga lut í at tala
orð Guds. Hann ferðaðist
eisini nógv til útimøtir í
bygdunum her fyrr og
seinnu árini hevur hann
borið kristiligan lesnað inn
í nógv heim í Føroyum.
Eisini hevur hann verið
uttanlanda, í Danmark,
Noregi og Rumenia við
kristiligum lesnaði.
Pidda hevur altíð verið
ein sera fryntligur og
hugnaligur maður at hitt.
Hóast sín høga aldur má
sigast, at hann ber seg
ómetaliga væl. Hann er
framvegis virkin og er
javnan at síggja bæði í bø
og haga.
Pauli Vang 65 ár
Í dag, leygardagin 18. sep-
tember, verður Pauli Vang,
Glyvrar, 65.
Pauli er føddur í Kaldbak
í 1939, sonur Einar og Vil-
borg (fødd Nolsøe). Hann
vaks upp í Kaldbak saman
við
yngru
beiggjunum
Árna, Pola (Napoleon) og
August.
Í 1967 giftist hann við
Almu (fødd Hansen). Tey
búðu í Havn inntil 1970, tá
tey fluttu inn á Glyvrar, har
tey búgva enn. Alma og
Pauli eiga synirnar Einar,
Dánial, Búgva og Trygva.
Ommu- og abbabørnini eru
seks í tali.
Pauli fór til skips sum 15
ára gamal við línubátinum
Vón. Hann er nú við Krún-
borg og hevur sostatt arbeitt
á sjónum í 50 ár.
Fyri tað mesta hevur
hann verið við Boðanesi,
Polaris og Krúnborg. Mill-
um onnur skip, hann hevur
verið við, kunnu nevnast
Gullfinnur, Skúgvur, Hav-
ørnin, Brestir og Mjóanes.
Eitt tíðarskeið var hann við
troli í Suðurafrika og við
nót í Senegal.
Pauli er ein álítandi mað-
ur við fáum orðum, røkin
og hevur gott tol.
Føðingardagin er Pauli
burturstaddur.
Hjartaliga tillukku við
degnum og nógv góð ár
framyvir.
Nú er Malla farin
Náttina til mikudagin 15. september andaðist
Malla Jacobsen í Svínoy. Hon var 102 ára gomul,
nú hon andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Malla
var síðsta árið og reiðiliga tað í sambýlinum fyri
eldri í Klaksvík. Hagani varð hon í síðstu viku inn-
løgd á sjúkrahúsið, og nú fjarðaði hon burtur, mett
av døgum.
Malla varð fødd 23. juli í 1902. Hundrað ára
føðingardagurin hjá henni varð hildin í Svínoy, og
tey, sum upplivdu henda framúr góðveðursdagin
og væl upplagda 100 ára gamla føðingardags-
barnið og allan blíðsskapin, sum familjan og bygd-
in sýndi, fara altíð at minnast aftur á hesa fagnað-
arløtuna.
Malla giftist í 1931 við Edvardi Jacobsen. Tey
vóru bæði ættað úr Svínoy. Hann uttan úr Váli,
sonur Ingu og Simon Just Jacobsen, og hon úr
Yvirstovu. Hon var yngst av teimum átta børnun-
um hjá Amaliu og Poul, sum var ættaður úr Norna-
stovu í Mikladali. Hann var smiður, tá ið kirkjan í
Svínoy varð bygd í 1878, og tey bæði giftust í
1882.
Elst av systkjunum hjá Mallu var Annika, sum
var fødd í 1883 ella 121 ár frammanundan, at
yngsta systurin nú doyði.
Malla og Edvard fingu fýra synir: Bjarni, Helgi,
Atli og Ingi. Bjarni býr í Havn, Helgi í Klaksvík,
Atli á Eiði og Ingi í Havn.
Í heiminum hjá Mallu og Edvardi hava mong
gist og notið blíðsskap. Tey vóru í mong ár álitis-
fólk í lítlu samkomuni Smyrna, og nógv, sum hava
vitjað í Svínoy í sambandi við møtir í salinum,
plagdu at vera hjá Mallu og Edvardi. Edvard, sum
var føddur 25. juni í 1903 og doyði 29. januar í
1985, var tiltikin góður predikantur.
Kistan við Mallu fer til Svínoyar í morgin, og
hon verður jarðað týsdagin.
Andlát
8. september
Óli Midjord, ættaður av Tvøroyri, búsitandi í Havn,
75 ár.
9. september
Karen Egholm, búsitandi í Høll í Suðurjútlandi, 97
ár.
10. september
Niclas Niclasen, Sørvági, 62 ár.
12. september
Rósing Anthoniussen, Klaksvík, 57 ár.
14. september
Nicolina Olsen Gaard, vanliga nevnd Lina, Fugla-
firði, 79 ár.
15. september
Malla Jacobsen, Svínoy, 102 ár.
Seinasta sunnudag fóru eitt
stórt ferðalag við vaski-
konum úr Klaksvík á stutt-
leikaferð í Vágarnar. Talan
var um vaskikonurnar í
Christianskirkjuni. Ferða-
lagið var stórt, og umframt
vaskikonurnar vóru báðir
prestarnir,
umboð
fyri
kirkjuráðið og ein deknur
við.
Hetta var eitt gamalt
hugskot, sum endiliga bleiv
ført út í lívið, og fingu tey
ein frálíkan túr.
Fyrst fóru tey til guds-
tænastu. Nøkur valdi at fara
í kirkju í Sandavági, meðan
onnur fóru í Miðvági.
Aftan á gudstænastuna
fóru tey á hotellið at eta.
Síðani gekk leiðin við bussi
til Gásadals, har tey gingu
oman til sjálva bygdina.
Tá tey høvdu verið í
Gásadali, varð farið heim
aftur til Klaksvíkar.
Ferðalagið var stórt, um
100 fólk, og lótu tey øll væl
at hesum stuttleikatúri, sum
hóast regnið, var væl-
eydnaður.
- sae –
Vaskikonur á útferð
Ferðalagið var stórt, og umframt vaskikonurnar vóru báðir prestarnir, umboð fyri kirkjuráðið
og ein deknur við
Mynd: Jens K. Vang
Lagnudagin 11/9 kl
21 var rokkkonsert í
Gøtu
UMMÆLI
Karl Anton Klein
Tað var sum ikki eina ferð
tónleikasamtakið,
Grót,
sum stóð aftan fyri tiltakið
við bólkunum 48 pages,
Zink og Róp.
Hóast konsertin ikki var
so nógv lýst frammanund-
an, var fitt av fólki komið í
reyðu húsini, sum tíbetur
standa eitt sinddur fyri seg
sjálv, soleiðis at til ber at
larma.
Og sigast kann beinan-
vegin, at ljóð-støðið var í tí
harðara endanum av skal-
anum. Við hvørt kanska eitt
sindur ov hart, tí hølini
hóska seg nokk ikki til allar
teir øru frekvensarnar úr
Havn.
Konsertin byrjaði við 48
Pages, sum hava ment seg
nógv, eftir at teir hava verið
í Íslandi, har teir fingu sera
góða móttøku og eisini góð
ummæli.
Teir spældu teirra egnu
løg og eisini okkurt coverlag
av egnum løgum (hvussu
tað so skal skiljast).
Men teir vóru góðir, væl-
upplagdir, sjálvt um tað
tóktist, sum frástøðan til
gløggu lurtarafjøldina í
Gøtu kendist eitt sindur stór.
Hølini eru eitt sindur
merkilig, tí tað er býtt upp
soleiðis, at á gólvinum
kann man liggja (tað sær út
sum at tað ikki er cool at
dansa ella flippa út á gólv-
inum í Føroyum). Har lógu
so nøkur og slongdust,
meðan restin, tey flestu,
sótu uppi á ovara gólvinum
og fylgdi við tónleikinum.
Vóru kanska eitt sindur
sein í tí, men komu tó við
sum frá leið.
48 pages endaðu eitt
gott sett við eini
føroyskari útgávu av teirra
absolut størsta hitti Me And
My Boyfriend.
Eg veit ikki, men eg
haldi, at enska útgávan er
betri enn føroyska. Og líka
mikið hvussu ofta tú roynir,
so fært tú ikki bygdafólk til
at syngja við upp á »Eg og
mín sjaikur«.
Síðani komu Zink og
settu streymin á heila lort-
ið. Alt fekk eitt annað flog.
Einastandandi
Frá tí eitt sindur tunga 48
pages til lættari men sanni-
liga ikki minni larmandi
punkpoppin hjá Zink.
Eg velji at síggja mangl-
andi dansin og flipparíið
sum tað, at áhoyrara-fjøldin
var so hugtikin av hesum,
at tey gloymdu at flippa út.
Kanska flippaðu tey inn-
eftir ístaðin?
Zink spældu eitt so gott
sett, at eg eri um
reppið at halda teir vera
suverent nr 1 á dagsins
føroyska rokkpalli.
Serliga eru tað tey nýggj-
aru løgini sum bróta frá
inspiratiónunum Blink og
Green Day, sum fáa Zink
upp á eitt støði, har teir
hava verið ávegis í fleiri ár.
Men sigast kann, at sein-
asta árið hevur verið so
nógv tað besta hjá teimum.
Og settið leygarkvøldið
9/11 í Gøtu var so nógv tað
besta eg higartil havi hoyrt
Zink. Eitt vælupplagt, væl-
spælandi og orkufullt sett.
So hevði eg havt stjørnur at
býta út, so høvdu teir fingið
fult stigatal.
At enda kom Róp. Eg
visti ikki ordiliga, hvørjum
eg skuldi rokna við. Eg
visti, at teir larma, og teir
larma illa.
Hart róp
Millum Zink og Róp var ein
heldur langur steðgur, har
fólk kundu strekkja beinini,
fara út um og fáa sær fríska
luft og hvíla oyruni.
Róp byrjaðu. Og tað var
ræðuliga hart. Lágt stemm-
aðir guitarar, so teir vóru
við at fara niður gjøgnum
gólvið.
Fyrsta lagið var ótrúliga
gott. Eitt øgiligt drive sum
fekk sjálvt meg sum einasta
mann á gólvinum at nikka.
Tað var eitt sera orkumikið
lag, sum tíverri eisini gjørdi
ein enda á stórtrummunum,
soleiðis at teir máttu renna
land og ríkið runnt fyri at
finna eina nýggja trummu.
Tá hon var funin, var eg
ávegis avstað. Kanska eitt
sindur órímuligt men...
Eftir hesum eina lagnum
at døma so vóni eg, at
restin av konsertini var góð.
Eg veit, at eg gleði meg til
at hoyra teir aftur.
Sigast kann tó um henda
ógvuliga tunga tónleikin, at
viðhvørt so haldi eg hann
vera eitt sindur foroldaðan,
og eg ivist í, hvar øll øðin,
sum skal til fyri at fáa lortið
at svinga, blívur av.
Eitt nokso festligt innslag
í konsertini var, at Spren
Rex veitti eitt slag av tón-
listarligari ulandshjálp við
at forera fløguna Ampaljóð
(tey flestu í Losjuni høvdu
ikki ognað sær hana áður).
Sigast kann um konsertina,
at eitt manglaði. Vit hava
javnan verið í Eysturoy og
leita eftir Boga Berg, men
hava ikki funnið hann enn.
Soleiðis var eisini hetta
kvøldið. Bogi Berg er
horvin, og um nakar veit at
siga frá, hvar hann kann
vera, so sigi endiliga frá.
Rokkur í Gøtu:
…Men hvar var Bogi Berg?
Tað gekk ikki spakuliga fyri seg, tá Róp fór á pallin
Akraberg
eystureftir
seinni í ár
Væntandi verður
steðgurin hjá Akra-
bergi undir ís-
lendskum flaggi ikki
serliga langur, tí
skipið eigur kvotu
eftir eystanfyri, sum
ætlanin er at fiska
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í hálvan annan mánaða
ella so hevur trolarin,
Akraberg, fiskað undir
íslendskum flaggi, men
væntandi er ikki, at tíðin
undir øðrum flaggi verður
serliga drúgv.
Á skrivstovuni hjá reið-
arínum á Toftum, siga tey,
at skipið, sum nú virkar
flak undir Íslandi, vænt-
andi fer eystureftir at
royna, tá ið líður longur út
á heystið.
– Skipið eigur føroyska
kvotu eftir í Barentshav-
inum, og tá ið farið verður
eystureftir, verður aftur
siglt undir føroyskum
flaggi, siga tey.
Høgaberg til eftirlit
Nótaskipið,
Høgaberg,
sum felag á Toftum eisini
eigur, hevur seinastu dag-
arnar staðið á Tórshavnar
Skipasmiðju til eftirlit,
men sum skilst, verður
eftirlitið liðugt í dag sum
ein annan dag.
Skiparar á Høgabergi
eru Jógvan Hentze í
Syðrugøtu og Hans Jacob
Petersen í Norðdepli.
Stapin við línufiski
Línuskipið, Stapin, land-
aði 67.000 pund á Toftum
í gjár.
Tá ið vit frættu, høvdu
tey á skrivstovuni ikki
sæð avreiðingarseðilin,
men slagið hjá línubát-
unum í summar hevur fyri
tað mesta verið hýsa,
longa og brosma.
Stapin var hendan túrin
undir Føroyum.
Skipari á Stapanum er
Brandur Højgaard, sum er
ættaður úr Saltangará.
Akraberg fiskar undir íslendskum flaggi í løtuni, men tað
verður neyvan leingi aftrat
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
15
14