leygardagur 18. september 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 178 - 18. september 2004
17
Heðin eigur sjáld-
samt met
Vinstrabeinti klaks-
víkingurin í HB er
tann einasti føroyski
fótbóltsspælarin, sum
hevur vunnið the
double í trimum
ymiskum feløgum
SJÁLDSAMT MET
Jóannes Hansen
Tá ið nýklækta og trífalda
meistaraliðið, HB, í morgin
fer til Klaksvíkar at spæla
landskappingardyst ímóti
javnaldranum og størsta
kappingarneytanum, verður
Heðin á Lakjuni millum
áskoðararnar. Fyrrverandi
KÍ spælarin og núverandi
HB spælarin er leikbann-
aður. Tá ið Lassin Isaksen
sunnudagin vísti honum
gula kortið, varð greitt, at
Heðin á Lakjuni ikki fór at
sleppa upp í part í morgin.
Heðin er leikbannaður
hesa ferð. Tí er rættuliga
sannlíkt, at hann verður á
HB-liðnum, tá ið teir eftir
átjanda og síðsta umfarið,
fara at taka ímóti FM steypi
og gullkrónum í Runavík.
Tað fara teir at gera um tvær
vikur.
Tað verður neyvan ger-
andis hjá nøkrum at taka
ímóti gulli og skreyti, men
Heðin setur sjáldsamt met í
ár. Hann er nevniliga fyrsti
føroyski
fótbóltsspælarin
nakrantíð, sum hevur vunn-
ið the double í trimum ym-
iskum feløgum. Í 1999 var
hann á KÍ liðnum, sum vann
bæði landskappingina og
steypakappingina. Í 2001
var hann á B36 liðnum, sum
vann báðar kappingarnar, og
nú er hann á HB liðnum,
sum sunnudagin krýndi væl
eydnaða 100. føðingarárið
við at vinna landskapping-
ina. Á Ólavsøku vunnu teir
steypafinaluna.
Tað er ongantíð komið
fyri áður, at ein spælari hev-
ur vunnið hesar báðar kapp-
ingarnar fyri trý ymisk fel-
øg. Tað er eisini rættuliga
sjáldsamt, at Heðin bara
hevur verið meistari, tá ið
hann eisini hevur verið
steypavinnari, og at hann
bara hevur verið steypavinn-
ari, tá ið hann eisini hevur
verið meistari.
Onkrir
spælarar
hava
vunnið the double fyri tvey
feløg. Á HB liðnum, sum í
ár hevur vunnið báðar kapp-
ingarnar, eru tveir spælarar,
sum hava roynt hetta. Teir
eru Rógvi Jacobsen og
Jákup á Borg. Rógvi vann
FM og steypakappingina
við KÍ í 1999, og Jákup á
Borg vann FM og steypa-
kappingina við B36 í 2001.
John Petersen var á B36
liðnum, sum vann FM og
steypakappingina í 2001. Í
1996 spældi hann við GÍ,
sum bæði varð meistari og
steypavinnari hetta árið
Í gamlari tíð - tað vil í
hesum førinum siga fram til
1988, tá ið besta deildin
varð víðkað til tíggju lið -
var tað ikki so vanligt at
skifta felag. Tí hevur eingin
av gomlu spælarunum upp-
livað at vunnið the double
við fleiri feløgum.
Síðani 1988 er tað fýra
ferðir komið fyri, at eitt fel-
ag hevur vunnið the double.
Tað gjørdi HB í 1988, 1998
og 2003, KÍ í 1999 og B36 í
2001. Tríggjar tær síðstu
ferðirnar, tá ið eitt felag
hevur vunnið the double,
hevur talan verið um ymisk
feløg: KÍ í 1999, B36 í 2001
og HB í 2004. Felags fyri
liðið, sum hesi árini hevur
verið meistari og samstund-
is hevur vunnið steypakapp-
ingina, er, at Heðin á Lakj-
uni hevur talst millum spæl-
ararnar. Tað er lítil ivi um, at
sjáldsama metið fer at
standa í mong ár - um tað
nakrantíð fer at verða tikið!
B68-ÍF:
Tey halda ond-
ini á Toftum
Sigurin í Vági gav
eitt lítið andahol til
B68, men treytirnar
sunnudagin eru ikki
linari av teirri orsøk
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Toftamenn fingu seinasta
vikuskifti loksins orsøk til
at smílast, tá tað eydnað-
ist teimum at taka øll stig-
ini við sær aftur úr Vági.
Tann sigurin í sjálvum
sær ger tó ikki tann heilt
stóra munin, tí enn eru
seks stig upp til ÍF á
níggjunda plássinum, og
tí er talan enn einaferð um
lagnudyst hjá B68. Og
hesaferð kanska í enn
størri týdningi, tí mót-
støðuliðið er júst ÍF.
Tað er tó einki at ivast í,
at sigurin seinast hevur
givið B68 nakað av
sjálvsálitið. Hugburðurin
var væl betri, enn hann
hevur verið nakra aðra
ferð á árinum, og megna
leikararnir at nýta sálar-
liga lyftið rætt, er einki at
ivast í, at talan verður um
eitt ordans mannfólka-
avrik hesaferð.
Og til dystin hevur B68
alt fólkið tókt. Øssur Han-
sen var ikki við í Vági, tí
hann var leikbannaður,
men hann er tøkur aftur
aftur hesaferð. Eisini Her-
bert í Lon Jacobsen og
Mikkjal Thomassen, sum
hava
verið
skaddur
seinastu tíðina. Og eingin
av teimum, sum liggja á
markinum, fingu gult í
Vági, so Trygvi Morten-
sen hevur frítt val á øllum
hillum, tá hann skal seta
liðið saman til sunnu-
dagin.
Tríggir eru við aftur
Hjá ÍF sær eisini betri út
við fólki hesaferð, enn tað
gjørdi seinast, tá teir
leiktu javnt móti EB/-
Streymi. Fritleif í Lamb-
anum og Høgni Madsen
høvdu tá báðir leikbann,
men teir eru nú tøkir aftur.
Tað sama er Rúni Elttør,
sum tá var sjúkur, og tað
er upplagt, at hann fer at
avloysa Viggo Olsen í
verjuni. Viggo er leik-
bannaður hesaferð.
Og
boðskapurin
úr
Fuglafirði er eins greiður,
sum hann er á Toftum.
Farið verður eftir stigun-
um, sum kunnu tryggjað
liðnum ímóti beinleiðis
niðurflytingini, soleiðis at
spenningurin um hetta
ikki skal halda sær til tað
allarseinasta.
Øssur Hansen er aftur tøkur, nú B68 skal undir annað
umfar av bjargingarroyndini
KÍ, B36 og HB. Heði á Lakjuni er einsti føroyski leikarin, sum hevur vunnið greipuna við trimum ymsum feløgum
Mynd: Álvur Haraldsen
Gøtumenn, sum ikki
hava vunnið tríggjar
tær síðstu ferðirnar
siga seg ikki kenna
nakrar bindingar, nú
teir skulu royna at
standa seg betri, enn
tá ið teir taptu stórt á
Skála, har lagið er gott
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Onnur Eysturoyar uppgerð-
in hesa ferð verður í Gøtu.
GÍ legði bragdliga fyri eftir
summarsteðgin, men nú
hevur stígur verið í. Eftir 2-
0 sigurin í Gundadali á
B36, hava teir spælt tríggjar
ferðir uttan at vinna. Teir
hava tapt ímóti KÍ og NSÍ,
og teir fingu eitt stig, tá ið
teir vóru á Eiði.
Møguleikin fyri heiðurs-
merkjum minkaði heilt
nógv sunnudagin, tá ið GÍ
tapti í Runavík. Skála er á
bronsuplássinum, og um Gí
fær bilbukt við Skála, so
verður møguleikin fyri
bronsukrónum og harvið
onkrum slagi av altjóða
fótbólti næsta ár størri, enn
hann annars fer at verða.
– Vit taka ein dyst í senn.
Skála smurdi okkum av 4-0
fyrr í summar, so vit kenna
styrkina
hjá
teimum.
Kanska tað stendur betri til
hjá okkum nú, enn tað
gjørdi tá, men vit skulu fyrst
og fremst vísa rætta hug-
burðin og spæla tað, sum vit
megna. Vit eiga ikki at hava
nakrar bindingar á okkum,
verður sagt úr Gøtu.
Eingin gøtumaður er leik-
bannaður, og tað verður
vónað, at allir fara at vera
førir fyri at spæla í morgin.
Adam hevur ikki vant í vik-
uni orsaka av vøddaskaða,
og Kaj Ennigarð hevur
onkrar
trupulleikar
við
knænum. Kortini verður
vónað, at teir báðir fara at
verða førir fyri at spæla í
morgin.
Jónhard við aftur
Skála stendur til at vinna
fyrsta settið av heiðurs-
merkjum nakrantíð. Spurn-
ingurin er meiri, um krón-
urnar skulu verða úr silvuri
ella bronsu, heldur enn, um
tað fer at eydnast at fáa
fyrstu krónurnar.
Tá ið KÍ vitjaði á Skála
og fór við øllum stigunum,
vóru fleiri av føstu monn-
unum hjá Skála skaddir ella
leikbannaðir. Hesa ferð sær
eitt sindur betri út. Pauli G.
Hansen er kortini fram-
vegis so mikið skaddur, at
tað í gjár varð mett lítið
sannlíkt, at hann verður við
ímóti GÍ. Tað er greitt, at
álopsspælarin Pujo ikki
verður við, tí hann er
leikbannaður.
Dusan Jaic og Nenad
Stankovic vóru leikbann-
aðir ímóti KÍ. Teir eru tøkir
aftur. Jónhard Frederiks-
berg var niðri í Ermasundi í
útbúgvingarørindum, tá ið
Skála spældi ímóti KÍ.
Hann skuldi koma aftur til
Føroya í gjár. Hóast hann
ivaleyst man vera eitt sind-
ur beindovin, so verður
landsliðsmaðurin ivaleyst í
Skála álopinum í morgin.
Skaðar og leikbann og
dystarsteðgir orsakað av
landsdystum hava borið við
sær so mikið av órógvi í
venjingunum, at tað hevur
verið torført at varðveita
fokus. Tað hevur kanska
aftur gingið út yvir venjing-
arstøðuna. Men hugurin at
spæla er góður, staðfesta
teir á Skála.
GÍ-Skála:
Nú sær eitt sindur betri út
17
Nr. 178 • leygardagur • 18. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
Dagf.
Dystur
Dómari
19.09
B36-VB
Dagfinn Olsen
19.09
EB/S-NSÍ
Oddmar Andreasen
19.09
KÍ-HB
Jens P. Brattalíð
19.09
GÍ-Skála
Páll Augustinussen
19.09
B68-ÍF
Lassin Isaksen
2. deild menn
18.09
B36-Royn
Petur Reinert
18.09
TB-AB
Petur Skarðenni
18.09
Sumba-LÍF
Jens P. Brattalíð
18.09
B71-VB
Regin Egholm
18.09
KÍ-FSV
Tummas P. Olsen
3. deild menn
19.09
Fram-TB
Laurits í Króki
19.09
EB/S-NSÍ
Ransin N. Djurhuus
19.09
SÍ-HB
Suni Johansen
19.09
GÍ-Skála
Johnleif Gerðisá
19.09
B68-ÍF
Petur H. Joensen
1. deild kvinnur
18.09
AB-EB/S
Ikki upplýst
18.09
B36-KÍ
Andrew Christiansen
Tað ber millum til at lesa av
hagtølunum, tá hugt verður
eftir, hvussu mótstøðuliðini
sunnudagin vanliga hava
staðið seg í uppgerðum
sínamillum. Tó at tað ofta
hevur verið tætt, so hevur
HB drigið longra stráðið í
Klaksvík seks ferðir í tíggju
ár, og so verður spennandi
at vita, hvussu leikur fer
hesaferð, nú 100 ára føð-
ingardagsbørnini
aftur
tørna saman.
Annars er vert at leggja
til merkis, at EB/Streymur
hevur havt gott tak á NSÍ, tá
hesir hava vitjað, og at VB
hevur havt tað meira enn
trupult, tá teir hava verið
hjá B36 í Gundadali, tó at
talan hóast alt eisini hevur
verið um tveir sigrar her.
Talvan sýnir, hvussu tað
hevur tørnað út, tá mót-
støðuliðini
sunnudagin
hava hitst í tilsvarandi dyst-
um í bestu deildini seinastu
tíggju árini.
-jm
HB hevur takið í Klaksvík
Møttu »Røddini«
Týskir føroyavinir
gjørdust bæði bilsnir
og hugtiknir, tá teir í
Basel hittu kenda før-
oyska útvarpsmannin
FERÐAUPPLIVING
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá ferðast verður við fót-
bóltslandsliði okkara kem-
ur mest sum ikki fyri, at
ikki onkur útlendingur hev-
ur leitað sær til staðið, so-
leiðis at hesi kunnu fylgja
liðnum, sum onkursvegna
hevur fangað teirra alsk.
Soleiðis var eisini Í Bas-
el. Meðan vit báðir, mynda-
maðurin, spákaðu okkum
runt í býnum á dystardegn-
um, sóu vit brádliga nakrar
áskoðarar
í
føroyskum
landsliðsbúna sita við eina
café.
Skjótt var at fáa eitt prát í
lag, og tað vísti seg, at hetta
vóru týskarar, sum fyri
fyrstu ferð vóru farnir á fót-
bóltsferð við tí í hyggju at
stuðla føroyska landsliðn-
um. Allir búðu teir nær-
hendir Nürnberg, so teinur-
in í bili hevði verið so
hampuliga yvirkomuligur.
Áhugin
fyri
okkara
monnum stavaði frá fjør
summar,
tá
teir
vóru
millum tey mongu týsku
viðhaldsfólkini, sum leit-
aðu sær til Føroya. Sum so
varð hetta gjørt, tí teir vildu
stuðla sínum landsmonn-
um, men hetta broyttist tó
skjótt.
– Vit fullu alt fyri eitt fyri
Føroyum og føroyingum.
Tað var ein fantastiskur
blíðskapur, sum vit møttu
haruppi. Og so gjørdi tað
einki sum helst, at vit ikki
búðu í Havnini, søgdu teir
mest sum við ein munn.
Ístaðin varð bústaður
teirra hesar dagarnar í
Hvalvík, og tað hildu teir
eisini vera í fínasta slag.
Ikki minst tá limir í tólvta
manni samstundis høvdu
verið somikið vinsælir, at
teir høvdu koyrt týsku
áskoðararnar ein túr king
oyggjarnar.
Kenda røddin
Soleiðis varð tosað um
leyst og fast, og teir vóru
ikki sørt ernir, tá tosið fall
inn á búnar teirra. Einki við
nøkrum av gomlu búnun-
um. Nei, spildurnýggir
búnar, sum landsliðið fyri
fyrstu ferð leikti í í Basel.
Og tað gjørdi tað so ikki
minni skemtiligt, at ein
neyðar gøtuseljari kom
spákandi við bæði sveisisk-
um og føroyskum turri-
kløðum, sum hesin royndi
at selja.
– We only buy original
stuff. Not grams! var av-
gjørda svarið, sum neyðars
sølumaðurin fekk omanyvir
seg.
Meðan vit soleiðis sita og
práta, kemur eitt kent før-
oyskt andlit framvið. Út-
varpsmanningin var eisini
farin út at strekkja beinini,
nú tímarnir til dystin stytt-
ust, og eftir at hava greitt
Jógvani frá, hvørjir menn-
inir vóru, fáa teir so eisini
at vita, at hetta var útvarps-
maður okkara.
– Var tað eisini tú, sum
varpaði út í Landskrona á
sinni, varð alt fyri eitt spurt,
og tá svarið var játtandi,
mundi fagnaðurin ongan
enda tikið. Tað vísti seg, at
hóast áhugin bert var eitt
ára gamal, so høvdu hesir
longu ognað sær upptøkur
frá bæði sjónvarpi og út-
varpi frá dystinum, og tá
legendariska røddin nú
eisini stóð beint fyri teim-
um, mátti myndatólið finn-
ast fram.
Sjálvir skuldu teir so allir
upp á myndina, so mynda-
maður okkara varð fyri eina
løtu noyddur til arbeiðis,
hóast hendan løtan mest
varð ætlað sum hvíld undan
dystinum.
Fagnaðurin var ovurstórur, tá tað vísti seg, at talan var um
sama útvarpsmannin, sum sjálvur annar varpaði út frá
Landskrona á sinni
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16