Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 178 - 18. september 2004 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 HB 15 12 - 2 - 1 41 12 29 38 2 B36 15 8 - 3 - 4 26 16 10 27 3 Skála 15 8 - 2 - 5 29 20 9 26 4 KÍ 15 5 - 7 - 3 21 19 2 22 5 NSÍ 15 6 - 3 - 6 24 20 4 21 6 GÍ 15 6 - 3 - 6 25 27 -2 21 7 EB/Streymur 15 5 - 4 - 6 24 22 2 19 8 VB 15 5 - 4 - 6 20 19 1 19 9 ÍF 15 3 - 2 - 10 21 44 -23 11 10 B68 15 1 - 2 - 12 13 45 -32 5 2. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 TB 15 9 - 2 - 4 38 21 17 29 2 B71 15 9 - 2 - 4 39 28 11 29 3 AB 15 9 - 2 - 4 26 19 7 29 4 FSV 15 8 - 3 - 4 52 28 24 27 5 Royn 15 8 - 0 - 7 35 34 1 24 6 LÍF 15 6 - 4 - 5 25 28 -3 22 7 Sumba 15 6 - 4 - 5 23 26 -3 22 8 B36 15 4 - 2 - 9 21 42 -21 14 9 KÍ 15 2 - 3 - 10 22 33 -11 9 10 VB 15 1 - 4 - 10 14 36 -22 7 HB-KÍ: HB formaðurin ikki við til Klaksvíkar Fyri viðhaldsfólkini hjá KÍ hevði tað verið orduligt plástur á sárið, um tað hevði eydnast teirra liði at fingið øll stigini ímóti meistarunum UPPTAKT Jóannes Hansen Í morgin verður stórdystur í Klaksvík. Javnaldrarnir og arvafíggindarnir hjá KÍ, føroyameistararnir í HB, fara at vitja. Tað hevur altíð verið nakað serligt, tá ið HB hevur vitjað í Klaksvík. Undan hesum kappingar- árinum vóru tað ivaleyst fleiri, sum ímyndaðu sær, at FM heitið kanska fór at standa upp á spæl í júst hesum dystinum. Tað ger tað ikki. Men tað at HB longu hevur tryggjað sær FM heitið, ger ikki ynskið hjá KÍ minni at vinna á teimum. Í landskappingardystin- um, sum fyrr í summar varð spældur í Gundadali, var úrslitið 1-1, og tað hevði líkað KÍ sera væl, um tað hevði eydnast teimum at komið burturúr hesum kappingarárinum uttan at hava tapt ímóti meistar- unum. HB hevur nógvu tey seinastu árini havt gott tak á í Klaksvík. Í fjør vóru teir rættuliga sperdir. Bólturin hoppaði og dansaði í 2. hálvleiki í brotsteiginum hjá gestunum, men kortini eydnaðist teimum at vinna 2-1. Hesa ferð er liðformað- urin hjá HB, Rúni Nolsøe, sum nógv á miðvøllinum snarar seg um, leikbannað- ur. Tað er fyrrverandi KÍ spælarin, Heðin á Lakjuni, eisini. Tað er eingin trupul- leiki hjá HB at finna fólk at seta í staðin fyri teir báðar - teir eru átjan væl kvalifis- eraðir spælarar í truppinum - men tað er ein spurningur, um teir kunnu spæla akk- urát soleiðis, sum teir hava gjørt, nú tveir so sentralir menn eru burturi frá. Onkur kundi kanska hugsað, at HB fer at taka sær av løttum, nú teir hava vunnið alt tað, sum kann vinnast, og teir eru vornir FM vinnarar fleiri umfør undan kappingarenda, enn nakar áður er vorðin. Í HB hava teir tikið sær av løttum í venjingunum - í hvussu so er fyrrapartin av vikuni - men teir fara í morgin at gera nógv fyri at vinna í Klaksvík. Ivi er um Jákup Í Klaksvík er lagið hampu- ligt, nú teir síðsta mánaðin hava verið á aldukambin- um. Tríggir sigrar á rað hava havt við sær, at KÍ er flutt av áttanda plássinum og fram á fjórða plássið. Dreymurin um bronsukrón- ur kann framvegis gerast til veruleika, men so skal vita ógvuliga væl við. Fyrsta treytin fyri at hetta skal ganga upp er, at KÍ í morgin fær fult ímóti HB. Jan Andreasen var leik- bannaður, tá ið KÍ var á Skála. Hann er tøkur aftur. Spurningurin er so, um venjarin velur at seta hann aftur í miðverjuna og har- við at flyta Atla Danielsen longri fram á vøllin. Einasta ivamálið í Klaksvík var fyrrapartin í gjár málverjin, Jákup Mikkelsen. Í vikuni hevur hann verið eitt sindur darv- aður av sjúku, og vødda- skaðin, sum sunnudagin helt honum á beinkinum á Skála, var hóskvøldið ikki heilt burtur. Jákup var á vøllinum, men hann vandi ikki við fullari ferð. Um landsliðsmálverjin ikki verður førur fyri at spæla í morgin, so verður tað enn eina ferð U-17 landsliðsmálverjin, Mathi- as Samuelsen, sum fer at fáa møguleikan. Harvið fer hann at fáa møguleikan at vísa heimaáskoðarunum, at tað var ikki einki í tí, tá ið tað eftir tepra sigurin á Skála varð sagt, at óroyndi málverjin hevði staðið seg rættuliga væl. Í HB hava teir tikið sær av løttum í venjingunum - í hvussu so er fyrrapartin av vikuni EB/Streymur hevur framvegis møguleika at røkka betri enda- støðu, enn teir nakr- antíð áður hava vunnið í bestu deild- ini UPPTAKT Jóannes Hansen Tað gongur væl í fótbólt- inum í Sundalagnum. Mikukvøldið megnaði unglingaliðið at spæla seg í finaluna um FM. Tað gjørdu teir við at vinna á NSÍ í hálvfinaluni. Í morgin fer NSÍ at vitja á Mølini. Hjá NSÍ er dreymurin um heiðurs- merkir og altjóða luttøku næsta ár vorðin rættuliga kámur. Men lagið batnaði síðsta sunnudag, tá ið teir vunnu á GÍ. Hjá NSÍ eru tveir spæl- arar burturi. Dánial Han- sen, sum heldur ikki var við síðsta sunnudag, er framvegið liðbandsskadd- ur í fótliðnum. Hin er Alexaner Jovevic. Í fjør spældi hann við Skála, og tá gekk væl. Í ár hevur hann verið í NSÍ, har hann hevur mist nógvar dystir, tí hann hevur verið so nógv skaddur. Nú er tað ein vøddaskaði, sum heldur honum burturi frá fótbóltinum. Hjá EB/Streymi er møguleiki framvegis at røkka fimta plássinum og harvið at vinna endastøðu hægri á stigatalvuni enn nakrantíð áður. EB/- Streymur hevur ongantíð eftir átjan umfør verið á í hvussu so er fimta pláss- inum. Í fjør var nær við, at teir rukku fimta plássin- um. Tá vóru tað innan- hýsis dystirnir ímóti KÍ, sum vóru orsøk til, at EBStreymur endaði á sætta og ikki á fimta plássinum. Hjá EB/Streymi er eingin spælari leikbann- aður. Jákup Martin Joen- sen var so mikið skaddur undan síðsta umfarinum, at hann var á beinkinum. Hann var á vøllinum eftir steðgin, og hann hevur vant í hesi vikuni. Kanska er tað bara keisarans skegg, sum tað verður spælt um á Mølini. Men báðir partar siga seg rokna við undirhaldandi uppgerð. NSÍ vann heimadystin 1-0, og í fjør vunnu teir sannførandi 3- 0 á heimavølli, meðan tað á Eiði endaði 1-1. EB/Streymur-NSÍ: Stríðast um keisarans skegg Vágbingar mugu kanska vera fýra av vanliga føstu leikar- unum fyriuttan, tá teir vitja í Havn UPPTAKT Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B36 misti seinastu vónina um gullið fyri viku síðani, og nú skal felagið ístaðin hugsa um silvurmerkini og harvið europeiskan fótbólt til komandi kappingarár. Bara tann umstillingin í sjálvum sær kann væl verða tung hjá leikarunum, og hartil noyðist liðið eisini at vera tveir týðandi leikarar fyriuttan. Alex dos Santos fekk reytt kort í grannaupp- gerðini, og hann er so ikki tøkur til dystin hesaferð. Tað er Allan Mørkøre held- ur ikki, eftir at hann fekk sítt triðja gula kort og harvið leikbann. Upplagt er, at avloysar- arnir vera Arnbjørn Daniel- sen, sum móti HB kom inn sum vinstri vongur, meðan Kenneth Jacobsen helst fer at taka plássið á høgra bakki. Hartil er eitt sindur iva- samt, hvørt Bárður Mort- ansson verður tøkur til dystin. Hann skuldi skurð- viðgerast í munninum fríggjadagin, og so er spurningurin, um tað krevur nakrar dagar steðg frá fótbóltinum. Í Vági ásanna tey, at talan kann gerast um tungt tak hesaferð. Verjuálitið, Eyð- un Jacobsen, er leikbannað- ur, og tað sama er stjørnu- skotið á miðvøllinum, Poul N. Poulsen. Hartil hevur VB sagt farvæl til Palla Augustinussen og Mortan í Hørg, sum báðir eru farnir av landinum at arbeiða. Møguleiki er tó fyri, at teir koma heim til dystin. B36-VB: Breiddin hjá VB skal roynast C M Y K 18 Nr. 178 • vikuskiftið 18.–19. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Eitt fyrisitingarligt ódnartak Arbeiðið at gera nýggja forsorgarlóg er so umfatandi, at endaliga úrslitið verður ikki klárt fyrr enn í 2007 síða s. 16 & 17 GÝTING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At fiska á føroysku vøtnunum er eitt ítriv, sum er vorðið alt meira væl umtókt her heima. Og tað eru nú heldur ikki bara føroy- ingar, sum um summarið síggjast standa í mest sum døgndrift fram við fleiri av føroysku vøtnunum. Í nógv ár er hetta eisini farið fram undir skipaðum viðurskift- um, har Sílaveiðufelagið, sum er áhugafelagið hjá frítíðarfiskar- unum, hevur roynt at skipað viðurskiftini, soleiðis at stovnar- nir av bæði sílum og laksum skulu hava eitt so gott tilveru- grundarlag, sum gjørligt. Føroya Sílaveiðufelag hevur gott samstarv við myndugleikar um hesi viðurskifti, og er felagið undir vernd av Fiskirannsóknar- stovuni og hevur samskifti við fleiri fiskifrøðingar. Økja náttúrliga partin Hetta hevur millum annað verið gjørt við at seta út bæði yngul og smolt, og nú verður so enn eitt stig tikið á leiðini at betra um stovnsrøktina. Í kunngerð aðrastaðni í blað- num boðar nevndin í felagnum frá, at tað nú er samtykt, at allur honfiskur skal setast út aftur, tá fiskað verður, og at tað sama er galdandi fyri fisk, sum ikki er blankur. Tað vil siga fisk, sum er farin í gýtingarhamin. Johan Svensson, sum er formaður í Sílaveiðufelagnum, sigur, at hetta verður gjørt, tí felagið vil virka fyri, at stovns- røktin í enn størri mun skal byggja á náttúrugivnu fortreyt- irnar, soleiðis sum hesar nú einaferð eru. – Vit vilja fegnir nøra um møguleikarnar fyri nátúrligari gýting á vøtnunum og skapa forstáilsi fyri hesum. Vit síggja týðuliga í dag, hvussu fiskurin uppførir seg í vøtnunum. Hann svimur úti í miðum vatni, tí hann er settur út og kennir ikki gýtingarplássið, sum nátúrliga átti at verið í áunum, sigur Johan Svenson. – Við at seta allan kvennfisk útaftur, er vónin í øllum førum, at fiskur, sum ber rogn, skal fáa frið at nørast, men bara tað í sjálvum sær er ikki nóg mikið. Kallfiskar mugu jú eisini til, og tí hava vit sett brotið um, at ikki- blankur fiskur eisini skal setast útaftur. Ikki nøgdin Og tað er júst um hetta mundið, at fiskur, sum ikki er blankur, er at finna í áum og vøtnum. Van- liga er hetta annars nakað fyrr um árið, men lítla avfallið í august mánaði hevði við sær, at áirnar vóru ov lítlar, og at fiskurin tí ikki hevði møguleika at svimja niðan. Men rokna tit við, at øll fólk fara at góðtaka hesar reglurnar? – Tað eigur ikki altíð at snúgva seg um at fáa so nógv sum gjørligt. vit vilja heldur skapa gróðrarlíkindi fyri sportsfiskaríi í Føroyum, sigur Johan, sum viðgongur, at tað er eitt stríð millum sílafiskarar, at summir bara fiska fyri at fáa so nógv sum gjørligt, meðan aðrir hugsa um stovnin. Felagið sjálvt hevur tó ikki heimild til beinleiðis at revsa fiskarar, um hesir ikki fylgja nýggju kunngerðini, men fiska- kortið kann tó verða frátikið, um treytirnar ikki verða uppfyltar, og tá er so ikki loyvi at fiska. So nakað av revsing liggur hóast alt í hesum. Johan Svensson sigur annars, at Sílaveiðufelagið eisini fram ímóti at fáa meira pláss at fiska á. Hetta tí tað í dag eru ov fá vøtn, sum veruliga eru egnað til endamálið. Náttúrlig stovnsrøkt Sílaveiðufelagið ger nú eina ítøkíliga roynd at fáa eina meira náttúrliga gýting á føroysku vøtnunum Flugufiskarí við Leynarvatn. Eitt ítriv, sum er vorðið alt meira væl umtókt seinastu árini, men eins og á havinum, so viðførir størri veiðutrýst økt krøv til stonvsrøktina. Og hetta hevur Sílaveiðufelagið sett sær fyri at gera nakað við Mynd: Jens Kr. Vang 19