leygardagur 18. september 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 178 - 18. september 2004
Nr. 178 - 18. september 2004
21
Tað eru ikki vit
Stýrið í Khartoum veit fullvæl,
at altjóða samfelagið er ráða-
leyst, og at tað kann ikki semjast
um nakað. Fyrr í vikuni var
Mustafa Osman Ismail, uttan-
ríkisráðharri, í Suðurkorea, og
har fýltist hann á, at Bush og
Powell vóru farnir at tosa um
fólkadráp í Darfur.
– Tað er forsetavalið, sum
órógvar teir. Vit vita, at báðir
flokkarnir kappast um at fáa
atkvøðurnar hjá teimum svørtu
amerikanarunum, men teir skulu
ikki brúka ein trupulleika í
Sudan til teirra egnu politisku
dagsskrá, segði ráðharrin.
Spurdur, um tað, sum hendir í
Darfur, ikki er fólkamorð,
svaraði Mustafa Osman Ismail:
– Fólkamorð. Tað er tað, sum
teir amerikonsku hermenninir
gera í Irak.
Hann kundi eisini fegnast um,
at bæði ES og Afrikanski
Eindarfelagsskapurin hava
avsannað, at stýri hansara fremur
fólkamorð í Darfur.
Ímeðan tíðindastovurnar
dagliga bera tíðindi um ágang,
neyðtøkur og dráp í Darfur,
heldur orðaskiftið í ST-trygdar-
ráðnum fram teir næstu dagarnar.
(Kelda: Berlingske Tidende)
tá seinni veraldarbardagi endaði?
Lis Nolsøe:
– Eg var heima hjá
okkum í Klaksvík, tá
tíðindini um, at seinni
veraldarbardagi endaði,
bórust. Vit høvdu júst
fingið eitt radio tá, so
vit hoyrdu tað øll har.
Eg minnist krígsárini
sum eina góða tíð, hóast
alt. Eg var so ung.
Einans 14 ára gomul, tá
tað brast á, og 20 tá tað
endaði. So eg haldi ikki,
at tað gekk so djúpt.
Hevði eg verið eldri, sum til dømis foreldur míni, sum jú
høvdu upplivað tvey heimskríggj, so hevði tað ivaleyst verið
øðrvísi.
Hatta var mín ungdómstíð. Ein glansperioda, vil eg kalla
tað. Her vóru jú nógvir, ungir soldátar í Klaksvík, og nógvur
dansur. Tá fóru vit í dans klokkan 21 á kvøldi og vóru heima á
midnátt. Soldátarnir vóru so sera, sera fittir og penir.
Fólkaligir vóru teir eisini, og so dugdu teir so væl at dansa
Men tað fylgdi sjálvandi nógv við hasi tíðini. Óhugnaligt,
tað var so myrkt, nógv manglaði, nógvar óhugnaligar søgur og
bátar, sum gingu burtur. So tá ein fer at hugsa soleiðis um tað,
var tað ógvuliga dapurt.
Men vit høvdu tað gott undir krígnum og merktu ikki so
nógv til tað kortini.
Alex Sólstein:
– Eg minnist, at eg
hevði verið á einum
ungdómsfundi í
KFUM. Eg fór inn á
gólvið hjá ommu míni í
Víkunum. Har søgdu
tey mær, at útvarpið
hevði boðað frá, at
kríggið var av.
Vit høvdu tað gott í
Føroyum undir kríg-
num. Vit merktu ikki so
nógv til kríggið. Serliga
í 44 og 45 var lakað
nógv av. Men sjálvandi vóru nógvar tristar hendingar, tá skip
ikki komu aftur í havn. Tað var ein drúgv bíðitíð, meðan man
gekk og bíðaði eftir, at skip skuldi koma aftur fyri síðani at
frætta, at tað ikki kom.
Og eg minnist eisini luftálopini. Einaferð stóðu ein
vinmaður og eg og prátaðu undir einum húsaveggi aftan á
skúlatíð. Meðan vit stóðu har, kom flúgvarin og bombaði
kaiina. Eg minnist, at vit sóu eitt skip fara í luftina. Vit fóru so
inn við skundi, og tá alt var yvirstaðið, og vit komu útaftur,
sóu vit, at ein kúla var komin frá flúgvaranum í vegin og so
upp í veggin, har sum vit stóðu. Kanska bara einar fýra ella
fimm metrar burturfrá.
Tá kríggið var av, vórðu fólk sjálvandi hjartansfegin, men eg
haldi ikki, at tað var tann stóra broytingin her, tí sum sagt
merktu vit lítið til kríggið serliga ta seinastu tíðina.
- sae -
DARFUR
Árni Joensen
Í sjálvum Darfur sita meiri enn
ein millión fólk í flóttafólka-
legum ella úti undir opnum
himli, meðan fleiri túnsund av
teirra feløgum sita í legum í
grannalandinum Tjad. Samstund-
is bendir alt á, at hesi mongu
neyðstøddu enda í einum av
teimum sokallaðu "svørtu holun-
um" hjá tí, vit rópa altjóða sam-
felagið. Eyðkennið hjá hesum
holum er, at politikarar og onnur
hava nógv og vøkur orð at bera
fram, men at tað knípir við at
venda orðunum til gerðir.
Rætt er tað, at bæði George W.
Bush, forseti, og uttanríkisráð-
harri hansara, Colin Powell, hava
staðfest, at tað, sum hendir í
Darfur, er fólkadráp, og at
sudanska stjórnin og Janjaweed-
harkaliðini hava skyldina av tí,
sum hendir har. Men tað gongst
illa at fáa onnur at siga tað sama,
eisini í Evropa. So seint sum í
síðstu viku segði Pieter Feith,
ráðgevi hjá politiska leiðaranum
í ES, Javier Solana, at tað, sum
hendir í Darfur, er ikki fólka-
dráp.
Hóast USA hevur makt, sum
tað hevur akt, so er tað lítið
sannlíkt, at altjóða samfelagið
fer at senda friðarherlið til Sudan
at hjálpa teimum hjálparleysu,
sjálvt um tað ivaleyst hevði verið
tann skjótasti hátturin at fingið ta
sudansku stjórnina til at taka
vápnini frá Janjaweed-álops-
monnunum og at tryggja flótta-
fólkini.
50.000 ikki fólkadráp
Í ST ber ikki til at fáa meiriluta
fyri einum slíkum átaki. Hin
loysnin kundi verið eins og í
Somalia á sinni, tá USA og
nøkur av tess sameindu sendu
hermenn hagar. Men amerikanar-
arnir hava nóg mikið við at
hugsa um Irak og Afghanistan,
og tí er hugurin at fara út í eitt
stríð afturat ikki serliga góður.
Heldur ikki hjá teimum, sum
vanliga styðja USA.
Tað er uppaftur minni sannlíkt,
at hini londini í Afrika fara at
leggja uppí. Málið hevur verið
frammi í Afrikanska Eindarfe-
lagsskapinum, men har var
niðurstøðan, at 50.000 myrd í
Darfur er ikki eitt fólkadráp.
ST hevur einaferð givið teirri
víðgongdu islamistisku stjórnini
í Khartoum boð um at fáa viður-
skiftini í Darfur í rættlag og at
taka vápnini frá álops-monn-
unum. Gjørdi stjórnin ikki tað
innan ein mánað, kundi hon
roknað við tiltøkum frá um-
heiminum. Tan mánaðurin er
langt síðani farin, uttan at
stjórnin hevur rætt hond frá síðu,
og í ST-trygdarráðnum eru
limalondini farin at tingast um at
kanna, hvør hevur ábyrgdina av
áganginum í Darfur.
Tað endar helst við, at
sudanska stjórnin fær eina
nýggja freist, men hinvegin er
lítið, sum bendir á, at stjórnini
nýtist at stúra fyri tiltøkum, ger
hon ikki eftir boðunum.
Tiltøk kunnu muna
Ikki tí, tað ber til at seta ymisk
tiltøk í verk fyri at leggja trýst á
stjórnina. Niels Carstensen hjá
Neyðhjálp Fólkakirkjunnar hevur
júst verið í Sudan. Heimaftur-
komin segði hann í danska
sjónvarpinum, at eitt tiltak ímóti
sudanska oljuútflutninginum
hevði virkað. Oljan hevur ein
altsamt veksandi týdning fyri
tann sudanska búskapin , og tað
eru eisini oljupengarnir, sum
fíggja vápnini, sum Sudan keypir
úr Kina. Eitt annað hugskot
kundi verið at banna sudanska
flogvápninum at flúgva uppi yvir
Darfur á sama hátt, sum gjørt
varð í Irak aftan á Flógvakríggið.
Tað seinna hugskotið hevði
borið í sær, at flogfør úr Vestur-
heiminum skuldu hildið eygað
við luftini uppi yvir Darfur, men
spurningurin er, hvør vil, og hvør
skal geva loyvið til tess. Teirri
fyrru loysnini hava Kina,
Pakistan og Algeria víst frá sær,
tí tey vilja vera við, at eitt átak
ímóti sudanska oljuútflutningin-
um er ov líkt einum boykotti, og
tað vilja tey ikki góðtaka.
Tí noyðast tey neyðstøddu í
flóttafólkalegunum eins og tey
fáu, sum eru eftir í bygdunum,
framvegis at stara upp í luftina
ella út í sjónarringin. Tí tey vita,
hvat hendir.
Fyrst bumba flogfør hjá
sudanska flogvápninum bygd-
irnar. Síðani koma lastbilar við
hermonnum, og tá teir eru farnir,
koma Janjaweed-harkaliðini á
kamelbaki. Bygdafólkini flýggja,
og bygdirnar verða brendar í
grund. Tað, sum hevur nakað
virði, verður rænt. Manna-
gongdin er tann sama sum í
Bosnia. Har leyp tann jugo-
slaviski stjórnarherurin fyrst á
bygdirnar, og síðani sluppu
vápnaðir bólkar inn í bygdirnar
at reka fólkið burtur. Tey, sum
gjørdu mótstøðu, vórðu skotin.
Her eru orð ikki nóg mikið
Meðan ágangurin og
drápini í sudanska
landspartinum
Darfur halda fram,
klandrast USA og
Kina um, hvat
altjóða samfelagið
eigur at gera, ella
hvat tað ikki eigur at
gera. Talan verður
neyvan um at senda
hermenn hagar at
steðga óskilinum, og
semja er heldur ikki
um at fremja tiltøk
ímóti stýrinum í
Khartoum. Í meðan
doyggja fólk í
hundraðtali hvønn
einasta dag
Fólk doyggja í
hundraðtali, meðan
stórveldini ikki kunnu
semjast um, hvussu
hjálpast skal
Myndir Reuter
C
M
Y
K
21
20