leygardagur 18. september 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 178 - 18. september 2004
Nr. 178 - 18. september 2004
23
teirra millum Wittgenstein og
Schnitzler, Klimt og Hundert-
wasser. Hvat úrvali og støði
viðvíkir minnir staðurin meira
um París enn um Keypmanna-
havn, ein sannroynd, ið sjálvsagt
kann førast aftur til, at hann fyri
øld síðani var høvuðsstaður í
einum ríki við o.u. 54 milliónum
av íbúgvum. Sorgin um missin,
tað traumatiska bakkastið frá
bardaganum 1914-18, tykist
seyra úr galvum og breytum, og
navnið á Gavrilo Princip,
manninum sum festi í neistan,
anir ófrættakent undir hugans
væðing.
Í mínum huga er tað tó ein
annar maður, sum í heilum ger
vart við seg. Í miðjum desember
1947 flýddi rumenski yrkjarin
Paul Celan úr heimlandi sínum
til Wien, tí undir tí trongu,
veingjaskerdu lonini í kommun-
istiskum londum var ikki pláss
fyri hansara surrealismu. Hans-
ara steðgur sæst speglaður aftur í
krimiskaldsøguni Internationale
Zone eftir Reinhard Federmann
og Milo Dor, frá 1953.
Tað eydnast mær at finna aðra
av hansara adressum, Rathaus-
straße 20, beint við lærda
háskúlan í Wien. Og her stendur
ein so og hugsar um henda
gávaða orðsnillingin, hvørs
merkisverdi musikalitetur ikki
vildi sleppa honum, hóast hann
megnaði at skapa eitt nýtt mál og
gera lopið frá vøkrum skaldskapi
til "gráan poesi", og hvørs lýriski
heimur fatar um sár, utopi og
negativa gudfrøði, eina ákallan á
eitt "tú", sum bæði er Eingin og
eingin:
O einer, o keiner, o niemand,
o du:
Wohin gings, da´s nirgendhin
ging?
O du gräbst und ich grab, und
ich grab mich dir zu,
und am Finger erwacht uns der
Ring.
Tann jødiski-rumenski yrkjarin,
sum misti síni foreldur í kz-
legum undir 2. heimsbardaga, og
sum druknaði seg í ánni Seine í
1970, særdur kanska av hug-
tyngslu um at hava livað Die
Endlösung av, men ivaleyst líka
so nógv av órættvísum plagiat-
skuldsetingum, er í dag tað
gitnasta navnið í týskum
skaldskapi, eitt navn, ið ikki
stendur aftan fyri nøvn sum
Rilke, Kafka og Mann. Kann
hetta, umframt at spegla aftur
dýpdina og flogið í hansara
yrkingum, samstundis takast sum
tekin um, at týsk mentan hevur
livað Saurons øld av, og at ein tíð
er komin, tá sangir aftur kunnu
syngjast hesumegin manna-
ættina?
Aftur komi eg at hugsa um
Emmanuel Todd, sum seinast í
síni analýsu sær fyri sær eitt
"emansiperað" Europa, ein
heimspart, sum ristir av sær sína
undirbrotligu "sjálvkoloniali-
sering" og ásannar, at hansara
mentan er fjølbroyttari, ríkari og
eldri enn tann amerikanska, og at
hann, hvat sosialari umsorgan og
sonnum fólkaræði - møguleikum
hjá høgum sum lágum at fóta
sær ella koma sær fram -
viðvíkir, er komin mílir longur
enn USA.
Eg komi at hugsa um bókina
More Equal Than Others eftir
enska blaðmannin Godfrey
Hodgson, har ført verður fram, at
árini 1981 til 1993 fall reallønin
hjá amerikonskum løntakarum
við 5 prosentum, samstundis
sum lønin hjá teimum 5 prosent-
unum á ovastu rók hækkaði við
30 prosentum. Kanska kundi eitt
endurreist Europa blivið eitt
fyridømi, eisini fyri meginríkið
handan havið, sum av tí kundi
lært um umhvørvisvernd og
fólkaræði og etikk, eins og tann
framkomna norðureuropeiska
sosiala skipanin kundi hjálpt
USA at blakað av sær arvin frá
Reagan og Bush, ta ónýtiligu
nýliberalu triumfalismuna, og
leitað uppaftur sína egnu fortíð:
landið við møguleikum fyri øll,
sum Tocqueville lýsti í 1830-
unum.
Nú tað snýr seg um lond og
um umdømi teirra, rennur mær í
huga, at Eysturríki ofta sæst fáa
ringt skoðsmál, eitt nú í seinasta
nummari av blaðnum Die Zeit,
har tað verður umrøtt sum smá-
borgarligt, uppgjørt og
samstundis eyðkent av afturhaldi
og býttisligari nostalgi. Nakað
kann vera um hetta. Hinvegin
hevur landið megnað at varðveita
ein stóran part av síni uppruna-
ligu skógarvídd, og einum rennur
í huga, at tess stjórn, við kansl-
arum sum Bruno Kreisky á odda,
eftir 2. heimsbardaga hevur
framt tiltøk til fyrimunar fyri tær
lægru stættirnar.
Sjón gongur fyri søgn, tá vit
eitt kvøldið koma á plássið
framman fyri Neues Rathaus.
Her ber til at sessast í summar-
lýkkuni framman fyri einum
risastórum skermi, har ein kann
síggja og hoyra tónaverk fram-
førd av mætum musikarum og
dirigentum, verk eftir Mozart,
Wagner og Verdi - alt fyri einki -
og í einum festligum umhvørvi
við alskyns vín- øl- og ábits-
búðum, tysjandi mannamúgvum,
látri, práti, teskan og fríggjan. Vit
taka við tí, sum vikan hevur at
bjóða, og tað eydnast okkum at
síggja og hoyra m.a. La clemenza
di Tito eftir Mozart og Nabucco
eftir Verdi. Eftir slík kvøld
spákar ein heim í skýmingini við
veingjaðari sál.
Tann 9. august sessast vit aftur
í okkara silvurgráa Peugeot 307,
sum - nú ómóður, til dystin fús,
næstan algoystur - ber okkum
norðureftir aftur við kós móti
Berlin. Her kann til seinast verða
nevnt, at vit í Wien hava tikið lut
í teirri 25. ráðstevnuni hjá IASS
(International Association for
Scandinavian Studies). Men
umrøða av hesi ógvuliga áhuga-
verdu stevnu fellur uttan fyri mín
setning á hesum sinni.
Dagin fyri fráferðina siti eg í
sólini á Café Central, og aftur
rennur Christian Haraldsen fram
fyri, við veikari glæmu um
andlitið, og, spyrji eg meg
sjálvan, hvat hevði hann svarað,
um eg spurdi hann: Hvat er
hjartað, sjálvur essensurin, í
málinum hjá Walther von der
Vogelweide, Rilke og Thomas
Mann? Eg veit ikki, hvat hann
hevði svarað, og eg fái tað
ongantíð at vita. Janus skald
megnaði heldur ikki at svara upp
á spurningin, og kortini skrivaði
hann, tá hann læt sína síðstu
týðing, eftir Jakob Böhme, koma
upp á prent, at tað var til minnis
um "eina tíð, tá ið týskt tóktist
eitt vakurt mál". Janus var
mangan merkiliga beinrakin, og
kanska peikaði hann við hesum
fáu orðum fram ímóti einum
endurburði fyri týskt mál og
týska mentan, tí endurburði, sum
Brandt, von Stauffenberg og Paul
Celan umboða.
Sjálvur havi eg ta kenslu, at
týskt, eins og (fyri ein part ið
hvussu er) føroyskt, goymir í
sær, við sínum konsonantiska
súsi og sínum ríkidømi av
eiggiligum tvíljóðum, eina
gátuføra atavismu, sum tíð og
mentan hava ríkað og skúlað,
eina andaborna kjølfestu, eg ikki
vildi verið fyriuttan, eina lækju
aftur í ævintýr og søgn, minnið
um djúpan skóg og ævinliga
heiði.
DUPULTKRONIKK
eftir Hanus Kamban
Men nóg mikið fyri fyrst um
Týskland, Europa og USA, eg
leggi Todd og aðrar frøðingar til
viks, tí vit mugu víðari. Eftir
eina stutta vitjan á borgini
Wartburg, tætt við Eisenach, har
Luther veturin 1521-22 sat og
umsetti Nýggja Testamenti til
týskt (tað var á hesum sinni
hann, um eg ikki minnist skeivt,
grýtti eitt blekkglas eftir hinum
grábeinta), við teirra avleiðing,
at átrúnin í Norðureuropa varð
endurskaptur í paulinskum líki -
so at náðin, ikki gerðin, eftir
hetta veitti frelsu - aka vit víðari,
fyrst við kós móti Gera, og
síðani eftir motorvegnum suður
ímóti Regensburg.
Móti kvøldi koma vit til
bygdina Schwandorf, har tað
eydnast okkum at fáa innivist,
bíliga og í eini rúmligari og ljós-
ari stovu, í tí niðurlagda bónda-
garðinum Egidienhof, og morg-
unin eftir koyra vit tann stutta
teinin til Regensburg.
Ein dámur av mentan, lættleika
og suðurlendskum ljósi hvílir
yvir hesum gamla, rómverska
býi. Okkara steðgur er ikki
langur, men tað lukkast okkum
at síggja dómkirkjuna Dom St.
Peter, sum í stórbærum vakur-
leika minnir um hana í Canter-
bury, ein ferðaleiðari, sum er
kønur í byggilist og gudfrøði,
vísir okkum runt, hann peikar á
púkar og enntá á sjálva ommu
hin grábeinta, sum miðaldar
byggimeistarar hava avmyndað,
kleimda niðri undir eini tjúkkari
súlu, her er tað heldur gerðin enn
náðin, ið verður brúkt til at binda
Mótmannin Mikla niður.
Seinni ganga vit oman at áar-
bakkanum, har kemur Donau
brúsandi undan teirri undurvøkru
Steinerne Brücke (sum varð
bygd árini 1135-46), ikki blá her,
men brún, einum rennur í huga
Claudio Magris og hansara
essayskaldsøga Donau, og ein
brellast eftir onkuntíð at fara
tann langa súkklutúrin oman við
ánni, frá hennara keldu í
Schwarzwald til ósan við Svarta-
havið, ella kanska, sum júka-
garpar á sinni, við skipi, um ikki
í líka mótræsnum sjógvi sum
teir:
Vaksa tók tá veður,
byrur lá av londum,
sundur gingu jarnárar
báðar í Høgna hondum.
Sum fyri ikki at kasta aftur mat-
kynstrið á staðnum keypa vit ein
rothenburgara (sum pylsan her á
staðnum eitur), og Sauerkraut
afturvið, og meðan vit fáa okk-
um, uttan fyri ta aldargomlu
Wurstküche, sum í 12. øld
mettaði teir arbeiðsmenn, sum
bygdu grótbrúnna, kemur
lítillátin maður, sjúkur, men tó
lýsandi av anda og av sjónum,
sum tykjast glógva undan
høgum, dýrdmiklum
kirkjuhválvi, og biður góðan
dag.
Mær rennur í huga, at stutt
hiðani endaði Johannes Kepler,
um tað mundi í tænastu sum
støddfrøðingur hjá Wallenstein
greiva, sínar dagar í november í
árinum 1630. Kepler, flogvit og
ein tann fyrsti empirikarin í
vísindum, orðaði tær tríggjar
keplersku lógirnar, um gongu-
stjørnurnar, sniðið og ferðina á
teirra rásum, skrivaði Somnium,
ein tann fyrsta vísindaskald-
skapartekstin, eins og hann sum
tann fyrsti vísti á ta alisfrøðiligu
megi í alheiminum, sum Newton
seinni rópti gravitatión. Ikki
minni merkisvert er, at hann
megnaði at bjarga móður síni, ið
var løgd undir at vera ganda-
kelling, undan deyðanum. Hesin
lýsandi andi orðaði sjálvur sína
gravskrift, ið ljóðar soleiðis:
MENSUS ERAM COELOS
NUNC TERRAE METIOR
UMBRAS
MENS COELESTIS ERAT
CORPORIS UMBRA JACET
(Himmalin máldi eg, nú máli eg
jarðar skuggar / andin reis móti
himli, likamsins skuggi søkkur)
Dagin eftir koyra vit úr Regens-
burg, í ein landsynning eystur
móti Passau, her er áhaldandi
undanbrekka, sum vit koyra
umskarast Donau og motor-
vegurin fleiri ferðir, so vit fáa
høvi til at aka yvir um brúgvar
við bergtakandi útsýni, langt
burturi síggjast skýggj reka yvir
tindum og skógum, eg havi eina
kenslu av at hava verið her fyrr,
og tað er mær brádliga greitt, at
tað er í Ringanna Harra eg havi
sæð hetta landslagið, á hesum
leiðum búleikaðu, hugsi eg,
Artala kongur og Júkagarpar,
undir okkum streymar áin
Anduin, og á fløtunum uttast í
sjónarringinum kundi ein, um
eyguni vóru góð, kanska hómað
Aragorn og Róhans reiðmenn.
Vit steðga stutt í Passau, strúka
so víðari eystur móti Linz, koyra
gjøgnum býin og finna eitt gist-
ingarhús nakað uppi í fjøllunum
í bygdini Gallneukirchen, hjá
einum Harra Wolfsjäger, hvørs
kona er donsk og framúr blíð og
fyrikomandi.
Dagin eftir halda vit leiðina
móti Wien, her hækkar lendið, so
vit kunnu eygleiða Donau, sum
streymar niðri í dalinum eitt
sindur norðan fyri okkum. Vit
koyra fram við Amstetten og
síggja nakað seinni tað stóra,
prýðiliga kleystrið Melk, upp-
runaliga úr miðøld, men um-
vaksið og endurbygt í 18. øld í
barokkstíli, kent úr skaldsøguni
Rósunnar navn eftir Umberto
Eco. Her varð fyri o.u. einum ári
síðani eitt handrit funnið, sum
summir granskarar halda vera
tað elsta handritið, við brotum í
úr Nibelungenlied.
Vit fáa seinni høvi til at vitja
tað stórfingna kleystrið og síggja
handritið, og annars sigla einar
tveir tímar eftir Donau, til
bygdina Dürnstein, har vit nakað
uppi í fjøllunum síggja toftirnar
av teirri borg, har tann (stak
ódugnaligi) enski kongurin
Rikardur Leyvuhjarta, á heim-
ferð frá teirri triðju krossferðini,
sat fangi eitt skifti árini 1192-93.
Tá ið vit nærkast Wien, er
farið at kvølda, vit koyra strekki
eftir strekki, her tykist alt ovur-
stórt og villingarsamt, men tað
lukkast okkum at finna Ringin,
nakað seinni koma vit til Hotel
Post í Fleischmarkt, har vit skulu
gista.
Wien er, sagt við fáum orðum,
eitt yvirflóðarhorn av slottum,
listaskálum, konserthøllum,
kaffistovum og bókhandlum.
Sum vera man gongur leiðin, tá
vit morgunin eftir, ein
sunnumorgun, fara at skimast í
býnum, fyrst til Stephansdom, ta
gomlu gotisku dómkirkjuna.
Seinni sama dag reika vit eystur
um Donau, til Prater, har ein í tí
ovurstóra parisarahjólinum,
haðani slott og kirkjuspír skyggja
undir einum í sólini, minnist
Harry Lime, úr skaldsøguni Tí
triðja Manninum eftir Graham
Greene og filminum við sama
heiti eftir Orson Welles, og hans-
ara í so banalu yvirmenniskja-
heimspeki, ið sjálvsagt stavar frá
Nietzsche og Raskolnikov eftir
Dostojevskij.
Í Wien sæst annars farvegur
eftir eina ørgrynni av skaldum,
vísindamonnum og listafólkum,
Fer Europa at reisa seg?
Hugleiðingar um tað nýggja Europa, um
týskt mál og týskar bókmentir og um
meginlandsins leiklut yvir av heiminum og
USA
Stephansdom í lýsingini, sædd úr erva
Wartburg, har Luther veturin 1521–22 umsetti Nýggja Testamenti til týskt
Johannes Kepler (1571–1630) var slóðbrótari í
empiriskum vísindum
Í benadiktinarakleystrinum í Melk er funnið kanska tað elsta handritið við
reglum úr Nibelungenlied
C
M
Y
K
23
22