Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 178 - 18. september 2004 Nr. 178 - 18. september 2004 25 LØGTINGS- FORMAÐURIN 60 Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hann situr í dag við landsins hægstu tign. Tað er eingin løg- tingslimur, sum megnar at standa Edmundi Joensen kurl, hvat politiskum royndum við- víkur. Á sínum flotta CV stendur fyrrverandi floksformaður, løg- tingsmaður, fólkatingsmaður, løgmaður og nú løgtingsfor- maður. Hóast tað serliga er á politiska leikpallinum, sum føroyingar hava sett Edmund Joensen í samband seinastu árini, slerdi hávaksni oyramaðurin fyrst sítt navn fast sum vinnulívsmaður. Hann var ein av undangongu- monnunum innan alivinnuna og mong mugu seta løgtingsfor- mannin í samband við rækju- virkið á Oyri, har hann var stjóri í fleiri ár. Tá ið tú prátar við Edmund Joensen um hansara avrik á politiska pallinum og í vinnu- lívinum, fær hann ikki luft undir veingirnar. Hann er lítillátin, næstan umberandi og hevur lítlan hug at breggja sær av nøkrum sum helst. Hann er bara Edmund, sum Edmund eigur at vera. Í morgin rundar fryntligi løgtingsformaður okkara tey 60 árini. Treiskur Edmund Joensen hevur altíð borið orð fyri at verða ein óvan- liga treiskur maður. Óli Breck- mann skal einaferð hava sagt um treisknið hjá honum, at Edmund er sum at leiða eina kúgv í trappu. Høvuðspersónurin sjálv- ur heldur, at politisku mótstøðu- menninir gera ov nógv av, tá teir umrøða treisknið hjá sær. – Í politikki eru mótstøðu- menninir skjótir at finna okkurt. Eg haldi hatta er yvirmett. Eg eri treiskur á tann hátt, at eg haldi fast um at finna loysnir sum geva eitt úrslit. Tað liggur ikki í mær at gera loysnir sum tapa, greiðir Edmund Joensen frá. Sambært løgtingsformannin- um stavar treisknið hjá sær frá uppvøkstrinum á Oyri. – Eg eri uppvaksin millum oyramenn, sum vóru ordiligir menn. Har var ein maður ein maður, eitt orð eitt orð og ein avtala ein avtala. Tað ráddi um at vísa samfelagssinni, og alt sum skuldi gerast, skuldi gerast ordi- ligt. Tað hevur ongantíð ligið til bygdir at fólk livdu í sjálvdrátti, men tað ráddi hinvegin um at vísa samfelagssinni fyri at fáa tað besta burturúr. Eg vil kortini siga, at tað er ikki ringasta imageið at hava í politikki, at ein er treiskur, vísir løgtingsfor- maðurin skemtandi á. Bridge og urtagarður Hóast føðingardagsbarnið megin partin av lívi sínum hevur lagt stóra orku í bæði politikk og vinnulív, hevur Edmund kortini havt stundir til nøkur frítíðarítriv. Løgtingsformaðurin hevur altíð verið ein íðin bridgespælari. Hann byrjaði at spæla bridge sum ungur, og síðan í sjeytiárun- um hevur hann verið partur av bridgefelagnum á Eiði og seinni í Gøtu. Spurdur, hvat hugtekur hann við bridgespælinum, svarar Edmund Joensen, at spælið er heilavenjing, sum tað forslær, sum hann málber seg. – Bridge er eitt spæl, ið full- komiliga er upp til tín sjálvan, har tað ræður um at brúka og útnytta eitt ávíst system. Bridge er tað einasta spæl, sum eg kenni, har tú við nyttu kann vinna við at minnast øll 52 kortini. Seinastu árini er hugurin til bridge fánaður nakað, og Edmund hevur lagt størri orku í stákast í urtagarðinum saman við konuni Edfríð. Tey planta bæði trø og velta í garðinum, og hetta ítrív dámar hjúnunum ómetaliga væl. Oyramaðurin hevur eisini altíð dámt væl at vera úti í náttúruni. Nógvir tímar eru farnir við at fiska og skjóta fugl. – Eg havi altíð verið bitin av at fiska, og tá ein løta er fari eg út. Mær dámar væl friðin og kappingarelementið við at fiska. Eg havi eisini nýtt nógva tíð til at skjóta harur og fugl, men seinnu árini havi eg gjørt minni av tí, greiðir føðingardagsbarnið frá. Gott lag Edmund Joensen hevur altíð fingið skoðsmálið at vera ein ómetaliga dámligur og fryntligur maður, sum altíð er blíður og týður. Tá eg spyrji hann, hvat fær hann í gott lag, er svarið av slíkum slagi, at tað kann valla koma óvart á nakran, at hann altið er fryntligur at práta við. –Sjálvt um eg kanska ikki síggi soleiðis út, so havi eg altíð havt eitt lætt lyndi. Hetta stavar helst frá mammu míni. Eg havi ongantíð morgungron, hóast eg gott kann vera álvarsamur. Tað liggur snøgt sagt ikki til mín at verða í ringum lag. Hóast tað gongur ímóti, havi eg vant meg til at síggja trupuleikarnar sum eina uppgávu, sum skulu loysast, og uttan mun, hvussu stórar trupulleikarnar eru, so kunnu teir altíð loysast. Ert tú ongantíð í ringum lag? Jú kanska, tá politikarar og fjølmiðlar eru óseriøsir. Sum løgmaður vart ofta í orðadrátti við fjølmiðlarnar? Ja tað var kanska ikki so løgið, tá tað seinni vísti seg, at fjøl- miðlamenninir (Sjúrður Skaale og Høgni Hoydal, blðm) gjørdust politikarar, svarar Edmund flennandi. Lítillátin Í politisku søgu Føroya eru bert tveir menn, sum kunnu breggja sær av at hava verið floksfor- maður, løgtingslimur, fólkatings- limur, løgmaður og løgtingsfor- maður. Ein teirra er Hákun Djur- huus, og hin er føðingardags- barnið av Oyri. Kortini merkist hetta als ikki á manninum. Tá eg spyrji hann, hvør uppskriftin er fyri, at hann er komin so langt í politikki gerst Edmund lítillátin og roynir at snúgva sær undan. – Nú haldi eg, at tú spyrt skeivan mann. Tað er ringt at siga, men kanska ein blandingur av mínum verimáta og genum. Eg havi bæði løgmenn í móður- og faðirættina, men eg veit ikki genini hava havt nakran týdning. Tað hevur kanska eisini verið tann mátin eg eri upp á og tey úrslit, eg havi havt í vinnulívin- um, svarar Edmund Joensen Hevur tú altíð verið lítillátin? Summi halda meg verða lítil- látnan, og tað er ivaleyst rætt. Soleiðis vóru forfedrarnir hjá mær, og hetta stavar helst frá mínum uppvøkstri, har tú ikki brúkti albogarnar. Hinvegin varð sagt, at tann sum livdi friðarliga livdi eisini væl. svarar føðingar- dagsbarnið. Framtíðin Í morgin rundar løgtingsformað- urin 60 ár og hann hevur fram- vegis góða heilsu. Edmund sigur seg stórtrívast sum løgtingsfor- maður, og hann vónar, at hann framhaldandi kann geva løgting- inum nakað. Hann hevur ikki tikið støðu um hann fer at stilla upp til kom- andi løgtingsval, men á málinum skilst, at løgtingsformaðurin er áhugaður av at halda fram í politikki nøkur ár afturat. – Í øðrum londum halda politikarar leingi á, og tað átti at verið ein fyrimunur hjá Sam- bandsflokkinum at havt ein mann við mínum royndum, men satt at siga veit eg ikki, hvat kemur at henda, sigur hann. Edmund er Edmund Oyramaður á politiska tindinum –Eg eri uppvaksin millum oyramenn, sum vóru ordiligir menn. Har var ein maður ein maður, eitt orð eitt orð og ein avtala ein avtala. Tað ráddi um at vísa samfelagssinni, og alt sum skuldi gerast, skuldi gerast ordiligt, sigur Edmund Joensen, sum fyllir 60 ár í morgin –Eg havi ongantíð morgungron, hóast eg gott kann vera álvarsamur. Tað liggur snøgt sagt ikki til mín at verða í ringum lag. Hóast tað gongur ímóti, havi eg vant meg til at síggja trupuleikarnar sum eina uppgávu, sum skulu loysast, og uttan mun, hvussu stórar trupulleikarnar eru, so kunnu teir altíð loysast Mynd: Jens Kristian Vang Navn: Edmund Esbern Johs. Joensen Føddur: 19. september 1944 á Oyri Kona: Edfríð Joensen Størv: Frá 1959 sjómaður og í handilsvinnu, reiðaravirksemi og framleiðsluvirksemi hjá O. C. Joensen. Frá 1969 við í alivirksemi og við til at stovna Fiskaaling í 1970. Nevndarlimur í Fiskaaling í 1973-94. Fóðurmeistari í Fiskaaling 1978.Virkisleiðari á alistøðini á Oyrabakka frá 1980. Stjóri á P/f O. C. Joensen, Oyri til 1994. Løgmaður sept. 1994 - mai 1998 Fólkatingsmaður 1994 - 1998. (Hevði varamann, meðan hann var løgmaður). Løgtingsmaður 1988-2002. (Hevði varamann, meðan hann var løgmaður). Løgtingsformaður 2002- Heiðurstekin: Riddari av Dannebrog juni 1995. Riddari av Dannebrog 1. grad januar 1997. FAKTA Heine Fernandez • 38 áR • venjari Lýs teg sjálvan við trimum orðum: åbenmundet, fræk, seriøs Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Prøv lige og hør her.. Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Øjnene! Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? Jeg bruger alt for lang tid... 1 time måske.. Hvat stressar teg? Dårligt fodboldspil Hvat gleðir teg? Når jeg får gode resultater Nær feldi tú seinast eitt tár? Det var tæt på i går (mánadagin, blðkv). Når jeg sad for mig selv, og fandt ud af, at nu havde vi faktisk vundet. Når det ligesom gik op for én. Da var det tæt på, at der kom en tåre. Nær smakkaði tú tær seinast á? Det var også i går (mánadagin, blðkv) Um tú vart landsstýris- fólk, hvat málsøkið vildi tú so umsitið? Hví? Det skulle være noget inden for sportens verden.. Er der noget der hedder sport- ministeriet, haha.. Nej, jeg ville ikke være minister på noget område! Hvat er besta upp- finning? Hví? Det må være com- puteren og inter- nettet! Lesur tú horoskop og trýrt tú tí? Jeg læser det nogle gange. NEJ, jeg tror ikke på det! Hvat kostar eitt fransktbreyð við birkies hjá bakaranum? Et franskbrød med birkies? Ved ik’.. Det må jo koste cirka 15 kr – Næstan rætt, tað kostar 15,50 Hvussu eitur russiski býurin, har nógv fólk vórðu dripin herfyri? Hvad var det nu, den hed... Det var noget med B.. Bella, Be... Nej, jeg kan ikke huske.. – Á rættari kós.. Býurin eitur nevniliga Beslan Títt besta praktiska ráð... Spis eller bliv spist! Hvør skal næstu ferð setast í bláa stólin? Skal vera í øðrum yrki.. Ham der fra 3-2. Ikke den unge. Ham, den gamle.. Kan ikke lige huske hvad han hedder. Tórður Mikkelsen? Ja, ham! Blái stólurin er ein gamal táttur í Sosialinum, sum nú verður uppaftur tikin. Hesuferð verður hann tó nakað lættari enn hann plagdi at vera. 15 skjóttsvaraðir spurningar verða settir viðkomandi í bláa stólinum, sum skal enda við at siga, hvør skal sita í stólinum næstuferð. Blái stólurin verður ar síggja í hvørjum vikuskiftisblaði framyvir. C M Y K 25 24