Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. september 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 178 - 18. september 2004 Nr. 178 - 18. september 2004 27 heitti á allan heimin at fremja sanktiónir móti Suðurafrika, so leingi svarta fólkið eingi rættindi hevði. Hann heitti á vesturheimin at kvetta alt handilssamstarv við sítt heimland, og serfrøðingar meta, at hetta var ein orsøk til, at apartheid stýrið endiliga mátti geva eftir fyri trýstinum uttanífrá fyrst í nítiárunum. Eftir 1994, tá Nelson Mandela var vorðin forseti, væntaðu fleiri, at nú skuldu allir brotsmenn revsast, men sum áður sagt valdu Tutu, Mandela og aðrir at veita fyrigeving og amnesti. Fleiri atfinnnarar spurdu fyri tíggju árum síðani: Hvat við rættvísi? Hvussu skal eitt fólk leggja eina so myrka fortíð aftur um seg, uttan at brotsmenninir fáa uppiborna dómin? Henda spurn- ing tók Tutu eisini upp í Keyp- mannahavn. – Grøðing er betri enn rættvísi. Mangan verður rættvísi prakti- serað, uttan at avleiðingarnar eru grøðandi og mennandi. Tí proklamera vit í dag rættvísi í eini øðrvísi útgávu, nevniliga grøðandi og uppbyggjandi rættvísi, sum ikki snýr seg um revsing og dóm, teskaði Des- mond Tutu í einum pinnastillum sali, áðrenn hann við harðari rødd siteraði indisku frælsis- hetjuna Mahatma Ghandi. – Meginreglan um "eyga fyri eyga" blindar heimin. Mong siga "einaferð drápsmaður - altíð drápsmaður". Men hetta er ikki satt. Øll menniskju hava evnini at gera framstig og betrast. Øll menniskju hava nakað gott í sær, hóast tað ikki altíð kemur til sjóndar, og tí skulu vit altíð vera til reiðar at fyrigeva, segði Desmond Tutu. Sambært honum er orðið "orsakað" eitt tað torførasta og tyngsta at bera fram hjá okkum menniskjum, og tað vísir seg mangan at vera hart fyri eitt menniskja at eyðmýkja seg og biðja um fyrigeving. Men tá tað hendir, er talan sambært Tutu um eina umbroytandi megi, sum broytir mannalív. Hevndin í Miðeystri Við hesum vísti 72 ára gamli erkabiskuppurin á eitt treytaleyst tolsemi mótvegis medmenniskj- um sínum, og júst hetta lyndið eyðkennir fleiri frælsishetjur í heimssøguni, sum hava verið umgyrd av líðing og neyð. Mahatma Ghandi, Dalai Lama og Móður Theresa eru dømi um hetta. – Mín høvuðsuppgáva hevur verið at venda sorg til gleði. Tá vit sótu inni í rættarhølunum í Suðurafrika, og drápsmenn viðurkendu síni misbrot, var tað fantastiskt at uppliva, hvussu hesi menniskju vórðu fyrigivin av avvarðandi. Hvørjaferð eg havi verið vitni til fyrigeving, havi eg upplivað ein nærverandi heilagleika, og í mínum arbeiði í Sannleika- og sáttarnevndini upplivdi eg mangar slíkar heilagar løtur, segði ein smílandi Tutu. Hann segði áhoyrarunum eina søgu um nakrar hvítar løgreglu- menn, sum miðskeiðis í níti- árunum stigu fram og játtaðu, at teir høvdu staðið fyri einum gitnum hópdrápi av ungum svørtum monnum. Stemningurin í salinum var á markinum til rok og kaos, men tá hvíti løgreglu- ovastin vendi sær til tey avvarð- andi og fjøldina og bønaði um fyrigeving, hendi nakað, sum hevur brent seg fast í minninum hjá Tutu. – Fjøldin – øll hesi offrini – reistist og klappaði fyri hesum drápsmonnum, sum hóast sínar misgerðir játtaðu og høvdu brúk fyri endurreisn. Ein fantastisk hending, sum ber boð um, hvat menniskjan er før fyri at avrika, segði ein rørdur røðari. Tutu legði dent á, at fyrigeving í øll- um lívsins viðurskiftum er ein fortreyt fyri endurreisn og fram- gongd, og hugleiddi hann um terapeutisku megina í fyrigeving- ini. Men alt var ikki bara ljósareytt og idylliskt undir fyrilestrinum hjá suðurafrikonsku hetjuni. Tutu hugleiddi við sorg um støðuna í Miðeystri, sum sambært honum er fangað í eini óndari ringrás orsakað av berum hevndarhugi. Tutu segði, at eingin loysn ella broyting kann koma, um ein hugburðsbroyting ikki fyrst fer fram, har áðurnevndu virði um fyrigeving og næstrakærleika verða tikin í álvara. – Eisini í Russlandi síggja vit í dag sorgarleikir, men minnist til, at sjálvt tann størsti drápsmað- urin er barn Guds, og hann hevur eisini evnini at betrast og fram- elska tað góða. Tað einasta, sum kann sigra á hatri og hevnd, er kærleiki og fyrigeving, segði Tutu álvarsamur, áðrenn hann helt fram. – Tað er líkamikið, um tú ert kristin, religiøsur, vantrúgvin ella gudsavnoktari. Øll eru vit børn Guds, og øll hava vit sama virði í eygum Guds. Ubuntu Í hesum sambandi nevndi erka- biskuppurin afrikanska orðið "ubuntu", sum ikki kann umset- ast beinleiðis til enskt ella føroyskt. – Hetta frálíka orðið finst ikki á enskum, hóast tað skuldi verið í hvørjum tungumáli í heiminum. Ubuntu er meginreglan í míni lívsáskoðan. Ubuntu merkir, at eg eri bert eitt menniskja gjøg- num onnur menniskju. At eg ongantíð kann gerast fullfíggj- aður uttan míni medmenniskju, og at eg havi brúk fyri mínum medmenniskjum í øllum lívsins viðurskiftum. Ubuntu! Ubuntu! Ubuntu! rópti Tutu í stóra veitslusalinum, og tað var torført ikki at gerast rørdur av atmosferuni. Eftir tiltakið var høvið at heilsa uppá mannin. Desmond Tutu hevur í fleiri ár stríðst við krabbamein, og maðurin er sjónliga afturfarin. Tá hann hevði signerað bøkur og heilsað uppá fólk í stríðum streymi eftir tiltakið, hoyrdi undirritaði hann spyrja fyrireikararnar, hvussu leingi hann skuldi sita, tí hann trongdi til hvíld. Tutu varð tó sitandi, inntil øll røðin hevði heilsað uppá hetta søguliga stórmenni. 72 ára gamli Desmond Mpilo Tutu upplivir lívsins kvøld, og væntandi er ikki nógv eftir. Men orsakað av tí lívi, hann hevur livað, fer Tutu at liva víðari. Arbeiðið, hugsjónir og avrik hansara hava verið við at skapa og mynda heimssøguna, og umboðar maðurin ódeyðiliga boðskapin um at stríðast fyri tí góða, sum mangan hevur trong kor í einum heimi fullum av líðing og neyð. FYRILESTUR Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com Keypmannahavn: Lógvabrest- irnir runga, og stóra fjøldin í fulla salinum reisist, tá ein lítil, gamal, svartur og skirvisligur maður kemur inn í Festsalen í bygninginum hjá Københavns Universitet við Vor Frue Plads. Kameramenn frá TV2 og DR flokkast um mannin saman við myndamonnum frá donsku bløðunum. Høvuðs-persónurin sjálvur hevur lyndi til at hvørva sum eitt deytt kríatúr umgyrt av rovdjórum. Tað er fríggjadagur 10. sep- tember, og móttakarin av friðar- heiðursløn Nobels frá 1984, suðurafrikanski erkabiskuppurin Desmond Tutu, er á vitjan. Í ár eru júst tíggju ár liðin, síðani Suðurafrika fekk fólkaræði á fyrsta sinni, og í hesum sam- bandi tók 72 ára gamli heims- kendi erkabiskuppurin av inn- bjóðing frá Københavns Universitet, hóast hann stríðist við krabbamein og ferðir hansara kring heimin eru farnar at fækkast. Takkaði Norðurlondum Eftir stutta introduktión fekk lítli maðurin við stóra hjartanum orðið, og leitaðu hugsanir hans- ara fyrst aftur til døpru tíðina í Suðurafrika, tá undirkúgandi og rasistiska apartheid stjórnin í umleið 40 ár hevði valdið í Suðurafrika. Í áratíggjur varð svarta fólkið offur fyri harð- skapssinnaðum ræðuleikum og yvirgangi uttan valrætt ella onnur fólkaræðislig rættindi. – Um tit altíð hava verið fræls, vita tit ikki, hvussu tað kennist at vera frælsur, segði Tutu við síni sereyðkendu, høgu rødd, meðan hann við einum smíli skoðaði fjøldina á kongaliga bókasavn- inum, áðrenn hann helt fram. – Eg upplivi dýrabara frælsið hvønn dag, og eg vil í dag takka tykkum fyri, at eisini tit í Norð- urlondum hjálptu okkum undir myrku og vónleysu umstøðunum í Suðurafrika. Tit vórðu millum tey, sum leiddu Nelson Mandela út úr fongslinum á Robben Island á sinni, segði Desmond Tutu, og lógvabrestirnir fyltu aftur salin. Eftir drúgt stríð og nógv blóð eydnaðist tað stóra meirilutanum av svørtu íbúgvunum í Suður- afrika fyrst í nítiárunum at vinna frælsi, og í hesi yvirgongd frá apartheid til fólkaræði gekk Desmond Tutu á odda saman við táverandi nýggja forsetanum Nelson Mandela. Við støði í einum anti-harðskapssinnaðum framferðarhátti stóð Tutu á odda fyri kendu Truth and Reconci- lition Comission (Sannleika- og sáttarnevndin), sum veitti øllum drápsmonnum og brotsmonnum undir apartheid fyrigeving, amnesti og náði, um hesir vóru villigir at bera fram sannleikan um ræðuligu misbrotini frá fortíðini. – Frá øllum heraðshornum varð sagt, at tað ongantíð fór at eydnast okkum við fyrigeving at fyribyrgja borgarakríggi og seta hol á eitt nýtt tíðarskeið í Suður- afrika. Atfinningar fuku um oyruni á okkum, men vit hildu fast um trúnna á tað góða í menniskjanum, og at enda sigr- aði tað góða eisini, segði ein sigursælur og sjónliga glaður Desmond Tutu. Grøðandi rættvísi Desmond Tutu er ein vari í suðurafrikanskari søgu. Hann hevur flutt mørk og havt áræði at seta seg ímóti kúgandi myndug- leikunum. Í 1972 varð hann fyrsti svarti presturin, sum helt eina gudstænastu í einum sokall- aðum hvítum katedrali í Cape Town, í 1975 varð hann fyrsti svarti presturin, sum varð valdur í suðurafrikanska katólska kirkjuráðið, og í 1986 gjørdist hann erkabiskuppur í Cape Town. Tvey ár frammanundan hevði hann fingið friðarheiðurs- løn Nobels. Í hesum tíðarskeiðið varð hann fleiri ferðir hóttur við lívinum frá "hvíta" yvirvald- inum, tí hann mangan alment Fyrigeving er betri enn rættvísi Vón, kærleiki, fyrigeving og samkensla. Hetta var andaligi boðskapurin hjá suðurafrikanska erkabiskuppinum Desmond Tutu, tá hann fríggjadagin vitjaði Københavns Universitet. Móttakarin av friðarheiðursløn Nobels í 1984 hugleiddi eisini um, hvussu líðing og neyð kann vendast til gleði og dirvi Desmond Mpilo Tutu er 72 ára gamal. Hann vann friðarheiðursløn Nobels í 1984. Í 1972 gjørdist hann fyrsti svarti presturin, sum hevði gudstænastu í einum "hvítum" katedrali í Suðurafrika, í 1975 varð hann fyrsti svarti presturin, sum varð valdur í katólska kirkjuráðið í Suðurafrika, og í 1986 gjørdist hann erkabiskuppur í Cape Town. Í 1996 fór hann frá vegna aldur. Hann hevur skrivað fleiri bøkur, har kendastu bøkurnar eru "Eingin framtíð uttan fyrigeving" frá 2000 og "Gud hevur ein dreym" frá 2004. FAKTA - Afrikanska orðið "Ubuntu" er meginreglan í míni lívsáskoðan. Ubuntu merkir, at eg eri bert eitt menniskja gjøgnum onnur menniskju. At eg ongantíð kann gerast fullfíggjaður uttan míni medmenniskju, og at eg havi brúk fyri mínum medmenniskjum í øllum lívsins viðurskiftum. Ubuntu! Ubuntu! Ubuntu! rópti Tutu í stóra veitslusalinum Mynd: Símun J. Hansen – Meginreglan um "eyga fyri eyga" blindar heimin. Mong siga "einaferð drápsmaður - altíð drápsmaður". Men hetta er ikki satt. Øll menn-iskju hava evnini at gera framstig og betrast. Øll menniskju hava nakað gott í sær, hóast tað ikki altíð kemur til sjóndar, og tí skulu vit altíð vera til reiðar at fyrigeva, segði suðurafrikanski erkabiskuppurin Desmond Tutu á fyrilestri í Keypmannahavn fríggjadagin Mynd: Símun J. Hansen Festsalen á Københavns Universiet var stúgvandi fullur, tá Tutu við hita og samkenslu gav áhoyrarunum eina visión um vón og dirvi bæði persónliga og globalt Mynd: Símun J. Hansen – Um tit altíð hava verið fræls, vita tit ikki, hvussu tað kennist at vera frælsur – Vit hildu fast um trúnna á tað góða í menniskjanum, og at enda sigraði tað góða eisini – Grøðing er betri enn rættvísi. Mangan verður rættvísi praktiserað, uttan at avleiðingarnar eru grøðandi og mennandi – Øll menniskju hava evnini at gera framstig og betrast – Eg eri bert eitt menniskja gjøgnum onnur menniskju