leygardagur 18. september 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 178 - 18. september 2004
Nr. 178 - 18. september 2004
29
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Hann stóð á palli fyri
fyrstu ferð í 1973. Tað var við
bólkinum Fata Morgana, sum
spældi til dans. Ikki hevði hann
ímyndað sær tá, at hann fram-
vegis fór at standa líka aktivur á
palli 31 ár seinni.
Karl Martin Samuelsen hevur
verið ein av landsins fremstu
sangarum tey seinastu mongu,
mongu árini. Hann er framvegis
aktivur í tónleikinum, og tað er
ikki meira enn ein mánaður
síðani, at hann seinast stóð á
palli. Til Summarfestivalin í
Klaksvík saman við øllum hinum
í Hjarnum.
Eitt ótal av útgávum er tað
vorðið til gjøgnum árini, og
eisini hevur hann sungið saman
við flestu tónleikarunum her á
landi. Lætta og skemtingarsama
lyndið hevur hann eisini altíð við
sær, tað veri seg til arbeiðis, á
pallin ella bara í tí dagliga.
Skitnar hendur
Um vit spola tíðina aftur til
skúlatíðina hjá Karl Martini, so
lá hugurin til sjógvin eftir lokna
skúlagongd. Men so fekk hann
starv á einum verkstaði í Klaks-
vík, har hansara uppgáva var at
passa handilin og ganga til handa
á verkstaðnum.
Karl Martin sigur, at honum
altíð hevur dámt væl at skrúva,
og tá hann fekk møguleikan til at
arbeiða á verkstaðnum, tók hann
glaðbeintur av.
– Mær dámar væl at síggja,
hvussu lutir eru settir saman. Tað
er helst eisini tí, at mítt yndisorð
er hví. Eg vil altíð finna útav,
hvussu ting hanga saman, greiðir
hann smílandi frá.
Seinni fekk hann so bjóðað
lærupláss sum bilmekanikari á
verkstaðnum. Og fýra ár seinni
var hann liðugur.
Tað er torført at ímynda sær
Karl Martin í ketildrakt við
gravskitnum hondum, men hetta
var altso hansara starv upp
gjøgnum øll áttatiárini og inn í
nítiárini.
Skifti yrki
Men so kom
búskaparkreppan í
Føroyum, og tað
merktist eisini á
verkstaðnum, har sum
Karl Martin arbeiddi.
– Tað byrjaði av
álvara at minka við
virksemi á verkstaðnum,
og eg mátti finna mær
okkurt arbeiði afturat,
greiðir hann frá.
Drotning Margrethu-
barna-garðurin í Klaksvík
søkti eftir fólki. Karl Martin
fekk starvið, og tá byrjaði
Rokkari – bilmekanikari -
pedagogur
Hann er heimskendur í Føroyum. Hevur sungið alt frá rokki til fittar
barnasangir. Karl Martin Samuelsen er á heimavølli, tá hann stendur á
palli. Men til dagligt arbeiðir pedagogurin í nýggja bústovninum fyri
autistar í Klaksvík. Karl Martin brennur fyri øllum, sum hann fæst við,
og má hann av røttum sigast at vera ein eldsál
leiðin til pedagog. Í fyrstuni
arbeiddi hann hálva tíð í
barnagarðinum og hálva tíð á
verkstaðnum. Men tá hann so
fekk bjóðað fleiri tímar í
barnagarðinum, tók hann av og
segði farvæl til yrkið sum
bilmekanikari.
Aftaná tvey ár í barnagarð-
inum hevði Karl Martin fingið
so mikið av áhuga fyri pedagog-
yrkinum, at hann byrjaði at
hugsa um at fara í skúla. Hann
slapp inn, og knapt fýra ár
seinni, stóð hann liðugur sum
pedagogur.
– Tað at duga at týða børnini.
Her hugsi eg um, at tey ofta siga
eitt og í veruleikanum kunnu tey
meina við nakað heilt annað. Tað
er hugtakandi og sera spennandi,
og tað var ein orsøk til, at eg
valdi júst pedagog, sigur Karl
Martin Samuelsen.
Autistar
Meðan hann var undir útbúgving
var hann tríggjar ferðir í starvs-
venjing. Einaferð í vøggustovu,
einaferð hjá børnum við autist-
iskum breki og seinastu ferð í
barnagarði.
Øll trý vóru sera spennandi,
men autistarnir hugtóku meg
fullkomuliga. Hetta var nakað,
sum eg als ikki kendi so nógv til,
og eg brendi fyri at fáa meira at
vita. Aftur spøkir kanska hatta
við hví, hvat og hvussu, sigur
hann.
Karl Martin fekk starv beinan-
vegin, tá hann var liðugur. Ein
spildur nýggjur bústovnur fyri
børn við autistiskum breki stóð
klárur, og Karl Martin byrjaði
har.
– Tað er
ótrúliga
spennandi, tí her fært tú teir
bestu karmarnar at royna at
byggja teimum eitt heim upp á
stovninum. Alt er nýtt, og ikki
minst er stovnurin gjørdur til
endamálið, og tað ger uppgávuna
munandi lættari, heldur hann
fyri.
Hann tosar eitt sindur um
hetta, hvussu børn við autist-
iskum breki fyrr vórðu viðfarin.
Og so vísti tað seg í seinna end-
anum, at trupulleikin var, at fólk
í roynd og veru vegna vantandi
vitan ikki dugdu at týða tey.
– Eg sigi bara tíbetur hava fólk
funnið útav, hvussu ein kann
hjálpa hesum børnunum og
royna at menna tey eftir teirra
tørvi, sigur Karl Martin, sum í
sínum starvi mest er um eina og
sama drongin við hesum brekin-
um.
Heilhjartaður
Karl Martin stórtrívist í sínum
starvi, og hann brennur minst
líka nógv fyri tí, sum hann ger
fyri tónleikinum.
– Tá eg byrji upp á okkurt, so
er tað altíð við heilum hjarta, tí
tá ber alt til, heldur hann fyri.
Tónleikin brennir hann fyri
framvegis og fer altíð at gera tað.
Tá hann kemur heim úr arbeiðið
um dagarnar, kann hann gott seta
seg niður við guitarini og jamma
eina løtu.
– Onki er so avslappandi sum
at sita og spæla bara eitt ella
annað, slær hann fast.
Karl Martin er eisini kendur
fyri sína upptraðkan,
tá hann
stendur á palli. Tað lýsir av
honum hvørja ferð, hvussu væl
hann trívist á pallinum og í
sínum leikluti har.
Ofta ger hann nógv óvæntað,
sum tó eisini kann kallast undir-
hald. Sum dømi kann ein nevna
framførsluna hjá Hjarnar á
Summarfestivalinum.
Á veg upp á pallin sigur Karl
Martin við Eyðun, at hann skal
ringja til fartelefonina, beint
áðrenn lagið Alla nátt.
Eyðun so ger. Karl Martin
tekur telefonina og tosar í mikro-
fonina. Summi høvdu kanska
hug at undrast, tí tað er ikki
óvanligt í dag, at fartelefonir
ringja til eina óhepna løtu. Men
beinanvegin, fekk ein ta fatan, at
hetta ikki var óheppið.
Eftir lítlari løtu segði hann
farvæl og fyri áhoyrarunum, at
hatta var ein av áhoyrarunum,
sum spurdi, um Hjarnar ikki
kundu spæla Alla nátt.
Dreymurin var har
Tá tosið fellur inn á hetta at
veruliga kunna gera um seg uttan
fyri landoddarnar, sigur Karl
Martin, at dreymurin helst var
har einaferð.
– Men eg veit ikki, hvussu
djúpur hann var. Tí um eg
veruliga vildi, so hevði eg helst
roynt at blivið kendur aðrastaðni,
greiðir hann frá.
Karl Martin fekk tó
ein lítlan
smakk av turnélívinum, tá hann
fyrst í sjeytiárunum fór á tón-
leikaferð við bólkinum, Sunny, í
Danmark.
Ferðin vardi í ein mánað, og
tað var framførsla so gott sum
hvørt kvøld. Karl Martin minnist
aftur á, hvussu strævið tað var.
– Eg veit ikki, um eg tímað
ella orkað hatta. Tað var forbiðið
strævið, sigur hann og leggur
enn einaferð dent á, at um tað
hevði verið, at hann vildi, so
hevði hann óivað roynt tann tíð
tað var.
Altíð tónleik
Karl Martin var og er heims-
kendur í Føroyum fyri sínar
góðu, lívligu og undirhaldandi
framførslur, og tað trívist hann
væl við. Men sjálvt um hann ikki
sær út til at vera tað og so sanni-
liga heldur ikki letur tað skýna
ígjøgnum, so nærkast pedagog-
iski sangfuglurin teimum fimti
árunum.
Hetta er ikki nakað, sum hann
tekur sær av.
– Eg ætli mær at blíva við at
upptraðka so longi, sum eg orki.
Tað kemur jú av sær sjálvum, tá
man ikki longur kann renna,
hoppa og dansa á palli, so tað er
ongin orsøk at taka tað
upp á forskot,
heldur
hann fyri við einum skeivum
smíli. Og so leggur hann afturat
við látrinum í hálsinum, at tað jú
ber til at sita niðri og spæla
gittar.
Hvussu er og ikki, so hevur
Karl Martin ongar ætlanir um at
leggja tónleikin á hillina. Tað fer
hann helst ongantíð at gera. Ein
nýggj útgáva kann væntast á
marknaðinum komandi ár. Tað
eru Hjarnar, sum fara at geva
fløgu út.
– Vit hava stungið høvdini
saman nakrar ferðir, men nú
mugu vit fara at taka okkum
ordiliga saman. Tað trýtur í
øllum førum ikki við tilfari,
sigur Karl Martin Samuelsen.
Hvussu nógvum útgávum
tilsamans hann hevur sungið við
á, hevur hann ikki tal á. Hann
roynir at telja, men hann gevur
upp eftir stuttari tíð, og tá er
kanska helvtin nevnd. Men tað
kann ein so ikki siga hann ringan
fyri. Og við tí eldhuga og orku,
sum hann hevur, verður tað
neyvan bert tann eina útgávan
afturat.
– Um tú spyrt aðrar tónleikarar í Føroyum, so siga tey helst, at eg eri ein lokalpatriotur. Men tað haldi eg sjálvandi ikki sjálvur. Mær dámar sjálvandi best í Klaksvík, men eg trívist allastaðni,
sigur Karl Martin Samuelsen
Karl Martin, sum hann er best kendur í
Føroyum. Á palli við mikrofon undir einari
lívligari framførslu
Savnsmyndir