leygardagur 18. september 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 178 - 18. september 2004
Nr. 178 - 18. september 2004
31
Øssur Johannesen
Ein tann mest sermerkti lista-
maðurin í danskari list var Louis
Marcussen, vanliga nevndur
Ovartaci. Ovartaci doyði í 1985,
91 ára gamal og búði 56 ár á
psykiatriska sjúkrahúsinum í
Aarhus, sum í dag hevur stóra
Ovartaci samling. Ovartaci er
rættuliga kendur listamaður, og
framsýndi hann m.a. í Lousiana í
1979 á framsýningini "Outsid-
ere". Asger Jorn metti Ovartaci
at vera ein av förandi listamonn-
unum í Evropa.
Ovartaci trúði uppá reinkarna-
tión, altso at sálin ferðast frá
kroppi til kropp bæði hjá menn-
iskjum og dýrum inntil sálin at
enda finnur frið í Nirvana, og
hetta er eitt av myndaevnunum
hjá Ovartaci. Asger Jorn segði
einaferð við Ovartaci, at um
hann kom við honum til Paris,
kundi hann gera hann til milli-
óning uppá ein dag. Ovartaci
svaraði, at hann hvörki vildi
verða millióningur og ei heldur
fara til París. Sögan um van
Gogh, sum skær oyralippuna av
sær og sendi hana til eina horu er
væl kend. Sögan um Ovartaci er
enn meira skakandi. Hann vaml-
aðist við tann mannliga seksuali-
tetin og fór ein dagin á verk-
staðið og skar murtin av sær, tí
hann vildi vera kvinna. Ein slík
gerð verður bert gjörd av einum
vissuliga svakum persóni. Ovar-
taci forguðaði kvinnuna og hevur
gjört nógvar myndir av kvinnum.
Ein lækni lýsti Ovartaci nakað
soleiðis: málningarnir hjá honum
eru sterkir við teirra litsaman-
setningum. Hann málar ofta
uppá báðar síðurnar av pappír-
inum, hann hevur eitt lívligt
hugflog og myndaevnini eru
oftani frá innaru upplivingum.
Hann livir sterkt via sínar litir.
Hann hevur nógv av gulum litum
og hetta er tekin um nakað gott,
livandi og heitt, meðan reytt er
hatursins litur. Hann hevur
nógvar hallusinatiónsupplivingar
um verurnar hinumegin. Undir
hallusinatiónunum kann hansara
andlit verða hvast og óhugnaligt,
men vanliga er hansara andlits-
brá opið og vinarligt og sterkt
kensluborið. Hann er ikki heilt
ólíkur einum profeti.
Fyrstu ferð eg hoyrdi um
Ovartaci var á Statshospitalinum,
tá ið ein sjúkrasystir lænti mær
eina bók um psykist sjúkar
listarmenn. Henda sjúkrasystirin
hevði sæð Ovartaci listasavnið í
Aarhus og segði, at tað var heilt
fantastiskt. Myndahöggarin
Andrias Andreasen hevur eisini
sæð savnið, og somuleiðis leik-
stjórin Eyðun Johannessen. Eg
havi tíanverri ikki sæð hansara
myndir í veruleikanum, men eg
havi eina áhugaverda bók um
hann. Henda bók inniheldur eina
röð av samröðum ímillum Jóanes
Nielsen, sum hevur skrivað bók-
ina, og Ovartaci, og hartil eitt úr-
val av myndum. Hetta er stund-
um heldur ótespuligur lesnaður,
har Ovartaci m.a. greiðir frá um
síni fyrrverandi lív, har hann er
dripin fleiri ferðir, hevur verið
uppi á mánanum, og hevur verið
fuglur, puma, menniskja og alt
möguligt annað. At Ovartaci var
óður í hövdinum er eingin ivi
um. Langar hendingaríkar sögur
fylgja við hvörji einstakari mynd,
sum er avmyndað í bókini.
Ovartaci skapti sín egna heilt
serliga stíl, sum ikki líkist
nökrum öðrum listamanni, og
sum heldur ikki kann setast í bás
innan nakra ávísa listagrein ella
rák. Myndirnar tala fyri seg.
Hann málaði ofta sína heilt egnu
mennsikjarasu, oftast kvinnur
við djúpt andaligum yvirnáttúr-
ligum úttrykki og sum eru líka
so nógv andaligar verur sum
menniskju og til aðrar tíðir eitt
bland ímillum dýr og menniskju.
Ovartaci droymdi einaferð um,
at hann var ávegis inn í Nirvana,
tann budistiska himmalin. Hetta
var ein fjálgur dreymur og hevur
hann endurgivið hetta í einari
mynd. Í myndini sær ein sveim-
andi sálir ávegis yvir um havið
ímóti tí kosmiska sólljósa
Nirvana býnum meðan ein störri
sveimandi sál er ávegis vekk úr
Nirvana ímóti einum myrkum
magnetiskum fjalli, har summar
sálir hava tað betur. Í Nirvana
hevur mann tað sum í dreymi
Reinkarnatión, andaligt hugflog og Ovartaci
sera gott. Henda myndin hevur
ein sterkan andaliga stemning,
og í bókini sigur Ovartaci, at
hann í einum av sínum fyrrver-
andi lívum sá Jesus blíva kross-
festan, og hann sigur, at tað var tí
at Jesus var kannibalur og skar
armar og bein av sínum offrum,
og víðari sigur hann, at Judas
meldaði hann og Jesus bleiv
krossfestur meðan Judas for-
gjørdi sær.
Einaferð skuldi Ovartaci gera
eina mynd av Jesus til eitt kapell,
men so hoyrdi hann Jesus siga
við hann, at hann ikki vildi
avmyndast, og tí málaði Ovartaci
okkurt annað útyvir.
Ovartaci prátar um Buddah
sum tann stórsta profetin
nakrantíð og at Nirvana, tann
buddistiski himmalin er oman
fyri bæði tann muhammedanska
og kristna himmalin. Nirvana er
tann fasta oyggin har ið sálin
finnur tann endaliga og veruliga
friðin og kann avgera um hon vil
endurföðast ella ikki. Summar
sálir sova í túsund ár inntil tær
blíva vaktar.
Ein mynd kallast flammu-
menniskja og tað er ein longri
søga aftan fyri hesa mynd, har
Ovartaci í einum av sínum fyrr-
verandi lívi arbeiddi í einari
stoypismiðju við Limfjørðin.
Eldovnurin sigur við hann at
hann er brotsmaður, men um
hann loypir í eldin verður hann
reinsaður, tí eldur reinsar synd-
irnar vekk. Hann loypir í eldin
og verður partur av eldsins anda.
Ovartaci prátar um flammu-
menniskju, menniskju við
entusiasmu og eldhuga, keðilig
menniskju hava jú onga flammu
ella eldhuga. Tá ið eitt menniskja
flammar, fer talan sum flammur
úr munninum, sum t.d. hjá
Gandhi. Myndin ‘flammumenn-
iskja’ er í sterkum litum.Eisini
eru tvær myndir av tveimum
pumakettum. Ovartaci greiðir
frá, at hann var í himmalinum,
men bleiv forbannaður og endur-
föddur sum puma. Onnur mynd
kallast kvinnur við fótin til
trappu himmalsins. Ovartaci
hevur málað eina parafrasu eftir
einum indiskum málningi. Vit
síggja fleiri kvinnur soleiðis sum
Ovartaci málaði tær á sín heilt
serliga hátt. Og mitt eftir mynd-
ini er ein hvít trappa og fleiri
hvítar kvinnur í himmalinum,
sum er umgyrdur av bláari rúmd
frá tí jörðiska upp í tað himm-
alska og andaliga. Hetta er ein
sera sterk og poetisk mynd.
Ein onnur líknandi mynd sær
man fleiri naknar kvinnur liggja
við strondina aftanfyri gras-
bakkan meðan børnini taka ímóti
sólarhitanum. Ovartaci tosar um
at Guð býr í sólini, og hetta fær
meg at hugsa um eitt lag hjá
Pink Floyd, ið kallast "Setting
the controlls for the heart of the
sun" av teirra bestu, djúpastu og
mest ekstremu plátu "Umma-
gumma" frá 1969. Hjartað hjá
sólini er eitt spennandi tema eins
og sólin í hjartanum hjá
menniskjanum.
Kvinnulandsbygd í Mexico
eitur ein avlong mynd, har vit
síggja eitt torn fremst og fleiri
bygningar og blá luft. Mánin er
málaður sum eitt portrætt av
Guði sum hyggur niður yvir
jörðina og eygleiðir tað, sum
hendir. Rúmið er væl málað, ein
merkir avstand og vídd. Eg dugi
illa at tulka og seta orð á, hvat
myndirnar hjá Ovartaci snúgva
seg um. Tær liva sítt egna lív.
Men hansara kvinnur eru ser-
merktar og líkjast ikki vanligum
kvinnum, so lat okkum bara
kalla tær Ovartaci kvinnur, tær
eru ikki til í veruleikanum men
bert í hugflogi og universi
Ovartacis. Ofta er ein saman-
renning ímillum dýr og menn-
iskju og holdið og andin eru altíð
endurgivin í einum framúr
koloristiskari litveru, sum var
heilt hansara egna.
Sum listamaður var Ovartaci
framúr poetiskur, ein einari og
outsidari men samstundis stíl-
skapari og teir eru rættuliga
sjálvsamir at finna í dag.
C
M
Y
K
31
30