leygardagur 18. september 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 178 - 18. september 2004
Nr. 178 - 18. september 2004
33
FØÐINGARDAGSHEILSAN
Tórbjørn Jacobsen
Minnist ilt á hesar túrarnar við
mjólkarbátunum, ið vóru so
drúgvir sum ónd ár. Men soleiðis
gjørdist Oyri eisini ein partur av
universinum hjá okkum, sum
búðu eystanfyri bulmiklu fjalla-
røðina í Eysturoy. Pól var eitt
vegamót í øllum hesum. Mundi
eiga dastið av vørunum sum
vórðu skipaðar upp á bryggjuna
og legði hús til alt ferðafólkið frá
Gjógv, av Eiði og norðan úr
Gimbrunum, sum bíðaði eftir at
sleppa inn á Skálafjørðin ella til
Havnar. Tað sigst, tað man nú
vera ein mýta, at hendan
legendan var bara tríggjar ferðir í
høvuðsstaðnum. Hann hevði
annað at taka sær fyri enn at
ganga undir hatti og í spískum
svartaskóm og spýta langt í
havnargøtum. Røktingarmaður,
handilsmaður, útgerðarmaður,
virkisleiðari. Saman við skila-
góða bróðuri sínum, Jógvani, rak
hann familjufyritøkuna firma
O.C. Joensen, og menti hana til
at gerast eina av stórstu og mest
arbeiðsskapandi fyritøkunum í
landinum. Hann var eisini
umboðsmaður. Seldi kraftfóður
og sement. Soleiðis kom eg
seinri at kenna hendan pressaran
av einum skyldmanni norðuri á
Oyri. Koyrdi lastbil eitt skiftið,
og tá ið vegurin í Norðskála-
tunlinum skuldi stoypast gjørdu
vit onkuntíð eitt rend út á Oyrar
at lána sement frá Póli tá ið tað
var farið at ganga undan á
goymsluni hjá abba mínum úti á
Glyvrum. Ein sannur fróðar-
maður. Kendi hvørja kleyv í
landinum. Eisini á skræðuni. Og
var sera væl kunnaður um tað
sum fyrifórst í heiminum. Hann
legði nógv í slektina og skyld-
skapin, og minnist eg serliga væl
til, at hann einaferð segði mær,
at tað vóru tvey sløg av sam-
bandi í Eysturoy, tað stok-
konservativa, ið hevði breitt seg
úr Lamba og so teir meira
hóvligu og liberalu, og hann
fjaldi ikki yvir, at hann helt seg
hoyra til tað seinra slagið. Og tað
eru lív og verk hansara besta
prógvið um.
Vit kendust ikki tá, men ein av
teimum sum ivaleyst hava staðið
mitt í rokanum tá ið mjólkar-
biðirnar vóru skipaðar umborð,
tá ið gamlar kýr vóru seldar av
bygdini og menn sparraðu í
gerdurnar og hivaðu tær inn á
dekkið og bygdamenn í fínasta
pussi høvdu gjørt seg út til at
fara ørindir í stórstaðnum, mundi
vera føðingardagsbarnið Edmund
Joensen. Og tá ið hann var sonur
til sjálvt vegamótið og Hansinu,
norðan úr Vík, mundi kósin,
lívsleiðin, longu vera stungin út í
kortið. Í hvussu er á kommersi-
ella og industriella bógnum. At
ein potentiellur løgtingsmaður,
sambandsformaður, fólka-tings-
maður, løgmaður og løgtings-
formaður gekk og tvassaði á
bryggjuni norðuri á Oyri, og
frøddist um at sivilisatiónin legði
at bryggju einar tvær ferðir um
vikuna, fyri so nógvum árum
síðani, tað mundi fáur gruna.
Kann vera, at húsið hjá Póli, sum
gjørdist ein bráðpanna, kjarnan í
einum netverki hjá øllum
teimum sum búðu um hesar
leiðir, onkursvegna gjørdist eitt
slag av grundvølli undir
politikkaranum, sum fyllir seksti
ár sunnudagin.
Edmund er føddur um ta tíðina,
tá ið týskurin var illa sperdir og
teir sameindu vunnu fram á
øllum hermótum. 19. september
1944. Hann gekk barnaskúlan á
Oyri og fór til skips tá ið hann
var 14 ára gamal. Við gamla
kópafangaranum Flemsoy, ið var
leigaður úr Noregi. Ingolf á
Oyrabakka førdi hann. Teir vóru
á sild. Síðani sigldi hann meira
og minni samanhangandi í tíggju
ár. Við Selnes, Búgvanum,
Westvard Ho, togaranum
Fiskanesi og so sjálvandi við
teimum báðum skipunum hjá
fyritøkuni, Agnes Louise og
Poppy. Hann var eitt sindur
veikur mótvegis sjóverkinum, og
tað var kanska orsøkin til at hann
ikki fór uppá skúla ella at læra til
maskinmeistara, sum hegnið,
hugurin og skilið kanska
kjálkaðu mest uppat. Hann
legðist uppi og gjørdist ein
partur av virkseminum, sum
forfedrarnir høvdu lagt lunnarnar
undir. Og tað er ikki at taka seg
aftur í, at við honum hevði
fyritøkan slúsað ein mann innar
ígjøgnum rimarnar, sum stóð til
at bresta av visiónum og
hugskotum á vinnuliga økinum.
Tá varð ikki akað, men gingið.
Bilur var bara í hendinga húsi,
men so kom eitt satt skriðulop í
so máta, sum hevði tað við sær,
at Agnes Louise kundi fara úr
sildini og gerast bilferja í
Sundalagnum. Edmund var við í
hesum, men framdriftin bar frá
einum til annað, og nú fór hann í
lag við ein av teimum klassisku
pionerunum í Føroyum, Júst í
Túni, skipara á Toftum.
Toftamaðurin spurdi teir gomlu
har norðuri, um teir kundu vísa
honum á ein skilagóðan ungan
mann, at ganga honum til handar
og harvið at standa við vøgguna
hjá føroyskari aling. Breið semja
var í økinum um, at hesin alvin
hjá Póli og Hansinu var sum
skorðin til djobbið. Tað tykist at
hava ávirkað Edmund almikið, at
hann kom undir ávirkan frá
hesum framsókna strugglara, ið
gekk ígjøgnum eld fyri sínar
visiónir og hugsjónir í vinnu-
frama. Ein av teimum sum varði
átti at verið reistur fyri. Alingin
stóð um føðingina. Júst hevði
gott mót, sum altíð, og eftir tað
hava føroyingar útflutt fyri
milliardir av aldum fiski, og
hóast kreppa er í vinnuni nú,
ivast ongin í, at tað fer at vignast
aftur sum frálíður. Men tað
verður ikki við Edmundi sum
skræpusleingjara, hann ferðast
nú í øðrum ljósi, í eini aðrari
sferu.
Bygdin var avtakin við silda-
tunnum. Okkurt árið meira enn
túsund á mørkina. Og tað hoyra
sum kunnugt 12 merkur til
bygdina. Fleiri skip løgdu upp á
Oyri í sildatíðini. Eisini skipini
hjá O.C. Joensen. Alt er bara til
sjónar fyri eina tíð. Og tá ið
sildin fór at ganga undan
framímóti endanum á seksti-
árunum, mátti okkurt nýtt
roynast í hesum trivaliga felag.
Tveireinir fóru Alfred Andreas-
sen, á Oyrarbakka, og Edmund
suður ígjøgnum Sundalagið við
Poppy ein vetrarmorgun í 1970.
Nú skuldi ein roynd gerast, at fáa
skelina eysturi í Álinum til
høldar sum útflutningsvinnu. Av
tí at skiparin, Edmund Joensen,
ongi pappír hevði at føra skip,
løgdu teir leiðina inn á Tofta-
gjógv, og bóðu Júst um at koma
við sær sum flaggskipara. Tað
var ikki meira enn hálvtalað,
sum hann skemtiliga tók til: "Nú
havi eg gjørt somikið nógv býtt í
lívinum, at eg kann tað sama
taka hetta við eisini."
Royndirnar, kanska var tað eitt
slag av gransking, prógvaðu, at
grundarlag var fyri at byrja eina
vinnu. Síðani fóru teir við Poppy
niður til Hetlands, at gerða hana
út til skeljaveiðu og fyri at læra
av hetlendingum hvussu hesin
fiskiskapur skuldi fremjast í
verki. Systkinabarnið, Kristian
hjá Jógvani, Eli svágur hansara
og ein danskur góðskuleiðari,
Løgtingsformaðurin seksti
Edmund er so nógv annað enn "bara" politikari. Her hugagóður við snelluna í
Sundalagnum ein góðveðursdag
Mynd Jan Müller
sum tá var hjá Fiskasøluni,
Benny Jensen, vóru við í ferðini.
Sofus Poulsen var sera íðin í hesi
verkætlan, og skipaði øll tey
neyðugu sambondini. Góður í
ávikum sum altíð. Føroyum ein
hentur umboðsmaður í ártíggir.
Hetta fekst eisini at rigga hjá
føðingardagsbarninum. 1.
desember 1970 landaðu teir tær
fyrstu skeljarnar og hvussu
nógvar krónur í arbeiðsskapan
tær hava lagt eftir seg síðani, vita
tey flestu. Síðani fóru teir hjá
O.C. Joensen undir at byggja
frystigoymslu og rækjuvirki.
Keyptu Norðheim og Kappan.
Hendan lítla bygdin gjørdist ein
metropolur av egnari uppdrift.
Ein hendinga sólskinssøga. Sum
Øregaard, skuldi taka til,
einaferð stuðulsskipanir vóru fyri
á tingi: "Hví ger man ikki sum
oyramenn, keypur 80 metrar av
takrennu og skapar 80 arbeiðs-
pláss við ongum landskassa-
stuðuli?" Turbolensur í vinnu-
greinum er komandi og farandi.
Rækjuvinnan hevur havt eina
trupla tíð, men sum við øllum
øðrum, man marknaðurin eisini
fara at snúgva sær á í hesi vinnu,
og skýggini fara at slitna sundur
aftur á einum kolsvørtum
himmali. Edmund hevur havt
onnur álitisstørv í føroyskum
vinnulívi, eitt nú var hann
umboðsnevndarlimur í
Fiskasøluni árini 1985-1994 og
árini 1987-1994 var hann
starvsnevndarlimur í somu
fyritøku.
Edmund fann sær vív norðan fyri
Streymin. Edfríð, dóttir Hjalmar
og Jacobu av Norðskála. Tey
bæði keyptu húsini hjá Tórhalli á
Oyrabakka fyrst í seksti-árunum,
tá ið hesin flutti suður í mið-
staðarøkið at búgva. Tá var
plaseringin meira lík eini oyði-
mørk. Nú standa tey í miðjuni á
øllum Føroyum. Soleiðis broytast
tíðirnar. Tey eiga trý børn. Elsu,
Siggu og Pól Hjalmar. Og vit
sum aka framvið húsunum, at
kalla hvønn dag, hava varnast
gróðurin íkring húsini og grønu
fingrarnar, ið hava mana postu-
latini hjá Jesaja profeti aftur um,
at runnur veksur ikki úr turrari
jørð. Nú er viðalundin hjá
teimum báðum mest átøk garðin-
um í Eden, oyðimørkin er vorðin
oasa, av vilja og nógvum
knúgvafeitti.
Men tað eru nógvir streingir í
føðingardagsbarninum. Hópurin
av fasettum. Føroyingar kenna
hann best frá tí politiska lívinum.
Tað byrjaði í forstandaraskap-
inum har norðuri. Har sat hann í
10 ár frá 1970-1980.
Mær hevur altíð dámað so
ógvuliga væl hesar gomlu
sambandstypurnar í Eysturoy.
Trívist saman við teimum.
Treiskir, konservativir,
orðhildnir, greiðir í teirra
lívsviðurskiftum, lata ongantíð
meira fjara úr peningakassanum
enn tað fløðir inn og so hava teir
eina støðu, sum teir halda fast
um. Óávirkaðir av main-
streyminum, yuppiarunum og
stressmappu-dýrunum, sum
stinga seg upp frá tíð til aðra.
Edmund er ímyndin av hesum
huglagnum. Ikki løgið at Óli
Breckmann einaferð í
løgmanstíðini skuldi taka til um
treiskni hansara, at hann var sum
at leiða kúgv í trappu.
Órokkiligur. Ikki til at benda. Og
hesin eginleikin hevur kanska
onkuntíð verið ein bági í
politiska virki hansara. Meira á tí
persónliga planinum heldur enn
tá ið um landsins frama galt.
Sambandsmenninir í Eysturoy
dugdu at síggja potentialið í
honum. Vit stillaðu báðir upp í
1984. Hvørgin var valdur.
Minnist serliga væl veljarafundin
í Eydnuni tað heystið. Jógvan,
gamli lærari hansara á Oyri, var
orðstýrari. Og tað er ikki ov
nógv sagt, at teir vóru ósamdir
politiskt. Jógvan Ingvard og
Jóhannes Martin vóru tær stóru
kanónirnar hjá sambandsmonn-
unum í Eysturoy tá. Valevnini
áttu tríggjar minuttir í part.
Læknin á Eiði, Petur Reinert, fær
nú orðið. Tíðin gongur og nú
tekur rumbul seg upp í
stúgvstappaða bygdahúsinum.
Sambandsmenninir eru á gosi,
við Jóhannesi Martin á odda.
Hesin úrmælingurin av einum
oratori hevði nú røtt í einar 16-
17 minuttir. Hetta var ikki lætt
hjá Jógvani at taka støðu til, nú
hann var so sára samdur við
Peturi í øllum politiskum
viðurskiftum. Ístaðin fyri at
steðga honum, heitti hann bara á
hann um at halda fram, og bera
alt tað fram, sum hann hevði á
hjarta. Ein komisk støða, men
rumblið dovnaði og fór líkasum
aftur við borðinum, og Jógvan og
Petur bombarderaðu salin við
allari tí tjóðveldispropagandu,
sum hjartað fleyt yvir av. Vit
høvdu verið norðuri hjá Normu
og etið náttverða frammanundan
fundinum. Petur segði onki um
hesa ætlan, og tí veit eg ikki um
teir høvdu gjørt avtalu um hetta
frammanundan, men nú í tíðini,
tá ið teir standa við sekund-
vísarum og kvetta valevnini av,
hevði hendan støðan verið
óhugsandi. Petur og Edmund
vóru góðir vinir, spældu bridge
saman, vitjaðu hvønnannan, so
eg hugsi ikki at Edmund legði so
nógv í um uppladaði vinmaðurin
og skyldmaðurin úr Kalbak,
kanska besti røðari sum Føroyar
nakrantíð hava fostrað, fekk gjørt
burturav sær við tí sum hjarta
var so fult av.
Í 1988 var Edmund valdur á ting.
Og bráðræsnið flutti hann skjótt
uppeftir í hierarkinum. Eftir at
stríð hevði tikið seg upp í
flokkinum valdi Pauli Ellefsen at
leggja frá sær sum formaður, og
hann vísti á oyramannin sum
avloysara. Síðani var Edmund
Joensen oddviti floksins í 11 ár.
Frá 1990-2001. Og hann var
ógvuliga sjónskur í politisku
myndini hesi árini. Var í
mongum víggi. Treiskur sum ein
asni. Hann gjørdist løgmaður
stutt eftir, at tjaldið Føroyar var
skrædnað, og tað so smátt var
farið at ganga rætta vegin aftur.
Slíkt lendið hevur sjálvandi
órógv við sær. Javnaðarmenninir
stungu halan ímillum beinini í
1996. Fólkaflokkurin kom inn
ístaðin, og tá ið Anfinn Kalsberg
í síni fyrstu samrøðu eftir hetta
segði, at hann ikki hevði álit á
Edmundi sum løgmanni, tá
kundi man bara rokna við tí
ringasta. Partisanarnir í egnum
leiri, Bjørn á Heygum og
Finnbogi Arge gjørdu honum
ikki lívið lættari. Hann var nú
heldur ongin balletdansari, ongin
Rudolf Nerejev, mótvegis
fjølmiðlafólkunum, og kanska
skilti ein betri tev og fyrivarnir
hansara seinri, tá ið
journalistiskir guerillamenn sum
Høgni Hoydal, Sjúrður Skaale og
Ronnie Thomassen knappliga
stungu krúllin undan í politisku
vatnskorpuni. Men treyðugt so,
hann rakk dastið av valskeiðnum,
og helt fram sum formaður í
flokkinum í nøkur ár eftir hetta,
haðartil ein palasskollvelting, frá
tí gomlu miðásini í flokkinum,
Samuelsen-klaninum, tók valdið
aftur, eftir nakað av stríði og
kampvali. Appropos álitið, ella
rættari misálitið, sum Anfinn
tosaði um á sinni, so man tað
ganga tvívegis. Tað eru ikki teir
stóru tankarnir Edmund ger sær
um Fólkaflokkin til dagligt, og
hann hevur ongantíð dult fyri, at
hann hevur lítið og onki álit á
teimum. Ivaleyst hevur tað
eitthvørt við áðurnevnda
hugburðin hjá gomlu sambands-
typunum í Eysturoy at gera.
Frá 1994-1998 var hann valdur
fólkatingsmaður. Hetta var
samstundis sum hann røkti
løgmansstarvið og tí hevði hann
eykamann fyri seg á Danatingi. Í
2002 loysti hann Finnboga
Ísakson av í formanssessinum á
Føroya Løgtingi, og har situr
hann enn við einum einmæltum
tingi aftan fyri seg. Og tað er
ikki yvir at dylja, at hann trívist
heilt væl í hesum sessinum.
Hansara politiski trupulleiki er,
eins og hjá Finnboga, at
formaðurin verður ið so lítið
sjónskur í politiska landslagnum.
Fær sum savningarfigurur ikki
tikið lut í orðaskiftinum á sama
hátt sum aðrir tingmenn, og kann
hetta við tíðini gerast ein trupul-
leiki, tá ið menn nú einaferð
skula veljast av fólkinum.
Til tvey tey seinastu valini hava
nakrir eysturoyingar skipað fyri
politiskum valfundum í losjuni í
Gøtu, harið vit báðir hava verið
settir yvir av hvørjum øðrum, - í
eini sokallaðari politiskari duell.
Stjórin á Havsbrún, Bergur
Poulsen, hevur verið settur til at
ansa okkum, og uttan at taka
munnin ov fullan, haldi eg meg
kunna siga, at hetta hava verið
nakrir sera gevandi fundir, fyri
okkum báðar, og vónandi fyri tey
mongu sum hava leitað til teirra.
Tað hevur verið sum hjá Jógvani
og Peturi á sinni, nærum
óavmarkað talutíð. Í einar
tríggjar til fýra tímar. Og tá ið vit
skuldu enda seinast og teir
høvdu lokkað okkum báðar at
syngja hvør sín sang við
fundarlok, og Edmund sang
Vikingarna og For dina blaua
ogon skyld, væl akkompagner-
aður av skrivara sambands-
floksins, Helga Abrahamsen, og
Niels Arge Galan úr loysingar-
bólkinum 200, vríggjandi við
mjadnunum, tikin úr leikum,
sum ein føroysk útgáva av
Johnny Cash, tá mundi takið lyft
seg omanav hesum gamla
avhaldshúsinum í Gøtu. Har
sóðu fólk aftur eina ókenda síðu
hjá hesum óbendiliga multi-
talenti av Oyri. Hann spældi ikki
á guitaran tað kvøldið, men á tí
ljóðførinum er hann heldur ikki
sørur. Hevði útvarpið verið á
staðnum við upptakara, er ikki
óvist, at hann hevði ligið nakað
ovarlagað á Hvat-Nú hittlistanum
hjá Elisi Poulsen í rúma tíð eftir
valið.
Vit báðir eru samdir um nógv,
men órokkiliga ósamdir í
spurninginum um hvussu
politisku viðurskiftini skula
skipast millum Føroyar og
Danmark. Edmund trýr uppá hin
stóra matrikkulin hjá dønum,
ímeðan undirritaði í ævir fer at
halda fast um trúnna á, at ein
føroyskur nationalstatur er
einasti vegurin fram hjá føroysku
tjóðini. Men hetta frábrigdið
hevur ikki forða okkum í einum
vinskapi, sum fer at halda fram,
soleingi annar av okkum gongur
omaná jørðini. Hjartaliga
tillukku við degnum og nógv góð
ár afturat i føroyskari vinnu og í
føroyskum politikki. Kanska
verður hann einaferð so frætt
mentur, at tað fer at bera til at
skipa politiska samgongu
ímillum teir báðar flokkarnar, ið
vit umboða, uttan at tað skalast
ov nógv av lakkinum hjá
hvørgum.
Sum løgtingsformaður hevur
Edmund Joensen hægstu tign
landsins ídag. Havi onkuntíð
nevnt tað við hann, og meini tað
faktiskt, at hann ivaleyst hevði
tikið seg betri út sum forseti í
einum komandi føroyskum stati,
sjálvt um hann er ein av
teknunum hjá danadrotti,
Margrethu. Hon slerdi hann til
riddara av Danebrog, av fyrsta
stigi, í januar mánaða 1997. Tað
frættist, at opið hús verður í
Eyðnuni leygarkvøldið, og vera
tað ivaleyst mong, ið fara heiðra
og heilsa hesum merkismanni á
hansara seksti ára føðingardegi.
Góðan byrð og góða veitslu.
Kanska leggur ein leiðina vestur
um bulmiklu fjallarøðina. Tað
spyrst um livst.
Teknarin Óli Petersen hevur dugað ómetaliga væl at troffið Edmund í rætta essinum
sum í hesi tekningini fyri 10 árum síðani
C
M
Y
K
33
32