leygardagur 18. september 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 178 - 18. september 2004
Nr. 178 - 18. september 2004
35
TINGHELLUANALYSAN
Kári á Rógvi
kar@faroe-law.fo
Jóannes Eidesgaard gjørdist løg-
maður í søguligari samgongu.
Breiðar samgongur eru sjáld-
samar í Føroyum, og ABC-
samgongan er ikki roynd áður.
Tað var longu greitt til valið í
2002, at kemiin í fullveldissam-
gonguni var ikki longur tann
rætta, meðan ABC blandingin
tyktist kunna gerast tann mest
stabila. Hóast løgurin týðiliga
var farin at prutla, helt fullveldis-
sinnaða samgongan frá 1998 tó
fram, kókaði yvir í 2004, og
valið í vár gav okkum ta núver-
andi samgonguna. Eftir stendur
bert eitt: er verandi samgonga
vald, bert tí blandingin er tung
og stabil, ella hevur ABC’ið sett
sær verulig politisk mál?
Løgmansrøðan kann geva okk-
um ábending um svarið. Fyrsta
røðan hjá Jóannes løgmanni var
heldur stutt. Men, stuttar røður
kunnu vera góðar; heldur smáar
røður, ið taka samanum stórar
hugsjónir enn øvugt. Við røðu
síni gjørdi løgmaður greitt, at
hann vil hava "eitt gott land fyri
okkum øll," at tað inniber "felags
vón um einar góðar Føroyar" og
"at útbyggja vælferðarsam-
felagið." Hetta krevur bæði "at
vinnan við nýhugsan og áræði
støðugt megnar at bera hesar
útbyggingar," at fremja "týðandi
samanleggingar í almennu fyri-
sitingini," at "landið fríger
kapitalin, sum er bundin í Føroya
Tele, Atlantsflog og Føroya
Banka," og "at sjálvstýrismálið
skal gerast søk fyri ta breiðu
fjøldina."
Orðini sjálvi vissa okkum ikki
um, hvat henda samgongan fer at
avrika, orð siga altíð minni enn
avrik. Vilja vit vita, hvat hesin
løgmaður veruliga hevur uppá
seg, mugu vit hyggja at løg-
listanum, teimum gerðum, sum
komnar eru í eyga.
Løglistin er heftur at løgmans-
røðuni á hvørjum ári, ein listi við
teimum lógum og tiltøkum, sum
samgongan hevur sett sær fyri at
fremja komandi tingárið. Løg-
listin er so at siga samgongu-
skjalið umsett til fyrisitingarmál.
Viðhvørt er umsetingin í so fyri-
sitingarlig, sum tá "fólk" verða
kallaði "likamligir persónar"
(tvassugt juridiskt hugtak) ella
týðandi ætlanir verða nevndar
"meginregluligar," (prinsippi-
ellar) - men lat tað fara.
Knappliga 70 lógaruppskot
verða fráboðaði í løglistanum,
harav bert einstøk higartil eru
løgd fram. Tað er framvegis ein
ósiður, at lógaruppskot koma ov
seint á tingborð - tey flestu av
hesum uppskotum fara at koma
fram antin beint fyri árslok ella
beint áðrenn tingið fer í summar-
frí. Henda samgongan átti at sett
sær sum mál at lagt uppskotini
fram fyrr, so tingið og serliga
almenningurin fáa viðgjørt
uppskotini nágreiniliga og í
góðari tíð.
Sjeyti uppskot - 70 lógir -
ljóða av nógvum, men nærri
greitt, so eru gott tíggju teirra
antin uppskot neyðug vegna
altjóða krøv ella dagføringar av
ríkislógum, og eini fjøruti antin
uppskot arvaði frá undanfarnu
samgongu ella á annan hátt
tekniskt ella fyrisitingarkend
mál.
Flestu uppskot, bæði eftir tali
og veruligum nýskipaðum poli-
tikki, eigur almanna- og heilsu-
málaráði. Tann altíð hugaði og
ágrýtni Hans Pauli Strøm fer at
leggja hesi uppskot fram. Menta-
málaráðið og innlendismálaráðið
við teimum báðum Jógvan á
Lakjuni og á Keldu eiga saman
við Hans Paula góða helvt av
øllum teimum ætlaðu uppskot-
unum.
Hyggja vit at teimum punkt-
um, sum vit nertu við í áðni, so
eru heilt nógv uppskot klár, ið
skulu "útbyggja vælferðar-
samfelagið," meðan knapt so
nógv sæst til vinnuliga nýhugsan
og frígerð av landsins kapitali,
og minni til betringar og týðandi
samanleggingar av almenna
sektorinum.
Tríva vit í samanleggingar, so
er ein slík fráboðað, sum er
rættiliga áhugaverd. Sjómans-
skúlin og maskinmeistaraskúlin
fara at leggja saman. Men
samanlegginin tykist vera hend
meira vegna tveir skúlastjórar, ið
báðir ætlaðu sær frá, enn vegna
nakra politiska ella fyrisitingar-
liga greiðning av almenna
sektorinum. Bara tað, at eitt land
við 48.000 íbúgvum hevur eitt
ótal av hægri skúlum eigur at fáa
okkum at hugsa. Hví hava vit
bæði fróðskaparsetur, sjúkra-
systraskúla, sjómansskúla og
maskinmeistaraskúla, lærara-
skúla og pedagogskúla, heilsu-
skúla, handilsskúla umframt
aðrar hægri skúlar? Svarið er
einfalt: tað hava tey í Danmark
og - sum eg sjálvur veit av
royndum - tað, sum frøðingar
læra á donskum skúlum, er at
eftirgera danskar skipanir.
Sjálvt ikki tann sjálvbodna
samanleggingin av sjómans- og
maskinmeistaraskúlunum fekk
fram nakað alment ella fakligt
orðaskifti um fyrimunir og
vansar við at samskipa alla hægri
útbúgving í Føroyum. Hvørki
fíggjarmálaráð ella fíggjarnevnd
hava víst tekin um, at tey duga at
síggja antin bygnaðarligar
sparingar ella at vit kunnu fáa
meira fyri somu pengar við
slíkum samanleggingum.
Fyrsti listin
Tann fyrsti løglistin er oftanst
tann mest týðandi. Fyrsti løg-
listin er tann, sum mest sannlíkt
verður gjøgnumførdur, og tann,
ið fær longstu tíðina at virka.
Summar loysnir vilja altíð vera
sera ópopulerar Í seinastu sam-
gongu sóu vit, hvussu torført tað
var at fáa samgonguna at leggja
skatt á grønar keks og taka av
stuðulin til "konupengar" (stuðul
til menn og kvinnur, ið hava
skyldu partvíst at forsyrgja
fyrrverandi hjúnafelagar og børn,
ið búgva hjá hinum foreldrinum).
Henda samgongan kann koma í
somu støðu, at skulu leggja
øktan skatt á okkurt ella - meiri
sannlíkt - at taka av frádráttir ella
studningar.
Tey, ið missa slíkar fyrimunir,
merkja tað sera meint. Afturfyri
leggur tann stóra fjøldin ikki eins
nógv merki til, at sersømdir hjá
teimum fáu verða avtiknar. Tað,
sum verður framt tíðliga í val-
skeiðnum, verður partvíst
gloymt; og partvíst hevur tað víst
seg at rigga, sjálvt um summi
hildu tað ikki fór at gera tað.
Eisini hava fólk sissað seg og
hugsað um "tað stóra bílætið"
heldur enn bert um sín egna
frádrátt ella studning.
Skulu umskipanir fremjast,
krevur tað samstarv, samanhald
og serstakliga alment samskifti
og nøktandi frágreiðingar fyri
øll. Sannlíkt er eisini, at nýskip-
anir og umskipanir skulu
fremjast tíðliga í valskeiðnum.
Skattalættin og frígerðin
Tann hemmiligi skattalættin hjá
sambandsflokkinum, sum
kostaði flokkinum valsigurin, er
nú vorðin hold og fer helst at
verða samtyktur. Stóri teoretiski
spurningurin er, hvat gera fólk,
tá skattatrýstið linkar? Fara tey
fyrr heim, tí tey tjena tað sama
uppá styttri tíð, ella verða tey
longur til arbeiðis, tí tey nú
sleppa at behalda størri part av
lønini? Helst er sannleikin onku-
staðni harímillum, í øllum førum
fáa frøðingarnir nú nøkur ár at
kanna, hvat hendur, tá inntøku-
skattatrýstið minkar, veksur
búskapurin, hækkar innflutn-
ingurin og hvønn veg vendur nú
Laffer-kurvan?
Sum tann seinasti av sosial-
demokratisku leiðarunum í
Norðanlondum hevur nú eisini
Eidesgaard viðgingið, at
almennar fyritøkur og almennur
ognarlutur bindur pengar á
óhepnan hátt. Landið eigur
Føroya Banka, men tað hevði
loyst seg betur, um landið í
staðin rindaði aftur lán síni ella
bygdi ellisheim ella skúlar fyri
hesar pengarnar - og avmarkaði
seg til at skatta bankan.
Eitt annað, sum má frígerast,
er tíðin hjá løgmanni og lands-
stýrismonnum. Freistingin hjá
teimum er at gerast "amtsborg-
meistarar," ið ganga til hvørt
einasta tiltak og hvørja einastu
samkomu og halda røðu uppiyvir
øllum avrikum og avdúkingum,
stórum sum smáum, og halda
fund við allar áhugabólkar og
borgarar, sum ringja og gremja
seg.
Samanumtikið
Henda samgongan kann enn
avrika at gera landið betri fyri
fleiri og sameina føroyingar. Tað
ber til at brúka øll tey teknisku
ella arvaðu uppskotini til mið-
vísar betringar. Hetta krevur, at
landsstýris- og tingfólk kýta seg
at laga tey fyrireikaðu uppskotini
til samgonguskjalið og til aðrar
broytingar og betringar, sum
semja kann fáast um.
Tíverri er skipanin hjá okkum
soleiðis, at trupult er hjá and-
støðuni at fyrireika seg og hava
lógaruppskot klár, tá hon endi-
liga kemur framat. Javnaðar-
flokkurin fyrireikaði okkurt
uppskot í farna valskeiði, men ov
trupult var at hava ein heilan
løglista til reiðar.
Rættari og betri var, at løg-
tingsskrivstovan eins og fyri-
sitingarstovnar høvdu skyldu at
hjálpt andstøðuni við lógarupp-
skotum, tí so høvdu bæði
javnaðar- og sambandsflokkurin
kunnað roynt uppskot síni longu
í farna valskeiði, kunnað fingið
viðmerkingar og viðgerð av
teimum, og so lagt tey fram nú,
meiri fullfíggjaði og fyrireikaði.
Skipanin hjá okkum ger, at
politisku hugskotini nýstani nú
skulu umsetast til fyrisitingar-
ligar arbeiðsbólkar, og tey gerast
ikki lógaruppskot fyrr annað ella
triðja tingárið hjá samgonguni -
og tá kann tað vera ov seint.
Tað mest spennandi í ólav-
søkurøðu, frágreiðing og løglista,
var helst lyftið frá løgmanni um
at samskipa arbeiðið at gera
politikk til lóg. Megnar løgmað-
ur at økja ferðina í tilgongdini
frá politikki til lóg uttan at verra
viðgerðina og almenna orða-
skiftið, so kann henda samgonga
veruliga megna at gera landið
betri fyri øll.
Løgmaður í tíðarneyð
Løglistin var hjálagdur løgmansrøðuni á
ólavsøku. Listin vísir, at trupult er at
umseta samgonguskjalið til lógaruppskot,
og illa gongst at fáa uppskotini framløgd
Løglistin er heftur at løgmansrøðuni á hvørjum ári
LØGLISTI
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Størsta og helst mest umfatandi
lógararbeiðið hjá sitandi lands-
stýri komandi árini liggur hjá
Almanna- og heilsumálaráðnum.
Og størsti bitin hjá Almanna- og
heilsumálaráðnum er ein nýggj
forsorgarlóg. Hon er so umfat-
andi, at alt arbeiðið eftir ætlan
ikki verður liðugt fyrr enn síðst í
2007. Tað vil siga, at verandi
samgonga má halda út alt val-
skeiðið, um hon samlað skal
síggja lógina gerast veruleiki.
Landsstýrismaðurin í almanna-
og heilsumálum, Hans Pauli
Strøm, hevur sett øll segl til fyri
at røkka málinum um eina
nýggja forsorgarlóg. Hann vísir
á, at týdningurin av lógini er
risastórur.
– Neyvan nøkur onnur lóg
hevur so stóra beinleiðis á
ávirkan á fólk sum hendan, sigur
Hans Pauli Strøm.
Gomul donsk
Verandi forsorgarlóg fær somu
orð við á vegnum sum so nógvar
aðrar lógir, sum skulu eftirkann-
ast ella gerast heilt av nýggjum:
Hon er bæði gomul og donsk.
– Seinastu tretivu árini er hon
rættað eitt sindur til og okkurt
lagt afturat. Vit skulu vera glað
fyri, at tað er ein forsorgarlóg,
men samlað er hon óhóskandi og
ikki løtt at arbeiða við, sigur
Hans Pauli Strøm.
Eitt, sum tosað verður nógv
um við nýggju lógini, er at gera
alt forsorgarøkið greiðari, soleið-
is at tað fer at virka betri fyri
tann einstaka og fyri skipanina.
– Tað verður nýtt ov nógv orka
til at meta um tann einstaka í
hvørjum føri. Tað er serliga
strævið fyri fólkini sjálvi, men
skipanin tænir ongum sum best
sum er, sigur Hans Pauli Strøm.
Arbeiðið er so drúgt, at tað ber
ikki til hjá landsstýrismanninum
í skrivandi stund at siga so nógv,
hvørjar ítøkiligar broytingar ella
ágóðar ávísir bólkar kunnu
vænta sær, at vit fara at síggja í
nýggju lógini.
Ein samfelagsbólkur, sum
hevur verið nógv frammi sein-
astu tíðina, eru einligar mammur.
Har hevur ein kanning víst, at
tær hava ofta stórar trupulleikar
at fáa endarnar at røkka saman.
Landsstýrismaðurin lovar, at
nýggja forsorgarlógin fer at
koma væl við hjá hesum sam-
felagsbólki, har tað millum
annað skal gerast greiðari, hvørji
rættindi einligu mammunar hava
og hvørjar ítøkiligar skyldur tað
almenna hevur mótvegis teimum.
Í stigum
Hvat inniber so ein forsorgarlóg?
Hví er tað so drúgt at fáa arbeið-
ið frá hondini?
Lógin umfatar fleiri samfe-
lagsbólkar. Høvuðsbólkarnir eru
børn við skerdum førleika, vaks-
in við skerdum førleika og fólk
annars, sum av sosialum ella
øðrum áðum hava brúk fyri for-
sorgarhjálp fyri at koma fyri seg
aftur. Hesin triði bólkurin um-
fatar nógvar ymsar støður, fólk
kunnu koma í.
Hetta eru alt stórir og umfat-
andi samfelagsbólkar, sum tað
tekur drúgva tíð at viðgera hvør
sær í. Greiðast skal fáast hvørji
ítøkilig rættindi og skyldur eru
galdandi. Hugsa vit bert um fólk
við skerdum førleika, so umfatar
lógin alt frá hjálpartólum og
heilivág til tænastur av ymsum
slag.
Á Almanna- og heilsumála-
ráðnum situr ein persónur burt-
urav og arbeiðir fyri forsorgar-
lógini. Arbeiðið er harumframt
skipað í arbeiðsbólkar, sum hava
tilvísingarbólkar at vísa til og
ráðføra seg við. Til-vísingarbólk-
arnir hava umboð bæði úr yms-
um áhugafeløgum, heilsuverki
og aðrastaðni.
– Vit nýta fólk úr Almanna- og
heilsumálaráðnum og taka eisini
fólk inn útifrá við servitan.
Hugskotið við tilvísingarbólkun-
um er at fáa so breiða umboðan
og so nógva vitan við í kjakið í
sambandi við lógarsmíðið sum
gjørligt, sigur Hans Pauli Strøm.
Ein arbeiðsætlan í fleiri stigum
er gjørd. Eftir henni skal eitt
upplegg fyri børn við skerdum
førleika verða liðugt í heyst.
Komandi summar skuldi eitt
útspæl um vaksin við skerdum
førleika verið liðugt. Somuleiðis
í 2005 verður roynt at gera upp-
leggið til restina av forsorgar-
lógini liðugt. 2006 skal nýtast til
at finna eina heild í arbeiðinum.
Ein drúgv hoyrifreist verður
ásett, og arbeitt verður mett at
gerast liðugt síðst í 2007.
Tað verður tosað um at leggja
onkran part forsorgarlógini fram
fyri seg, men í skrivandi stund
verður arbeitt útfrá at gera eina
umfatandi nýggja forsorgarlóg.
Eitt fyrisitingarligt ódnartak
Nýggj lóg um barnavernd
er í nánd, og hon leggur
størri ábyrgd á
kommunurnar og fakligu
servitanina. Eisini eitt
íløgusavn er ávegis
LØGLISTI
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Seinnu árini hevur drúgt stríð
verið um skipanina av barna-
verndum. Verandi lóg er ikki
hóskandi, og nú hevur tað
eydnast at finna eina loysn, ið
bæði samgongan, kommunurnar
og serkunnleikin kunnu taka
undir við. Allir partar hava verið
við í fyrireikandi arbeiðinum.
Barnavernd
Barnaverndirnar verða í framtíð-
ini skipaðar í kommunalum eind-
um við fleiri enn 1.500 fólkum.
Røkkur fólkatalið hjá einari
kommunu ikki til, so skulu
kommunurnar samstarva sína
millum. Afturat barnaverndar-
nevndunum verður eisini ein
barnaverdnarumsiting, sum skal
gera alt fyrireikingararbeiði og
allar kanningar fyri sjálva barna-
verndina. Tað verða sett krøv til
fakligan førleika í barnaverndar-
umsitingini.
– Tann fakligi førleikin fær
nógv størri týdning enn áður.
Men vit varðveita framvegis
lokalu vitanina í barnaverndun-
um, sigur Hans Pauli Strøm.
Tað verða kommunurnar
sjálvar, sum skulu rinda fyri og
standa fyri tí parti av økinum, ið
snýr seg um fyribyrging. Landið
skal taka sær tvangsskipanum,
og har verður eisini skipað ein
landsbarnaverndarnevnd við
millum øðrum løgfrøðingi og
sálarfrøðingi.
Ein barnaverndarstova skal
samskipa alt økið og vera dyggur
stuðul hjá barnaverndunum kring
landið.
Landið fer at spara einar 13
milliónir við hesari nýggju skip-
anini. Samanlagt er skipanin
vorðin 2,5 milliónir dýrari, og
tað merkir, at kommunarnar
skulu rinda næstan sekstan
milliónir meira.
– Hetta verður regulerað við at
kommunurnar fáa størri skatta-
inntøku og parturin hjá landinum
minkar tilsvarandi, sigur Hans
Pauli Strøm.
Arvagransking
Ein nýggj lóg um arvagransking
skal leggjast fyri løgtingið í
oktober. Við lógini verður
millum annað eitt íløgusavn sett
á stovn. Savnið skal umfata ein
biobanka, diagnosuskrá og
ættarbandsskrá. Hesin stovnurin
fær rætt at geva loyvi til at
granska í føroyskum "genum" og
krevja gjald fyri. Stovnurin skal
vera sjálvfíggjandi, og mett
verður, at tað er ein hampiligur
møguleiki fyri, at tað eisini vil
geva inntøkur til landskassan.
Vísindasiðsemisnevndin og
Dátaeftirlitið hava framvegis fult
eftirlit við økinum. Somuleiðis
eru ætlanir um at gera eina
granskarapark, har føroyskir
granskarar kunnu nýta gott av
royndunum hjá hvørjum øðrum
og hava eitt felags forum.
Funnu breiða semju
Arbeiðið at gera nýggja forsorgarlóg er so
umfatandi, at endaliga úrslitið verður ikki
klárt fyrr enn í 2007
Tað krevur so sanniliga sítt - eisini góða konditión og heilsu - at smíða nýggja forsorgarlóg. Sitandi landsstýri má
halda innanborðað alt valskeiðið, um hon smalað skal síkggja lógina gerast veruleiki
Mynd Jens K. Vang
C
M
Y
K
35
34