Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 4 Tá Elin Dagbjartsdóttir Neshamar skuldi av húsum í morgun, sá hon at hjalshurðin stóð opin. Tá hon fór at lata hana aftur, sá hon, at krovið, ið hekk inni í hjallinum, var stolið. Vanliga hava tey heingilás á hurðini, men tað var ikki í og tí hevur gerningsmaðurin tikið sær tað frælsi at fara inn í hjallin og taka krovið.  Elin Dagbjartsdóttir Neshamar skrivar soleiðis á sínum Facebook vanga: Krovið er stjolið! Tá børnini og eg fóru út í morgun, stóð hurðin í hjallinum á glopp. Eg hugdi líka inn áðrenn eg skuldi koyra hurðina aftur, og har sá eg at krovið sum hekk var vekk! Stjolið! Onkur hevur gingið heilt upp til inngongina hjá okkum, er farin inn í hjallin og tikið tað einasta krovið, sum hekk har!! Tað er ótrúliga óbehagiligt og ørkymlandi!!  Vit plaga altíð at hava hongilás á, men av onkrari orsøk er tað ikki komið á enn. Og egentliga havi eg hildið tað verið eitt sindur overkill, tí hvør fer at stjala úr einum hjalli?  So... Eg heiti á tykkum, skaffi tykkum eitt hongilás!! FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 5-10 m/s 5-10 m/s 13 m/s 8-13 m/s 5-10 m/s Fríggjadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 m/s, sum snarar í ein landsynning og makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin um 10 stig. Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, um náttina upp í strúk í vindi, 13 m/s, men yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Nýggji føroyavinurin er við at skrivað nýggjan sáttmála við Madrid. 171 mio. um árið, svarandi til 469.000 kr. um dagin - ella knapt 20.000 kr. um tíman, døgni runt. BUM!. Ronaldo fepurin hevur herjað, eftir at heimsstjørnan vitjaði í Føroyum í samband við landsdystin mánakvøldið. Føroyar taptu 0-6, men mangur føroyingur hevur kortini merkt hetta sum eina óvanliga góða hending, tá Ronaldo vitjaði í Føroyum. SAS fer at flúgva til Føroya og frá mars 2017 fær Atlantic Airways kapping á Føroyar rutuni Bob Dylan fær Nobel virðisløn fyri bókmentir Føroyska landsliðið tapti 0-6 til Portugal mánakvøldið Maðurin, sum rann á vøllin eftir selfie við Ronaldo, kann vænta sær bót Leikurin »Einaferð var tað eg«, byrjaði í vikuni og fær sera góð skóðsmál frá ummælarum »Ronaldo« Krov stolið úr hjalli MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt ella fleiri føroyingar vera í Føroyum næsta summar, sigur hagstovan. 50.000 MANGT OG HVAT Visti tú? Íslendsk altings­ kvinna gav bróst frá tingsins røðarapalli