hósdagur 13. oktober 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
5
Yvirgangurin á World Trade Center
Richard Drew fangaði hesa myndina av einum manni,
sum dettur niður frá World Trade Center eftir ræðuliga
yvirgangin 11. september 2001. Óvist er, hvør maðurin
á myndini er. Tað verður mett, at áleið 200 fólk lupu úr
bygningum, eftir at flogførini raktu.
IKONISKAR MYNDIR
GJØGNUM TÍÐINA
BARBARA HOLM
Gjøgnum tíðina er mong ein mynd tikin, sum
seinni vísti seg at vera ímyndin av onkrum,
sum heimurin minnist. Ikoniskar myndir eru
nógvar í tali. Her á síðuni hava vit tikið nakrar
fáar burturúr rúgvuni.
Nelson Mandela verður frælsur
Eftir 27 árum handan rimarnar, gekk Nelson Mandela fríur tann 11. februar 1990. Nógv stúrdu
fyri, at eitt borgarakríggj í Suður Afrika fór at koma í kjalarvørrinum, men Mandela gjørdist
heldur súmbol fyri friði og at taka lógvatak tvørturum húðarlitir.
Børn í Vietnam
Hendan myndin gjørdist ímyndin av
teimum ræðuleikum, sum Vietnam
kríggi førdi við sær. Í 1972 misti eitt
suður vietnamesiskt flogfar napalm á
síni egnu fólk. Níggju ára gamla Kim
Phuc, skræddi brennandi klæðini av
sær, meðan hon flýddi, og myndaði
fangaði myndamaðurin Nick Ut frá
Associated Press.
Hindenburg katastrofan
Í 1937 fangaði Sam Shere, myndamaður, Hindenburg katastrofuna, sum
kravdi 36 mannalív. Tað gjørdist eisini endin á líknandi luftskipum, sum
áðrenn søgdist at vera framtíðin innan flogferðslu.
Neil Armstrong á mánanum
20 juli 1969 hendi tað, sum hevur verið offur fyri óteljandi konspiratiónsteorium fram til dagin í dag. Menniskju
gingu á mánanum. Hesar myndirnar mugu sigast at vera nakrar av teimum kendastu í søgu heimsins.