Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 6 BARBARA HOLM H evur tú verið til leikin »Einaferð var tað eg«, so hevur tú helst fingið eitt ordans feminist­ iskt inn­spark. Tær báðar Durita Dahl Andreasen og Mariann Hansen drepa innaru penu gentuna og loyva ganda­kellingini at koma út at spæla. Handan tær báðar stendur Búi Dam, leikstjóri. Ímillum venjingar og fyri­reikingar er Búi Dam komin inn í Miðla­húsið hendan seinna­partin, har tosi skal snúgva seg um tey feministisku virðini. Tí tað er ikki uttan orsøk, at hann hevur leitað sær til tað mest feministiska staðið í landinum beint nú. Orsøkin er heilt einfalt, at hann ynskir at finna tí innaru prinsessuna. – Fyri meg er feminisma nøkur ávís virði. Kvinnur eru nógv meira í sam­band við sínar kenslur, tær hugsa meira umfevnandi í mun til menniskju, samfelagið og náttúruna. Tað eru sjálvandi eisini menn, sum gera tað, men tað er tað eg for­bindi við feminismu, sigur Búi Dam, tá ið hann skal greiða frá áhuganum. Tað er nakað hann hevur tørv á at finna í sær sjálvum, tí tað er við báðum síðunum, at menniskja kemur í javnvág. – Tað feminina og tað mas­ku­ lina er í okkum øllum. Og vit hava tørv á báðum fyri at blíva heil menniskju, sigur Búi Dam. Og við einum modernaðum ævin­týri og við at koma heilt tætt at tveimum listarligum kvinnum, er málið sett. Ævintýr og dreyma Tá fólkini handan Einaferð var tað eg, byrjaðu sína verkætlan vóru fyrstu boðini frá leikstjóranum, at dreymar skuldu skrivast niður. Tí eitt ævintýr hevur ótrúliga nógv til felags við dreymar. Og kvinnur? Ja tær eiga dreymagávuna. – Allar kvinnur eg kenni droyma meira og týðiligari enn menn. Dreymar siga okkum nógv um okkum sjálvi, og um vit læra at lurta, so kunnu teir eisini vera veg­leiðandi, sigur Búi Dam. Dreymar eru á onkran hátt ikki ólíkir ævintýrum. Í báðum førum henda óforklárilig ting, sum tú kortini skilur. Eingin logikkur er í háttinum eitt ævintýr verður sett saman, og soleiðis er eisini við dreymum. – Og av tí, at tað irrationella, í orðsins besta týdningi, ofta verður sæð sum feminint virði, hildu vit dreymarnar og ævintýrini vera eitt gott stað at byrja femininu ferðina, sigur Búi og leitar sær til ævin­týrini. – Hyggur tú eftir ævintýrum, so eru tey sum oftast um, at ein genta ella drongur fer at leita eftir mótpartinum, og tey verða sam­ eind og liva lukkuliga í allar ævir. Tað er tann tráanin, sum er í mær. Tann sum sigur, at eg skal finna javnvágina ímillum tað maskulina og tað feminina innaní, sigur Búi Dam. Hann er leikstjóri í beinharða feministiska leikinum »Einaferð var tað eg«, og tað er ikki uttan orsøk. – Tá ið umræður tey femininu virðini, havi eg kent meg rættiliga handikappaðan. Í leitanini eftir tí feminina innaní valdi eg at fara við í hesa verkætlanina, sigur Búi Dam, leikstjóri. EG VIL FINN MÍNA INNA PRINSESSU Vit vilja elska og verða elskað, vit vilja kærleikan. Tað haldi eg er størsti longsulin vit hava PERSÓNSSØGA Búi Dam