Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 10 – KENNI MEG FULLKOMI­LIGA SLEPTAN UPP Á FJALL Yngri við alzheimers TEMA SOSIALURIN 115 FRÍGGJADAGUR 7. OKTOBER 2016 HALLUR AV RANA Y virtøkan hjá komm­ ununum av eldraøkinum frá landinum hevur verið eitt av mest um­ tal­aðu og umstríddu politisku málunum síðan økið varð yvirtikið 1. januar 2015. Javnan er kjakið um manglandi pening og støðið á eldraøkinum á breddanum á tingi og í fjølmiðlum, har kommunupolitikarar og lands­ politikkarar kasta um seg við uppáhaldum og ákoyringum. Torført er eisini at gera eina obje­ktiva lýsing av støðuni á eldra­økinum áðrenn og aftaná yvirtøkuna, men fyri ein bólk, ið vanliga ikki verður tikin upp á tungu í kjakinum, er eingin ivi um, at 1. januar var teirra øki fyri einum bakkasti. Tí meðan politikarar, fakfeløg og onnur keglast um støðuna á eldraøkinum, er ein bólkur við sekstan føroyingum dottnir full­ komiliga niðurímillum í sam­ felagnum, og er vorðin mið­depilin í einum stríði millum land og kommunu, um hvør hevur ábyrgd­ ina av teimum. Eingin hjálp Sekstan føroyingar eru nevniliga í tí støðu, at hóast teirra førleikar eru munandi skerdir vegna sjúku, so vil hvørki Almannaverkið ella kommunurnar taka fulla ábyrgd av teimum. Talan er um teir sjúk­ lingar, ið hava fingið staðfest Alz­heimersjúkuna og eru undir pensjónsaldur. Um ein alzheimersjúklingur er yvir 67 ár, so hevur viðkomandi sama rætt sum aðrir borgarar til røkt á einum á ellisheiminum, men um viðkomandi er undir 67 ár, so er viðkomandi í eini vónleysari støðu. Tí meðan Almannaverkið held­ ur fast við, at alzheimersjúklingar hoyra undir eldrarøktini, ið varð yvirtikin í 1. januar 2015 av kommununum, so vilja flestu kommunur í Føroyum vera við, at tað ikki er støðan, men meta at røktin av alzheimer­sjúk­lingum hoyrir heima hjá Almanna­ verkinum. Undantakið er tó í Tórshavnar kommunu, har kommunan í vikuni kunngjørdi eitt nýtt fyribils tilboð til alzheimersjúklingar, har tey fáa bjóða dagpláss á Tjarnagarði allar gerandisdagar. Einki borð eftir Ein teirra, ið kennir alt ov væl til støðuna hjá alzheimersjúklingum er vestmenningurin Fríðbjørn Poulsen. Fyri seks árum síðan fekk kona hansara, Krista Poulsen, staðfest alzheimersjúkuna. Men líka síðan konan fekk staðfest sjúkuna, hevur hjálpin, ið hjúnini hava fingið frá tí almenna, verið lítil og eingin. – Einasta hjálpin vit hava fingið er, at hon fær invalidpensjón. Aðra hjálp fáa vit ikki, hvørki heimahjálp ella aðra røkt. Tað er ikki fyrr enn, at hon hevur brúk fyri 100 prosent hjálp, at tað almenna traðkar inn og hjálpir henni, greiðir Fríðbjørn Poulsen frá. Enn er konan so mikið frísk, at hon megnar at vera heima, men familjan saknar eitt stað, har Krista Poulsen kann fara um dagarnar. Hvørki Vestmanna kommuna ella Almannaverkinum vilja nevniliga veita eina hjálpandi hond. – Eg búgvi í Vestmanna, og her hendir einki. Eg havi havt ein fund við kommununa, har eg fekk at vita, at hetta ikki er borðið hjá Vestmanna kommunu, men tað er borðið hjá Almannaverkinum, greiðir Fríðbjørn Poulsen frá. Tað hjálpti tó lítið hjá vest­ menn­inginum at venda sær til Al­ mannaverkið. – Men hjá Almannaverkinum fái eg at vita, at tað heldur ikki er teirra borð, tí talan er um eitt øki, ið kommunurnar yvirtóku við yvirtøkuni av eldraøkinum í 2015. Men tá Vestmanna kommuna og Almannaverkið bæði skúgva ábyrgdina yvir á hin partin, so er einki borð eftir at venda sær til. Tað eru bara tey bæði borðini, sigur ein ørkymlaður Fríðbjørn Poulsen. Keðir seg í hel Krista Poulsen var 52 ára gomul, tá hon ein dagin vendi sær til læknan, tí hon ikki hevði tað so gott. Í fyrstu atløgu varð hon sjúkrameldað fyri stress, men seinni gjørdist tað greitt, at talan var um tekini upp á Alzheimersjúkuna. – Um eg hugsi aftur í tíðina, so meti eg, at hon vísti tekin upp á sjúkuna, tá hon var um 45 ára gomul. Hetta hóast sjúkan ikki varð staðfest fyrr enn fyri seks árum síðan, tá hon var 52 ára gom­ ul. Hon elskaði at rokna, og um vit báðir t.d. tosa saman, og tú sigur nær tú ert føddur, so hevði hon alt fyri alt roknað hvussu nógv ár og dagar vóru millum okkum. Men um tað mundi gavst hon við at rokna, so eg vænti tað er tá, at sjúkan byrjaði, greiðir Fríðbjørn Poulsen frá. Hóast tað eru nógv ár síð­an, at konan fekk staðfest Alz­heimer­ sjúkuna, so er hon enn so mikið væl fyri, at Fríðbjørn Poulsen torir at fara heimanífrá, meðan konan er einsamøll inni. – Eg eri ikki bangin fyri, at hon er einsamøll heima, men hon keðir seg í hel. Hon er øgiliga einsamøll og ringir oftani til mín og grætur. Men nú fær hon eydnubollar, og um tað ikki hevði verið fyri teimum, so eri eg vísur í, at hon langt síðan hevði tikið lívið av sær sjálvum, sigur Fríðbjørn Poulsen. Situr og bíðar í bilinum Hóast hvørki Vestmanna komm­ una ella Almannaverkið í løtuni hava havt eitt tilboð til hjúnini, so hevur okkurt avmarkað til­ boð verið frá eini heilt aðrari kommunu. – Tórshavnar kommuna hevur eitt demenstoymi, har Krista hevur fingið møguleikan at luttaka. Hví undantak er gjørt fyri hana veit eg ikki, men tað hevur verið sera gott, tí har er ein onnur kvinna, á sama aldri sum kona mín, ið eisini hevur Alzheimersjúkuna. Tær báðar hava Eg eri ikki bangin fyri, at hon er einsamøll heima, men hon keðir seg í hel. Hon er øgiliga einsamøll og ringir oftani til mín og grætur Men tá Vestmanna kommuna og Al­ mannaverkið bæði skúgva ábyrgdina yvir á hin partin, so er einki borð eftir at venda sær til. Tað eru bara tey bæði borðini