hósdagur 13. oktober 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
11
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
verið glaðar fyri at vera saman,
sigur Fríðbjørn Poulsen.
Hóast Fríðbjørn Poulsen er
glaður fyri hjálpina frá Tórshavnar
kommunu, so nøktar tað ikki allan
tørvin.
– Talan er um eitt tilboð frá 11
til 16 týsdagar og hósdagar. Tað
er ov lítið. Harumframt er tað
ikki serliga gott, at Krista situr
einsamøll í bilinum frá átta og
ellivu inntil hon sleppur inn. Eg
eri nevniliga til arbeiðis tá, og hon
kann ikki ganga einsamøll í Havn,
tí eingin veit hvar hon kann enda,
greiðir Fríðbjørn Poulsen frá.
Ein glotti at hóma í Havn
Higartil er tað Tórshavnar komm
una, ið hevur veitt størstu hjálpina
til hjúnini í Vestmanna, og Fríð
bjørn Poulsen setur nú aftur
sítt álit á eitt samstarv millum
høvuðsstaðarkommununa og
sína egnu kommunu. Týsdagin
byrjaði nevniliga eitt nýtt fyribils
tilboð á Tjarnagarði, har Tórs
havnar kommuna bjóðar alz-
heimersjúklingum eitt dagtilboð
alla dagar í vikuni.
– Vinkonan hjá Kristu frá
demenstoyminum, ið er havnar
borgari, hevur nú fingið møguleikan
at vera á Tjarnagarði hvønn dag frá
klokkan átta til fýra. Tað er nakað
spildurnýtt, ið byrjaði týsdagin,
greiðir Fríðbjørn Poulsen frá.
Hóast trupult hevur verið
at fingið hjálp higartil, so setir
Fríðbjørn Poulsen nú sína vón
á, at Vestmanna kommuna og
Tórshavnar kommuna kunnu
finna eina loysn saman.
– Hetta er so nýtt, at eg vænti,
at um Vestmanna kommuna vil
gjalda tað, so sleppur hon við í
tilboðið hjá Tórshavnar komm
unu. Eg havi eisini tosað við
borgarstjóran, ið lovar at taka
samráðingar upp við Tórshavnar
kommunu, so at ein loysn møguliga
verður funnin. So eg eri spentur,
um glið kemur á tingini nú, sigur
Fríðbjørn Poulsen.
Fríðbjørn Poulsen leggur tó
dent á, at hann metir at apan liggur
hjá Almannaverkinum.
– Sum eg havi fingið upplýst,
so yvirtóku kommunurnar bara
tey, ið vóru yvir 67 ár. So tað at
Tórshavnar kommunu nú skipar
eitt tilboð, er teimum til rós, men
ábyrgdin liggur hjá Almanna
verkinum, sigur Fríðbjørn Poulsen.
Sleptan á fjall
Stríðið fyri at fáa eitt nøktandi
tilboð til konuna hevur tært upp
á orkuna hjá Fríðbjørn Poulsen,
ið nærum hevur mist alt álitið á
vælferðarsamfelagið.
– Eg føli meg revsaðan fyri, at
konan er vorðin sjúk. Man verður
so vónbrotin av skipanini. Fyri
fleiri árum síðan gekk eg sjúkur í
fýra ár og fekk tá heldur onga hjálp
av nøkrum slag. So eg hava ringar
royndir við tí skipanini, ið skal lofta
teimum, ið detta niðurímillum
í samfelagnum, sigur Fríðbjørn
Poulsen.
Eftir at hava samskift við tað
almenna í fleiri ár, situr Fríðbjørn
Poulsen nú eftir við eini kenslu
av, at tað almenna ongar ætlanir
hevur um at hjálpa teimum.
– Eg føli meg fullkomiliga
sleptan upp á fjall, og føli eisini, at
vit eru í eini støðu, ið vit ikki kunnu
lastast fyri. Hon er íkomin av sær
sjálvum, uttan at vit hava havt
nakra ávirkan á hana. Men eg føli
meg revsaðan fyri støðuna, ið vit
eru komin í, og føli, at hugburðurin
móti okkum er, at tit hava sjálvi
róta tykkum út í hatta, so tit
mugu sjálvi koma úr tí aftur, sigur
Fríðbjørn Poulsen harmur á máli.
Fríðbjørn Poulsen vísir eisini á,
at um ongin loysn verður funnin
á støðuna hjá honum skjótt, so er
hann noyddur at fara úr starvi fyri
at kunnu ansa eftir konu sína fulla
tíð.
– Tað sum fyllir nógv er, at
eg havi verið í starvi hjá SEV í
tretivu ár, men má nokk siga tað
frá mær innan stutta tíð, tí støðan
hjá Kristu versnar. Tað gongur
nøkur ár áðrenn hon sleppur inn
á eitt heim, men tá standi eg eftir
arbeiðsleysur, tí eg fái ikki nakað
arbeiði aftur, tá eg eri 62 ára
gamal. So innan nøkur ár hevur
Almannaverkið skapt tveir kundar,
heldur enn at hjálpt tí eina.
Onkur má taka um endan
Í løtuni vónar Fríðbjørn Poulsen,
at Vestmanna kommuna fylgir
leistinum hjá Tórshavnar komm
unu og veitir eitt tilboð til tey við
Alzheimer, sjálvt um tað ikki er
teirra ábyrgd.
– Tað er sum Alexander Sam
uelsen, nevndarlimur í Alz-
heimerfelagnum, segði á einum
pallborðsfundi herfyri. Um eldur
kemur í Jóhannu, so er tað eingin,
ið fer at kjakast um hvør eigur
sluppina og hvør skal gjalda, men
verður eldurin í staðin sløktur
alt fyri eitt. So kann man kjakast
um hvar rokningin skal sendast
aftaná, sigur Fríðbjørn Poulsen og
heldur fram.
– Men tá talan er um menniskjur,
so er neyðugt fyrst at vita hvør
hevur ábyrgdina og hvør skal
gjalda, meðan sjúklingurin versnar
og kann doyggja. Vit eru í dag í
eini støðu, ið kann samanlíknast
við tað. Onkur má gera okkurt
við støðuna, hóast kommunan og
landið meta, at tey ikki eiga ábyrgd
ina.
Sambært Fríðbjørn Poulsen,
so er talan um eini sekstan føroy
ingar, ið eru undir 67 ár og hava
Alzheimer, ið hava tørv á hjálp. Tá
tað eru so fá fólk, metir Fríðbjørn
Poulsen, at antin kommunurnar
ella landið mugu kunna lofta
teimum.
– Tað má bera til, at onkur loysir
hendan trupulleikan við t.d. at
kommunurnar taka seg saman og
lofta hesum fólkum. Aftaná kann
man so finna útav hvør skal gjalda,
men hetta eru viðurskiftir, ið mugu
fáast upp á pláss. Hetta er ein
trupulleiki, ið byrjaði, tá eldraøkið
varð yvirtikið av kommununum,
sigur Fríðbjørn Poulsen og leggur
afturat.
– Einaferð snakkaði Kaj Leo
Holm Johannesen, løgmaður, um
piparnøtur. Vit snakka um sekstan
fólk. Um nakar kostnaður er pipar
nøtur, so er hetta tað. Onkur hevur
mett, at tey sekstan fólkini høvdu
kostað landskassanum tríggjar
milliónir krónur. Tað er ikki nógvir
pengar í landsbúskapinum.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
– Tað líkist ongum, at hesi
fólkini ikki fáa hjálp frá
nøkrum. Vit mugu loysa hetta
sum skjótast og eg skilji á øllum
pørtum, at tað væl ber til, sigur
Pauli Petersen, borgarstjóri í
Vestmanna Kommunu.
Eingin veit hvar bólturin
liggur, men øll eru samd um, at
okkurt skal gerast. Tað sigur
Pauli Petersen, borgarstjóri í
Vestmanna. Hann vísir á, at
tað líkist ongum, at fólk ikki
fáa hjálp, sum hesi 16, sum eru
fallin uttan fyri skipanina, sum
hon er í dag.
– Eg havi tosað við lands
stýriskvinnuna, og eg haldi
meg skilja, at allir partar eru
sinnaðir til at finna eina loysn,
sum bæði kommunur og land og
ikki minst sjúklingar kunnu liva
við, sigur Pauli Petersen.
Men tað hastar, og tí er einki
at bíða við.
– Eg má siga fyri meg ,at eg
haldi tað er stór skomm, at
hetta hendir í dag. Men eg havi
tiltrúgv til, at málið verður loyst
skjótt, sigur Pauli Petersen, løg
tingsmaður
og
borgar
stjóri.
Pauli Petersen:
– Stór skomm