hósdagur 13. oktober 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
12
SÓLVIT E. NOLSØ
Á
ðrenn eldraøkið bleiv
lagt út á kommunurnar,
var økið skipað og
ábyrgdina lá hjá land
inum og harvið almannaverk
inum. Síðan eldraøkið bleiv lagt
út á kommunurnar, er støðan við
víkjandi ábyrgdarbýtinum blivin
ógreið.
Eitt markamótsskjal bleiv
undirskrivað av almennu myndug-
leikunum og kommununum 30.
mai í ár í samband við óvissuna
um ábyrgdarbýtið millum land
og kommunu. Markamótsskjalið
er galdandi, tá ivi er um hvør
myndugleiki skal veita einum borg
ara eina tænastu. Fýra mánaðir
seinni bleiv ein markamótsnevnd
sett, ið skal taka avgerðir um hand
faring av markamótum. Ætlanin
við nevndini er at skapa fordømir
í málum, har myndugleikar ikki
koma ásamt um hvør eigur ábyrgd
av onkrum ávísum øki. Tilboð til
fólk undir 67 ár við staðfestum
Alzheimer, er eitt av hesum økjum,
ið eingin hevur tikið ábyrgd av
enn.
Eyðgunn: Alt fór út
til kommunurnar
Eyðgunn Samuelsen, landsstýris
kvinna í almannamálum, sigur,
at tá eldraøkið bleiv yvirtikið av
kommununum, fylgdi ábyrgdin av
teimum undir 67 ár við Alzheimer
eisini við.
– Demensøkið bleiv yvirtikið av
kommununum tá eldraøkið fór út.
Vit høvdu nøkur fakfólk, dagtilhald,
stuðul o.s.fr., men alt bleiv lagt út
og vit hava ongan ekspertisu í al
mannaverkinum longur, tí tað fór
út við eldraøkinum, sigur Eyðgunn
Samuelsen.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at
tað var ikki bert ekspertisan og
starvsfólkið, ið fór út til komm-
unurnar, men stovnarir fóru eisini
við og liggja heilt undir komm-
unum nú.
– Øll dagtilhaldini, ið vórðu
t.d. Vallalíð í Havn og Búatrøð í
Klaksvík, fóru øll út frá okkum,
so fyri mær er tað púra greitt, at
vit standa eftir við ongum, sigur
Eyðgunn Samuelsen.
Eyðgunn Samuelsen sigur, at
hóast demensøkið er lagt út til
kommunurnar og harvið ábyrgdin,
so liggur ein ósemja, ið skal greiðast
millum landið og kommunur um
stuðul og røkt.
– Tað er ikki greitt við stuðuls
skipanum enn. Um onkur til dømis
hevur brúk fyri einum stuðli, so
mugu vit finna eina loysn uppá tað,
sigur Eyðgunn Samuelsen.
Tórbjørn: Landið roynir
at turka rokningina
uppá kommunurnar
Tórbjørn Jacobsen er borgarstjóri
í Runavíkar kommunu og næst
formaður í kommunufelagnum.
Hann ásannar, at í prinsippinum
er talan um eina ósemju, ið snýr seg
um at kommununar skilja støðuna
sum, at hava fingið ábyrgd av
eldraøkinum, ið umfatar tey, ið eru
eldri enn 67, meðan landið sigur, at
demensøkið er flutt við.
Hann er klárur yvir trupulleikan
og sigur, at kjarnin í málinum er
fíggjarligur og at landið roynir at
koyra rokningina av økinum yvir
– Eitt sindur kyniskt sagt, so
kann mann siga, at landið er komið
í dýrastu neyð av hesum og hevur
ikki fíggjarliga orku at taka sær
av hesum. Tey royna at kroysta
rokningina yvir á kommunurnar
og kommunurnar royna sum
frægast at verja seg, fyri ikki at
bukka undir, sigur Tórbjørn Jacob
sen.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at eftir
at eldraøkið bleiv lagt út, eru tað
nógvar kommunur, ið sita eftir við
eini nógv størri rokning fyri eldra-
økið enn fyrr, millum annað vegna
ósemjur sum hendan.
SOLVIT@SOSIALURIN.FO
Landið og kommunur
ósamdar um ábyrgarbýtið
Eingin veit reiðiliga hvør eigur ábyrgdina av teimum, ið eru undir 67, rakt av Alzheimers og hava tørv
á einum dagtilboðið. Eingin vil heldur átaka sær ábyrgdina, men kasta heldur ábyrgdina frá sær
Yngri við alzheimers
TEMA
Eyðgunn Samuelsen, landsstýris
kvinna í almannamálum
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri
í Runavíkar kommunu