Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 13 SÓLVIT E. NOLSØ A lexander Samuelsen, varalimur í nevndini í Alzheimerfelagnum og avvarðandi hjá kvinnu við Alzheimer, sigur at eingin vil átaka sær ábyrgdina av teimum ungu, ið eru undir 67 við Alzheimer og hava hava tørv á einum dagtilboðið. Hann lýsir støðuna við eini mynd: – Um sluppin Jóhanna brendi í Vágsbotni, so hevði sløkkiliðið ikki ringt til Vørn tí hetta er eitt skip, ella til Vágs kommunu tí sluppin er skrásett í Vági. Teir eru somikið at sær komnir, at teir høvdu sløkt eldin og so kundi rokningin diskuterast aftaná, sigur Alexander Samuelsen. Ein katastrofa, at eldraøkið bleiv lagt út á kommunurnar Alexander Samuelsen sigur, at við tað, at eldraøkið bleiv lagt út, er mann endaður í eini støðu við ongari loysn, ið eingin vil taka sær av at loysa. Kommunurnar siga seg hava ábyrgd av eldraøkinum og taka sær av teimum, ið eru 67 ár og eldri. Almannaverkið sigur, at demensøkið fylgdi við og harvið eisini tey, ið eru undir 67 og eru rakt av t.d. Alzheimer, men tað vilja kommunurnar ikki standa við. – Kommunurnar kunnu taka fólk inn á stovn, ið eru undir 67. Tað vil siga, at tey taka teg heimanífrá og á stovn. Um tú vil hava eitt dagtilboð, tað vil siga onkran at ansa einum sjúklingi meðan avvarðandi eru til arbeiðis, so siga tær nei. Um ikki allar kommunurnar, so tær flestu sigur Alexander Samuelsen. Hann vísir á, at fleiri kanningar vísa, at fólk hava tað best við at verða heima sum longst og har er eitt dagtilboð ein góð loysn. Tá traðka fakfólk til tá familjan ikki kann. Víðari vísir Alexander Samuelsen á, at eitt stovnspláss árliga kostar kr. 500-600 tús. pr. íbúgva, so har er enntá eitt gott fíggjarligt argument fyri at hava fólk búgvandi heima so leingi sum møguligt. – Tá eldraøkið bleiv lagt út visti eingin hvør sat við ábyrgdini av hesum og eingin vil taka tað uppá seg. Tað endaði í eini katastrofu. Annaðhvørt skuldi alt verið rull­ að aftur ella skuldi restin av al- manna­verkinum blivið koyrt út á kommunurnar, tí nú situr mann við ongum, sigur Alexander Samuel­sen. Avvarðandi endað í eini umsitingarligari myllu Alexander Samuelsen sigur, at hann hevur sjálvur sum avvarðandi merkt at blíva sleptur uppá fjall. Familjan sendi eina skrivliga um­ bøn til almannaverkið í januar í ár um at fáa trivnaðartænastu til kvinnuna í familjuni, sum er rakt av Alzheimer sjúkuni. Kvinnan er undir 67 ár og maður hennara vil hava hana heima so leingi sum møguligt, men roynir at fáa hana ansaða í dagtímunum, so hann kann røkja sítt starv. Tað ganga fimm mánaðir áðrenn almannaverkið svarar aftur, at tey geva noktandi svar, tí tænastan er útveitt til kommunurnar. Tí meta tey seg ikki hava ábyrgd av økinum. Umsókn verður síðan send til Tórshavnar Kommunu um eitt dagtilboð til somu kvinnu, men kommunan svarar skjótt aftur, at tey meta seg hvørki hava heimild ella skyldu at taka sær av málinum. Avgerðirnar blivu sendar til Føroya Kærustovn, sum bað um betri grundgevingar frá almanna­ verkinum og kommununi, men svarið frá báðum er tað sama. Familjan bíðar nú eftir niður­ støðuni hjá Kærustovninum – Nú er ein markamótsnevnd sett, men so vítt eg veit, so hevur hon eingi mál at viðgera. Tað skilji eg eisini væl, tí hvør fer at kæra? Kæra kommunurnar, er vandi fyri, at tær sita eftir við Svartaperi. Kærir Almannaverkið er vandi fyri, at tey sita eftir við Svartaperi. Tí fara hvørki Almannaverkið ella kommunurnar at kæra, tí tað merkir, at onkur má átaka sær ábyrgd av málinum, men tað vil eingin. Einstaklingar verða vístir til Føroya Kærustovn sigur Alexander Samuelsen. Vandi at enda sum valagn Kommunuval stendur fyri framm­an. Í tí sambandið standa politikkarar í kø at lova eitt og annað. Fleiri hava eisini sagt seg vilja arbeiða fyri demensøkinum og tað er gott sigur Alexander Sam­ uelsen. – Nú hevur Tórshavnar Komm- una byrjað eitt bráðfegis dagtilboð til tey ungu undir 67 við Alzheimer, og tað er sera gott! Men tað er fyri­ bils bert fram til jóla Hvat hendir aftaná veit eingin. Bara hetta ikki er valagn, sum endar ein mánað eftir at valið er yvirstaðið. So eru vit aftur í ongamannalandi, tí eing­in vil átaka sær, at finna eina enda­liga loysn. sigur Alexander Samuel­sen. SOLVIT@SOSIALURIN.FO EINGIN LOYSN AT HÓMA – Myndugleikarnir vita hvør kann halda longst á og ikki hokna, meðan mann letur familjurnar hokna. Teir eru ísakaldir, sigur Alexander Samuelsen, varalimur í nevndini í Alzheimersfelagnum Alexander Samuelsen er varalimur í Alzheimerfelagnum og avvarðandi hjá kvinnu við Alzheimers MYND: ÁLVUR HARALDSEN