Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 TOPP 10 SOSIALURIN 118 FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 1. Tórsgøta 24, Tórshavn  4.900.000 2. Gróthúsvegur 15, Hoyvík  4.600.000 3. Ólivantsgøta 28 3.875.000 4. Hákunargøta 16, Hoyvík  3.850.000 5. Áarvegur 14 3.500.000 6. undir Kongavarða 31 5, Argir  3.400.000 7. Hoydalar 31 3.350.000 8. Niðaragøta 7 3.200.000 9. A. C. Evensensgøta 1A+B 3.200.000 10. Tórgarðsgøta 31 2.995.000 Áarvegur 14 3.500.000 krónur Grundøkið er 122 fermetrar, húsini eru 162 fermetrar í trimum hæddum. Seljarin sigur soleiðis um húsini: »Húsini standa í friðarligum og veðurgóðum býarumhvørvi. Stutt er til allar hugsandi stovnar, skúlar, tænastur og handlar. Í miðhæddini er inngongd, durur/gongd, fýrrúm, køkur, stova og stova, (sum kunnu leggjast saman í eina) við niðurgond til niðastu hædd. Í ovastu hædd er trappugongd, 3 kømur og baðirúm.  Í niðastu hædd er inngongd, handilshøli og wc.« Íbúð, undir Kongavarða 31 5, Argir 3.400.000 krónur Íbúðin er 210 fermetrar í tveimum hæddum. Bygd í 2009/2014. Seljarin sigur soleiðis um íbúðina: »Marglætisíbúð við avbera góðum útsýni yvir alla Havnina, Skálafjørðin og Nólsoynna. Íbúðin er í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er inngongd/gongd, 2 baðirúm, 2 kømur, køkur og stova. Í ovaru hæddini er loftsstova, 2 kømur og 2 goymslurúm.Trappa og lyfta eru í íbúðarbygninginum, sum stendur í friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi undir Kongavarða. Dagstovnur, býlingshús, nýggjur skúli og sparkivøllur er nær við. Busssambandi er gott.« oman Hoydalar 31 3.350.000 krónur Húsini eru bygd í 1978. Tey eru 240 fermetrar. Grundøkið er 813 fermetrar. Seljarin sigur soleiðis um húsini: »Húsini standa í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum øki við frálíkum útsýni yvir Hoyvík, lands­lagið og út á fjørðin. Dagstovnar, skúlar, ítrótt­ ar­høll, kirkjur/samkomuhús og handlar eru nær við. Í ovaru hædd er inngongd, durur, gestawc, gongd, trappugongd, kovi/hjallur, køkur/alrúm/borðsstova/ stova við útgond til altan/útigólv, millumgongd, hjúnarúm, baðirúm og 2 kømur. Ovast er stórt ovastaloft/goymslurúm. Í niðaru hædd er inngongd, durur, gongd/trappugond, stova/kamar, ið kann gerðast til køk, baðirúm, 2 kømur, ítrivsrúm/fýrrúm/ vaskirúm. Garaga og amboðsrúm á 55 m2, og snøggur garður/urtagarður.« 1 6 7 5 10 TEY DÝRA 1. Sethús/vinnubygningur, Tórsgøta 24, Tórshavn, 4.900.000 krónur Húsini eru bygd í 1910/65. Tey eru 117/195 fermetrar til víddar, grundøkið er 169 fermetrar. Seljarin sigur soleiðis um húsini: »Talan er um eini eldri sethús í 3 hæddum, sum eru samanbygd við vinnubygning í 3 hæddum. Sethúsini eru tilsamans 117 fermetrar,  og vinnubygningurin er 195 fermetrar. Ymiskar umvælingar eru gjørdar. Vindeyguni í sethúsunum vórðu skift í 2001/06. Takið á vinnubygninginum varð skift í fjør. Sethúsini eru innrættað soleiðis: í miðhæddini er durur, spískamar, køkur, 2 stovur og gongd. Í ovastu hæddini eru 3 kømur, gongd og baðirúm. Í niðastu hæddini er kamar, fýrrúm/ vaskirúm og vesi. Hjallur og skúrur hoyra til ognina. Í vinnubygninginum er íbúð í ovastu hædd. Í íbúðini eru 2 kømur, baðirúm, gongd, goymslurúm, køkur og stova. Í miðhæddini er skrivstova, fundarrúm, gongd og te-køkur. Í niðastu hæddini er inngongd, stór skrivstova og tøknirúm. Ognin stendur mitt í býnum beint við allar hentleikar.«