hósdagur 13. oktober 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
15
Tórgarðsgøta 31
2.995.000 krónur
Húsini eru bygd í 1975. Tey eru 300 fermetrar til víddar,
grundøkið er 462 fermetrar.
Seljarin sigur soleiðis um ognina:
»Húsini standa í friðarligum og barnavinaligum øki
nær miðbýnum beint við Eysturvøllin. Nakað av útsýni
yvir býin og landslagið. Dagstovnur og skúli er beint við
og handlar og tænastur nær við. Leið 2 og 3 steðga nær við.
Í miðhæddini er inngongd, durur/gongd, baðirúm,
matarkøkur, borðsstova/stova/trappugongd. Í erva er
trappugongd/trappupallur og 2 stór kømur. Í miðhæddini
er inngongd, durur, matarkøkur, stova, gongd, baðirúm og
2 kømur. Niðast høgrumegin er inngongd, durur/gongd,
baðirúm, køkur, stova og 2 kømur. Niðast vinstrumegin er
inngongd, gongd, kamar, stova, køkur, vaskirúm, baðirúm.
Úthús við innkoyringina og garður er runt húsini.«
Ólivantsgøta 28 188 Hoyvík
3.875.000 krónur
Húsini eru bygd í 2008, grundøki er 500 fermetrar, húsini
232 fermetrar. Seljarin skrivar m. a. soleiðis úm húsini:
»Nærum nýggj, vældámd og snotulig sethús í Hoyvík
í tveimum hæddum, stutt frá ansingarstovni, skúla
og handli. Snøgt uttanumøki frammanfyri húsini.
Gott útsýni. Húsini standa væl fyri í friðarligum og
barnavinaligum umhvørvi við blindan veg.
Í niðaru hæddini er inngongd, gongd/trappugongd,
vásakøkur/vaskirúm við útgongd, køkur, stova, baðirúm
og 1 kamar. Í ovaru hæddini er alrúm/stova við útgongd
til altan, baðirúm, 3 kømur, hjúnarrúm við klædnakamari
og atgongd til altan.«
Sethús, Hákunargøta 16, Hoyvík
3.850.000 krónur
Grundøkið er 512 fermetrar, húsini eru 205 fermetrar í
trimum hæddum. Seljarin sigur soleiðis um húsini:
»Snøggu húsini standa í sera barnavinaligum øki
við blindveg. Frálíkt útsýni er yvir fríøkið omanfyri
Djúpagilsvegin og Havnina. Húsini eru í trimum hæddum.
Í miðhæddini er inngongd, gongd, baðirúm, kamar, stova,
køkur við hurð út á altan og hurð út til bilhúsið. Í ovastu
hæddini er loftstova, baðirúm, 2 kømur og klædnarúm. Í
niðastu hæddini er trappugongd, gongd, 3 kømur, baðirúm,
sum er í gerð, vaskirúm, arbeiðsúm og vesi. Snotiligur
garður er runt húsini við áløgdum flísum. Bilhús og úthús
hoyrir til ognina. «
Niðaragøta 7
3.200.000 krónur
Húsini eru bygd í 1997, eru 200 fermetrar til víddar, og
grundøkið er 537 fermetrar.
Seljarin sigur soleiðis um húsini:
»Snotuligu og væl hildnu Norðseturhúsini standa
væl fyri í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi
við blindan veg. Sparkivøllur/spælipláss er beint við,
dagstovnur, skúli, handlar og bussamband er nær við.
Í niðaru hædd er inngongd, durur, gongd/trappugongd,
hjúnarúm, baðirúm, 2 kømur, bryggers/vaskirúm við
atgongd til garagu. Í ovaru hædd er trappupallur/
trappugongd, matarkøkur/alrúm við útgongd til stórt
útigólv, borðsstova/stova, baðirúm og 3 kømur. Harafturat
er garaga og skúrur, útigólv við markisu og hitalampum,
fluguskáp og garður/urtagarður.«
A. C. Evensensgøta 1A+B, 3.200.000 krónur
Húsini eru bygd í 1948, tey eru 505 fermetrar til víddar,
grundøkið er 304 fermetrar.
Seljarin sigur soleiðis um húsini:
»Ognin eru 1 bygningur A í 3 hæddum á 85 m², 1
bygningur B í 2 hæddum á 100 m² og millumbygningur á 50
m² - íalt 505 samanhangandi fermetrar. Húsini eru dagførd
so við og við og standa sera væl fyri 200 m frá Vaglinum.
Húsini, sum eru væl egnað til bústað/íbúðir og umsiting/
vinnuvirksemi, hava sera gott útsýni yvir Havnina og út á
Nólsoyarfjørð. Í niðara bygningi er í miðhæddini inngongd,
gongd/trappugongd, køkur/alrúm og borðsstova/alrúm og
stova. Í ovastu hædd er trappugongd, hjúnarúm, 3 kømur,
og baðirúm. Í niðastu hædd er inngongd, durur/gongd,
køkur, baðirúm, stova, 2 kømur og fýrrúm/vaskirúm.
Í millumbygninginum er inngongd, gongd, forhøli og
2 arbeiðsrúm. Í erva er stór terassa, millumgongd og
goymslurúm. Í ovara bygninginum er í neðra inngongd/
garaguhurð, stórt framleiðsluhøli, starvsfólkarúm,
goymslurúm, wc og inngongd til ovaru hæddina. Í ovaru
hædd er inngongd, vaskirúm/verkstaður, durur, gongd/
trappugongd, borðsstova/alrúm/stova, køkur, hjúnarrúm,
baðirúm, 3 kømur og goymslurúm.«
8
10
9
2
3
4
ASTU HÚSINI
Sethús, Gróthúsvegur 15, Hoyvík
4.600.000 krónur
Bygd 1974/2008, stykkið er 998 fermetrar, húsini eru 246
fermetrar í tveimum hæddum. Seljarin skrivar soleiðis:
»Sera dámligu og vælhildnu húsini standa væl fyri
í góðum, hugnaligum umhvørvi niðarlaga í Hoyvík.
Dagstovnar, skúlar, ítróttarhøll, handlar o.a. er tætt við.
Gott útsýni er yvir fjørðin. Húsini eru gjørd úr fyrstafloks
tilfari og eru tey seinastu árini høvuðsumvæld. Í niðaru
hæddini er durur, vesi, gongd, trý kømur, hugnalig stova
við brenniovni, fýrrúm/arbeiðsrúm og vaskirúm. Í ovaru
hæddini er hall, baðirúm, brúsirúm, hjúnarrúm, kamar,
hjallur, køkur og stova við hurð út á altan. Rundan
um húsini er sera snøgt og vakurt við dupult laðaðum
grótgarði, stórum og flottum grasvølli, urtagarði,
flísaløgdum túni og bilhúsi.«