Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 16 Matgerð TJÓÐHILD PATURSSON M ítt Instagram- feed hevur hetta summ­arið verið fylt av myndum av grønmeti. Heimadyrkaðum før­oyskum grønmeti. Ikki tað at eg havi dyrka nakað serligt sjálv, nei, tað verður í komandi ár, men tað tikist sum um at forkelaða sjálvbjargnisrákið í vesturheiminum nú veruliga er komið til Føroyar. Føroyingar í hópatali grava sær grasplenuna upp og seta niður epli, røtur, rabarbur, kál og annað gott. Misskil meg ikki, eg haldi at rákið er fantastiskt! Tað er gott bæði fyri likam og sál – bæði mína, tína og jørðsins. Men samstundis kennist rákið so sjálvhátíðarligt og forkelað. Vit kína okkum sjálvum um hárið, pussa okkum gloriuna, tí nú gera vit okkurt gott fyri heimin. Samvitskan gerst reinari Men í veruleikanum gera vit ikki nakað annað, enn stórsti parturin av heiminum ger framanundan. At eta tær røtur tú sjálv hevur velt, tað er einasti møguleikin hjá stórsta parti av heiminum - so okkara ‘góða ger’ er møguliga ikki so ‘góð’. Okkara ‘góða ger’ er heldur ein steðgur í útnyttanini av okkara priviligeraðu støðu. Vit steðga við at innflyta (ella innflyta eit vet minni), steðga við at útnytta (ella útnytta eit vet minni)… Men átti tað ikki at verið útgangsstøðið? Tak gloriuna av høvdinum og send hana til onkran sum veruliga hevur uppiborið hana. Ok, eg skal lata meg úr illsinta/ grenjutta haminum, tað klæðir mær ikki - men hvør sigur nú eisini at eg altíð skal vera so ‘klæðilig’ og nydelig? Og fyri hvønn? Hygga­ síggj, nú datt eg longu útí aftur. Nei, satt at siga eri eg sjálv lopin útí sjálvhátíðarligu gloriu­ pussanina við báðum hondum (eg dugi ikki at pussa gloriur við beinunum). Tað er okkurt heilt fan­tastiska nøktandi í at velta og fáa ting at grógva í garðinum, og eg vóni at eg komandi vár fari at hava betri tíð, soleiðis at størri partur av tí eg eti og tí eg matgerði á Kunningarstovuni, verður dyrkað her á oyggjunum. Men nú er myrkrið við at koma, og tað gerst truplari og truplari at fáa nakað at grógva. Eins heppin vit í Føroyum eru um tær longu grórarríkandi summarnæturnar, eins óheppin eru vit um tað tølandi myrkrið sum á vetri leggur alt livandi í dvala - okkum og planturnar. Fyri meg eru heimagjørdir spírar ein góður (sjálvhátíðarligur og forkelaður) uggi. Eitt ljós í myrk­ rinum millum innfluttu banan­ irnar og hálvdeyðu avokadoirnar. Spírarnir sprella av lívið, og eg beri teir sjálv til lívs her í myrkrinum. Lat meg nú eta teir, svølgja nýggja spírandi lívið, gera tað til part av mær - gerast meira livandi her í myrkrinum. Hví spíra? Í flest øllum kornum, fræðum, nøtum, linsum og bønum finnast evni, ið verja plantuna ímóti at spíra ov tíðliga. Hendan verjan syrgir fyri, at tey føðsluvirði, ið eru innan í plantuni ikki vera leys­latin fyrr enn umstøður eru hjá plantuni at vaksa - hetta merkir, at føðslu­ virðini heldur ikki koma tær til góðar, uttan so at hendan innara verjan verður niðurløgd áðrenn tú etur. Verjan kann bloytast. Við at bloytleggja korn, fræ, linsir, nøtir og bønir áðrenn tú etir tær, brýtur tú niður verjuna, og ger tað lættari fyri tína sodningarleið at upptaka alt tað góða ið maturin hevur at bjóða. Og tá ið tú hevur bloytt, so er spíringin komin hálvan vegin, so hví ikki? Tað er tann tekniska síðan. Aðrar orsøkir til at spíra kunnu vera smakkur, munnkensla og stuttleiki. Spírar smakka væl, eru vakrir og knasa. Tað er orsøk nokk. Hvat kann eg spíra? So at siga øll fræ, allar kjarnir, nøtir, linsir og bønir kunnu spírast, men sumt er lættari at spíra enn annað. Mungbønir er tað sum eg spíri allar oftast, tað er lætt, vakurt og smakkar væl. Royn møguliga mungbønir fyrst. Hvat brúki eg spírar til? Spírar kunnu brúkast til alt møgu­ligt. Teir eru vakrir oman á smyrjibreyð. Rigga væl omaná salat, og geva gott knas í eina tví­flýs. Tað ber eisini til at gera plantu­mjólk av spíraðum fræum og nøtum. Hvussu geri eg spírar? Tað finnast nógv ymisk sløg av spírikrukkum, og summar eru betur enn aðrar. Men tað er ikki neyðugt at keypa eina spírikrukku, at byrja við ber saktans til at brúka eitt glas. Spírikrukkur eru lættari at brúka enn gløs, og tryggja betur ímóti óynsktum vøkstri (bakteriu og soppavøkstur) - men alt til sína tíð. Matgerð SPÍRAR OG VÆL­ PUSSAÐAR GLORIUR Sjálvforsýnandi grønmeti á vetri Matgerð Soleiðis gert tú: Set 1 spsk av t.d. mungbønum á blot. Lat standa á blot yvir nátt. Stoyt vatnið av. Skola væl. Koyr nú mungbønirnar í spírikrukkuna, ella, um tú nýtir eitt glas - stoyt so nógv vatn av sum gjørligt, og lat mungbønirnar liggja í glasinum. Skola mungbønirnar minnst tvær ferðir um dagin – brúkar tú eitt glas er best at skola tær minnst 4 ferðir um dagin. Tað er ymiskt hvussu skjótt mungbønirnar spíra, men tað plagar at taka á leið 3 dagar. Et tær beinanvegin, ella koyr restina í køliskápið. Heldur sær í 2-3 dagar. Minnst til at seta nýggjar á blot – soleiðis hevur tú eina æviga forsýning av spírum, nýggjum lívi, at gloypa í myrkrinum. MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON