Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 17 Gartnari til Eysturkommunu Hevur tú grønar fingrar og áhuga fyri at skapa, røkja, menna og leggja ætlanir fyri umhvørvið, kunnu vit bjóða tær eitt starv sum gartnari í Eysturkommunu at byrja skjótast gjørligt. Eitt framtíðarmál, Eysturkommuna hevur sett sær er at fríðka og at skapa trivna í komununi. Sum ein part av hesi ætlan vil Eysturkommuna virka fyri, at fríøkir, sniðgøtur, áir v.m. verða meira sjónlig og áhugaverd fyri borgarar, vinnulívið, ferðavinnu og onnur áhugað. Umframt gartnaraarbeiði, ynskir Eysturkommuna at tann, sum settur verður, hevur førleika og áhuga at skapa grøn øki, sniðgøtur, frítíðarøkir og annars karmar rundan um eina kommunu, sum vil menna og skapa eitt gott og ríkt umhvørvi. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýlir, kirkjugarðar v.m. Arbeiðið fevnir um: • Ábyrgd og røkt av verandi grønum økjum, fríøkjum eins og friðaðum økjum • Skapa og evna nýggj økir • Luttaka í øðrum fyrifallandi arbeiði og uppgávum • Arbeiðið inniber nógvar ymiskar uppgávur á øllum økjum Førleikar: • Hevur útbúgving sum gartnari ella tilsvarandi útbúgving og royndir á økinum • Gott yvirlit og góð evni til samstarv • Hevur royndir við prosjektum, skapa og útinna • Kann arbeiða sjálvstøðugt og samskipa uppgávurnar saman við øðrum • Góðar eginleika at lurta og samskifta við fólk Løn og setanartreitir: Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avarandi yrkisfelag. Umsókn við møguligu royndum: Umsóknin saman við CV skal sendast til Eysturkommunu, Kulibakki 8, 520 Leirvík og skal vera okkum í hendi í seinasta lagið fríggjadagin 14. oktober 2016, kl. 12.00 Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Andreas Andreasen, tekniska leiðara, tlf. 730013. Skrivari/samskipari til Fólkaheilsuráðið og Ílegusavnið Eitt starv sum skrivari/samskipari hjá Fólka heilsuráðnum og Ílegusavninum er leyst at seta skjótast tilber. Fólkaheilsuráðið og Ílegusavnið søkir eftir skrivara/ samskipara at menna heilsuupplýsing fyrisitingarliga og styrkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og samfelagið annars, og vegna Ílegusavnið at stýra verkætlanum innan ílegugransking. Sum skrivari/samskipari kemur tú at hava ein lyklaleiklut í Fólkaheilsuráðnum og Ílegusavninumi. Saman við leiðsluni í báðum stovnunum skalt tú raðfesta fyrisitingarligar uppgávur. Skrivarin/samskiparin avgreiðir fyrisitingarligar uppgávur í sambandi við átøk og verkætlanir, menning, samskifti og kunning, umframt vanligar skrivara- og skrivstovuuppgávur. Sum skrivari/samskipari skalt tú arbeiða fyri, at innanhýsis arbeiðsgongdir verða mentar og tryggja støðuga tænastu til veitarar og brúkarar. Umframt samskipandi leiklutin, er høvuðsuppgávan hjá skrivaranum/samskiparanum at røkja sambandið millum Fólkaheilsuráðið og áhugafeløg, Ílegusavnið og granskingarfyritøkur, stovnar og granskarar. Arbeiðið umfatar í høvuðsheitum: • Bókhald hjá báðum stovnunum • Tekur lut í fíggjarstýring av verkætlanum • Samskipa átøk og verkætlanir • Fyrisitingarligar uppgávur • Málsfyrireiking • Journalisering • At samskipa fundir Kravt verður: • Hollar royndir við Búskaparskipan Landsins • Royndir innan bókhald • Royndir at samskipa ráðstevnur og verkstovur • Útbúgving innan marknaðarrøkt og sølu • Arbeiðsroyndir innan arbeiði við sølu, samskifti, sam- skipan og marknaðarføring. • Kunnleika til almenna fyrisiting • Hollan kunnleika til skrivað føroyskt • Kunnleika til fremmanda mál • Kunnleika til telduskipanir • Innlit í arbeiði við fólkaheilsu • Fleksibul • Góð samstarvs- og samskipanarevni Vit bjóða: Eitt fjølbroytt starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa, til tíðir strævið, men samstundis áhugavert og mennandi, við góðum skeiðs- og eftirútbúgvingarmøguleikum. Lønar – og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjar- málastýrið og avvarðandi fakfelag. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og Innlendismálaráðið og stovnar undir tí. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðrið á 591020 ella Ólavur á 515155. Umsókn: Umsókn við lívsrensli, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast innan 28. okt. til: Fólkaheilsuráðið / Ílegusavnið J.C. Svabosgøta 43 100 Tórshavn ella til: t-post: gudrid@biobank.gov.fo og olavur@folkaheilsa.fo Starvslønir til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2017 Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum starvslønir við støði í listaligum og fakligum metingum av verkevni ella verkætlan. Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir. Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir. Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2016 er kr. 26.660,80 um mánaðin. Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. desember 2016. Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni ella á skrivstovuni. Lützenstrøð 4 · FO-100 Tórshavn Tlf. 32 08 42 - 22 08 45 mentan@mentanargrunnur.fo www.mentanargrunnur.fo Mentanargrunnur Landsins eblaðið sos.fo