hósdagur 13. oktober 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Føroyar eru blivnar meiri kendar í Póllandi gjøgnum
krimiskaldsøgurnar hjá Ova Løgmansbø. Trupulleikin er bara, at
eingin póllendingur, sum býr i Føroyum hevur møtt einum persóni,
sum eitur Ove Løgmansbø. Ove Løgmansbø kemur eisini við nógvum
skeivum upplýsingum um Føroyar í sínum krimiskaldsøgum
HERI SIMONSEN
N
orðurlendskur krimi
skaldskapur hevur
gingið sína sigursgongd
í Póllandi seinnu árini.
Serliga er tað norski rithøvund
urin, Jo Nesbø, sum hevur nógvar
lesarar. Nú er so ein pólskur rit-
høvundur komin undan kavi, sum
hevur givið tvær krimiskaldsøgur
út, sum báðar ganga fyri í Føroyum.
Rithøvundurin nevnir seg Ove
Løgmansbø, og hann sigur seg
verða póllending av føroyskari
ætt. Trupuleikin er bara, at eingin
póllendingur, sum býr í Føroyum
hevur møtt ella heilsað uppá Ova
Løgmansbø. Póllendingar, sum
búgva í Føroyum vistu einki um
Ove Løgmansbø fyrrenn hann gav
út fyrru krimiskaldsøgu sína, sum
nevnist »Enklawa«. Men nógvir
póllendingar hava keypt fyrru
bókina hjá Ova Løgmansbø, og tað
hevur leitt til, at hann stutt aftaná
gav út aðru krimiskaldsøguna, sum
eisini fer fram í Føroyum. Onnur
bókin hjá Ova Løgmansbø eitur
»Fongurin«.
Eingin veit hvør maðurin er
Sosialurin var á gátt hjá pólsku
Kingu Eysturland, sum býr í Klaks-
vík, sum er rættiliga ørkymlað
um krimiskaldskapin hjá Ova
Løgmansbø: – Eingin kennir Ova
Løgmansbø, ella veit hvør hann
er, staðfestir Kinga Eysturland.
Kinga greiðir víðari frá: – Í apríl í
ár gav Ove Løgmansbø út bókina
»Enklawa«. Tað er eitt lítið, rættiliga
ókent forlag í syðra partinum
av Póllandi, sum hevur givið
bókina út. Og forlagið skrivaði í
tíðindaskrivum um bókina »En
klawa«, at Ove Løgmansbø er
hálvur póllendingur og hálvur før-
oyingur. Og tað kom fram, at Ove
Løgmansbø valdi heldur at geva
út sín krimiskaldskap á pólskum
enn á føroyskum, tí nógv fleiri fólk
duga at lesa pólskt.
»Enklawa« fer fram í Vestmanna
Vestmanna er høvuðspallurin
fyri bókina »Enklawa«. Um bókina
sigur Kinga Eysturland: – Talan er
um eina krimiskaldsøgu um eina
kvinnu, sum eitur Paula Løkin,
sum er dripin í Vestmanna. Líkið
av Paulu Løkin verður funnið í
einum vatni í fjøllunum oman
fyri Vestmanna. Eingin veit hvat
er farið fram, og fólk í Vestmanna
eru ógvuliga skelkað um ræðuliga
tilburðin. Danska løgreglukvinnan,
Katherine Ellegaard verður send
til Føroya, og til Vestmanna at
uppklára hvør hevur dripið Paulu
Løkin. Hon roynir at finna útav hvat
er hent í málinum, og hon roynir
at finna prógv ímóti teimum, sum
eru undir illgruna at hava dripið
Paulu Løkin. Høvuðspersónurin
í bókini er Hallbjørn Olsen, sum í
sínum yngri døgum var í danska
herinum. Hann var við danska
herinum, sum hevði støð í gamla
Jugoslavia, tá borgarakríggj var
har í 1990-árunum, og nú hevur
Hallbjørn Olsen posttraumatiska
strongd av tí, sum hann hevur
upplivað í gamla Jugoslavia.
Vestmanna gerst eitt »CSI«-stað,
fortelur Kinga Eysturland, og
flennir hjartaliga, og sipar til
víðagitnu amerikonsku krimisjón-
varpsrøðuna »CSI«.
Skeivar kunningar
og upplýsingar
Tað, sum gevur Kingu Eysturland
tann størsta illgrunan um, at
KRIMI
LØGIN PÓLSKUR
KRIMISKALDSKAPUR
ÚR FØROYUM
Fyrra bókin hjá Ova Løgmansbø
eitur "Enklawa"."
Kinga Eysturland er skelkað um skeivu upplýsingarnar hjá Ova
Løgmansbø í krimiskaldsøgum hansara, sum fara fram í Føroyum
Ein duldarfull mynd av Ova Løgmansbø,
sum roynir at goyma sín samleika
SOSIALURIN 118
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016