hósdagur 13. oktober 2016síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
19
rithøvundurin, sum nevnir seg
Ove Løgmansbø ongantíð hevur
verið í Føroyum, og tíansheldur
er av føroyskari ætt eru teir
skeivu upplýsingarnir, sum
eru í krimiskaldsøguni. – Tað
er ógvuliga keðiligt við teimum
skeivu upplýsingunum hjá
Ova Løg-mansbø, slær Kinga
fast. – Ikki minst er tað keðiligt,
tí pólska forlagið tvíheldur,
at talan er um ein rithøvund,
sum er hálvur póllendingur
og hálvur føroyingur. Og tað
ringasta av øllum er, at Ove
Løgmansbø hevur verið frammi
og sagt, at hann kennir seg meir
føroyskan enn pólskan. Kinga
staðfestir eisini, at tað eru nógv
málslig mistøk í bókini hjá Ova
Løgmansbø. – Eitt gott dømið
er, at í bókini siga føroyingarnir
»frú« og »harra« við hvønn
annan. Vit, sum hava búð í
Føroyum eru fullgreið yvir, at
føroyingar eru ógvuliga beint
fram, og siga »tú« við onnur
fólk. Eitt annað, sum er serliga
harmiligt við bókini er, at Ove
Løgmansbø leggur upp til, at
allir føroyingar hata Danmark,
og danskarar í síni heild, og tað
er jú langt frá sannleikanum. Í
bókini hjá Ova Løgmansbø eru
eisini løgnar stavivillur, har
Ove Løgmansbø fær Magn í
Vestmanna at eita »Mang«, og
har eru onnur líknandi dømi,
greiðir Kinga Eysturland frá.
Póllendingarnir í
Føroyum harmast
Kinga Eysturland harmast stór
liga alt tað, sum er skeivt í skald-
søgunum hjá Ova Løgmansbø:
– Eg haldi hetta er ógvuliga
harmiligt. Tað er ikki reiðiligt, at
pólska forlagið marknaðarførir
Ova Løgmansbø, sum ein rithøv
und, sum er hálvur føroyingur,
tí tað er hann als ikki. Fitt av
póllendingum búgva í Føroyum,
og Kinga hevur givið bókina
”Enklawa” til aðrar póllendingar,
sum búgva í Føroyum, og tey
harmast øll allar skeivleikarnar,
sum Ove Løgmansbø skrivar
um Føroyar. – Ove Løgmansbø
skrivar eisini, at hvørja ferð før
oyingar fara á gátt hjá hvørjum
øðrum, so standa tey altíð uttan
fyri dyrnar og ringja á ringi
klokkuna, og soleiðis er tað jú
ikki í Føroyum, sigur Kinga Eyst
urland, sum ristir við høvdinum.
Tað árliga grindadrápið
Hóast póllendingar, sum búgva
í Føroyum lítla og onga gleði
hava av skaldskapinum hjá Ova
Løgmansbø, so eru tað nógvir
póllendingar annars, sum hava
keypt bókina »Enklawa«, og
tey takka Ova Løgmansbø á
facebooksíðu hansara fyri, at
hann hevur lært tey so nógv
um føroyska samfelagið. Ove
Løgmansbø er longu komin
út við aðru krimiskaldsøgu
sínari. Onnur bókin eitur
»Fongurin«, og er um eitt morð,
sum hendir í samband við
eitt grindadráp. Og her dettur
Kinga Eysturland fullkomuliga
av: – Ove Løgmansbø skrivar í
bókini »Fongurin« um »tað árliga
grindadrápið« í Føroyum, og tað
prógvar meir enn nakað annað,
at hann ikki hevur nakað, sum
helst tilknýti til Føroya, sigur
Kinga Eysturland avgjørd.
Bara ein møguligur
fyrimunur
Einasti møguligi fyrimunur
Kinga Eysturland kann síggja
við krimiskaldsøgunum hjá
Ova Løgmansbø er, at væl
fleiri pólsk ferðafólk koma
til Føroya at ferðast. Hon sær
ongar aðrar fyrimunir við
løgna skaldskapinum hjá Ova
Løgmansbø, sum hevur eina
profilmynd, har hann sær út til
at verða ein brotsmaður, sum
roynir at dylja sín samleika. Hon
sær ikki nakra orsøk til at umseta
skaldskapin hjá Ova Løgmansbø
til føroyskt. - Bara um føroyingar
vilja hava ein bíligan látur eiga
bøkurnar hjá Ova Løgmansbø
at koma út á føroyskum, slær
Kinga Eysturland fast.
Onnur bókin hjá Ova Løgmansbø
eitur »Fongurin«