hósdagur 13. oktober 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
20
ÁRNI GREGERSEN
Fuglfjørður er brattlendi og so hvørt sum
býurin er vaksin er torførari at finna hóskandi
grundøkir at gera byggibúgvin.
- Vit hava edina uppgávu at loysa og tað er
at betra um bústaðatmøguleikarnar í býnum,
sigur borgarstjórin Sonni á Horni.
- Her hugsi eg ikki bert um grundstykkir,
men um bústsaði av øllum slag. Tí er stórur
tørvur á, sigur hann.
Kommunan arbeiðir við at fáa grundstykkir
til vega. Tað er ikki serliga lætt, tí tey bestu
grundstykkini í býnum er bygt á fyri langt
síðani.
12 grundstykkir verða sett til sølu um ikki
so langa tíð og júst nú verður arbeitt við einum
stórum øki Úti á land millum landsvegin og
vegin, sum fer fram við fjøruni tann vegin.
- Vit hava gjørt avtalur við tey, sum privat
eiga jørðina har, men enn manglar at fáa
endaligu avtaluna við hagan uppá pláss sig
ur hann.
Tá ið tað er gjørt eru nógv grundstykkir
klár afturat, sigur borgarstjórin.
Fuglafjarðar kommuna er umframt sjálvan
býin eisini Kambsdalur og Hellurnar.
- Verður ikki meira stykkjað út á Kambsdali?
- Eg veit ikki enn, men sjálvur haldi eg
vit skulu gera meira við tað. Tey sum búgva
á Kambsdali trívast væl har og kommunan
hevur eisini møguleikar at fáa gjørt grund
stykkir byggibúgvin á Kambsdali. Men hvussu
verður við tí veit eg ikki rættuliga enn, sigur
Sonni á Horni
Betraðar umstøður at búgva mugu til
Ein onnur átroðkandi uppgáva at loysa
í Fuglfirði er at bøta um bústaðarmøguleikarnar
ÁRNI GREGERSEN
Avbjóðingin hjá kommununi í
Fuglafirði er stór, tá ið farið verður
undir at byggja nýggja fólkaskúlan
í Fuglafirði.
Eftir øllum at døma, so verður
endaliga samtykt á býráðsfundi í
hesum mánaðinum, at farast skal
undir at byggja nýggjan skúla fyri
umleið 90 milljónir krónur.
Umframt sjálvan skúlan so
verður eisini ítróttarhøll bygd
afturat umframt aula og serstov
ur, sum til dømis til køk og annað.
Fuglafjarðar skúli er barnaskúli
fyri øll børn í Fuglafjarðar komm
unu, umframt at framhaldsdeild
in eisini er skúli fyri tey sum
ganga í framhaldsdeildini úr Eyst
urkommunu.
- Vit hava bíðað eftir at fáa
endaliga at vita um Eystur
kommuna framhaldnadi fer at
senda børn til framhaldsdeildina
í Fuglafirði, sigur Sonni á Horni ,
borgarstjóri.
Eysturkommuna hevur kann
að møguleikan fyri at hesi børn
heldur kunnu fara Klaksvíkar ella
til Runavíkar, men borgarstjórin
sigur, at so vítt hann veit, so gevur
tað ikki Eysturkommunu nakran
fyrimun, so tey halda væntandi
fram at ganga í framhaldsdildini
í Fuglfirði.
Nýggi skúlin, sum skal byggjast
er ætlaður til barnaskúlan.
- Men sjálvandi fer framhalds
deildin at njóta gott av øllum tí, sum
verður bygt afturat sjálvum skúla
stovunum, sigur Sonni á Horni.
Fuglafjarðar kommuna er væl
fyri fíggjarliga, og tá ið hetta árið er
farið aftur um bak, skyldar kunnan
á leið 55 prosent av einari álíkning.
- Inntøkrunrar hava verið stak
góðar seinastu trý-fýra árini, so
tað stendur væl til her hjá okkum,
sigur borgarstjórin.
Hann vísir eisini á, at virksemið
í Fuglafirði er rættuliga stórt.
Tað er galdandi fyri tað, sum
hendir á havnaøkinum og í
sjálvum býnum í Fuglafirði, men
so sanniliga eisini á Kambsdali og
á Hellunum.
Á Hellunum er Marine Harvest í
ferð við at útbyggja smoltstøðina í
stóran mun, so størri smolt kunnu
alast á landi
NÝGGJUR SKÚLI Á BRED
KOMANDI BÝRÁÐSSETU
Størsta avbjóðingin hjá nýggja býráðnum
í Fuglafirði, sum tekur við 1.januar verður
byggingin av nýggja skúlanum
Bygdarráðið í Fuglafirði, sum var valt í 2012:
LISTI A
DÁNJAL VANG
121
LISTI D
SONNI Á HORNI
102
LISTI B
SIGURÐ S. SIMONSEN
86
LISTI B
EYÐUN Á LAKJUNI
76
LISTI D
MAGNUS SUNI MIDJORD
52
LISTI D
PETUR ABRAHAMSEN
49
LISTI D
SIGGA ÓLADÓTTIR JOENSEN
44
LISTI D
ÁRANT G. BERJASTEIN
40
LISTI A
BIRGIR PETERSEN
37
Brattlendi er í Fuglafirði, so torført er at finna byggilendi í býnum, men
kommun arbeiðir við einari útstykking millum landsvegin og vegin Út á land