Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 21 ÁRNI GREGERSEN Tá ið eldrarøktin var løgd úr til kommunurnar, tá bleiv Fuglafjarðar kommuna løgd í eitt samstarvsøki saman við Eysturkommunu. Hetta hevur riggað ómetaliga væl. Samstarvið er gott og tey eldru tykjast vera væl nøgd við ta tænastu, Nánd, sum samstarvið eitur, veitir, sigur borgarstjórin í Fuglfirði, Sonni á Horni. Hann sigur, at tað virkar nú, men leggur afturat, at tað tók nógva orku at fáa alt at virka eftir at kommunrunrar yvirtóku eldraøkið frá landinum. - So tað er ikki ov nógv sagt, tá ið vit halda, at hetta hevur veirð tann størsta uppgávan at loysa í hesi bý­ ráðssetuni, sigur borgarstjórin. Hann leggur afturat, at fleiri aðr­ar uppgávur eru loystar, sum kanska eru minni sjónligar. Kloakk­skipanin er komin undir land og manglar bert edna­ligu góðkenningina frá Umhvørvisstovuni. Eisini er vegurin gjøgnum bygd­ ina gjørdur liðugur. Eitt arbeiðið, sum byrjaði í 1987. Fleiri slík mál eru avgeidd í hesi setuni – millum annað eisini bátahylurin Fuglafjørður er ein miðalstór kommuna í Føroyum. Íbúgvaratalið er umleið 1530. Kommunan gjørdist sjálv­ støðug kommuna í 1918. Tá búðu 624 fólk í Fuglafirði og á Hellun­um. Í 1985 vaks kommunan við ein­ ari bygd, tá ið tey fyrstu búsettust á Kambsdali, sum gjørdist ein partur av Fuglafjrðar kommunu. Fyrstu ferð fólkatalið í komm­ ununi fór upp um 1500 var í 1978, men ikki fyrr enn í 1993 heitti bygd­ar­áðið á Landsstýrið um at fáa býarheiti. Fugla­fjørður var staðfest býur í juni 1993. Eldraøkið komið í eina góða legu Tað hevur fylt nógv, men nú virkar eldrarøktin væl og tey gomlu tykjast nøgd ÁRNI GREGERSEN Fuglafjarðar kommuna livir í stóran mun av tí virksemi, stóru fyritøkurnar skapa í kommununi. Best kenda fyritøkan er helst Havsabrún, sum síðani 1966 hevur havt stórt virksemi á havnalagnum. Fyrstu árini arbeiddi virkið fyrst og fremst við mjøl- og lýsiframleiðslu, men seinnu árini hevur Havs­ brún ment seg til eina fóð­ urverksmiðju, sum selir fóður til matvøruframleiðslu – fyrst og fremst til alivinnuna. Ein onnur fyritøka er KJ Hydraulik á Kambsdali. Fyri­ tøkan var herfyri kosin Ársins virki á Vinnudegnum, sum Vinnuhúsið skipaði fyri. Fleir størri virkir eru havna­lagnum. Nevnast kann nýggjasta uppsjóvarvirkið Pel­ agos, Vónin og Bakkafrost. Fyritøkur, sum hava skapt eina rúgvu av arbeiðsplássum í býnum. Á Hellunum liggurt eisini stóra norska alifyritøkan Mar­ in Harvest. Í løtuni er fyri­ tøkan í ferð við at byggja nýggja smoltstøð á Hellunum, so smoltini kunnu vera longri á landi og vera størri tá ið tey verða sett út. - Havsbrún fer eisini at byggja út fyri nógvart milljónir, so her hendir nakað alla tíðina. Tað ger tað spennandi, sigur Sonni á Horni. - Men vit vita eisini væl, at í einum nýmótans samfelag skal annað til enn bara vinna. Vit mugu eisini tryggja okkum, at tað er liviligt í aðrar mátar hjá fólki at búgva í kommununi, tí lønarskattur verður goldin til ta kommunu, sum løntakarin býr í, sigur hann. Hann fegnast um, at fast­ ur kommunulækni nú aft­ ur er í Fuglafirði og at tann­ læknastovna virkar aftur við fullari kraft. - Hetta er slíkt, sum borg­ar­ar­ nir í einum nýmótans samfelag kredvja, umframt sjálvandi skúla og ansingarstovnar, ítrótt og mentan og so ikki at for­ gloyma – eldraøkið, sigur borg­ arstjórin í Fuglfafirði Stórar fyritøkur skapa virk­semi í kommununi Í Fuglfirði er hópur av stórum fyritøkum, sum skapa stórt virksemi og geva inntøkur í kommunukassan DANUM Í Í FUGLAFIRÐI Nógvur aktivitretur hevur í mong á verið á havnalagnum. Havsbrún hevur veirð í gongd í meira enn 50 ár Skúlabyggingin verður størsta einstaka uppgávan hjá komandi býráðnum, heldur Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði