hósdagur 13. oktober 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
26
Óli Jacobsen
EITT 100 ÁRA MINNI
Tann 16. oktober eru 100 ár liðin síðan D.J. Danielsen andaðist.
Hann verður mintur í Iktus og hjá Sólorku í Spania
Daniel J. Danielsen:
D
ollin, sum hann varð nevndur,
kann sigast at vera einasti før
oyingur, sum hevur ávirkað
heimssøguna.
Hann var føddur 25. juni 1871. Tískil eru
í ár eisini 145 ár síðani, at hann var føddur.
Hansara lív varð fyrst lýst í Miðvikuni í
Sosialinum í 2007 og í 2010 í bókini Dollin,
Havnarmaðurin sum broytti heimssøguna
Her verður nevniliga víst á, at tað var
Dollin, sum við sínum ljósmyndafyrilestrum
í 1903 í Bretlandi um ræðuligu viðferðina
fólkið í Congo, sum setti gongd á ta rørslu,
sum í 1908 noyddi belgiska kongin Leopold
at lata Congo frá sær sum sína persónligu
ogn.
Í 2012 vísti skotski søgufrøðingurin Neil
Dickson áhuga fyri hesi søgu. Hetta førdi
til, at søgan varð dagførd við framhaldandi
kanningum, og í 2012 kom ein samandráttur
á enskum í søguritið Brethren Historical
Review. Áhugin hjá teimum fyri Føroyum
er annars so stórur, at í komandi útgávuni
til jóla er ein samandráttur av bókini um
Kjølbro.
Í 2014 kom nýggj bók á enskum, heitið er
Daniel J. Danielsen and the Congo: Missio
nary Campaigns and Atrocity Photogrpahs.
Samstundis gav Postverk Føroya út eitt
frímerki til heiðurs fyri Dollan.
Tey eru nokk so nógv, sum eiga Dollan
frá 2010, meðan tað eru færri sum eiga
ensku útgávuna frá 2014.
Men á heimasíðuni www.olijacobsen.
com verður greitt frá tí týdningarmesta,
sum er komið afturat føroysku útgávuni í
ensku útgávuni.
Dollin tók myndirnar, sum
broyttu søguna hjá Congo
Tað týdningarmesta, sum er komið afturat,
er staðfestingin av, at tað var Dollin sjálvur,
sum tók tær nú á døgum kendu myndirnar
av lamløstaðum fólki í Congo. Hetta eru
myndir, sum onnur myndafólk í 100 ár
av órøttum hava fingið æruna av. Tað er
viðurkent av søgufólki, at júst hesar myndir
vóru avgerandi fyri stríðnum móti Leopold
kongi.
Fleiri myndir kunnu síggjast við at
googla: Congo Leopold.
Framúr dugnaligur
Dollin var ein umstríddur maður. Hann var
bráðsintur. Hetta gav honum eisini óvinir.
Meðan hann virkaði sum trúboðari varð
hann kærdur til sína missiónin í London.
Men hann hevði eisini stuðlar millum sínar
felagar. Hann fekk hetta ummæli frá sínum
trúboðarafeløgum í Congo:
Danielson hevur umvælt skrokkin á,
missiónsbátinum, Pioneer, har hann var
skipari og meistari, og hann hevur fest
plátur í fremsta partin av skipinum. Eisini
hevur hann umvælt ketilin.
Frá januar til miðjan juni var hann við
til at gera tríggjar ferðir eftir Congoánni
uttan óhapp og uttan at sigla á nakað sker
ella sandriv.
Hin báturin hjá missiónini, Livingstone,
fekk á ferð niðan eftir ánni ein leka, sum
Danielson fekk tett. Eisini fekk hann hekku
hjólið (hetta var áðrenn skip fingu skrúvu)
innibyrgt og skipið yvirhálað. Livingstone
gjørdi tá tveir túrir eftir ánni við Danielsen
uttan at renna á sker ella sandriv.
Byrjað var at byggja eina beding í Bon
ginda, høvuðsstøðini hjá bátunum, og tað
eydnaðist Danielson at fáa 2.000 føtur av
bjálkum, sum skuldu nýtast til bedingina.
Hann skipaði eisini fyri útgrevsturin fyri
bedingina og fyri at leggja helvtina av
skinnarunum.
Mr. Danielsen er nærlagdur í øllum, sum
hann fæst við, og hann tykist ikki at møðast
í sínum arbeiði. Tað kann sigast, at eingin
arbeiðir meira enn hann, og hann sparir ikki
seg sjálvan. Hann heldur góðan disiplin, og
menn arbeiða væl undir honum. Tá ið hann
hevur ábyrgdina av skipunum ansar hann
væl eftir, at ferðafólkini kenna seg væl, og
at báturin verður hildin reinur.
Eg má leggja afturat, at eg havi ikki
merkt nakað neiligt frá honum, meðan hann
hevur verið í Congo. Hann er ógvuliga hjálp
samur at hjálpa við morgunandaktunum í
Bonginda, og hann hevur gjørt sær størri
ómak at læra málið enn aðrir maskin
meistarar.
Dollin: Ræðuleikarnir í Congo
Umframt tær greinir um virksemið hjá
Dollanum, sum víst er til í fyrru bókini, er
ein onnur grein komin undan kavi, sum er
í seinnu bókini.
Um mánaðarskiftið november-desember
1903 vóru tvær greinir í avísini Daily Record
and Mail við frásøgn frá røðu hjá honum
á eini trúboðarastevnu í Glasgow 28. og 29.
november í 1903.
Hansara boðskapur er nakað tann sami.
Men her kemur hann eisini inn á sovisjúk
una, sum eisini kostaði mong mannalív.
Her verður greinin annars endurgivin:
»Congo er ein sokallaður »frístatur«, men
tað er bara á pappírinum, at hann er fríur,«
segði Mr. Danielson, sum hann greiddi frá.
»Fólkið er í veruleikanum trælir. Teimum er
álagt at handa belgisku myndugleikunum
eina ávísa nøgd av gummi og fílabein.
Alt ríkidømi er latið fyritøkum, sum hava
fult vald yvir fólkinum at fara við teimum,
sum tað hóskar teimum. Tey lamløsta fólk á
tann mest ræðuliga hátt, um tey ikki koma
við ásettu gumminøgdini. Tað eru ein herur
við 17.000 hermonnum, sum bert hava til
uppgávu at hjálpa gummifyritøkunum at
noyða fólkið at lata ásettu gummikvotuna.
»Ein nýtist ikki at undrast«, segði Daniel
son við trýsti á orðunum, »á ta økjandi and
støðuna hjá fólkinum móti statinum. Tað er
gummispurningurin, sum er orsøkin til allar
hesar trupulleikar. Eg havi við mær myndir
av lamløstaðum fólki, har hendurnar eru
kvettar av sum eina ávaring til onnur, sum
ikki lata nóg nógv av gummi. Foreldrini hjá
einum ofri mótmælti einum umboði fyri
gummifyritøkurnar, men tey fingu at vita
»at um ikki meira kom burtur úr arbeið
inum hjá fólkinum, so fór tað sama at henda
aftur.«
»At taka kvinnur sum gíslar er dagligur
kostur, og tær fáa bara sítt frælsi aftur,
um teirra menn og vinir koma við kravdu
nøgdini av gummi. Henda framferð verður
søgd at vera nógv verri enn trælahaldið hjá
arabarum, sum nú er farið í søguna.
Leopold kongur segði annars fyri 15 árum
síðani, tá hann tók við valdinum, at einasta
endamál hjá honum var at endurskapa »lóg
og landaskil«. Soleiðis hevur hann hildið síni
lyfti!
Siðsøga
SIÐSØGA
Hetta er ein nýggj mynd av D.J. Danielsen,
sum er tikin í Glasgow
Myndakelda Hanna Hansen
Óli Jacobsen
Húðfleinging var vanligur kostur í Congo
Uttan Dollan hevði Casement ikki kunnað gjørt tað avrik við Henry Reed, sum hann gjørdi