hósdagur 13. oktober 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
27
Komandi partur
Í komandi pørtum verður greitt frá søguni
salt- og klippfiski, sum hon er lýst á
“saltfiskatúrinum” hjá Sólorku.
»Í juli, august og september í ár«, helt
Danielson fram, »var eg á ferð í Congo saman
við bretska konslinum Roger Casement, har
hann kundi prógva hesar ræðuleikar. Eg
eri fegin um at kunna staðfesta, at bretska
stjórnin innan fáar vikur fer at taka stig í
hesum máli. Tá fara hesi viðurskifti at koma
meira fram í ljósið«.
Spurdur segði Danielson eisini púra
greitt, at um »hetta trælahald ikki kemur
at halda uppat, so fer fólkið í frístatinum
Congo at verða útruddað.
Í summum plássum eru dyrnar stongdar
fyri trúboðarum, hóast ein av fortreytunum
fyri frístatinum var fult frælsi hjá øllum
trúargreinum at ferðast og at prædika í øll
um landinum. Í nógvum førum hava mynd
ugleikarnir forða teimum lokalu at selja
vørur til trúboðararnar uttan at gummi
fyritøkurnar fyrst verða spurdar.
Spurdur hví Leopold kongur ikki steðgar
hesum óskili, svarar Mr. Danielsen, at
»kongurin fær 50% av øllum inntøkunum
hjá gummifyritøkunum, so hetta er ein
spurningur um fíggjarligan vinning.
Vápnaðir hermenn og vaktarmenn hava
støð í bygdunum at noyða fólkið at koma
við ásettu gumminøgdini, og teir gjalda tað,
sum teir hava hug til. Tey innføddu liva sum
flóttafólk og gerast ofta offur fyri vanda
fullar umfarssjúkur.
Sovisjúkan – plágan hjá Congo
Fólkið í Congo ræðist sovisjúkuna so illa, at
tey rýma undan henni sum undan ringastu
ódnum.
Mr. Danielson greiddi frá, at ein orsøkin
til sovisjúkuna er vánaliga støðan hjá fólkin
um, sum er orsakað av ov lítið av mati, sum
aftur er orsakað av umrødda trælahaldi.
Henda sjúkan er mest vanligt framvið
Congoáarbakkan um 200 míl niðan frá
sjóvarmálanum.
Mr. Danielsen greiðir frá, at fyrstu sjúku
eyðkennini eru, at sjúklingurin vil illa sova.
Hann verður meira og meira dølskur og fær
óstøðugt gongulag. Atburðurin broytast
eisini, so sjúklingar kunnu gera slíkt, sum
teir annars ikki vildu gjørt sum at stjala og
lúgva og tað, sum verri er.
Fyrsta stigið av sjúkuni er fýra mánaðir.
Næsta stigið eru ræðandi dreymar og sjónir.
Hetta ræðir sjúklingarnar so illa, at teir
kunnu koyra cayenne pipar í eyguni fyri
ikki at sovna.
Næsta og seinasta stigið er, at sjúkling
urin verður hjálparleysur og missir matar
lystin. Holdið losnar stig fyri stig av beina
grindini, og sjúklingurin kemur at líkjast
eini beinagrind. Tá er sjálvandi endin nær.
Ein sjúklingur kann liva í 12 ella upp til 18
mánaðir við nógvari pínu.«
Mr. Danielsen heldur, at um vinirnir hjá
hesum neyðars sjúklingum, høvdu møgu
leika at vera hjá teimum, høvdu ikki so nógv
doyð. Men tey mugu brúka hvørja løtu at
útvega nóg mikið av peningi at gjalda hesar
okurskattir. Úrslitið er, at sjúklingarnir
verða sleptir uppá fjall.
Hugsanin er eisini, at um tey innføddu
fingu nóg mikið av mati vórðu tey meira
mótstøðufør móti sjúkuni.
Blaðið heldur kortini, at orsøkin til sovi-
sjúkuna, bit av tsetse fluguni, vóru menn
ikki komnir eftir fyrr enn sama ár, 1903. Tí
kendi Dollin kanska ikki so nógv til hetta.
Kann sammetast við
»Onkel Toms Hytte«
Tað, sum er sera áhugavert, er sjálv byrjanin
til greinina, har tað verður sagt:
Summar av teimum skakandi hending
unum í samband við trælahald, sum eru so
væl lýstar av Harriet Stowe í »Uncle Tom’s
Cabin« eru so greitt lýstar aftur við teirri
ræðusøgu, sum D.J. Danielsen hevur greitt
frá sínum upplivingum í Congo. Hann er í
Glasgow fyri at fáa stuðul og skapa áhuga
frá øllum frælsishugaðum monnum og
kvinnum fyri stríðið at loysa fólkið í Congo
frá tí trældómi, sum tey liva undir.
Tað áhugaverda her er sammetingin
við bókina Onkel Toms Hytte, tað heiti,
vit kenna best. Henda bók hevur skapað
søgu. Hon er um ein amerikanskan træl
og korini hjá honum. Tað verður hildið, at
henda bókin var ein orsøk til amerikanska
borgarakríggið, sum endaði trælahaldið.
Bókin eru komin út á 60 málum og er seld í
stórum tali. Í 1903 varð bókin filmatiserað.
So hetta er ikki hissini samanbering.
Men hon váttar eisini, hvussu sannførandi
Dollin var.
Søgan viðurkend av serfrøðingum
Iva Pésa er søgugranskari við lærda há
skúlan í Leyden í Hollandi. Hennara serfrøði
er Afrika og eisini Congo.
Hon hevur skrivað ummæli av bókini
í Brethren Historical Review. Hon skrivar
m.a.:
Óli Jacobsen hevur her skrivað gjørt eitt
rósvert arbeiði, sum hevur endurskapað
søguna um Danielsen fyri nútíðina.
Her er grundgivið sannførandi fyri,
at D.J. Danielsen er maðurin, sum hevur
tikið (illa) gitnu myndirnar av fólki við av
høgdum honum, sum vóru grundarlagið fyri
herferðini móti stýrinum hjá Leopold kongi.
Bókin hevur nóg mikið av grundgeving-
um fyri, at DJD hevur tikið tær myndir
sum fingu so stóran týdning í teimum ljós-
myndafyrilestrum, sum høvdu so stóra
ávirkan.
Bókin hevur eitt óvanligt ríkidømi av
skjalatilfari um DJD og hansara lív. Tað
er óvanligt at finna so fjølbroyttar keldur
í einum einstøkum handriti. Umframt tað so
vísir bókin, hvat ið kann náast við at skriva
um ein einstakan trúboðara. Hesum kundu
nógvir søgumenn innan brøðrasamkomuna
lært av. Tað eru nógvir av teirra trúboðarum
sum hava avrikað so mikið nógv, at teirra
søgu átti at verðið niðurskrivað.
Hetta er ein merkisverd bók, sum er væl
undirbygd. Her er ein hópur av upplýs
ingum frá grundtilfarinum. Nógv av tí er
eisini endurgivið orðarætt. Hetta økir um
trúvirðið á bókini.
Jacobsen hevur sannførandi prógvað, at
skjalasøvnini hava ein hóp av tilfari til at
skriva slíkar frásagnir. Vóni, at aðrir fara
at fylgja fyridøminum hjá honum at skriva
um aðrar týðandi persónar.
Tann týdningarmesta viðurkenningin er
kortini, at The Journal of African History
hevur eitt ummæli av bókini i útgávuni,
sum kemur í november í ár.
Hetta tíðarrit verður útgivið av Cam
bridge University, eitt tað universitet í
øllum heimum sum hevur hægstu tign.
Tað sama er við hesum tíðarriti. At fáa um
mæli her er roknað fyri at vera hægsta aka
demiska viðurkenning, sum tað ber til at fáa
yvirhøvur.
Tann sum skrivar hetta ummæli er
søguprofessarin Robert Burrough á Beckett
lærda háskúlanum í Leeds í Onglandi. Sum
tað skilst er tað jaligt.
Sólorka og Iktus minnast Dollan
Á tveimum ferðunum til Spania, sum Sól
orka skipar fyri í heyst, er undirhald og
frásagnir. Á báðum ferðum er lýsing av
Dollanum á skránni. Á seinni ferðini er
hetta sett á skrá tann 16. oktober, júst 100
ár eftir, at hann doyði.
Umframt hetta hevur Iktus eina minn
ingarsending, sum verður send 14. og 16.
oktober. Skráin finst á: iktus.fo
Hetta eru aðrar kendar myndir hjá Dollanum úr Congo
Mola og Yoka. Hetta er ein tann mest kenda myndin hjá
Dollanum. Í 100 ár hava aðrir trúboðarar fingið heiðurin fyri
hana, men nú kann staðfestast, hvør rætti myndamaðurin er
Dollin verður mintur hjá Sólorku í Spanien í sambandi
við, tað tað eru 100 ár síðani hann doyði