Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 28 FÓTBÓLTUR TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR Jógvan Martin Olsen, Øssur Hansen, Eli Hentze og Thomas Thinggaard. Tað er nøvnini á teimum fýra venjarunum, sum hava fingið starv sum fótbóltsmennarar hjá føroyska fótbóltssambandinum. Hetta er fystu ferð, at hesi støvini verða sett. Málið er at flyta føroyskan fótbólt á eitt hægri stig. Ein góð blanding Jógvan Martin Olsen, Øssur Hansen og Eli Hentze eru allir kendir úr føroyska fótbóltsheiminum, meðan kaninin í hattinum hjá Pæturi S. Clementsen, tekniska stjóra í FSF, var 29 ára gamli danin Thomas Thinggaard. Eg haldi hetta er ein góð blanding av venjarnum. Her eru menn við nógvum royndum sum venjari, aðrir sum hava spælt í nógv ár, meðan vit eisini hava ein venjara, sum kemur úti frá, sigur Pætur S. Clementsen, sum vónar at hetta stigið kann flyta føroyskan fótbólt fram. Uppgávurnar eru ikki deildar út enn, men tað verður í næstum. Allir byrja í arbeiði eftir ársskiftið, sigur tekniski stjórin. Kom á mál dagin fyri Talan er um fulltíðarstarv. Tí hevur tað verið eitt sindur av eini avbjóðing, at fáa alt at ganga upp. Tað var ikki fyrr enn í gjár, at vit endaliga settu seinasta fót­bólts­ mennaran, greiðir Pætur Smith Clementsen frá. Føroyar er eisini eitt lítið land og tíðindini ferðast skjótt. Tí var ongin orsøk at bíða við at kunngera fótbóltsmennararnar. - Vit valdu bara at gera skjótt av, tí tíðindini ferðast so skjótt, at tað var einki at bíða við, sigur Pætur S. Clementsen. Kaninin í hattinum Av teimum 30 umsóknunum til mennarastørvini vóru fleiri frá útlendingum. Ein teirra var 29 ára gamli Thomas Thinggaard, ið nú er settur sum fótbóltsmennari. Hann vísti stóran áhuga fyri at koma hendan vegin og arbeiða. Hann flytur við familju til landið og ætlar at læra føroyskt, sigur Pætur S. Clementsen og leggur afturat: Hann fær góð ummæli úr Danmark og hevur arbeitt við bæði breiddar- og elitufótbólti, sigur Pætur S. Clementsen. Kendir menn Jógvan Martin Olsen, Øssur Hansen og Eli Hentze eru allir kendir menn í føroyska fótbóltsumhvørvinum. 55 ára gamli Jógvan Martin Olsen er fyrrverandi landsliðsvenjari, men hevur síðani 2008 ikki verið partur av FSF. Hann hevur millum annað verið venjari hjá Víkingi, ÍF og B68 tey árini. Tað er eitt av málinum, sum Eli Hentze nemur við, tá hann verður spurdur um hví hann søkti fótbóltsmennarastarvið. Sandoyingurin er kendur í føroyska fótbóltsheiminum. Fyrst sum drúgvur spælari hjá B71, har seianstu fetini á besta liðnum ikki blivu tikin fyrr enn sum 41 ára gamal. Síðani hevur hann verið venjari á fleiri stigum í B71, og verið U-landsliðsvenj­ari hjá FSF. Eg havi í nógv ár arbeitt við fótbólti við síðuna av arbeiði. Hetta er ein møguleiki at sleppa at royna tað fulla tíð, sigur Eli Hentze, sum er lærari. Tað má hann leggja frá sær nú. Eg havi sjálvandi hugsað nógv um tað. Undan hesum havi eg kunnað verið lærari, ungdómsvenjari hjá B71, og verið undirvísari og ungdómsvenjari hjá FSF. Nú verður tað eitt sindur øðrvísi, greiðir Eli Hentze frá. Eli Hentze hevur eitt mál, um at hjálpa feløgunum við at økja um dygdina til venjing. - Tað er mín vón og mítt ynski, at venjingin í feløgunum verður so góð, sum hon kann blíva, sigur Eli Hentze og leggur afturat: - Mær dámar væl at arbeiða við fótbólti, men hetta er ikki nakað nýtt fyri mær, men hetta er eitt sindur øðrvísi, sigur Eli Hentze. Fyrrverandi landsliðsvenjarin stóð við eitt vegamót í venjarayrkinum, tá hann valdi at søkja starvið sum mennari hjá fótbóltssambandinum. Eg kendi ár mær, at eg hevði tænt fyri meg í bestu deildini. Eg havi eina akademiska útbúgvingin innan fótbólt og helt, at tað var rætt at brúka hana, sigur 55 ára gamli Jógvan Martin Olsen, um at søkja starvið. Á tíðindafundinum segði Pætur S. Clementsen, at tað var eitt fyrimunur, at Jógvan Martin Olsen hevði verið uttanfyri FSF í nøkur ár, so hann nú hevur fingið nýggjan íblástur. Eg havi eitt starv mær dámar væl í kommununi, men eg havi valt hetta framum, Eg havi altíð havt áhuga fyri føroyskum fótbólti. Málið er nú at byggja ein brúgv millum feløgini og hetta projektið, sigur Jógvan Martin Olsen og leggur afturat. Eg havi royndir av byggja eitt felag upp. Tað gjørdi eg í Víkingi og vónandi kann eg geva víðari av míni vitan, sigur Jógvan Martin Olsen. ELI HENTZE: VENJINGIN Í FELØGUNUM SKAL VERÐA GÓÐ JÓGVAN MARTIN OLSEN: STÓÐ VIÐ EITT VEGAMÓT FØROYSKUR Á EITT HÆGR Tað er endamálið hjá fótbóltssambandinum, sum nú hevur sett fýra fótbóltsmennarar í starv. Talan bleiv um tríggjar gamlar kenningar í føroyskum fótbólti og eitt ókent blað úr Danmark