Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 29 Thomas Thinggaard er eitt púra ókent navn í føroyskum fótbólti, men komandi tvey árini skal hann seta sín dám føroyskan fótbólt. Eg gleði meg ótrúliga nógv. Eg føli, at eg havi nakað at geva og havi altíð havt áhuga fyri fótbólti. Eg eri longu farin í holt við at læra meg føroyskt, sigur 29 ára gamli Thomas Thinggaard úr Søvring. Hann flytir til Føroya við familjuni, sum telur ein konu og tvey børn. Eg tosaði sjálvandi við familjuna áð­r­ enn eg søkti, tí eg vildi eisini vísa FSF, at eg meinti tað í álvara tá eg søkti, greiðir Thomas Thinggaard frá. Hann hevur fingist við venjarastarvið síðani hann var ungur, og hevur í seinastuni verið venjari hjá U19 hjá HIK. Eg havi altíð vita, at eg tími væl at verða venjari. Eg havi aldrin hugsað, at eg skuldi verða 35 áðrenn eg fór í gongd. So eg havi longu nógvar royndir og kenni á mær, at eg havi nakað at geva, sigur Thomas Thonggard. Hann hevur onga ætlan um at kollvelta nakað felag í fyrstu vitjanini. Eg havi ikki eina ávísa hugsan um hvussu fótbóltur skal spælast, og eg fari heldur ikki at kollvelta nakað í føroyskum fótbólti á fyrsta degnum. Heldur er málið at tosa við feløgini og loysa trupulleikarnar ein á gangin, Tá vænti eg vit koma longst, sigur Thomas Thinggaard. Tað sigur Øssur Hansen um at søkja fót­bóltsmennarastarvið. Hann er tó skjótur at leggja afturat, at hann orðafelli passar honum ikki so væl, tí hann er tiltikin fyri sítt góða vinstra bein. Ja, tað má so blíva vinstra bein í mín­ um føri, leggur fryntligi tofta­mað­urin afturat. Hann hevur ikki verið at sæð í fótbóltssamanhangi í eina tíð, men drúgvu royndirnar sum fótbóltsspælari koma honum til góðar. Eg havi spælt og vóni at kunna geva nakað av tí aftur. Eg eri ótrúliga spentur upp á hesar uppgávurnar. Nú vita vit ikki endaliga hvørjum øki vit skulu taka okkum av, men tað verður avgreitt komandi tíðina, sigur Øssur Hansen, sum náddi 51 landsdystir og skoraði tvey mál. Bæði við tiltikna vinstra beininum. Toftamaðurin er elektrikari til dagligt, men tað má hann nú leggja frá sær. Eg haldi tað bleiv væl móttikið, at eg nú fari í annað yrki. Teir vita hvussu nógv eg brenni fyri fótbólti, sigur Øssur Hansen. THOMAS THINGGAARD: LÆRI MEG FØROYSKT ØSSUR HANSEN: LÁ TIL HØGRA BEINI FÓTBÓLTUR RI STIG Øssur Hansen er somuleiðis tofta­maður, men hevur ikki so drúgvar royndir í venjara­starv­ inum. Hinvegin er talan um venjara við drúgvum royndum spælari í føroyskum fótbólti. Hann hevur tó staðið á odda fyri B68, og verið í venjaratroyminum. Eli Hentze er í løtuni U19 og U21 landsliðsvenjari. Hann hevur drúgvar royndir sum spælari og ungdómsvenjari. Skulu styrkja feløgini Málið er at styrkja føroyskan fótbólt og flyta okkum upp á eitt hægri stig. Tað skal gerast við stuðla og hjálpa feløgunum á veg. Fótbóltsmennararnir skulu vera í samband við feløgini og hyggja nærri avbjóðingunum, ið tey hava. Málið er so at finna loysinir upp á avbjóðingarnar, sum tey hava. Her kann talan verða um sera ymiskar avbjóðingar, tí tað er langt frá stóru feløgunum og niður til minstu. Fyri summi feløg er tilgongd ein trupulleiki, meðan tað fyri onnur feløg er ein avbjóðing at fáa pláss til allar spælararnar. Byrja um ársskiftið Talan er um fulltíðarstarv, sum er áramálssett í tvey á gangin. Sostatt koma mennararnir ikki at hava onnur størv enn hetta. Fyribils er ikki greitt hvør kemur at hava ábyrgdina av hvørj­ um øki. Fyribils sita allir U-lands­ liðs­venjararnir árið út, tí fleiri av liðunum skulu til kappingar. Fót­ bóltsmennararnir koma at hava ábyrgd av hvør­sínum U-landsliði í framtíðini. Fót­bólts­mennararnir byrjað 1. januar 2017. trondur@sosialurin.fo