Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. oktober 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016 SOSIALURIN 118 30 FÓTBÓLTUR Ikki við: Robert Heðin Brockie (langtíðarskaddur í knænum) og Alex Mellemgaard (skaddur í lærkrikanum) Ivasamir: Høgni Eysturoy (skaddur í knænum) og Jógvan Skeel Nolsøe (skaddur í økslini) Ikki við: Arnbjørn T. Hansen (økslin), Rókur av Fløtum Jespersen (leikbann, 2 dystir fyri útvísing) Við aftur: Christian R. Mouritsen, Ári M. Jónsson (leikbann) og Jóhan Troest Davidsen (leikbann) Ikki við: Hans Jørgen Djurhuus (Leikbann, ov nógv gul kort), Magnus Jarnskor skaddur (Úti restina av árinum) Ikki við: Jens Joensen (leikbann), Pól Jóhannus Justinussen (leikbann), Haraldur R. Højgaard (mjødnin, liðugur fyri í ár) Ikki við: Damir Ibric Yuksel skaddur (Knæskaði), Evrard Blé (Burturstaddur) Ivasamur: Albert R. Johannesen JÓANNES HANSEN T að er ikki rætt at siga, at tað aftur er vorðin gerandisdagur í heimliga fótbóltinum. Tað verður ikki gerandisdagur aftur í hesum kappingarárinum. Um vikuskiftið og inntil týsmorgunin herjaði Ronaldo fepur, og nú hevur FM fepurin loyst av. Hann gongur í Leirvík og í Gøtu, har tað bæði hoyrist og sæst, at møguleikin er stórur fyri, at Víkingur innan fáar dagar fer at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð. Síðani týskvøldið hava lands­ liðs­spælararnir, sum umboða før­ oysku feløgini, aftur vant saman við liðfeløgunum. Hjá teimum flestu heimligu spæl­arunum, ið hava verið upp­ tiknir á landsliðnum, hevur talan verið um venjing og ikki dystir. Í 6-0 tapinum ímóti Portugal mána­kvøldið vóru tað bara Fróði Benjaminsen og Sølvi Vatnhamar, ið vóru á vøllinum alla tíðina. Atli Gregersen varð útskiftur, tá ið tað restaðu átjan minuttir. - Hann hevði sæð gult, og eg kendi møguleikan at vera stóran fyri, at hann fór at verða vístur av vølli, tí varð hann útskiftur, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari. Fjórði spælarin í Effo-deildini, ið var á vøllinum mánakvøldið, var HB liðformaðurin, Jóhan Troest Davidsen, sum avloysti Víkinga lið­formannin Atla Gregersen. Fríggjakvøldið í 2-0 sigrinum í Lettlandi var Jónas þór Næs úr B36 á vøllinum allan dystin á tamb. Pól Jóhannus Justinussen úr NSÍ varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tveir minuttir, og Páll A. Klettskarð úr KÍ varð skiftur inn, tá ið klokkan vísti 90 minuttir. Mánakvøldið kendu lands­ liðs­spælararnir seg flongdar og eyðmýktar av heimsstjørnunum, sum stroyddu salt í opna sárið, tá ið teir í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraðu tvey mál og harvið syrgdu fyri tenniseggi, sum tað plagar at verða tikið til, tá ið sett í tennis endar 6-0. Nú er fokus á landskappingini, 26. umfari og spurningunum, sum framvegis ósvaraðir, og teir eru nógvir. Tað einasta, sum er heilt víst, er at B68 er flutt niður, og at tað vera Víkingur, KÍ, NSÍ og B36, sum fara at luttaka í europeisku kappingunum næsta summar. Gummirákin skal blásast burtur KÍ-B68: EILER RASMUSSEN SUNNUDAGIN KL. 15.00 3-1 tapið á Argjum fyri tveimum vikum síðani svíður í Klaksvík, har flaggskipið ikki sjálvt hevur møguleikan at vinna FM heitið. Tað er neyðugt at vinna fulla úr­ tøku ímóti B68 á heimavølli og í Fugla­firði. Um tað verður gull ella silvur valdast, hvussu tað fer at hilnast hjá Víkingi. Skrædlið á Argjum fyrra partin av fyrra hálvleiki boðaði frá gummibeinum. Størsti veikleikin var, at miðverjan ikki riggaði. Lið­for­maðurin, Jonas Flindt Ras­ mus­sen, var leikbannaður. Nú er hann tøkur aftur. Tað hevur ljóð­ að, at Súni Olsen fer at spæla við í tveimum teimum síðstu um­før­ unum. Hann hevur ikki vant síðani steypa­finaluna. - Vit savna okkum um tað, sum vit kunnu gera nakað við. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Páll A. Klettskarð, sum var liðformaður á Argjum. B68 er á veg niður í næstbestu deildina uttan at hava vunnið fulla úrtøku: - Vit arbeiða framvegis fyri at vinna, og tað vóna vit fer at eydn­ ast í Klaksvík. AB vísti, at klaks­vík­ ingar eru til at tosa við, sigur B68 venjarin Eliesar Olsen. Gullið er í Sarpugerði VÍKINGUR-B36: LARS MÜLLER SUNNUDAGIN KL. 15.00 Í átta ár hava tey droymt um FM gull í Sarpugerði. Fyri tveimum vikum síðani breiddi gulldeymur­ in seg, tá ið tað eydnaðist at vinna 1-0 á TB, meðan KÍ einki stig vann á Argjum. - Klaksvíkingar hava framveg­ is møguleika at vinna FM, men nú mugu vit ásanna, at tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna gull ella ikki. Av­bjóðingarnar hjá okkum eru torførari, enn tær eru hjá KÍ, men vit eru fokuseraðir á avbjóðingini ímóti B36, sum verður stór, men vit rokna við, at tað fer at eydnast, sigur Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen. Víkingur hevur havt takið á B36 hig­artil í ár. Í Sarpugerði skor­aði Philip Djordjevic einsamalla mál­ið longu í sætta minutti. Ólavsøku­dag vóru teir í B36 ógvuliga vónbrotnir, tá ið Víkingur fór úr Gundadali við 2-0 sigri. Tá skoraði Philip Djordjevic enn einaferð – seks min­uttir eftir steðgin – og so var LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR Tað er FM hýrur í Víkinga leguni, har tey sita við bestu FM kortunum, men B36 ætlar ikki at leggja seg flatt í Sarpugerði, har øll – ikki minst tey í KÍ leguni - fara at fylgja við í, um tað fer at eydnast víkingunum at halda tørn um oddasessin og harvið taka seg stórt stig nærri fyrsta meistaraheitinum Upptakt FM FEPUR HEVUR AVLOYST RONALDO FEPURIN