hósdagur 13. oktober 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
31
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Tøkur aftur: Jonas Flindt
Rasmussen (eftir leikbann)
Ivasamir: Jóannes Bjartalíð
(skaddur í U-21 landsdystinum)
og Súni Olsen (skaddur í
fótliðnum)
Ikki við: Gunnar Christiansen
og Poul Nolsøe Mikkelsen
(langtíðarskaddir)
Ikki við: Gunnar Haraldsen og
Karstin Højgaard (skaddir restina
av árinum)
Allir mans tøkir
Allir mans tøkir
Hørður Askham óheppin at beina
bóltin í egið mál.
Síðani á ólavsøku hevur Vík
ingur vunnið seks dystir og tapt
ein – ímóti KÍ – og B36 hevur vunn
ið fimm dystir og spælt tveir javnar
– 2-2 ímóti HB og KÍ.
- Vit hava havt fínar venjingar
í hesi vikuni. Hóast FM er gloppið
okkum av hondum, so kennist
sjálvsálitið og svongdin eftir at
vinna at vera stór. Víkingur hevur
argað okkum higartil í ár, og vit
fara eftir at vinna báðar dystirnar,
sum eru eftir at spæla, sigur B36
venjarin Eyðun Klakstein.
Umframt ímóti Víkingi skal B36
spæla á heimavølli ímóti TB.
NSÍ kann gera av
við Trygva
NSÍ-AB: PETUR REINERT
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Fyri einum lítlum mánað síðani
hevði eingin roknað við, at AB ikki
fór at flyta niður. Trygvi Mortensen
og hansara menn hava síðani
vunnið á HB og KÍ, og nú verður
riggað til at fara til Runavíkar, har
tey fegnast um greipuna, sum U-18
dreingirnir hava tryggjað NSÍ.
Um tað ikki eydnast AB at
vinna fulla úrtøku, so verður
spurningurin um niðurflyting
avgjørdur:
- Vit savna okkum um at halda
tørn um bronsuplássið og harvið
at vit vinna okkara dystir, og tað
gera vit eisini hesaferð, sigur NSÍ
liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
Eftir góða gongd og stóra úrtøku
hevur NSÍ tvær tær seinastu ferð
irnar tapt toppdystir 2-0 – ímóti
Víkingi og B36 – og harvið er møgu
leikin fyri silvuri og gulli burtur.
Trygvi Mortensen hevur í fleiri
vikur havt knívin á barkanum. Nú
er tað ímóti barndómsfelagnum:
- Tað varð ikki roknað við, at
vit skuldu megna fulla úrtøku
ímóti HB og KÍ. Kortini eydnaðist
tað. Avbjóðingin verður sera stór
við Løkin, men vit fara undir
uppgávuna við eyðmýkt og góðum
treysti, sigur AB venjarin.
Fyrr í ár hevur NSÍ vunnið tvær
ferðir 2-1 ímóti AB.
Spæla um keisarans skegg
HB-ÍF: RÚNI GAARDBO
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Tað er víst, at HB fer at enda á
fimta plássi. Tað er næstan víst,
at ÍF verður nummar seks. Ein lítil
møguleiki er fyri, at TB kann fáa
fatur á fuglfirðingum.
Tað er fyri tað mesta æran, ið fer
at standa upp á spæl í Gundadali
sunnudagin:
- Vit vóna at enda kappingarár
ið væl, og vit arbeiða fyri søkini,
men tað skal ikki dyljast, at okk
um hevði dámað best, um lands
kappingin var liðug undan lands
liðs steðginum, sum nú hevur
verið, sigur ÍF spælarin Dánjal á
Lakjuni.
ÍF vann 28. apríl 4-2 ímóti HB í
Fuglafirði, og HB vann ólavsøku
aftan 1-0 á ÍF, sum síðstu løtuna
pressaði nógv fyri at javna.
- Eftir laka úrtøku í fleiri umfør
um reistu spælararnir seg á Toft
um. Tað hevur stóran týdning, at
vit enda kappingarárið væl, sigur
HB venjarin Jan C. Dam.
Einsamallur málskjútti á Toft
um var Øssur Dalbúð, sum nú
hevur skorað níggju mál og er HB
toppskjútti.
Sigfríður biður farvæl
TB-SKÁLA: ALEX TROLEIS
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Tað er einki avgjørt enn, men
tað liggur í luftini, at Sigfríður S.
Clementsen sunnudagin fer at
biðja TB viðhaldsfólkunum farvæl
við Stórá, eftir at hann hevur av
greitt setningin, sum var at syrgja
fyri, at TB eisini næsta ár fer at
kappast í bestu deildini.
- Vit eru nøgdir við úrtøkuna
higartil, og vit vóna, at tað skal eyd
nast at seta met í stigum. Vit hava
vunnið 26 stig, ið er tað mesta, sum
TB nakrantíð hevur vunnið. Ímóti
Skála verður tað sera tætt. Tað fer
at ríða um snarið. Kanska fer tað
at enda við javnleiki, og kanska
vinnur annað liðið við einum máli.
Vit halda okkum at hava møguleika
at vinna, og vit fara at arbeiða fyri
at vinna fyrsta sigurin ímóti Skála
í ár, sigur TB venjarin Sigfríður S.
Clementsen.
Tað var stutt eftir 5-1 skrædlið á
Skála, at tað var venjaraskifti í TB.
Í ólavsøku umfarinum var Albert
Adu einsamallur málskjútti á
Skála, tá ið tað restaði eitt korter.
Skálamenn eru meiri kroystir
í botnstríðnum nú, enn teir vóru
fyri tveimum umførum síðani.
Teir rokna tó við møguleikanum
at halda fram í fremstu røð:
- Tað er framvegis upp til okk
um sjálvar at gera av, um vit eisini
næsta ár skulu spæla í bestu
deildini, og tað er ein fyrimunur,
sigur Skála venjarin Pauli Poulsen.
KÍ
ÍF
AB
TB
SKÁLA
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
Víkingur
25
17
4
4
54
24
+30
55
2
KÍ
25
17
3
5
55
25
+30
54
3
NSÍ
25
16
1
8
53
34
+19
49
4
B36
25
13
7
5
41
24
+17
46
5
HB
25
11
6
8
38
27
+11
39
6
ÍF
25
9
5
11
40
52
-12
32
7
TB
25
7
5
13
28
42
-14
26
8
Skála
25
6
6
13
22
38
-16
24
9
AB
25
4
6
15
29
42
-13
18
10 B68
25
0
7
18
19
71
-52
7
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
TB - Skála
KÍ - B68
Víkingur - B36
HB - ÍF
NSÍ - AB
KENDI TIPPARIN
Frda Mellemgaard
Lýsingarsamskipari
Kendi tipparin hesaferð:
Hesa ferð er tað Frida Mellemgaard, sum er lýsingarsamskipari í
Miðlahúsinum. Hon er íðin B36 ari og spælir við 2. deild og old girls,
har hon í ár er gullvinnari.
Seinast tippaði myndamaðurin hjá Miðlahúsinum, Álvur Haraldsen.
Og hann dugur annað enn at taka myndir, tí hann hevði tríggjar rættar
av fimm, sum er á góðari leið. Álvur Haraldsen tippaði: Víkingur – TB 1
(1-0), ÍF – Skála 1 (1-1), B68 – HB 2 (0-1), AB-KÍ 2 (3-1) og B36 – NSÍ 1 (2-0)