hósdagur 13. oktober 2016síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. OKTOBER 2016
SOSIALURIN 118
32
F
ari heilsuríki Títt
Nei, takk, álvaratos, hvat
er hetta fyri nakað? Hvør
tramin?
Eg eri als ikki samdur við telefonina
hjá mær, sigi eg bara, rópti hann.
Hví, hvat bagir, hvat sigur hon,
telefonin? Spurdi ein annar kløkkur.
Hon sigur, at eg skal røra meg meira.
Tað sigur hon.
Tað sigur mín tíbetur ikki, svaraði
hin.
Røra seg meira. Vit sótu í einum
hýruvogni.
Nei, sum sagt, vit fáa ikki frið
fyri hasari nýggju religiónini,
sum ikki lovar sálarbót og ævigt
lív, men fólkaheilsu og longri
lív.
Nú eitur tað fólka,
annars hava vit manna
rættindi, manntal, mannfall,
mannamúgva, manna
tunga, men ikki manna
heilsu, nei,fólkaheilsu.
Enn ein religión oman á allar
hinar. Ein onnur eitur vistfrøði. Farið
á heimasíðuna hjá Heilsufrøðiligu
starvsstovuni og lesið undir
yvirskriftini afturkallingar.
Vistfrøðin er full av lorti.
Vit
hava
ivaleysa
nógvar religiónir í
Føroyum.
Líka
nógvar ov nógvar
sum tær eru í
tali. Kanska
eru tær 49, 49 ov nógvar.
Og tey nýfrelstu stríðast fyri at fáa
okkum fleiri, til dømis islam. Tað er so
deiligt við fjølbroytni, margmentan
stimbrar.
Fólkaheilsa. Tað, eg veit, hava nógvir
føroyingar roynt blóðtøpp og liva enn.
Men sjálvandi, sjálvandi, varð
ein danskari boðsendur at fortelja
føroyingum um blóðtøppar. Hvussu tað
er at fáa ein ella fleiri slíkar, og hvussu
lívið er aftaná.
Vit senda jú eisini boð eftir donskum
konum at læra føroyskar at binda.
Tað næsta verður, at ein danskari
verður boðsendur at læra føroyingar
at drepa grind.
Hvar er sjálvsálitið? Fór tað aftur
við borðinum saman við teimum fýra
árunum hjá Nyrupi.
Føroyingar duga ikki at selja, heldur
ikki sínar egnu blóðtøppar.
Fólkaheilsan, jú, ger ikki hatta, et
ikki hatta, royk ikki hatta, drekk ikki
hatta, sit ikki har fyri fólkaheilsuguds
skyld. Tú doyrt av tí. Koyr ikki, gang.
Gang ikki, renn. Renn ikki, spinn.
Er tað tað, tú vilt? Er tað tað, tú vilt,
doyggja? Nei, ha.
So kom á møti. Vit biðja fyri tær.
Altargongd, brokkoli skolað niður við
gularótarsaft. Far síðani beint heim
í song, onga staðni inn á vegnum, so
tú fært tínar átta pluss tímar í einari
aðrari verð, dreymaverðini, og droym
um fólkaheilsu.
Fyri tað um Eva bjóðaði Ádami eitt
økologiskt súrepli er ikki logiskt at siga,
at súrepli eru so øgiliga sunn og skulu
etast hvønn dag fyri at halda sjúkum
burturi.
Súreplið var ikki sunt fyri Evu og
Ádam, als ikki. Gud varpaði tey langt út
í kuldan. Tey fingu krím og doyðu bæði
av lungnabruna við gríslandi tonnum.
Lýsi var ikki uppfunnið tá.
Tað besta og einasta veruliga góða
fyri fólkaheilsuna er, at hon fær frið
fyri profetum. Líka sum sálin eigur
at fáa frið fyri sálarbøtarum. Ger ikki
hatta og heldur ikki hatta og liv leingi.
Tvætl. Ger alt tað, tú hevur hug til, og
liv líka leingi ella longur.
Fólkaheilsudagar, fólkaheilsuvikur,
fólkaheilsa her og fólkaheilsa har.
Fólkaheilsa My Ass.
Vit fáa góða heilsu av at renna
og renna skjótt undan øllum hasum
fólkaheilsufanatismuni Og gevið so
sjúkrahúsunum pengarnar. Tey eru
altíð í penganeyð.
Alt hatta um fólkaheilsu er sjúkligt.
Tað er tín fólkarættur og
mannarættur,
sum
geva
góða
fólkaheilsu.
Og Rolling Stones eru, næstan, aftur
har, sum teir byrjaðu fyri 54 árum
síðani, ráir og skitnir blusarar.
Hvussu annars við fólkaheilsuni
har?
Og drepur kirkjugarðurin í
Sandavági alt grannalagið, verður
sanniliga brúk fyri at byggja hann út,
og pláss.
Fari heilsuríki Títt
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Birgar Larsen
Yrki: Barreigari – Bústaður: Tórshavn/Fuglafjørður
Hvat ætlaði tú at blíva, tá ið tú bleivst vaksin?
Klókari
Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn?
At vit ikki vilja broytast.
Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin?
At mann kann ikki fara út at spæla, tá mann hevur hug
Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika?
Drakk okkurt, ið var eldri enn eg
Um tú tordi, so hevði tú?
sagt tað, sum eg hugsaði
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
Um eingir pengar vóru til
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
Tá Føroyar vóru betur enn Letland í fótbólti
Tað seinasta, tú hevur lært, er at…
bilur er neyðugur at hava í Føroyum
Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um at tú?
Ikki dugi alt
Enda setningin: Føroyar áttu…
Føroyar áttu….. at spælt meiri defensivt ímóti Portugal :P