Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hallur av Rana
 Kitty May Ellefsen er eitt kent and­lit í føroyska samfelagnum. Við einum sterkum arbeiðsvilja og eini løgfrøðiligari útbúgving í hond­ini hevur hon verið ein av teimum fáum kvinnunum, ið av álvara hevur gjørt vart við seg í einum sterkt mansdominerandi før­oyskum vinnulívi seinastu tvey tíggju­áraskeiðini. Seinastu árini hevur hon kanska verið best kend sum nevnd­ar­for­ kvinna í P/F Vága Floghavn, har hon hevur staðið á odda fyri stóru útbyggingini av flogvøllinum, men hevur harumframt havt fleiri álitis­ størv og nevndarsessir í før­oyska samfelagnum seinastu nógvu árini. Kitty May Ellefsen er tó nógv meira enn bara ein vinnulívskvinna. Hon er eisini ein kona, mamma at fýra og ein egin persónur. Við øðrum orðum er hon ein kvinna við nógvum jørnum í eldinum. At síggja til gekk eisini alt, sum tað skuldi hjá Kitty May Ellefsen, og megnaði hon at fimla við øllum leiklutunum samstundis. Men aft­ an fyri glansmyndina goymdi eitt loyndarmál seg, ið einans nøkur fá høvdu varhugan av. Í strembanini eftir tí fullkomna lívinum við tí góða arbeiðinum, smíl­andi familjuni og reina hús­ in­um gekk tað so líðandi galið hjá persóninum Kitty May Ellefsen. Eitt glas av víni Ein fullur gerandisdagur og krevj­ andi uppgávur eyðmerktu lívið hjá Kitty May Ellefsen fyri fimm árum síðan. – Eg var alt ov strongd og hevði alt ov nógv at gera. Eg hevði fleiri arbeiði og fleiri nevndarsessir, eg hevði fýra børn, eini stór hús, ið máttu vera rein og ruddilig, og eg skuldi helst hava eina heimabakaða kaku hvønn dag, um nú onkur kom á gátt, greiðir Kitty May Ellefsen frá. Fyri at klára gerandisdagin hevði Kitty May Ellefsen brúk fyri onkr­um, ið kundi geva henni ein lítlan lætta. Tað fann hon eisini. – Øll fólk hava okkurt, ið tey gera fyri at fáa ein lætta í ger­and­ is­degnum. Summi fólk roykja og eru bundin at sigarettum, onnur eta, nøkur drekka, onkur rennur o.s.fr. Øll gera okkurt fyri at fáa eitt friðskjól og vinna sær orku. Eg drakk vín fyri at flýggja eina løtu, sigur Kitty May Ellefsen. Sum at pissa í buks Tað tyktist sum ein óskyldigur vani, men vanin vant tó skjótt upp á seg, og so líðandi misti hon tamarhaldið á sínum egna lívi. – Alt skuldi vera so fullkomið, og tað var tá, at eg fekk strongd. So eg byrjaði at drekka vín fyri at sleppa av við strongdina. Men tað er sum at pissa í buks, tí tað hitar bara eina løtu, men so koma timburmenn aftaná. So alt bleiv bara verri, greiðir Kitty May Ellefsen frá. Tað eina glasið gjørdist til tvey gløs, og tvey gløs gjørdust til eina fløsku. Mongdin av rúsdrekka bara vant upp á seg, men enn megnaði vinnulívskvinnan allar sínar upp­ gávur. – Eg byrjaði seint at drekka, men gjørdist skjótt bundin av tí. Tey síðstu tvey árini eg drakk, drakk eg næstan hvønn dag, og síðstu tvey árini, drakk eg onkuntíð tvær fløskur av víni hvørt kvøld. Men eg kláraði kortini at fara upp til arbeiðis og avgreiða øll míni við­ur­ skiftir, sigur Kitty May Ellef­sen. Gjørdist bundin At enda fylti rúsdrekka so nógv í huganum hjá Kitty May Ellefsen, at hon kláraði ikki ein dag uttan ein glas av vín. Hon var vorðin bundin av víninum. – Meðan eg var til arbeiðis, gleddi eg meg at koma heim til vín­ glasið, og drakk eg vanliga fyrsta glasið, meðan eg gjørdi náttúrða. Seinasta glasið drakk eg, áðrenn eg legði meg, tí eg kláraði ikki at sovna, uttan eg hevði drukkið, sigur Kitty May Ellefsen. Fyri fýra árum síðani legði Kitty May lívið um, og í dag rennir hon sær ein túr í staðin fyri at drekka vín. Hon megnaði at steðga, men sambært henni, so var tað eisini í síðstu løtu. – Eg kundi nokk hildið fram at drukkið í nøkur ár aftrat, men tað hevði endað heilt galið. Eg kenni alt ov nógv fólk, sum hava mist alt orsakað av rúsdrekka. Tey hava mist arbeiðið, koyrikortið og familjuna. So tað ræður um at fáa hjálp í góðari tíð, áðrenn alt er mist, um ein hevur trupulleikar av rús­ drekka, sigur Kitty May Ellefsen álvarsom á máli. 
 Ein ordilig genta Tað var tó einki, ið bendi á, at júst Kitty May Ellefsen skuldi fáa trupulleikar við rúsdrekka, tá hon sum ung búði í Vágum. Hon var von við at ganga til dans, men um hetta mundið, so var tað als ikki vanligt, at gentur drukku. Tað var nakað, ið einans mannfólk gjørdu. 
 – Hjá mær var tað soleiðis, at eg byrjaði at drekka seint. Tá eg var ung, drakk eg slett ikki. Eg gekk í dans í Miðvági og Sørvági, men tá drukku ordiliga gentur ikki, og eg var ein ordiliga genta, so eg smakk­ aði einki tá, sigur Kitty May Ellefsen. Heldur ikki undir lestrartíðini á flatlondum gjørdist tað ein vani at smakka sær á hjá Kitty May Ellefsen, tí fokus var tá á familjuni. – Tað var nakað tað sama, tá eg búði niðri. Eg hevði smábørn og var upp á vegin í heilum. So eg drakk øgiliga lítið í tí tíðarskeiðinum. So eg byrjaði ikki at drekka, fyrr enn eg var seint í tretivunum, greiðir Kitty May Ellefsen frá. Forkastiligt Hugburðurin hjá Kitty May Ellef­sen mótvegis rúsdrekka á hennara ungdómsárum var eis­ini heilt øðrvísi enn seinni í lív­in­um. Millum annað minnist hon aftur á eina barr, ið lá yvirav Hand­ils­ háskúlanum, har hon læs sum ung. – Eg havi altíð sæð niður á fólk, – Meðan eg var til arbeiðis gleddi eg meg at koma heim til vínglasið og drakk eg vanliga fyrsta glasið, meðan eg gjørdi nátturða. Seinasta glasið drakk eg, áðrenn eg legði meg, tí eg kláraði ikki at sovna, uttan eg hevði drukkið, sigur Kitty May Ellefsen, ið er sloppin burtur úr sínum rúsdrekkatrupulleika Eg var alt ov strongd og hevði alt ov nógv at gera. Eg hevði fleiri arbeiði og fleiri nevndarsessir, eg hevði fýra børn, eini stór hús, ið máttu vera rein og ruddilig, og eg skuldi helst hava eina heimabakaða kaku hvønn dag, um nú onkur kom á gátt ALKOHOLISMA SPYR IKKI EFTIR STATUS PERSÓNSSØGA