mánadagur 17. oktober 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
PERSÓNSSØGA
ið hava drukkið. Eg havi ikki vitað
betur, men bara hildið, at hasi fólk
ini hava ringan karakter og ongan
vilja. Eg havi havt nógvar slíkar
fordómar, sigur Kitty May Ellefsen
og heldur fram.
– Tá eg gekk á Handilsháskúl
anum í Danmark, plagdi eg at
ganga framvið eina barr á veg til
fyrilestrarnar. Hon lat upp klokka
ellivu, og har sótu nógv lesandi og
drukku. Tá hugsaði eg, at hatta vóru
nakrir taparar, ið valdu at sita á
barr heldur enn at fara til fyrilestur
og fáa sær eina útbúgving.
Hugsanir hennara um fólk, ið
drukku, vórðu styrktir, tá hon læs
eitt blað, ið Handilsháskúlin gav út.
– Í eini grein í blaðnum læs eg,
at rúsdrekka var størsta orsøkin
til, at fólk ikki blivu liðug við teirra
útbúgving. Tey drukku ov illa. Tað
helt eg vera forkastiligt og vánaligt,
sigur Kitty May Ellefsen.
Millum teirra, ið plagdi at velja
barrina fram um fyrilestrarnar var
ein felags lesandi hjá Kitty May
Ellefsen, ið hon kendi gjøgnum
bólkaarbeiði. Ein dagin avgjørdi
hon at geva viðkomandi eitt skump
rætta vegin.
– Eg fór yvir til hansara og
spurdi, um hann ikki heldur hevði
hug at koma til fyrilestur við mær,
enn at sita har og drekka øl. Hann
segði nei og fortaldi, at lívið hjá
honum var strævið í løtuni, og at
hann persónliga hevði brúk fyri at
drekka, sigur Kitty May Ellefsen,
men leggur álvarsom á máli aftrat.
– Hann doyði eisini fyri tólv
árum síðan. Hann drakk seg í hel.
Rúsdrekka er ikki at spæla við.
Náddi botnin
Men hóast Kitty May Ellefsen
harvið ikki var ein upplagdur
kandidatur til at útvikla ein rús
drekkatrupulleika, so var tað støð
an, ið hon var í eini tíggju ár seinni.
Har hevði hon møguliga verið
enn, um ein túrur til læknan ikki
hevði vakt hana úr dvala.
– Tað var tá eg var á botni, at
mín støða broyttist. Eg helt, at
eg hevði hjartatrupulleikar, tí eg
hevði varandi hjartabankan. Tá eg
legði meg um kvøldarnar, bukaði
hjartað so hart, at eg varð bang
in fyri, at eg fór at fáa ein hjarta
tilburð. So eg søkti mær hjálp hjá
kommunulækna, ið sendi meg
víðari til ein hjartalækna, greiðir
Kitty May Ellefsen frá.
Kanningarnar hjá hjartalækn
anum staðfestu, at heilsustøðan hjá
Kitty May Ellefsen var eins og tann
hjá eini kvinnu mitt í fýrsunum.
– Eg vigaði alt ov nógv. Mín
ideal vekt er 57 kilo og eg havi altíð
ligið um 55-57 kilo. Men eftir fáum
árum hevði vektin sníkt seg upp á
80 kilo. Harumframt vóru øll tølini
hjá mær, kondi, blóðtrýst og annað,
ring. Tá gjørdist eg kløkk, tí eg var
mitt í fjørutunum, minnist Kitty
May Ellefsen aftur á.
Eydnubollar eydnaðust ikki
Loysnina fekk hon frá kommunu
læknanum.
Viðkomandi
metti,
at vinnulívskvinnan hevði fingið
tunglyndi og gav henni tí eydnu
bollar. Tað hóvaði tó ikki Kitty May
Ellefsen.
At síggja til gekk alt, sum tað skuldi hjá Kitty May Ellefsen, og megnaði hon at viðlíkahalda allar leiklutir samstundis, men
aftanfyri glansmyndina goymdi eitt loyndarmál seg, ið einans nøkur fá høvdu varhugan av
Myndir: Álvur Haraldsen