mánadagur 17. oktober 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PERSÓNSSØGA
– Teir tók eg í fýra mánaðir,
men tað dámdi mær slett ikki.
Hjartabankanin hvarv gott nokk,
men tað, sum eydnubollar gera er,
at teir doyva kenslurnar. Men man
verður ikki frískur av tí, sigur Kitty
May Ellefsen og heldur fram.
– Tað føldist, sum at høvdið var
pakkað í vatt. Tað var heilt løgið
ongar kenslur at hava, so eg fór
aftur til læknan, tá eg hevði tikið
tablettirnar í fýra mánaðir og segði,
at hetta tímdi eg ikki.
Tað var tá, at kommunulækni
mælti til, at í staðin fyri at taka
heilivág, so kundi hon fara at íðka.
Kanningar vístu, at tað hjálpti upp
á strongd. Men harumframt mælti
læknin henni til at gevast at drekka
og fara á fund hjá Anonymum
Alkoholikarum.
Stór skomm
Tað var tungt hjá Kitty May Ellef
sen at svølgja seinnu boðini frá
læknanum. Hon metti nevniliga,
at tað var ein stór skomm at fara
á fund og var bangin fyri, at hon
fór at møta onkrum, ið hon kendi
á fundinum.
– Skommin var so stór, at eg bað
systur ganga runt húsini og hyggja
inn gjøgnum vindeyguni fyri at
vita, um tað var nakar har, ið eg
kendi. Eg helt, at tað var ræðuligt
at vera har og føldi, at eg hevði rakt
botnin.
– Hon kom so aftur og segði, at
har var eingin, ið vit kendu. Men ikki
meira enn innkomin, so møtti eg
einum av mínum gomul nábúgvum,
greiður Kitty May Ellefsen frá.
Hon er tó glað fyri, at hon akt
aði læknan og fór á fundin. Tí í
AA hevur hon funnið fólk, ið hava
hjálpt henni á leiðini.
– Tað var ordiliga gott at møta
fólkum, ið eg kundi identifisera
meg við. Tað er eisini soleiðis, at
øll leking byrjar. Hetta at man
kann tosa við fólk, ið hava sama
trupulleikan og stríða sama stríð
sum ein sjálvur. Man kann vera
púra erligur, leggja kortini á borðið
og stuðla og eggja hvørjum øðrum,
so man kann verða frískur aftur,
sigur Kitty May Ellefsen.
Vil bróta tabuið
Í vikuni gevur Kitty May Ellefsen
út bókina hjá Frá reyðvíni til Mara
thon, har hon greiðir frá, hvussu
hon megnaði at venda síni lagnu.
Bókin er tó ikki bara ein bók
um alkoholismu, men er heldur ein
uppskriftsbók um, hvussu tú kann
leggja lívið um soleiðis, at tú kann
røkka tínum málum.
Men hvat fær eina kvinnu, ið
klárar seg væl á flest øllum økjum,
at geva út eina bók, har hon deilir
nakrar av sínum veikastu síðum?
– Tað er tí, at tað eru so nógv, ið
hava hendan trupulleikan. Hagtøl
hjá
danska
Sundhedsstyrelsen
vísa, at í Danmark hevur fimti hvør
maður, og tíggjunda hvør kvinna
tekin upp á rúsdrekkatrupulleikar,
sigur Kitty May Ellefsen og heldur
fram.
– Men kortini er tað eitt stórt
tabu. Í okkara mentan halda vit,
at tey sum hava rúsdrekkatrupul
leikar, og tey sum eru alkoholikarar,
eru tey, sum sita í Steinatúni og
drekka. Men sannleikin er, at tað
bara eru trý prosent av teimum, ið
hava rúsdrekkatrupulleikar, ið sita
í Steinatúni og drekka. Øll hini 97
prosentini eru vanlig menniskjur,
ið eru til arbeiðis hvønn dag.
Kitty May Ellefsen metir, at
einasti mátin at hjálpa fólkum við
rúsdrekkatrupulleikum
er,
um
tabuið verður brotið, og trupul
leikin verður fingin fram í ljósið.
– Við míni søgu vil eg gjarna
bróta tabuið. Tí tá tað er eitt tabu,
so tora tey, ið hava trupulleikan,
ikki at fortelja tað fyri nøkrum. Í
staðin dylja tey tað sum mansmorð.
Hjá nógvum verður tað tí ov seint
at fáa sær hjálp, tí tey gera tað
ikki fyrr enn tey hava mist makan,
arbeiði, koyrikort og alt annað,
greiðir Kitty May Ellefsen frá, og
leggur afturat.
– Alkoholisma er ein progressiv
sjúka. Hon kann menna seg skjótt
hjá nøkrum og spakuligt hjá øðrum,
men felags er, at hon mennir seg. So
tað ræður um at fáa sær hjálp so
skjótt sum møguligt.
Alkoholisma ger ikki mun
Tá tosað verður um alkoholikarar,
so hugsa tey flestu helst um heim
leys og onnur, ið sita í almennum
støðum
í
høvuðsstaðnum
og
drekka. Kitty May Ellefsen vísir tó
á, at alkoholisma ikki er avmarkað
til nakra einstaka stætt, men rakar
fólk í øllum samfelagsstættum.
– Alkoholisma rakar øll. Hon
rakar rík og fátøk, tey við høgum
útbúgvingum og lágum útbúgv
ingum. Hon avmarkar seg slett
ikki. Tað hevur eisini víst seg síðstu
árini, at fólk við høgum størvum,
ið kanska hava krevjandi arbeiði,
verða serliga rakt av hesum, sigur
Kitty May Ellefsen, og vísir á, at
tað er hennara uppliving frá AA-
fundum í Danmark.
– Har koma fólk úr øllum sam
felagsløgum. Har eru advokatar,
sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar, fólk
sum hava klárað verið edrú leingi
og fólk, sum koma skitin og tvitin
inn frá gøtuni.
– Alkoholisma er sum aðrar
sjúkur. Hon spyr ikki eftir status,
men rakar øll fólk og allastaðni,
sigur Kitty May Ellefsen.
Hóast alkoholisma ikki ger
mun á fólkum, so metir Kitty May
Ellefsen, at skommin kanska er
størst millum fólk, ið klára seg væl
í samfelagnum.
– Eg trúgvi tabuið er størri
millum fólk, ið klára seg væl, tí
man ger meira fyri at viðlíkahalda
glansbílætið. So tá man hugsar um
samfelagsstættir, so ivist eg ikki
í, at vælútbúgvin fólk gera meira
fyri at krógva tað, sigur Kitty May
Ellefsen.
Sjálv kennir Kitty May Ellefsen
til føroyingar við høgum størvum,
ið velja ikki at fara til avvenjing í
Føroyum, tí skommin er ov stór.
– Tey fara heldur til Danmarkar,
tí fólk mugu ikki fáa at vita um tað.
– Kanska er evnið eitt størri tabu
millum lærd fólk, men veruleikin
er, at alkoholisma er akkurát líka
útbreidd har sum millum øll onnur,
sigur Kitty May Ellefsen.
hallur@sosialurin.fo
Øll fólk hava okkurt, ið tey gera fyri at fáa
ein lætta í gerandisdegnum. Summi fólk roykja
og eru bundin at sigarettum, onnur eta, nøkur
drekka, onkur rennur o.s.fr. Øll gera okkurt fyri
at fáa eitt friðskjól og vinna sær orku. Eg drakk
vín fyri at flýggja eina løtu
– Alkoholisma rakar øll. Hon rakar rík og
fátøk, tey við høgum útbúgvingum og lágum
útbúgvingum. Hon avmarkar seg slett ikki. Tað
hevur eisini víst seg síðstu árini, at fólk við høgum
størvum, ið kanska hava krevjandi arbeiði, verða
serliga rakt av hesum, sigur Kitty May Ellefsen