mánadagur 17. oktober 2016síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
T
að rørist ikki ein ond. Fullkomin friður
valdar á sjógvi og á landi. Vaknandi sól
argeislarnir senda argandi ljósstrálur
inn í heim.
Niðri á lónni síggi eg mann og hund hans
ara. Hundurin hevur sett seg á afturpartin og
maðurin stendur fattur undir liðini á honum.
Tann fýrbeinti lítur upp á eigara sín, og mað
urin hyggur niður á hundin. Myndin niðri á
lónni broytist ikki. Góðir 20 minuttir ganga,
okkurt hissini fuglaljóð brýtir tøgnina. Helst
práta teir saman...her er løtan, nú skal tú liva..
maðurin sigur frá, hundurin lurtar og svarar
aftur.
Friðsæla! Sum er júst hesin veruleikin
hesa løtu fluttur inn í ein málning. Íslendski
rithøvundin Albert Már Guðmundsson letur
málaran Bergstein sleppa til orðanna í bókini
Alheimsins einglar. Bergstein stendur uppi á
bakkanum og málar, tá ið Palli lítli og Gunn
leygur koma koyrandi í kassabilinum:
- Hygg, Palli lítli, sigur hann, - nú havi eg
tikið landið, sjógvin, himmalin og fuglarnar
og sjúkrahúsið har yviri og sett alt inn í hesa
myndina.
Palli hyggur hamskiftur at hesum báðum
heimunum, veruleikanum í veruleikanum og
veruleikanum í málninginum.
Frá upphavi hevur forvitni og tráðan
eftir framburði verið partur av tilveru menn
iskjunnar. Úrsltið er ein heimur, har aðal
setningurin er: frameftir við nógvari ferð.
Sjeyðmílamaðurin loyvir sær sjáldan at kaga
aftur um bak, ella steðga á ein løtu at hvíla.
Náttúran noyðir hann tó viðhvørt at lata seg
úr stivlunum. Tá hann hevur latið seg úr um
beinini og sett seg niður at rinda møðina eina
løtu, gerst hann við eitt so sera greiðir yvir,
hvussu viðbrekið grundarlagið er. Øska úr
Íslandi noyðir flogførini at standa á flogvøll
inum, tey ferðandi mugu bíða.
- Jamen, vit mugu avstað!
Alt er pengar, tíðin er pengar. Sjeymíla
maðurin puffar, men noyðist í stivlarnar aftur,
tí boð eru eftir honum. Skundmikil fer hann
aftur til gongu.
Ja, tað var eitt sindur øðrvísi fyrr. Sendiboð
frá Guði var úti í Skúgvi at tala Guðs orð. Eins
og nú høvdu skúvoyingar ikki bestu atløgu
viðurskifti, og veðrið líktist sær sjálvum, skift
andi. Men prædikumaðurin vildi heldur bíða
til í morgin, nú veðrið var batnað somikið, at
til bar at fara. Skúvoyingurin svaraði:
- Vit hava ikki morgin í Skúgvi!
Um vit loyva okkum, ella verða noydd sum
sjeymílamaðurin at hvíla eina løtu og hugsa um
orðini hjá skúvoyinginum, so kanska gerast vit
greið yvir vísdomin í teimum. Einfaldur, men
tíverri ikki so lættur lívsførningur. Presturin
Johannes Møllehave tosar um øjeblikkets
atom. Hvussu altavgerandi løtan er í lívinum.
Løturnar eru mangar við rungandi látri!
Vit eru 7 mans, sum av og á hittast at fortelja
og flenna. Frásøgukynstrið er onki minni enn
framúr. Hvaðani fingu teir hesa gávu? Hava
uttan iva sitið undir hvørjum orði. Ligið undir
borðinum um kvøldarnar og lurta eftir prát
inum. Verið partur av arbeiðsdegnum í nær
umhvørvinum. Miðstvoumenninir og maðurin
úr Klingruni eiga orðini mestu, fyndarríkir.
Altíð verið hugtikin av frásøgnini! At lurta
eftir søgum. At lurta eftir søgum uttan bók,
men eisini úr bók.
Er nútiðin ein onnur? Arbeiðslívið er øðr
vísi, dagligdagurin eisini. Samveran broytt. Eg
og mítt tól.
Ungmanafelagsveitslurnar vóru eitt slag av
mentanarbera. Miðaldrandi og aldrandi menn
– minnist bara menn – røddu um afturlítandi
tilveru teirra. Teir dugdu væl, men vit ungu
hildu tað vera troyttandi at líða á. Tað var
eisini troyttandi at skula sita stillur í kirkjuni
og lurta eftir torskildari frásøgn, men at sita
stillur var ófrávíkiligt krav.
Veitslufrásagnirnar hava latið seg í annan
ham. Tunt ílatnar. Mentanarberi..? Fyndin
í teimum kámast eins og høvuðsstaðurin í
ólavsøkutokuni. Spell at so er! Mær leingist
ikki sørt eftir teim troyttandi frásagnunum á
ungmannafelagsveitslunum.
Mær dámdi ongantíð friðin! Men mátti
inn ímillum góðtaka ásettar treytir. Takk tit
øll, ið settu hesi krøv. Takk, at eg inn ímillum
noyddist at keða meg.
Málningurin niðri á lónni fortelur ikki all
an veruleikan! Brotmynd av veruleikanum.
Hvørjum veruleika?
Eg legði oyra til og kendi bivandi ótta um
tað, sum kundi henda mær og mínum. Rødd
irnar í útvarpinum søgdu frá um ófrið í Norður
Írlandi. Eg kendi væl IRA. Í London, Týsklandi
og Spanialandi bleiv eisini bumbað. Myndin av
dripna italiumanninum Aldo Moro festi búgv
á nethinnini.
Í málninginum niðri á lónni sóust ongi
flóttafólk úr Aleppo. Kanska hevði málarin
ikki ans fyri einum meiri ræðandi veruleika?
Kaska vildi málarin als ikki vita av nøkrum
øðrum veruleika? Niðri á lónni var ikki pláss
fyri flóttafólkum.
Føgur er foldin...frásøgn, friður, frælsið og
flóttafólk!
Føgur er foldin...
frásøgn, friður,
frælsið og
flóttafólk!
BLOGGURIN
Eli Hentze er útbúgving sum lærari og
hevur arbeitt sum lærari síðani 1996.
Hann hevur eisini fótbóltsvenjara
útbúgving, og skal næstu árini
arbeiða fulla tíð á tí pallinum