Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. oktober 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HALLOWEEN 3 1. oktober er alla­halg­ anna­aftan ella hallo­ ween, sum tað eitur á enskum. Fyri meg og aðrar føroyingar, ið hava tikið oldgomlu keltisk siðvenj­una til okkum, er hetta enn ein góð orsøk at prýða heimið av nýggjum, lata okkum í grýluklæðir og finna okk­ara innara barn fram aftur. Meðan fastalávint ella karival, mardi gras og shrove­tide, sum tað eisini eit­ur, í Føroyum mest er ein hátíð fyri børn, so sleppa tey vaksnu lættari framat hallo­ween í Føroyum. Fasta­ láv­int og halloween hava tó nógv tilfelags. Báðar há­tíð­ ir­nar leggja upp til, at ein letur seg í grýluklæðir og, at ein gongur frá hurð til hurð og biðjur um góð­gæti. Størsti munurin á hesum báðum hátíðum er tó, at húsini eisini verða prýdd til halloween. Henda há­tíðin er upprunaliga til minn­is um tey deyðu, og tí er tað myrka, dapra og óhugna­ liga ofta tema og sett í miðdepilin hesa ársins tíð. Hetta kvøldið er tað í lagi at kløkkan onnur, at gerast bangin, loypa ræðslu á og ikki minst at síggja vakur­ leikan í deyðanum og tí makabra. Á Signabø eri eg í hvussu er klárur at taka móti halloween og teim­ um komandi gest­unum, sum fara at koma á gátt á tí árligu halloween veitsl­ uni á staðnum. Fagri heimurin hjá Eileri Halloween á Signabøøøø!