mánadagur 17. oktober 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FISKIVINNA
Árni Gregersen
Eisini
Sambandsflokkurin
er boðin til fudnar við
landsstýriamnnin við fiski-
vinnumálum, Høgna Hoydal,
Tjóðveldi, um hvssu føroyska
fiskivinnan skal skipasst frá
1. januar 2018.
– Ja, sjálvandi fara vit á
fund, men í fyrsta umfari
fara vit at lurta eftir hvat tað
er sum landsstýrismaðurin
vil hava okkum at verða ein
partur av, sigur formaðurin í
Sambandsflokkinum, Bárður
Nielsen.
Hann hevur – eins og
aðrir limir í flokkinum - lisið
álitið frá fiskivinnunýskip
anarbólkinum.
Eins og hinir and-støðu
flokkarnir, so sigur Sam
bandsflokkurin eisini, at har
er nógv í í, sum flokkurin
kann taka undir við.
Bárður Nielsen nevnir
millum annað røktina av
fiskastovnunum,
burðar
dygg veiða og at veiðan verð
ur virðisøkt mest møguligt í
Føroyum.
– Alt hetta eiga vit at gera
fyri at fáa so nógv burturúr
til samfelagið, sum tilber.
Sjálvandi taka vit undir við
tí, men eg kann gott longu
nú siga, at uppboðssølan av
fiskivinnurættindunum ikki
er tað, sum liggur fremst fyri
hjá okkum, sigur Bárður á
Steig Nielsen.
Sambandsflokkurin held
ur, at uppboðssøla fer at
skapa alt ov nógva órógv og
fer at gera, at ikki sum mest
fer at fáast burturúr til sam
felagið.
– Men vit eru boðin á fund
og á fundin fara vit. Fyrst
at lurta, men vit eru eisini
sinnaði at koma við boðum
uppá, hvussu fiskivinan skal
skipast, sigur Bárður Niel
sen.
Hann
nevnir,
at
ein
spurningur, sum má loysast,
er, hvussu ung og nýggj fólk
sleppa framat í vinnuni.
– Tað má bera til og har
eru ymiskri møgueleikar. Vit
eiga til dømis nokk so nógv
av ótroyttum rættindum,
sum vit kunnu fara eftir.
Tað ber væl til at lata nýggj,
ung
og
framfýsin
fólk
sleppa at royna at brúka
hesi rættindini, sigur Bárður
á Steig Nielsen, formaður í
Sambandsflokkinum.
Umboð fyri Sambandsflokkin fara á fund við landsstýrismannin við fiskivinnumálum
hósdagin, men flokkurin tekur ikki undir við uppboðssølu av øllum fiskirættindum
UPPBOÐSSØLAN ER
IKKI RÆTTA LOYSNIN
Árni Gregersen
– Tað rættast er at gera eina
tillaging í okkara fiskivinnu.
Hon virkar í stóran mun sum
hon skal, so ein kollvelting er
ikki neyðug.
Kári P. Højgaard, ting
maður fyri Nýtt Sjálvstýri,
er millum teirra, sum ikki
halda tað er neyðugt við
grundleggjandi broytingum
í fiskivinnuni. Hann heldur,
at skeivleikar skulu rættast,
men at vinnan í stóran mun
virkar sum hon skal.
– Sjálvandi eru tað ávís
viðurskifti í álitinum frá
nýskipanarbólkinum,
sum
vit taka undir við, men sjálv
kollveltingin um at alt skal
seljast
yvir
uppboðssølu,
sum samgongan leggur upp
til, tað taka vit als ikki undir
við, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur at sjálvandi
tekur flokkurin undir við, at
fiskastovnarnir skulu røkjast
so væl, sum til ber og at vit
eiga at fiska burðardygt, men
hetta krevur eisini, at vit vita
hvat hetta er og hvussu vit
gera tað.
Hann tekur friðingina á
Føroya Banka sum dømi.
– Tað er ein rein fiasko.
Okkara havrannróknarskip
fær onki, tá ið tað roynir
har, men tá ið vit sendu ein
línubát inn har at royna, so
hevði hann rokfiskiskpa, sig
ur Kári P. Højgaard.
– Tí mugu vit tryggja okk
um, at okkara rannsóknir eru
nóg góðar. Annars ber illa til
at skipa veiðuna burðardygt,
sigur hann.
Hann sigur, at flokkurin
ikki hevur tikið støðu til
spurningin um fiskidagar
ella kvotaskipan.
– Tað vit vita er, at við
fiskidagaskipanini
kemur
alt til lands, sum skipini fáa.
Vandin við kvotaskipanini
er, at nógv verður blakað
aftur í havið, sum skipini tá
ikki hava loyvi at veiða, sigur
Kári P. Højgaard.
Hann leggur afturat, at
væntandi fer andstøðan at
hava fund um hesi viður
skifti áðrenn fundin við
landsstýrismannin við fiski-
vinnumálum, hósdagin.
Nýtt Sjálvstýri heldur, at tað meira snýr seg um eina tillaging í fiskivinnuni, heldur enn eina kollvelting
Heldur tillaging enn kollvelting
Bárður S. Nielsen,Sambandsflokkurin, sigur, at
Sambandsflokkurin er sinnaðu fyri, at eitt sindur
av fiskirættindum verður selt á uppboðssølu.
Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, tekur
als ikki undir við uppboðssølu