mánadagur 17. oktober 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
FISKIVINNA
Árni Gregersen
Miðflokkurin fer eisini at
taka lut í fundinum hós
dagin, sum landsstýris
maðurin við fiskivinnu-
málum hevur boðið til.
– Ja, sjálvandi fara vit
á fundin at vita, hvat tað
er sum samgongan ætlar
at gera við fiskivinnuna,
sigur Bill Justinussen,
Miðflokkurin.
Hann sigur, at Mið-
flokkurin eins og Sam
bandsflokkurin og aðrir
flokkar, kann taka undir
við nógvum av tí, sum ný
skipanarbólkurin mælir
til í álitimum. Hann nevn-
ir stovnsrøkt og virðis
øking.
– Vit taka eisini undir
við, at vit endiliga at
sleppa fiskidagskipanini
og fara yvir til eina kvota
skipan í staðin fyri, sigur
Bill Justinussen.
Miðflokkurin var eis
ini ein virkin partur, tá
ið
seinasta
samgonga
stríddist við at finna ein
semju um nýggja fiski
vinnupolitikkin.
– Vit vóru komin langt
ávegis og ein minni upp
boðssøla var eisini partur
av tí, sum vit samdust um,
men vit komu ongantíð
heilt á mál, sigur Bill
Justinussen.
Miðflokkurin sjálvur
heldur, at ein partur
av
fiskirættindunum,
kanska 10 til 15 prosent –
eiga at verða seld á upp
boðssølu. Hetta fyrst og
fremst so onnur kunnu
sleppa framat rættindum.
Hetta kann til dømis
gerast
viðnývunnum
rættindindum ella við
rættindir, sum vit ikki
gagnnýta í dag.
– Tað er avgerandi, at
vit ikki stongja av soleiðis,
at bert tey, sum eru í
vinnuni í dag sleppa at
vera har. Ein lítil hurð má
vera opin, so onnur eisini
kunnu
sleppa
framat,
sigur Bill Justinussen.
Hann leggur aftruat, at
møguliga fer samgongan
at tosa saman áðrenn
farið verður á fund við
landsstýrismannin í fiski-
vinnumálum.
Ein lítil
partur yvir
eina upp
boðssølu
Eisini Miðflokkurin fer
til fundin hósdagin at vit
hvat landsstýrismaðurin
við fiskivinumálum fer
at spæla út við
Árni Gregersen
– Eg kenni nógvar av orð
ingunum aftur í álitinum
frá mínari tíð í fiskimála
ráðnum og vit taka eisini
undir við nógvum av tí,
sum stendur í álitinum frá
nýskipanarbólkinum, sigur
Jacob
Vestergaard,
fyrr
verandi
landsstýrismaður
við fiskivinnumálum fyri
Fólkaflokkin.
– Men uppskotið um, at
fiskiveiðurættindini
eiga
at verða seld yvir eina upp
boðssølu taka vit ikki undir
við – hvørki at alt skal seljast
tann vegin ella ein partur av
rættindunum, leggur hann
afturat.
Fólkaflokkurin er eisini
boðin til fundar hósdagin.
Landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum
hevur
boðið andstøðuflokkunum
á fund at viðgera álitið frá
nýskipanarbólkinum.
– Vit fara á fund og í
fyrstu syftu fara vit at lurta
eftir, hvat tað er, sum sam
gongan ætlar. Eg haldi eisini,
at tað hevði verið skilagott
um vit í andstøðuni stungu
høvdini saman áðrenn fund
in hósdagin, sigur Jacob
Vestergaard.
Fiskidagar heldur
enn kvotur
Eins og umboðini fyri hinar
andstøðuflokkarnar,
so
tekur Fólkaflokkurin undir
við nógvum av tí skilagóða,
sum stendur í álitinum,
men har eru eisini annað
enn
uppboðssølan,
sum
flokkurin ikki tekur undir
við.
– Vit duga ikki at síggja,
at tað fer at vera nak
ar fyrimunur at fara frá
fiskidagaskipanini til eina
kvotaskipan. Vit vita av
royndum, bæði í Føroy
um áðrenn vit fingu fiski
dagskipanina og úr øðrum
londum, at kvotakipan ikki
er nakar góður máti at røkja
fiskastovnarnar uppá, sigur
Jacob Vestergaard.
Hann sigur, at í Íslandi eru
stovnarnir munandi verri
fyri eftir at kvotaskipanir
vóru ásettar og tað sama
sæst í øðrum londum. Hann
vísir eisini á problematikkin
við at blaka út aftur og aðrar
mátar at brótra reglurnar
um kvotur.
– Tað er ongin loysn, so at
innføra kvotaskipan undir
Føroyum fyri botnfiskin, er
als ikki skilagott. Tað fer at
skapa nógvar aðrar trupul
leikar, sigur Jacob Vester-
gaard, Fólkaflokkurin.
Tá ið fiskidagarnir fyri
núverandi
fiskiár
vóru
ásettir tóku allir flokkar í
tinginum undir við uppskot
inum, uttan Fólkaflokkurin.
– Politiskt dugi eg væl at
síggja, at samgongan fegin
ger hesar broytingar utt
anum Fólkaflokkin, um tað
fer at bera til, men hinvegin
ivist eg í um meirluti fæst
fyri teimum mest radi-kalu
nroytingunum
–
hvørki
saman við hinum andstøðu
flokkunum ella við teimum
17, sum eru parlamentariska
grundarlagið
undir
sam
gonguni, leggur hann aftur
at.
Fólkaflokkurin tekur undir við nógvum í álitinum frá nýskipanarbólkinum,
men tað eru eisini viðurskifti, sum hann als ikki fer at góðtaka
VARÐVEITA
FISKI
DAGARNAR
OG ONGA
UPPBOÐSSØLU
Bill Justinussen, Miðflokkurin, heldur eisini, at nøkur
rættindi kunnu seljast um uppboðssølu, so onnur
kunnu sleppa framat enn tey, sum frammanundan eru í
vinnuni
Heldur ikki Fólkaflokkurin og Jacob Vestergaard
taka undir við uppboðssølu. Tey vilja heldur,
at alt byggir á søuglig tættindir. Heldur ikki vil
flokkurin vita av kvotaskipanum og hann heldur,
at fiskirættindini eigg at vera umsetilig í vinnuni