mánadagur 17. oktober 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Edmund Joensen
Løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin
Fullveldisumboð
Javnaðarfloksins
á Fólkatingi málar
eina skammiliga og
spottandi mynd av
sínum landsmonn
um
Tað er komin sportur í, frá
Fólkatingsins røðarapalli, at útstilla
føroyingar sum ódugnaligar og
óhjálpnar. Og tað ringasta er, at tað
eru føroysku fólkatingsumboðini,
ið íðka hesa ítrótt.
Ongin undrast á, at tjóðveldis
umboðið dagliga ger sær sjálvum
og Føroyum fyri skommum. Tað
er sjálv missiónin hjá tí flokkinum
í Danmark. Umframt, sjálvandi,
at súgva sum mest av donskum
skattakrónum til flokskassan og
propaganduna hjá Tjóðveldi.
Tó má tað undra mong, at Javn
aðarfloksins umboð heldur sínar
landsmenn fyri gjøldur.
Óvirðilig umboð
Eitt nú skýrir hann føroyingar at
vera sum fuglar, ið verða fóðraðir,
og tí ikki duga at finna sær føðina
sjálvir. Hetta skal eitast at vera
ein mynd uppá effektina av ríkis
veitingini. Og hann málar eisini
eina mynd av føroyingum, sum
nakrir, ið ikki duga at ganga sjálvir,
tí ríkisveitingin skal vera sum ein
rullitrappa.
Álvaratos, hetta er óvirðiligt út
um alt mark. Føroyingar eru mill
um raskastu fólk og arbeiða sum
fyri lívinum. Sjúrður átti at sett
navn á tey, hann spottar.
Javnaðarflokkurin
svíkir sínar veljarar
Ríkisveitingin er ætlað til føroyska
heilsuverkið, pensjónir, serforsorg
o.a. Hetta eru gjaldsskyldur, sum
danski staturin hevur í felagsmál
um, og sum ikki eru yvirtikin. Hví
er Javnaðarflokkurin ímóti fígging
til vælferðina í Føroyum?
Veljarar hugsa sítt. Ikki minst
tey, ið lótu seg lokka av Javnaðar
flokkinum á seinasta løgtings- og
fólkatingsvali.
Tá seldi hann seg sjálvan sum
samríkisflokk. Nú gongur sjón
fyri søgn. Fullveldisumboð Javn
aðarfloksins
á
Christiansborg
ikki bert útstillar føroyingar sum
stakkaladýr. Nei, tað er eisini merk
isvert, at eitt umboð fyri Javn
aðarflokkin fegnast um niðurskurð
og ynskir ríkisveitingina burtur.
Var hetta tað, ið Javnaðarflokk
urin fór til val uppá? Nei, tvørtur
ímóti. Og tí kunnu vit av røttum
siga, at flokkurin svíkir sínar velj
arar.
Verið nú erlig
Heldur enn at lata fólkatings
umboðið dríta í egið reiður, eig
ur Javnaðarflokkurin erliga at
greiða fólki frá um ríkisveiting
ina og avleiðingunum, um tjóð
veldisgrundlógin verður samtykt,
og loysingin gerst veruleiki.
Tað stutta av tí langa er, at tá
fer at mangla uml. EIN MILLIARD
Í REINUM PENGUM HVØRT ÁR.
Umframt at hetta fyllir meira enn
tvær milliardir í BTÚ og fíggjar
uml. 20 prosent av útreiðslum
landskassans. Hetta er samlaða
upphæddin, sum ríkið leggur eftir
seg í Føroyum.
Hvussu vil Aksel fíggja hesa
árligu milliardaupphædd?
Hvussu langt skulu føroyingar
niður í livifóti og vælferð?
Hvussu nógv fer skatturin at
hækka?
Bakbit
Uttan iva hevur fullveldisumboð
Javnaðarfloksins á Fólkatingi hild
ið seg vera skemtiligan á røðarapalli
Fólkatingsins, tá ið ríkisveitingin
var til viðgerðar.
Fakta er, at hann, politiskt,
bítur føroyingar – og ikki minst
samríkissinnað javnaðarfólk – í
bakið.
Óvirðilig fólkatingsumboð útstilla
føroyingar sum stakkaladýr
VIÐMERKINGAR
Nikkil Heinesen
nevndarlimur í Føroya
Pedagogfelag
P e d a g o g f e l a g i ð
hevði til Løgtings
valið fyri góðum
ári
síðani
nøkur
ynski til politisku
flokkarnar.
Eitt
av hesum var at endurskoða dag
stovnalógina, við tí fyri eyga, at
tryggja eitt forsvarligt minstamark
av tímum til barnið, soleiðis at tíð
er hjá starvsfólki at hava meinings
fult relatiónssamband við einstaka
barnið. Hetta er kjarnin í náms
frøðiliga arbeiðinum.
Í stuttum merkir hetta at lógar
festa eina minstujáttan av tímum,
ið fylgir barninum inn á stovnin,
soleiðis at hetta ikki ávirkast av
broytandi játtan til stovnar.
Tað letur til, at onkur hevur
hoyrt Pedagogfelagið, tí nú er eitt
ítøkiligt uppskot komið í Tingið.
Sambært dagskránni hjá Løg
tinginum verður fyrsta viðgerð at
endurskoða Dagstovnalógina 20.
oktober.
Tað eru kommunurnar, ið eiga
og reka dagstovnarnar, meðan tað
er Mentamálaráðið, ið hevur eftirlit
við námsfrøðiliga innihaldinum,
sum arbeiðið verður skipað út frá.
Í londum, vit vanliga samanbera
okkum við, er hetta ikki nakað nýtt
kjak. Hugtakið "meira fyri minni"
hevur leingi niðurpínt økið, og
hóast tað ikki stendur eins illa til
í Føroyum, so eru vandatekin at
hóma.
Hetta snýr seg ikki um at tryggja
nøkur størv, men at tryggja, at tíð er
til týdningarmikið relatiónsarbeiði.
Tí gleðir tað okkum, at politiski
myndugleikin er við at vakna og
tekur hetta álvarsmál upp. Neyðugt
er tó, at kommunurnar taka undir
við hesum.
Pedagogfelagið bjóðar seg sjálv
sagt fram sum ein jaligan hoyrings
part og fakligan sparringspart, tá
uppskotið verður sent til hoyringar.
Dagstovnalógin endurskoðast
við minimumsnormering
Niels Midjord
Eitt
av
stórmál
unum, sum hetta
landsstýri
hevur
sett sær fyri at
fremja, er ein fiski
vinnunýskipan.
Umráðandi er at fáa so stóra undir-
tøku á tingi og millum fólk fyri
eini slíkari nýskipan sum gjørligt,
men tað tykist trupult at finna eitt
felags stev ella eitt felags støði at
viðgera fiskivinnuna og tilfeingi
í síni heild útfrá, Ein gongd leið
kundi verið at hyggja at, hvussu
tilfeingi og rættindini til tilfeingi
hava verið uppfatað søguliga.
Hugsi, at grundarlagið undir
norðurlendska
vælferðarsamfe
lagnum er hvørki Marxisma ella
Kapitalisma, men siðvenjur og
skipanir um rættindi og skyldur
í bygdarsamfelagnum, sum hava
verið felags fyri norðurlond og
tey lond, har norðbúgvar hava
sett seg niður so langt aftur, sum
til ber at síggja, og sum hava yvir
livað og lagað seg til tekniska fram
burðin og samfelagsligu, stýris
skipanarligu
og
átrúnaðarligu
broytingarnar upp ígjøgnum øld
irnar og útkrystaliserað seg í ein
falda prinsippinum um »Lut og
Lunnindi«.
Lutur er føst ogn. Lunnindi er
tað, sum livir og rørist uttanum
ognina og svymur fella lýtur undir
henni. Við øðrum orðum: tað, sum
vit høvdu kallað tilfeingi. Sjálvt um
lunnindini lógu til lutin, so vóru
tey felags fyri alla bygdina. Um t.d.
fuglaberg var í onkrum haga í bygd
ini, høvdu øll bygdarfólkini rætt
til at fleyga fugl uttan at spyrja
nakran um loyvi, men tað var ikki
ókeypis, tey máttu lata ein ávísan
prosentpart av veiðuni til hagan í
landparti ella í tilfeingisgjaldi sum
vit høvdu kalla tað. Landparturin
av fuglaveiðu kundi vera rættuliga
stórur, heilt upp í 50%. Afturfyri
hevði hagin so skyldu til at at fáa
til vega og at halda bjargalínur. Ein
avbygdarmaður kundi eisini søkja
bjørgini, men bert um hann hevði
fingið loyvi frá haganum.
Ein kann hugleiða um, hví til
feingið ella lunnindini soleiðis
vóru staðbundin til eitt bygdar
samfelag. Men ert tú góður við
tína heimbygd og fylgir við tí sum
livir og rørist rundan um hana, so
sært tú, um fuglurin í berginum t.d.
er illa fyri eitt tíðarskeið, og lagar
veiðina hjá tær eftir tí, tí fuglin vilt
tú ikki missa. Soleiðis ber skipanin
um lut og lunnindi við sær, at tú
røktar náttúruna og livir í samljóði
við hana heldur enn ímóti henni.
Avbygdarmaðurin har aftur ímóti
kennir ikki bergið og er ikki góður
við tað á sama hátt; fyri honum
ræður bara um at fáa so stóran
fong sum gjørligt
Ójavna stríðið ímillum humm
araveiðimenn og alivinnuna bend
ir á, at alivinnan lættliga kann
fáa leiklutin sum óføri avbygdar
maðurin, íð dugir væl at fáa stóran
fong í sín part, men ikki gevur sær
far um, hvørjar avleiðingar tað
fær fyri vistfrøðiligu skipanina á
firðinum annars. Tá røktar hann
ikki náttúruna, men seiðpínir
hana; tá livir hann ikki í samljóði
við náttúrina, men ímóti henni,
og hvørjar avleiðingar tað fær
sum frá líður, vita vit ikki. Hetta
bendir eisini á, at tað vænta áset
Tilfeingi og tilfeingisgjald í søguligum bakspegli