mánadagur 17. oktober 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
JÓHAN ER TOPPSKJÚTTI
Í CHAMPIONS LEAGUE
Bjerringbro-Silkeborg vann ótrúligan sigur í Champions League í gjár, og her var Jóhan á
Plógv Hansen aftur ímillum teir bestu. Hann er toppskjútti hjá liðnum í kappingini
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Jóan Símun Edmundsson
spældi allan dystin á høgra
vongi, tá ið OB í gjár var á
vitjan hjá Randers í donsku
Superliguni. Brandur Hend
riksson var ikki við í hópin
um hjá Randers, sum vann
greitt 3-0 eftir at hava verið
á odda 1-0 í hálvleikssteðgin
um. Tað gongur veruliga av
skriðuni hjá OB, sum við
sjey tapum í átta dystum
er á næstaftasta plássi í
Superliguni. Teir hava 10 stig
fyri 13 dystir.
Eisini Hallur Hansson fekk
allan dystin á vøllinum, tá
ið hann og liðfelagarnir
úr AC Horsens hesaferð
vóru á vitjan í Århus hjá
AGF.
Bubacar
Sanneh
legði
gestirnar
á
odda
í fyrra hálvleiki, men í
seinna
hálvleiki
javnaði
Danny Olsen til endaliga
úrslitið, 1-1. AC Horsens er
á áttanda plássi, tvey stig
frá 6. plássi, sum gevur
atgongd
til
endaspælið.
OB, sum hevur venjaran
Kent Nielsen undir stórum
trýsti, fær tað als ikki lættari
næsta umfar. Tá fáa teir
nevniliga vitjan av suverena
oddaliðnum,
FCK.
AC
Horsens og Hallur Hansson
fáa vitjan av Randers, sum
hevur ilt við at geva pláss
til Brand Hendriksson í
hópinum, hóast teir herfyri
skrivaðu trý ára sáttmála við
hann. Hesir dystirnir verða
báðir spældir sunnudagin.
Kent
Nielsen
viðgongur
sjálvur, at tað er trýst
á honum, men at hann
metir orsøkina til vánaligu
gongdina
vera,
at
tað
manglar góðska í avrikunum
á vøllinum. Trýstið er tó ikki
fremmant fyri hann. – Ein er
trýstur sum høvuðsvenjari.
Tað var eg eisini í Horsens,
Brøndby og AaB. Tað er
ein partur av spælinum frá
degi eitt. Tað koma altíð
nøkur tíðarskeið, har fólk
seta
spurnartekin,
sigur
OB-venjarin við indkast.dk.
Heini Vatnsdal spældi allan
dystin í miðverjuni, tá ið
Fremad Amager sunnudagin
spældi á útivølli ímóti einum
av teimum fremru liðunum,
FC Helsingør. Úrtøkan hjá
Amager-liðnum gjørdist eitt
stig umvegis ein 2-2-javnleik.
Fremad Amager hevur nú 15
stig fyri 12 dystir, og eru teir
sjey stig frá niðurflytingini
og fimm stig frá 3. plássi, ið
gevur spæl um uppflyting.
René S. Joensen fekk ein
góðan tíma á vøllinum, tá ið
Vendsyssel FF í gjár spældi
0-0-javnleik á útivølli ímóti
FC Fredericia. René spældi
sum álopskendur miðvallari,
men varð útskiftur tá ið
góður tími var spældur.
Hákun
Edmundsson
var
á beinkinum. Við tí eina
stiginum er Vendsyssel FF
framvegis á triðja plássi,
sum er við til at geva spæl
um uppflyting.
Vejle við Viljormi Davidsen
hevur hinvegin ilt við at
finna stevið í næstbestu
donsku deildini eftir eina
annars frálíka byrjan upp á
kappingarárið. Hóskvøldið
spældu teir á útivølli ímóti
FC Roskilde, og her taptu teir
2-1. Hetta var fimta tap í seks
dystum, og tað hevur havt
við sær, at teir í løtuni eru
triðaftast við 13 stigum fyri
12 dystir. Viljormur Davidsen
var
liðskipari
hendan
dystin, og hann spældi
allan dystin á vinstra bakki.
Brasilski miðvallarin, Ander
son, sum árini 2008 til 2014
spældi
við
Mancheser
United, er fyribils vorðin
útihýstur
í
heimlands
felagnum Internacional, har
hann nú spælir. Orsøkin er,
at hann fór at berjast við
liðfelagan,
William,
sum
fekk eitt somikið hart slag,
at hann fór at bløða. Bæði
Anderson og William eru
fyribils
útihýstir
meðan
leiðslan roynir at finna eina
loysn upp á trupulleikan.
FLOGBÓLTUR
Landskappingin í flogbólti
er av álvara farin í gongd
aftur, og um vikuskiftið var
fult umfar í meistaradeildini
hjá kvinnum. Dráttur fór
við fullari skjáttu úr aftur
Trongisvági við 3-0-sigri á
TB (16-25, 19-25, 22-25), meðan
hinar vágakvinnurnar, SÍ,
fóru við ongum úr aftur
høvuðsstaðnum eftir 0-3-tap
ímóti Fleyr (25-19, 25-17, 25-
20). Heima í Kollafirði vunnu
KÍF-kvinnurnar aftur 3-0,
hesaferð við settúrslitunum
25-10,
25-20,
25-20
ímóti
Ternuni.
Eisini
í
meistaradeildini
hjá monnum hava dystir
verið
hetta
vikuskiftið.
Fleyr heldur fram við góðu
gongdini,
tí
leygardagin
vunnu teir 3-0 ímóti SÍ á
heimavølli.
Settúrslitini
vóru 25-18, 25-22 og 25-19. Á
Toftum vann ÍF 3-1-sigur
ímóti Ternuni. Har vóru
settúrsltini 25-22, 23-25, 25-21,
25-19.
HONDBÓLTUR
Jóhan á Plógv Hansen heldur
fram við at vísa stórspæl
fyri danska meistarafelagið,
Bjerringbro-Silkeborg. Í gjár
høvdu teir vitjan av polska
Wisla Plock í Champions
League, og her gjørdist tað til
danskan 33-24-sigur eftir eina
hálvleiksleiðslu
áljóðandi
18-14. Nikolaj Markussen og
Michael V. Knudsen vóru
toppskjúttar við sjey málum,
men Jóhan var ikki langt
aftanfyri. Hann skeyt seks.
Jóhan á Plógv Hansen er
toppskjútti hjá Bjerringbro-
Silkeborg
í
Champions
League við 23 málum, meðan
ein annar kendur stórskjútti,
Nikolaj Markussen, hevur
skotið
20.
Bjerringbro-
Silkeborg er í løtuni á
einum deildum 3. plássi í
Champions League-bólki B.
Teir hava fýra stig fyri fýra
dystir í hesum bólkinum,
sum
annars
er
mettur
at vera ógvuliga trupul.
Hini liðini eru Veszprem,
FC Barcelona, Paris SG,
Wisla
Plock,
Flensburg-
Handewitt,
Kadetten
Schaffhausen og THW Kiel.
Stórskjúttin
hjá
VÍF,
Marianna Holm Jacobsen,
hevur um vikuskiftið verið
undir skurði fyri álvarsliga
skaðan, ið heldur henni úti
alt
hetta
kappingarárið.
Talan er um eitt slitið kross
band. Marianna boðar frá,
at
skurðviðgerðin
gekst
væl, at hon vónar at vera
før fyri at spæla hondbólt
aftur komandi kappingarár.
SÚKKLING
Peter Sagan er framvegis
heimsmeistari í súkkling.
Hetta
heitið
endurvann
hann sær í HM-kappingini
í Katar, sum varð súkklað
í gjár. Á 257,3 kilometrar
langa teininum vóru tað
20 súkklarar, sum at enda
kappaðust um heimsmeist
aratroyggjuna, og her var
tað enn einaferð 25 ára
gamli spurtarin úr Slovakia,
ið var kvikastur og harvið
fremhaldandi
sleppur
at
súkkla
í
eyðkendu
HM-
stríputu troyggjuni. Mark
Cavendish úr Isle of Man
(Stórabretlandi)
bleiv
nummar
tvey,
meðan
veteranurin, 36 ára gamli
Tom
Boonen
úr
Belgia,
gjørdist nummar trý.
Danmark hevði annars eina
framúrskrandi HM-kapping
í Katar. Hjá unglingunum
eydnaðist tað púra óvæntað
Jakob Egholm at vinna gull,
tá ið útbrotið hjá 18 ára gamla
dronginum úr Holbæk helt
allan vegin í hús. Hann vann
við 15 sekundum niður til teir
nærmastu eltararnar. Hetta
var fyrsta unglinga HM-gull
hjá Danmark síðan 1983.
Eisini hjá kvinnum vann
Danmark gull. Her var tað
Amalie Didriksen, sum var
kvikast í einum hóp-spurti.
Tað hevur eitt drúgt kjak tikið
seg upp um HM-kappingina
í Katar. Orsøkin er, at tann
ógvusligi
hitin,
aloftast
smá 40 hitastig, elvdi til,
at fleiri súkklarar smullu
um við hitaslagi. Brian
Cookson, forseti í altjóða
súkklusambandinum, UCI,
vísir tó øllum atfinningum
aftur.
Hann
sigur,
at
fyriskipararnir vóru væl
fyrireikaðir
við
serliga
nógvum
hjálparfólki,
og
at hitin ikki burdi komið
sum eitt sjokk fyri nakran.
Hann sigur, at hitin ikki
var vandamikil, men at tað
einans var ov vandamikið,
sum súkklararnir ikki vóru
nóg væl fyrireikaðir upp á
hitan.
TENNIS
Caroline Wozniacki er við
at fóta sær aftur, eftir at
tað hevur gingist stak illa
í longri tíð. Um vikuskiftið
vann hon nevniliga WTA-
kappingina í Hong Kong, har
hon í finaluni vann 6-1, 7-6
ímóti Kristinu Mladenovic úr
Fraklandi. Hetta var 25. WTA-
kappingarsigurin hjá 26 ára
gomlu Wozniacki, sum í 2010
var nummar eitt í heiminum,
men í løtuni er nummar 22.
Hon væntast tó at gera eitt
stórt lop á listanum, tá ið
hann verður dagførdur aftur
í næsta mánaða.
DART
Remy G. Hansen vann báðar
kappingarnar hjá monnum
í dart um vikuskiftið. Hann
vann bæði A-Cup og Cup-
kappingina. Hjá kvinnunum
gjørdi
Gunnbjørg
Dam
reint borð. Hon vann báðar
kappingarnar.
Hetta
var
triðja
FM
kappingin av tíggju.
STUTTSØGD TÍÐINDI