mánadagur 17. oktober 2016síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
16
HONDBÓLTUR
Neli Heldarskarð
Í fjør var spenningurin í
FTZ-deildini ikki tann heilt
stóri.
H71
vann
lættliga
grundspælið,
meðan
VÍF
bleiv liðið, sum streyk avstað
við seinna finaluplássinum
og seinni føroyameistara
heitinum. Nú er fyrsti fjórð
ingurin av grundspælinum
farin afturum, og ikki kann
sigast annað enn, at líkt er
til, at kappingin í ár verður
ómetaliga spennandi. H71,
VÍF, Kyndil, Neistin og KÍF
hava øll átta stig, meðan
langt er niður til aftastu lið
ini, StÍF og Team Klaksvík,
sum hava eitt stig.
Mest spennandi og áhuga
verdi dysturin hetta viku
skiftið varð spældur í Hoy
víkshøllini, har finaluliðini
frá í fjør, H71 og VÍF, brustu
saman.
H71 bankaði VÍF
Hoyvíkingar skuldu royna
at koma aftur á røttu kós.
Undan dystinum hevði H71
tapt báðar dystirnar áðrenn,
sum vóru ímóti ávíkavist
Neistanum og KÍF. VÍF kom
eisini til Hoyvíkar við tapi
í viðførinum, tí fyri góðari
viku síðani taptu vestmenn
ingar í høllini á Hálsi ímóti
Kyndli.
Dysturin var spennandi
í fyrra hálvleiki, har liðini
vóru jøvn. Men í seinna hálv
leiki settu hoyvíkingar vest
menningar so dyggiliga upp
á pláss og vunnu heili 28-17.
Tað var tó ongin, sum
kundi síggja fyri sær, at enda
ligi munurin skuldi blíva so
stórur. Hálvleiksstøðan var
10-10. Men í seinna hálvleiki
vardi H71 sera væl og sam
stundis
gekk
eisini
væl
betri við málskjótingini hjá
hoyvíkingum. Hetta gjørdi,
at endaligi munurin ímillum
liðini bleiv heili 11 mál.
Miðskeiðis í seinna hálv
leiki fekk Julian Olsen hjá
VÍF reytt kort, tá ið hann
feldi Pætur Thomsen hjá
H71, sum rann við fullari ferð
ímóti málinum.
H71 var ein av sínum van
ligu leikarum, Jónas Djur
huus, fyriuttan í dag, tí at
hann fekk beinleiðis reytt
kort og leikbann, tá ið H71
tapti ímóti KÍF síðsta viku
skifti.
Eldur er komin
í Neistan
Neistamenn fingu eina ringa
kappingarársbyrjan, tá ið
báðir fyrstu dystirnir blivu
taptir, men nú er av álvara
komin vend í hjá Neist
anum. Í gjár vann Neistin
sera tepran útisigur ímóti
StÍF, 30-29, og harvið hava
neistamenn nú vunnið fýra
dystir á rað.
Í Klaksvík vann KÍF 27-24
ímóti Team Klaksvík. Hóast
Team Klaksvík bert hevur
eitt stig, so er eyðsæð á úrs
litunum, at klaksvíkingar
geva dyggari mótstøðu enn í
fjør, tá ið nógvir dystir vórðu
taptir stórt.
KAPPINGIN ER JAVNARI Í ÁR
Eftir seks umfør eru fimm lið í FTZ-deildini, sum eru fremst við líka nógvum stigum. Tískil er
sannlíkt, at kappingin í ár verður nógv javnari enn í fjør, tá ið H71 lættliga vann grundspælið
FAKTA
FTZ:
H71-VÍF 28-17 (10-10)
H71: Peter Krogh 8, Rúni Vest Højgaard 4, Pætur
Thomsen 4, Dánjal Tórgarð 3, Hans Kári Hansen 2,
Sigmundur Nolsø 2, Tróndur Arge 2, Sigmundur Dahl
1, Niklas Højgaard Hanusarson 1 og Andor Sivertsen
1.
VÍF: Filip Jojic 8, Hanus Christophersen 2, Julian
Olsen 2, Andrias Eriksen 2, Sjúrður Olsen 1, Bjarti
Hansen 1 og Jugoslav Djumic 1.
StÍF-Neistin 29-30 (17-17)
StÍF: Allan Norðberg 8, Fríði Djurhuus 6, Pætur
Johansen 6, Sveinur Justinussen 4, Pætur Joensen 2,
Jógvan Gregersen 1, Borgar M. Persson 1 og Jónfinn
Rasmussen 1.
Neistin: Rói Berg Hansen 12, Christopher L. Moe 8,
Teis Horn Rasmussen 4, Frank Askildsen 2, John í
Innistovu 2, Andras Joensen 1 og Torkil Hentze 1.
Team Klaksvík-KÍF 24-27 (10-15)
Team Klaksvík: Finnur Hansson 9, Henrik Justesen
4, Petur Martin Eliasen 3, Jens Pauli Mohr 2, Vilhelm
Vilhelmsen 2, Einar Dam 1, Andrias Ellingsgaard 1,
Jacob Knudsen 1 og Hans Arni Thomsen 1.
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Frederik Sørensen 5,
Rógvi Weyhe 4, Ási Dam 3, Fríði Weyhe 2, Andrias
Nielsen 2, Teitur Joensen 1 og Jákup Trygvason 1.
Hvonn:
VÍF-VB 26-32 (16-13)
VÍF: Marianna G. Eystberg 5, Daniella Joensen 5,
Agnas Olsen 4, Brynja Rógvadóttir 4, Tóra Seloy 2,
Randi Virgarsdóttir 2, Kathe Frederiksen 2 og Heidi
Maria Akselsen 2.
VB: Danijela Mistric 12, Bára K. Mortensen 6,
Rúna Jacobsen 5, Rannvá Johannesen 3, Gurið K.
Augustinussen 3, Maria Halsdóttir Weyhe 2 og
Barbara Hjelm 1.
StÍF-Neistin 14-22 (6-13)
StÍF: Ninna K. Johansen 4, Birna T. Johannesen 3,
Ansy Sevdal 3, Guðrun Gærdum 1, Poula D. Berg 1,
Sunfríð Johansen 1 og Paula Høgnesen 1.
Neistin: Eir Berg 8, Birita Ingolsdóttir 4, Bára Hansen
3, Marjun Danberg 3, Brynja Høj 2, Lilja Mohr 1 og
Jacklin Durhuus 1.
Hálvleiksstøðan
ímillum
H71 og VÍF var 10-10, men í
seinna hálvleiki blivu vest
menningar avsmurdir og
taptu heili 28-17.
- Vit gera ov nógvar tekn
iskar villur samstundis sum
vit brenna ov nógvar upp
lagdar málmøguleikar. Aftur
at tí fáa vit fleiri útvísingar
og eitt reytt kort, ið ger tað
enn torførari at hanga í,
sigur Julian Olsen hjá VÍF,
sum eisini fekk reytt kort
miðskeiðis í seinna hálvleiki.
- Eg haldi, at mítt reyða
kort var í lagi, tí tað førdi til
eina farliga støðu, ið tó ikki
heilt var ætlanin hjá mær,
sigur Julian Olsen.
VÍF hevur átta stig eftir
fýra dystir. Fýra teir fyrstu
dystirnir blivu vunnir, men
nú hava vestmenningar tapt
tveir á rað.
- Vit byrjaðu við at spæla
ímóti
teimum,
sum
eru
niðanfyri okkum á stiga
talvuni, og tí var tað gott, at
vit vunnu hesar dystirnar
sannførandi. Men vit hava
sæð ímóti Kyndli og H71,
at gera vit so nógvar villur,
sum vit hava gjørt í hesum
dystum, so tapa vit. Men
samanumtikið haldi eg, at
byrjanin hevur verið á einari
leið.
Strikuleikarin hjá H71, Helgi
Hildarson Hoydal, fegnaðist
um, at tað aftur eydnaðist
H71 at vinna eftir tvey tey
síðstu tapini.
- Tað hevur nógv at siga,
at vit aftur koma á sigurs
kós. Fyri tað fyrsta er tað
ógvuliga týdningarmikið at
vinna ímóti sínum beinleiðis
kappingarneytum.
Sjálvt
um vit enn eru í fyrsta um
fari av kappingini, so er
hetta ein fýra-stigs dystur.
Fyri tað næsta er tað eisini
gott, at vit vísa, at vit kunnu
berja okkum úr einum aldu
dali. Hetta gevur eisini ein
tryggleika fyri okkum, har
vit vísa okkum sjálvum, at
vit eru førir fyri at reisa
okkum aftan á tvey tap á rað,
sigur Helgi Hoydal.
Eftir javnleik í steðginum
spønaði H71 VÍF sundur í
seinna hálvleiki og vann við
11 málum.
- Eg haldi, at vit fáa veru
liga víst okkara góða verju
spæl aftur. Tað er ikki bara í
seinna hálvleiki, men ígjøg
num allan dystin. Hetta ger
eisini, at Ári stendur ein
branddyst í málinum. Tá vit
leggja okkum á odda í seinna
hálvleiki føli eg sjálvur, at
vit renna frá teimum. Teir
spæla við næstan sama liði
ígjøgnum allan dystin, með
an vit fáa býtt orkuna ímill
um fleiri leikarar, sigur Helgi
Hoydal.
Helgi Hoydal væntar eis
ini, at kappingin í ár verður
nógv javnari, enn hon var í
fjør.
- Kappingin í ár er og
verður heilt sikkur javnari
enn í fjør. Eg meti, at øll liðini
hava styrkt seg, og hetta ger,
at kappingin verður meira
spennandi. Hetta skal helst
síggjast
aftur
í
sjálvum
hondbóltsspælinum, og eg
eri sannførdur um, at vit fara
at síggja øll liðini mennast
nógv ígjøgnum kappingina.
Eg meti, at í síðsta enda snýr
tað seg um, hvørji tvey av
toppliðunum klára at menna
seg mest - hesi enda í final
uni til endans, sigur Helgi
Hoydal at enda.
JULIAN OLSEN:
REYÐA KORTIÐ VAR Í LAGI
HELGI HOYDAL:
VIT VARDU VÆL