mánadagur 17. oktober 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 17. oktober 2016 · Nr. 119
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
MISJAVNT VIKUSKIFTIÐ HJÁ
FØROYSKU ÚTISETUNUM
André Olsen
Fyri føroysku útisetarnar
runt í teimum ymisku feløg
unum, var hetta vikuskiftið
talan um eitt av teimum
lakaru
vikuskiftunum.
Heldur merkisvert var, at
eingin føroyskur leikari, sum
um vikuskiftið var á vøllin
um, megnaði at fáa ein sigur.
Viljormur sum
liðskipari
Viljormur Davidsen var lið
skipari á liðnum hjá Vejle,
sum hóskvøldið spældi á
útivølli móti FC Roskilde.
Og hóast tað leingi sá út til
at Vejle skuldi fáa eitt stig
við sær úr Roskilde, mistu
teir heilt móti endanum.
Roskilde skoraði nevniliga
sigursmálið,
tá
tað
bert
restaðu tríggir minuttir í,
soleiðis at endaliga støðan
gjørdist at Roskilde vann
dystin 2-1.
Full spælitíð til Hall
í grannauppgerð
Fríggjadagin spældu Hallur
Hansson og AC Horsens
grannauppgerð ímóti AGF í
Aarhus. AC Horsens legði seg
á odda í fyrra hálvleiki, men
stutt inn í seinna hálvleik,
javnaði AGF. 1-1 javnleikur
var eisini endaliga úrslitið
av dystinum, har Hallur
Hansson sum vant spældi
allan dystin á tamb fyri upp
flytararnar.
Brann tapti móti
botnliðið á heimavølli
Mest
skuffandi
dystir
nar høvdu teir báðir, Jóan
Símun
Edmundsson
og
Gilli Sørensen. Jóan Símun
Edmundsson og OB spældu
á
útivølli
móti
Randers
FC, sum ikki hevði Brand
Hendriksson Olsen í hópin
um. OB tapti dystin heili
3-0. Tað einasta sum var
at frøðast um, var at Jóan
Símun Edmundsson spældi
allar
90
minuttirnar
á
vøllinum fyri OB.
Brann, sum hevði Gilla
Sørensen
inni
seinastu
15 minuttirnar av dystin
um, spældi sunnudagin á
heimavølli móti Lillestrøm.
Undan dystinum lá Brann á
einum øðrum plássi í norsku
deildini, meðan Lillestrøm lá
næstniðast. Men ógvuliga
óvæntað,
eydnaðist
tað
Lillestrøm at vinna 2-1. Gilli
Sørensen viðurkennir eisini,
at tapið kom ógvuliga dánt
við, tí Brann setti týðandi
stig til í medaljudystinum í
Tippeligani.
– Tað var ekstremt skuff
andi at tapa, og nú gera
vit alt nógv meira spenn
andi enn tað nýtist, nú tað
bert mangla 3 umfør. Eg
tori væl at siga at vit hava
tríggjar finalur eftir, har
allir dystirnir hava ógvuliga
stóran týdning, sigur Gilli
Sørensen, sum heldur ikki er
nøgdur við at hann spældi so
lítið sunnudagin.
– Nú spældi eg bara 15
minuttir í gjár, so tað skal
broytast til komandi dyst,
sigur Gilli Sørensen.
Brann liggur framvegis
á einum øðrum plássi í
norsku Tippeligani, javnir í
stigum við Odd Greenland á
triðja plássinum. Í hølunum
á teimum báðum kemur
Molde.
René byrjaði inni
fyri Vendsyssel
Seinasti føroyingurin, sum
um vikuskiftið fekk spælitíð,
var René Shaki Joensen, sum
byrjaði inni fyri Vendsyssel
sunnudagin, tá teir spældu
á útivølli móti FC Fredericia.
Dysturin endaði við 0-0 javn
leiki, har René spældi fyrstu
50 minuttirnar á vøllinum,
áðrenn hann varð útskiftur.
Hinir báðir føroyingarnir
í
Vendsyssel,
Hákun
Edmundsson og Meinhard
E. Olsen, vóru ikki á vøllin
um hetta vikuskiftið.
Teir báðir, Heini Vatnsdal
og Bárður J. Hansen, spæla
eisini dagliga í næstbestu
deildini, men hvørgin av
teimum vóru um vikuskiftið
á
vøllinum,
tá
Fremad
Amager spældi 2-2 javnleik
móti FC Helsingør. Heini
Vatnsdal var leikbannaður,
meðan Bárður J. Hansen lá
sjúkur til dystin sunnudagin.
Randers FC, uttan Brand Hendriksson Olsen í hópinum, var einasta felagið av teimum
føroysku útisetafeløgunum, sum um vikuskiftið vann sær ein sigur